hósdagur 4. apríl 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Spurningin um fram-
tíðar pensjónistaskip-
an ætlar Sambands-
flokkurin at loysa í
trimum pørtum: Van-
lig fólkapensjón,
tvungin pensjóns-
uppsparing og sjálv-
boðin pensjónsupp-
sparing
VALSKRÁ
Heri á Rógvi
– Ein alsamt vaksandi part-
ur av fólkinum í okkara
parti av heiminum verða
pensjonistar, og trupult er
at finna eina skipan fyri,
hvussu pensjónirnar skulu
verða í framtíðin.
Soleiðis
byrjar
Sam-
bandsflokkurin partin um
pensjónir í teirra valskrá.
Pensjónirnar hoyra undir
punkt trý, vælferðin.
Sambandsflokkurin sigur
seg við hesum ásanna, at
framtíðar pensjónspurning-
urin verður neyðugur at
loysa, og tað er týdningar-
mikið, at funnið verður ein
haldgóð loysn.
Samstundis sum hetta
verður sagt, so heldur Sam-
bandsflokkurin, at okkurt
eigur at verða gjørt við ver-
andi pensjónnistastøði í
Føroyum.
– Endamálið við fólka-
pensjónini er at hon skal
vera grundarsteinurin, sum
skal tryggja øllum eina
minstu upphædd, fyri at øll
kunnu liva sámuliga, tá tey
verða pensjonistar.
Verandi fólkapensjón í
Føroyum er ikki nøktandi,
og fyrr enn hon er tað, má
sigast, at tíðin er ikki búgv-
in at seta aðrar skipanir í
verk,
sigur
Sambands-
flokkurin í sínari valskrá.
Loysnin til trupulleikan
við framtíðar pensjónist-
unum skal loysa eftir til-
mælum úr heimsbanka-
num. Í bókini Averting The
Old Age Cricis mælir
heimsbankin til at loysa
trupulleikan í trimum pørt-
um:
Vanlig
fólkapensjón,
tvungin pensjónsuppspar-
ing og sjálvboðin pensjóns-
uppsparing.
Spurningurin um eina
framtíðar pensjónsskipan
varð ikki loystur av sitandi
samgongu. Nakrar mánaðir
undan valið kom landsstýr-
ið við einari pensjónshækk-
an til fólkapensjónistarnar,
men bíðað verður enn eftir
einari framtíðar skipan.
Magni Laksáfoss, bú-
skaparfrøðingur og valevni
fyri Sambandsflokkinum,
segði á tíðindafundinum, tá
valskráin hjá Sambands-
flokkinum varð løgd fram,
at avgerandi at finna lang-
sigtaða loysn upp á føroy-
ska búskapin, har pensjón-
irnar eru ein partur av hes-
um.
Eldrarøkt
Sambandsflokkurin hevur
eisini tikið eldrarøktina við
í valskránna. Lisbeth L.
Petersen segði á tíðinda-
fundinum fleiri ferðir, at
Sambandsflokkurin
ikki
vildi seta nøkur konkret tøl
á, tí hetta vildi óivað merk-
ja, at mann kom at lova
meira enn mann kundi
halda. Hon legði stóran
dent, at Sambandsflokkurin
komandi fýra árini vil
leggja stóran dent á al-
menna- og heilsuøkið og
kanska serliga sjúkrahús-
ini.
Í Føroyum hava vit trý
sløg av eldrarøkt: Røktar-
og ellisheim, sambýlir og
heimahjálp.
Røktar- og ellisheimini
eru ætlaði óhjálpnum fólki,
ið krevja nógva røkt. Vit
hava í dag 272 røktar-
heimspláss, men sambært
serkønum er akuttur tørvur
á 150 – 250 plássum aftur-
at.
Sambýli eru ætlaði fólki,
sum ikki eru so illa fyri.
Men vegna vantandi pláss á
røktarheimum, eru í dag
røktarsjúklingar á sambýl-
um, sigur Sambandsflokk-
urin í valskránni.
Sambandsflokkurin:
Pensjónin skal skipast í
trimum pørtum
Magni Laksáfoss er valevni fyri Sambandsflokkin í Norð-
oyggjum. Á tíðindafundinum mikumorgunin tosaði hann um,
at tað er altavgerandi at finna eina langsigtaða loysn upp á
búskapin.
