Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. apríl 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 63 - 4. apríl 2002 Nr. 63 - 4. apríl 2002 7 Við Miðjarahavið býr 40 ára gamla Bjørt- fríð Shemesh, sum er úr Føroyum. Hon hevur búð í krígs- herjaða Ísrael í 10 ár, í Ramat-Gan uttanfyri Tel Aviv. Bjørtfríð er ikki bangin fyri krígnum ella fyri, at tað skal flyta seg nærri ímóti teimum SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein Føroyingar eru allastaðni. Hetta verður ofta sagt, og aloftast vísir tað seg, at soleiðis er tað eisini. Sosi- alurin hevur prátað við 40 ára gomlu Bjørtfríð She- mesh, sum er úr Kvívík, sum býr í Ramat-Gan utt- anfyri Tel Aviv í Ísrael. Hon er gift við ísraellitta og eig- ur tvey børn, ein drong og eina gentu. Í Ísrael hevur hon búleikast seinastu 10 árini, og sjálvt um ófriðurin er nógvur, so hevur hon ongar ætlanir um at flyta heimaftur. – Eg hoyri og síggi ikki beinleiðis so nógv til krígg- ið, sigur Bjørtfríð. – Sjálv- andi ávirkar hetta meg sálarliga, men hetta er ikki nakað eg til dagliga gangi og hugsi um. Bjørtfríð sigur, at støðan hevur ongantíð verið so ring, sum júst nú; heldur ikki í 1948, tá Ísrael varð til ein stat. Tá hon fyri góðum 20 árum síðani fyrstu ferð var í Ísrael, vóru nógvir hermenn at síggja á gøtuni, men seinastu 10 árini hevur tað ikki verið so ringt. Men nú er støðan aftur versna, og heldur Bjørtfríð, at hetta er, sum at verða sendur aftur í tíðina við øllum hermonnunum á gøtunum. Son í herinum 20 ára gamli sonur Bjørt- fríð er í ísraelska herflotan- um. Hann er fjarritari og læknahjálpari umborð á einum skipi. Tó er sjóøkið hjá Ísrael ikki so stórt, so hon sigur seg ikki vera nakað serliga bangna. Tað tekur ikki meira enn hálvan triðja tíma at sigla runt sjóøkið hjá Ísrael. – Tú hoyrir um bumbur og skjóting hvønn dag, og eg havi jú eisini børn, og tá fólk spyrja, hvar eg eri frá, og eg svari Føroyar, spyrja tey meg, hvat í allari víð- astu verð, eg geri í Ísrael, greiðir Bjørtfríð frá. – Men mær dámar væl her, eg eri ikki bangin fyri krígnum, ella bangin fyri at tað kemur nærri okkum. Eg veit tó fullvæl, at tað kann saktans henda, í dag, sum í morgin, men tað verður ov stressandi at skula hugsað um hetta dagliga. Eg stóli uppá Ísrael. – Viðvíkjandi krígnum, so síggi eg lítið og onki til tað. Men vanlig ting, sum til dømis at fara út á kafé og út at eta, sum vit jú gjørdu nógv av, tað kunnu vit ikki longur. Fyri stuttum varð kaféin, vit plagdu at vera á í Tel Aviv bumbað, og tað kennist jú sjálvandi eitt sindur løgið. Bjørtfríð sigur, at sjálvt um ófriðarligt er, so hevur hon ongar ætlanir um at leita heimaftur á klettarnar. – Um nakað skuldi hent, so kann eg altíð senda dóttrina heim til Føroyar, tí foreldrini hjá mær búgva jú heima, og eg kundi jú eisini komið heim í eitt tíðar- skeið, men tað havi eg ongar ætlanir um, sigur kvívíksdaman. Nógv, sum Bjørtfríð kennir, hava hug at rýma uttanlands til familju og vinir, men sjálv er hon op- timistisk. Hon hevur búð í Ísrael so leingi nú, og tey hon kemur saman við trúgva uppá, at ein dag, so fer kríggið at fáa ein enda. Arafat spælir komediu Sjálv sigur Bjørtfríð seg ikki vera í parti við nøkrum í krígnum. – Eg dugi væl at síggja, at báðir partar hava stórar trupulleikar, men hesir trupulleikar eru ikki nýggir. Tú kanst fara fleiri 1000 ár aftur í tíðina, og tú finnur teir aftur har. Tað eru fanat- ikararnir, sum búgva á teimum hersettu økjunum, sum oyðileggja friðin, og møguleikan fyri friði, og á ein hátt haldi