hósdagur 4. apríl 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 63 - 4. apríl 2002
Semja
um
savnsrøktina
TÍðINDASKRIV
Tann 15. desember 2001
hevði Nevndin fyri danska-
føroyska Savnssamstarvin-
um seinasta fund sín, og
skrivaði nevndin tá undir
tilráðing sína til danska
mentamálaráðharran um,
hvørji føroysk mentanar-
virði kunnu skiljast frá
søvnunum hjá National-
museet og flytast til Føroya
Fornminnissavn. Tilráðing-
in varð latin Nationalmuse-
et og haðani send menta-
málaráðharranum tann 19.
desember. Ráðharrin hevur
nú í skrivi til Nationalmuse-
et góðkent, at teir savns-
gripir, sum nevndin hevur
rátt til, verða latnir Føroya
Fornminnissavni.
Nevndin varð sett, og ar-
beiðssetningur hennara giv-
in av landsstýrismanninum
við mentamálum og danska
mentamálaráðharranum í
felag í samsvari við Sam-
starvsavtalu millum Føroya
Fornminnissavn og Nati-
onalmuseet, undirritað tann
10. juni 1999 av landsantik-
varinum og danska ríkis-
antikvarinum og góðkend
sama dag av landsstýris-
manninum við mentamál-
um og danska mentamála-
ráðharranum.
Tilráðingin fevnir um
savnsgripir, sum gjøgnum
tíðirnar eru sendir til Old-
nordisk Museum, National-
museets 2. Afdeling, Den
Kongelige Mønt- og Meda-
illesamling, Dansk Folke-
museum og Frilandsmuseet.
Sum grundarlag fyri til-
ráðing síni hevur nevndin
mett um, hvar hvør einstak-
ur savnslutur kundi hugsast
at hava størst virði sum
heimildartilfar fyri gransk-
ing og upplýsing. Gripir,
sum mugu haldast at hava
stóran týdning í føroyskari
søgu, eisini persónssøgu,
verða latnir Føroya Forn-
minnissavni og somuleiðis
gripir, sum Føroya Forn-
minnissavn framman undan
ikki hevði makan til.
Har fleiri gripir saman
eru at meta sum ein heild,
hevur nevndin roynt at hild-
ið teir saman á øðrum av
søvnunum.
Savningarsøgan
hevur
havt stóran týdning fyri til-
ráðing nevndarinnar. Soleið-
is hevur nevndin ikki hildið
tað verið rætt at taka aftur
gávur, sum Fríðrikkur krún-
prinsur, seinni Fr. VII kong-
ur, fekk undir vitjan síni í
Føroyum í 1844, eins og teir
savnslutir, sum savnaðir
vórðu í 1959-61 í samstarvi
við Føroya Fornminnissavn,
verða verandi í Múla-
húsunum á Frilandsmuseet,
sum teir vóru ætlaðir til.
Savnslutir, sum hava al-
stóran savnssøguligan týdn-
ing fyri Nationalmuseet,
verða verandi har. Nevndin
hevur roynt at býta søvnini
soleiðis, at tað framvegis
vera søvn á Nationalmuse-
et, sum á fullgóðan hátt
kunnu lýsa okkara mentan.
Søgan kemur heimaftur
Miðað verður ímóti at
finna eina loysn við-
víkjandi savnsrøktini at
koma í gildi komandi
skúlaár
Føroya Lærarafelag boð-
ar í tíðindaskrivi frá, at
semja er gjørd við Menta-
málastýrið um at fara undir
tingingar
saman
við
Ko m m u n u s a m s k i p a n
Føroya og Fíggjarmálastýr-
inum um at fáa skipaði
viðurskifti á savnsrøktini í
fólkaskúlanum.
Í semjuni, sum er undir-
skrivað 2. apríl 2002,
stendur m.a., at miðað
verður ímóti at finna eina
loysn viðvíkjandi savns-
røktini at koma í gildi
skúlaárið 2002/2003.
Í semjuni stendur eisini,
at miðað verður eftir, at
tingingarnar skulu vera
lidnar og semja fingin í lag
fyri 15. mai 2002.
Uppgávunevndirnar fáa
tær skrivligu próvtøkuupp-
gávurnar til eftirkanningar,
áðrenn tær fara til prent-
ingar.
Í einum fylgiskjali hevur
Føroya Lærarafelag boðað
frá, at nevnd felagsins, eftir
drúgva viðgerð og fyri at
koma víðari í málinum enn
einaferð hevur víst sín góða
vilja at loysa savnsrøktar-
málið, hevur samtykt at
fara undir tingingar við
landsmyndugleikar
og
Ko m m u n u s a m s k i p a n
Føroya. Tíverri vil Føroya
Kommunufelag ikki vera
við, og tað heldur Føroya
Lærarafelag er spell.
Føroya Lærarafelag hev-
ur gjørt greitt í fylgiskriv-
inum, at um tingingarnar
ikki eru lidnar og semja
fingin í lag fyri 15. mai
2002, verður støðan eins og
fyri hesa avtalu.
Við hesum boðar Føroya
Lærarafelag frá, at loyvt
verður limum felagsins aft-
ur at gera próvtøkutilfar til
skrivligu fráfaringarroynd-
irnar og víðkaðu fráfaring-
arroyndirnar og at vera
próvdómarar til skrivligu
fráfaringarroyndirnar.
Tó skal Føroya Lærara-
felag gera vart við, at limir
felagsins framvegis ikki
røkja serstovur og amboð.
Henda støða er galdandi til
limir felagsins fáa løn fyri
røkt av søvnum.
Nr. 63 • hósdagur • 4. apríl 2002 • 76. árg.