Framsýning
Rannvá Holm Mortensen og Jóngerð Poulsen lata upp
framsýning við 30 grafiskum myndum í smiðjuni í
Lítluvík, mikudagin 3. apríl. Framsýningin verður opin
gerandisdagar frá kl. 15 til kl. 19. Leygardagin og
sunnudagin frá kl. 14. til kl. 19.
Framtøk
Politiska gølu
um Fiskasølu
summir tykjast at gera
at aðrir hálsvølin
sær skola við øli
heldur fútin ólógligt vera
Hann strammar skrúvu
á Klubbanum Tjúgu
sum ikki má jólabryggj selja
men stjóran á Rúsu
teir eru so fúsir
í Framtaksnevnd til at velja
Edvard
4
Nr. 63 - 4. apríl 2002
Nr. 63 - 4. apríl 2002
5
Sambandsflokkurin
fer til val við Ríkis-
felagsskapinum sum
fyrstu raðfesting. Á
øðrum og triðja plássi
koma persónliga
frælsið hjá tí einstaka
og vælferðin. Alt er
treytað av ríkisfelags-
skapinum
VALSKRÁ
Heri á Rógvi
Hjá Sambandsflokkinum er
eingin ivi: Ríkisfelagsskap-
urin er at meta sum for-
treytin fyri samfelagnum í
Føroyum.
Aðalmálið
í
grein eitt hjá Sambands-
flokkinum er ríkisfelags-
skapurin, og hetta verður
eisini staðfest í valskránni
hjá flokkinum, ið varð al-
mannakunngjørd miku-
morgunin á tíðindafundi.
Tað skortaði heldur ikki
við fólki. Umframt teir
fimm
tingmenninar,
ið
stilla uppaftur til valið 30.
apríl, so vóru eisini boð
send eftir so nógvum val-
evnum sum gjørligt at møta
upp. Tað var ein fullsett
sambandshøll á Hafnia.
Ríkisfelagsskapurin
fyrst
– Hetta valið fer at snúgva
seg um ríkisrættarligu við-
urskiftini fyrst og fremst,
tað mugu vit bert ásanna,
sigur Lisbeth L. Petersen,
forkvinna í Sambands-
flokkinum.
Tað er eisini hesin sami
ríkisfelagsskapurin,
sum
stendur ovast á plakatini á
valskrá Sambandsfloksins.
Valskráin er ásett við
trimum høvuðspunktum:
Ríkisfelagsskapin, Persón-
liga frælsið hjá tí einstaka
og vælferðina.
Hetta er tað sama, ið
Flokkurin nýtti til fólka-
tingsvalið.
Lisbeth
L.
Petersen segði á fundinum,
at flokkurin hevði ætlað
hetta uppleggið til løgtings-
valið, men teir hildu tað
hóskandi at nýta uppleggið
eisini til fólkatingsvalið, og
hetta gav eisini úrslit, helt
Lisbeth fyri á fundinum.
Sambandsflokkurin sigur
ríkisfelagsskapin vera av-
gerandi fyri, at føroyska
fólkið kann varðveita væl-
ferðina og persónliga fræls-
ið.
Sambandsflokkurin sigur
seg raðfesta heilsuøki ovar-
liga næstu fýra árini, men
flokkurin vil ikki seta
nøkur tøl á, tá lyftini ikki
altíð eru líka løtt at halda.
Tey forsømdu økini skulu
fáast í rættlag, men eingi
tøl verða sett á.
Nýskipan
Sambandsflokkurin hevur
evnað til eitt Nýskipanar-
uppskot. Hetta er boðið hjá
Sambandsflokkinum
hjá
sambandsflokkinum um,
hvussu framtíðar ríkis-
felagsskapurin skal virka.
Lisbeth L. Petersen segði
á fundinum, at um vit fingu
fullveldi, so vildu bert tey
fáu og sterku yvirliga, og
hetta ynskir Sambands-
flokkurin ikki sum ein
vælferðarflokkur.
Kjarnin í nýskipanarupp-
skotinum er at varðveita
Føroyar sum part í ríkinum,
og vit skulu varðveita
grundlóg, kongshús og
rættartrygd, og Føroyar skal
vera sjálvstýrandi tjóð í
ríkinum.