eg, at tað eru eisini teir, sum leggja upp til kríggið. Bjørtfríð greiðir frá, at tann vanligi borgarin í Ísrael dugir væl at síggja at Ísrael hevur ein trupulleika. Hildið verður, at trupulleik- arnir stavað frá 1948, tá Ísrael varð til tað, tað er í dag, og tað eru fá arabisk lond, sum hava góðtikið Ísrael sum tað er. Men tað er dramatiskt, og eisini verri enn tað var í 1948, tað duga øll at síggja. Ongin hevur livað í einum Ísrael, sum tað er í dag. – Viðhvørt havi eg tó hug at halda, at Yasser Arafat dugir ótrúliga væl at spæla komediu, fortelur Bjørtfríð. – Útlendingar hava eisini ofta tað við at halda við veikara partinum, og tað er júst har, Arafat er serliga lúmskur. Hann sigur við fólkið, at tey skulu síggja fátøk út, so heimurin kann taka synd í teimum. Palest- inar siga ofta eisini, at teir hava ongi vápn, og at teir steina bara, men tað er heldur ikki satt. Børnini steina, sum standa framm- anfyri, men aftanfyri standa tey, ið eru nóg gomul til at halda vápnum, og krógva seg. Arafat vil hava um- heimin at taka synd í pal- estinum, og jú, sjálvandi er tað eisini synd í teimum, men ofta verður tað blást upp. Og í Føroyum er jú gott at vera, so tað er skjótt at hoppa uppá, at í Palestina er alt so ringt, kanska enntá verri enn tað í veruleik- anum er. Tó heldur Bjørtfríð, at hetta er kanska eitt sindur hart at siga, men kríggið verður eftir hennara mein- ing, ofta koyrt uppá hetta. At í Palestina eru tey veik og fátæk, og Ísrael er sterkt og væl fyri. Øll hava bumbuskýli Í Ísrael er tað vanligt, at øll húsarhald hava eitt bumbu- skýli, sum tey kunnu fara í, um kríggj kemur vegin fram til hús teirra. – Vit hava eisini eitt bumbuskýli, sum vit kunnu fara í, um okkurt skuldi hent. Øll hava bumbuskýl- ið. Kanska bara tey nýggj- aru húsini, sum ikki hava eitt beinleiðis bumbuskýl- ið, men tey hava so eitt "safety area", sum tey kunnu fara í. Bjørtfríð greiðir frá, at tá tú kemur inn í rúmið, so sært tú ikki, at tað er eitt bumbuskýli, tí tað sær ikki øðrvísi út enn øll onnur rúm í húsinum. Tað er bara gjørt soleiðis, at í fall, at okkurt skuldi hent, so er tað møguligt at fara inn hagar. Eisini í runt í býnum eru bumbuskýli at fara í. Men Bjørtfríð er optim- istisk. Hon trýr, at kríggið fer at fáa ein enda, sum alt annað, og at Ísrael fer at gerast friðarligt. Bjørtfríð Shemeshí Ísrael: Bumbuskýli heima Støðan í Ísrael er verri enn hon var í 1948, tá Ísrael varð til tað, tað er í dag. Hermenn eru at síggja allastaðni á gøtuni Bjørtfríð Shemesh saman við báðum børnunum og manninum. Sonurin er í herflotanum, og familjan býr í Ramat-Gan, beint við Tel Aviv í Ísrael Leygardagin datt ein maður umborð á Jaspis, men tíbetur er ikki líkt til, at hann hevur fingið varandi mein. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Síðsta leygardag komu Jaspis og Ametyst aftur av túri. Teir royndu eystanfyri í seks dagar og høvdu rok- fiskiskap, 230.000 pund av upsa og hýsu. - Leygardagin, meðan vit fiskaðu, datt ein maður umborð. Hetta var eitt hendiligt óhapp. Maðurin fekk ilt í afturpartin og ryggin og hevði nógva pínu. Tí gjørdu vit av at fara til lands, so maðurin kundi kannast av lækna. Hann lá á sjúkrahúsinum eina nátt. Enn hevur hann pínu í kroppinum, men læknarnir siga, at pínan fer at ganga yvir, sigur skiparin. Skiparin á Jaspis, Kristi- an Karl Eliasen, sigur, at væl av fiski var at fáa og leygardagin, tá ið teir av- gjørdu at gevast at fiska, vóru skipini næstan full- fermd. Maður datt Jaspis og Ametyst hava ligið síðan leygardagin, tí ymiskt