Í døgunum 19. til 21.
mars var skeið fyri
bilsmekanikarar í
viðlíkahaldi av air-
condition í bilum, á
bildeildini á Tekniska
Skúla í Havn. Hetta
var fyrsta skeið av
sínum slagi í Føroy-
um. Aircondition-
skipanir skulu til
eftirlit við jøvnum
millumbilum
AIRCONDITION
Magnus Gunnarsson
Seinnu árini er tað blivi alt
meira vanligt at nýggir
bilar koma við aircondi-
tion. Hetta hevur ført við
sær at bildeildin á Tekniska
Skúla í Havn hevur skipað
fyri skeiði fyri bilmekan-
ikarar í viðlíkahaldi av hes-
um skipanum. Luttakar-
arnir, ið vóru 9 í tali, fingu
bæði ástøðiliga og verkliga
frálæru, ið endaði við eini
roynd, ið gevur eina KMO
(Kølebranchens Miljø Ord-
ning) góðkenning, og har-
við kunnu teir arbeiða við
køliskipanum við fylling
upp til 1000 gram.
Heilsutrupulleikar
Hesir 9 luttakararnir fingu
serfikat uppá at kunna við-
líkahalda og geva ta røttu
tænastuna, sum er í sam-
svar við treytirnar ið bil-
framleiðarin áleggur, og at
tað verður rætt atborið við
við t.d. burturbeining av
CFC gassum, og at arbeiðið
verður gjørt sambært gald-
andi
umhvørvisreglum.
Skeiðleiðari var Jørgen
Ingvardsen frá Christronik
Aps, ið eru serfrøðingar
innan tænastuamboð, und-
irvísing og ráðgeving í
køliteknikki. Christronik,
ið framleiða amboðini á
teirra egnu verksmiðju í
Danmark, hava tætt sam-
starv við eitt nú Scania í
Svøríki. Um aircondition
skipanin lekur kann tað
ávirka heilsuna hjá bilfør-
aranum, soleiðis at hann
fær høvuðpínu, búkilsku,
og trupult við at anda. Tí
skulu aircondition skipanir
eftirhyggjast við jøvnum
millumbilum.
Tann 14. apríl í ár eru
liðin 75 ár síðan fyrsti
seriuframleiddi Volvo
bilurin koyrdi út av
verksmiðjuni í
Hisingen norðan fyri
Gøteborg. Í hesum
sambandi hava VR
Bilar nøkur sera góð
jubileumstilboð, har
til ber at keypa ein
Volvo persónbil við
"Jubilee Pack 75" fyri
einans 7.500 krónur
eyka
BILAR
Magnus Gunnarsson
Framleiðslan
av
Volvo
ÖV4, byrjaði 14. apríl
1927. Fyrstu bilarnir komu
til Danmarkar í 1930. Út-
flutningurin av Volvo bilum
byrjaði av álvara eftir
kríggið við PV444. Í 1956
kom Volvo Amazon, ið
bleiv ein sera væl umtóktur
og haldgóður bilur. Volvo
144, ið seinni blivu til 240
røðina, komu á marknaðin í
1966. Síðan komu 340 og
360, og teir størru 740 og
760 og 800 og 900 røðirnar.
"Jubilee Pack 75"
Í sambandi við 75 ára há-
tíðarhaldið hava Volvo nøk-
ur sera góð tilboð, har
Volvo S40 og V40 eins og
S60, V70 og S80 fáast við
einum jubileumspakka sum
teir nevna "Jubilee Pack
75". Til S/V40 umfatar
tilboðið valmøguleikar í-
millum stoff og stoff/leður
inntrekk, ECC - automat-
iskt klimaanlegg, leðurrætt,
fart pilot, informatiónsdis-
play og originalar 16"
sportsfelgur. Til S60,V70
og S80 er útgerðin m.a.
leðurinntrekk, bakkspegl ið
blendar automatiskt niður,
nakkapúturnar aftan kunnu
leggjast automatiskt niður
og ECC - automatiskt
klimaanlegg. Henda út-
gerð, ið eftir røttum skuldi
kostað umleið 35.000 krón-
ur, fæst sum "Jubilee Pack"
fyri einans 7.500 krónur
eyka.
Jubileumsbilar frá Volvo
Aircondition skeið – fyrsta av sínum slagi
í Føroyum
Luttakararnir á airconditionskeiðinum. Aftara rað frá vinstru: Bob Patti og Jakku Guttesen frá
Bilasøluni v/Øssur Johannesen, Jørgen Ingvardsen skeiðleiðari, Jan Dam Vang frá P/f Esmar
Simonsen, Tummas Rasmussen og Vagnur Skúvadal frá P/f Meinhardt Arge, Jóan Dávid
Trondesen frá Tekniska Skúla. Fremra rað: Sámal Petur Mittelstein frá Norðbil, Heri Guttesen
frá Reyni Service og Johan Volles frá Sp/f VR Bilar
Her er Eyðun Lisberg,
sølumaður hjá VR Bilum, við
einum Volvo S40 við "Jubilee
Pack 75"
Volvo S60 við leðurintrekki og ECC - automatiskum
klimaanleggi. Nakkapúturnar aftan kunnu leggjast
automatiskt niður
C
M
Y
K
17
16
SMYRIL LINE
Tel 34 59 00
750,-
750,-
úr
www.smyril-line.fo
26. - 28. august
10-ára
JUBILEUMS-
TÚRUR
10-ára
JUBILEUMS-
TÚRUR
26. - 28. august
Ha
r
...
m
d
o
n
i
i
ka
p
n s
æl
r
t
i
l
ans
Ha
r
...
m
d
o
n
i
i
ka
p
n s
æl
r
t
i
l
ans
team85
Fimmbogi og
Pauli skipa fyri
Fimmbogi og
Pauli skipa fyri