– Hetta valið er tað
mest avgerandi í
føroyskari søgu í
longri tíð. Hetta
verður eitt lagnuval
millum loysing og
samband, sigur
Lisbeth L. Petersen
VALSKRÁ
Heri á Rógvi
Lisbeth L. Petersen legði
fyri innbodnum tíðinda-
fólki og valevnum hjá
Sambandsflokkinum fram,
hvussu og hvat Sambands-
flokkurin kundi hugsað sær
at gjørt í tí føroyska part-
inum av heiminum kom-
andi fýra árini.
Hon segði, at hon hevði
verið við í politikki í nógv
ár, og hetta valið var tað
mest aktiva hon minnist.
– Vit hava fingið inn-
bjóðingar ótrúliga nógva-
staðni frá. Eg havi onga
vita um so nógvar velj-
arafundir, og fólk venda
sær í stórum tali til okkara.
Hetta vísir, at tað er ein
øgiligur áhugi fyri valinum,
sigur Lisbeth L. Petersen,
forkvinna í Sambands-
flokkinum.
Lisbeth L. Petersen ivað-
ist heldur ikki í týdning-
inum, ið hetta valið fer at
hava.
– Hetta valið er tað mest
avgerandi í føroyskari søgu
í longri tíð. Hetta verður
eitt lagnuval millum loys-
ing og samband, sigur
Lisbeth L. Petersen
Rigga væl við
Javnaðarflokkinum
Spurningurin, um hvør fer
at gera samgongu, er ein
spurningur,
ein
valla
sleppur undan til tílík høvi.
Nú hava tríggir av teimum
fýra størru flokkunum í
Føroyum lagt fram teirra
valskrá. Hvør flokkur hevur
sína áskoðan, hvussu ríkis-
rættarligu
viðurskiftini
skulu skipast í framtíðini.
Lisbeth L. Petersen und-
irstrikaði á tíðindafund-
inum, at valið hesaferð fer
at snúgva seg um ríkis-
rættarligu viðurskiftini.
Um samgongumøguleik-
arnar segði hon, at Sam-
bandsflokkurin ikki vil
slaka
í
ríkisrættarliga
spurninginum.
– Vit mugu síggja í eyg-
uni, at tað er lítið sannlíkt,
at vit og Tjóðveldisflokkur-
in fara í samgongu saman.
Vit vita ikki rættiliga við
Fólkaflokkinum og teimum
smærru flokkunum. Skal
tað snúgva seg um tey
ríkisrættarligu viðurskift-
ini, so virkar Javnaðar-
flokkurin sum besta al-
ternativi, sigur Lisbeth L.
Petersen.
Hóast teir ikki eru ein
borgarligur flokkur, so hava
vit fyrr arbeitt sera væl
saman, og hetta kunnu vit
gott fyristilla okkum fer at
halda fram.
– Vit fara kortini ikki,
sum sitandi samgongu, at
nýta fýra ár upp á ríkis-
rættarliga spurningin burt
urav. Vit vilja taka okkum
av samfelagnum, ljóðar tað
frá forkvinnu Sambands-
floksins.
Gjalda skuldina
Sambandsflokkurin hevur
ongar ætlanir um at fara
niður til Danmarkar at biðja
um øktan blokkstuðul.
–Vit ætla okkum ikki til
Danmarkar at biðja um
meiri blokkstuðul. Vit vilja
heldur hyggja frameftir, og
vit mugu loysi teir trupul-
leikar, ið hetta hevur givið
okkum, sigur Lisbeth L.
Petersen.
Magni Laksáfoss segði á
fundinum, at sitandi sam-
gonga hevði latið eina stóra
rokning sita eftir til kom-
andi landsstýrið, og hetta
skal fáast í rættlag, sam-
stundis sum týdningurin av
at finna eina langsigtaða
loysn ikki skal undirmetast.
Sambandsflokkurin ætlar
ikki í landsbankan ella
aðrastaðni eftir pengum
fyri at fáa skil á fíggjarligu
viðurskiftunum í landinum.
Sambandsflokkurin:
Ríkisfelagsskapurin er fortreytin
Lisbeth L. Petersen:
Eitt lagnuval
Sambandsflokkurin fer til val fyri at verja ríkisfelagsskapin og vælferðina.
Mynd: Jens Kristian Vang
– Hetta valið er tað mest avgerandi í føroyskari søgu í longri
tíð. Hetta verður eitt lagnuval millum loysing og samband,
sigur Lisbeth L. Petersen
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4