hevur verið at gjørt umborð, men ætlandi fóru skipini útaftur seinnapartin mikudagin. Kristian Karl sigur, at nógvur upsi vísir seg at vera til - kanska meira enn nakrantíð, men fiskurin er smærri, enn hann hevur verið. - Hendan túrin fingu vit eisini væl av hýsu, sigur skiparin. Óstøðugt veður Fiski-og útróðrarmenn halda annars, at veðrið hevur verið keðiligt í vetur og í vár. Hóast fáir veruligir stormar hava verið, so hevur veðrið verið ógvuliga óstøðugt, og tað er keðiligt fiskiveður. - Við veðrinum er tað soleiðis, at antin fiskar tú, ella fiskar tú ikki, og eg vil siga, at veðrið hevur tarnað okkum nógv í vetur, sigur Kristian Karl Eliasen, skipari á Jaspis. Áki í Skemmuni heldur, at tíðin er við at fara frá heilsølu- virkseminum, tí nógvir av teimum smáu handlunum er afturlatnir, og teir stóru keypa sínar vørur beinleiðis og í minni mun um heilsølu. HANDILSVINNAN Vilmund Jacobsen Fríggjadagin komandi letur Eysturoyar Heilsøla aftur. Tey 14 fólkini, sum starvast hjá heilsøluni, vóðru upp- søgd í síðstu viku. Eysturoyar Heilsøla hevur sína søgu. Hon er stovnað í 1966 av Sofusi Thomsen. Í 1981 keypti Áki í Skemmuni seg inn í heilsøluna, og hevur hann so við og við yvirtikið ein størri og størri part av virkseminum. Í dag eigur Áki 95% av partafelagnum. Nú heilsølan letur aftur, keypir P/F Poul Hansen vørugoymsluna, men Áki heldur fram við teimum sodavatnssløgum, sum heil- sølan í dag umboðar, eitt nú Faxe Kondi, Pepsi og onkr- um øðrum sløgum. Heilsølan eigur bygn- ingin við Fjøruvegin í Runavík, og sølan av soda- vatni verður framvegis úr bygninginum. Men hetta er eitt stórt hús, og tí er ætl- anin at leiga tann partin út, sum ikki verður nýttur, tá ið bygningurin er tómur. Áki í Skemmuni sigur, at eini fýra fólk fara at taka sær av søluni av sodavatni. Handilsmynstrið - Eg havi valt at gevast, meðan leikurin er góður. Sølan er ikki minkað sein- astu árini, men fyrst í nítí- árunum minkaði hon nok- so fitt og vaks so aftur, tá ið tíðirnar gjørdust betur. Áki ásannar, at handils- mynstrið er broytt, og hann heldur, at tíðin er við at fara frá heilsøluvirkseminum, tí nógvir av teimum smáu handlunum kring landið eru afturlatnir. - Teir stóru handlarnir hava eisini keypt frá okk- um, men gongdin ber tann vegin, at teir keypa sínar vørur beinleiðis og ikki gjøgnum heilsølu, sigur Áki í Skemmuni. Maður datt fyri borð - Við veðrinum er tað soleiðis, at antin fiskar tú, ella fiskar tú ikki, og eg vil siga, at veðrið hevur tarnað okkum nógv í vetur, sigur Kristian Karl Eliasen, skipari á Jaspis. Eysturoyar Heilsøla letur aftur - Eg havi valt at gevast, meðan leikurin er góður. Sølan er ikki minkað seinastu árini, men fyrst í nítíárunum minkaði hon nokso fitt og vaks so aftur, tá ið tíðirnar gjørdust betur, sigur Áki í Skemmuni, sum eigur 95% av Eysturoyar Heilsølu. TÍÐINDASKRIV Fyrstu kolvetnisverkfrøð- ingarnir eru nú lidnir á Náttúruvísindadeildini eftir 3 1/2 ára útbúgving. Útbúgvingin er gjøgnum- førd m.a. við stuðli frá oljufeløgunum Statoil, Phillips, Enterprise, Mo- bil og Veba Oil. Í gjár fingu verkfrøð- ingarnir handað prógv á samkomu á Náttúruvís- indadeildini í Nóatúni. Sama dag fekk eisini ein ravmagnsverkfrøðingur sítt BS prógv. Eftir prógvhandanina varð skipað fyri seminari, har nýklaktu kolvetnis- verkfrøðingarnir greiddu frá sínum seruppgávum. Fyrstu føroysku kolvetnis- verkfrøðing- arnir Tá umboð fyri Statoil og hini feløgini í Atlantic Margin Group lótu Fróðskaparsetrinum stuðul til eitt nú lestur í kolvetnisverkfrøði. C M Y K 7 6