hósdagur 4. apríl 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 - 4. apríl 2002
15
14
Nr. 63 - 4. apríl 2002
Forboðið ímóti út-
flutningi av teldutøk-
um persónsupplýs-
ingum hevur fyrst og
fremst til endamáls at
hjúkla um eina ikki
kappingarføra edv-
vinnu í Føroyum. Tað
skrivar rættarnevnd-
in í áliti til Løgtingið
PROTEKTIONISMA
Jóanes N. Dalsgaard
Seinasta vár viðgjørdi Løg-
tingið eitt lógaruppskot um
viðgerð av persónsupp-
lýsingum. Sum vant, tá
Løgtingið viðger lógar-
uppskot, varð málið beint í
nevnd. Í hesum førinum var
tað rættarnevndin, sum
fekk málið til viðgerðar.
Rættarnevndin skrivaði álit
í málinum, og í álitinum
stendur m.a. at lesa, hví
rættarnevndin heldur lóg-
aruppskotið vera gott. Í
álitinum stendur m.a., at
rættarnevndin frá lands-
stýrismanninum í lógar-
málum hevur fingið upp-
lýst, at lógin er orðað við tí
fyri eyga, at "fyribyrgja, at
eitt nú peningastovnarnir
flyta sítt edv-samskifti av
landinum". Rættarnevndin
tekur undir við hesum
endamálið, men er eitt
sindur ivasom, hvørt hetta
eigur at framganga alt ov
klárt av lógini. Rættar-
nevndin mælir í staðin
landsstýrismanninum til,
við kunngerð, at steðga ella
avmarka
útflutning
av
persónsupplýsingum
til
útlond. Hvat málið skal
vera við hesi kunngerð
framgongur heilt greitt av
álitinum: "Rættarnevndin
mælir til, at henda kunn-
gerð kemur at fata um júst
spurningin um at steðga
útflutningi
av
persóns-
upplýsingum
peninga-
stovnana". Víðari stendur í
álitinum, at rættarnevndin
"við hesum broytingum
heldur...at...politiski
málsetningurin
at
fyri-
byrgja, at peningastovnar-
nir flyta sítt edv-samstarv
av landinum, er rokkin".
Landsstýrismaðurin akt-
aði áheitanina frá rættar-
nevndini, og í desember í
fjør, kom ein kunngerð,
sum setur bann ímóti øllum
útflutningi av teldutøkum
persónsupplýsingum. Dátu-
eftirlitið, sum er tann
myndugleikin,
ið
skal
tryggja,
at
kunngerðin
verður fylgd, tók herfyri
avgerð um at steðga einum
samstarvið ímillum eina
føroyska
fyritøku
og
danska edv-virkið PBS.
Avgerðin hevur heimild í
kunngerðini frá desember í
fjør.
Seinastu
dagarnar
er
komið fram, at avgerðin hjá
dátueftirlitinum kann fáa
víðfevndar avleiðingar fyri
føroyingar. Stjórin í Føroya
Banka, Jørn Astrup Hansen
hevur sagt, at avgerðin hjá
dátueftirlitinum helst ber í
sær, at nýtsla av gjalds- og
kritkortum ikki verður ein
møguleiki í Føroyum í
framtíðini.
Forkvinnan í dátueftir-
litinum Turið Debes Hentze
advokatur hevur heldur ikki
besta skoðsmál at geva
lógini um viðgerð av
persónsupplýsingum. Hon
hevur sjálv verið við til at
seta bann ímóti áðurnevnda
samstarvi ímillum føroyska
fyritøku og PBS. Men hon
heldur tað vera óheppi at
lógin hevur eitt so snævurt
og ítøkligt endamál, sum
tað er, at forða PBS at virka
í Føroyum.
Heldur ikki Kappingar-
ráðið er fegið um lóggávu,
sum tarnar kapping ímill-
um føroyskar og útlendskar
tænastuveitarar. Men Heri
Joensen fulltrúi á Kapp-
ingarráðnum
sigur,
at
Kappingarráðið
onga
heimild hevur til at seta
krøv mótvegis Løgtingi og
Landsstýri. Vil Løgtingið
samtykkja
kappingarav-
markandi lógir, ella vil
Landsstýrið gera kapping-
aravmarkandi kunngerðir,
so kann Kappingarráðið
ikki gera annað enn at vísa
á, at talan er um kapping-
aravmarking.
Hóast Løgtingið fyri
fleiri árum síðani
samtykti eina kapp-
ingarlóg, at tryggja
fría kapping í før-
oyska vinnulívinum,
hevur Løgtingið nú
samtykt eina lóg, sum
í stóran mun av-
markar hesa somu
kapping
PROTEKTIONISMA
Jóanes N. Dalsgaard
Tá Løgtingið seinasta vár
samtykti lóg um viðgerð av
persónsupplýsingum, fekk
Landsstýrið heimild til at
avmarka kappingarmøgu-
leikarnar
hjá
føroyska
vinnulívinum. Og í sam-
bandi við løgtingsviðgerð-
ina av lógini heitti rættar-
nevndin hjá Løgtinginum
staðiliga
á
landsstýris-
mannin í lógarmálum um at
nýta hesa heimild. Aftan
fyri áheitanina frá rættar-
nenvdini lá ein politiskur
málsetningur um, at forða
føroyskum peningastovn-
um í, at keypa tænastur frá
donsku
edv-fyritøkuni
PBS. Landsstýrismaðurin
aktaði rættarnevndina, og
beint fyri jól í fjør, kom ein
kunngerð, sum bannaði
øllum útflutningi av elek-
troniskt goymdum persóns-
upplýsingum.
Kunngerðin, og lógin aft-
an fyri hana, forða føroysk-
um stovum og fyritøkum í
at keypa ávísar tænastur
uttanlands. Talan er um
allar tænastur, sum á ein-
hvønn hátt umfata viðgerð
av persónligum upplýsing-
um í teldutøkum líki. Slíkar
tænastur
skulu
hereftir
veitast í Føroyum. Hetta
merkir t.d, at fyritøkur í
Føroyum ikki kunnu keypa
vanligar bókhaldstænastur
frá donskum bókhalds-
virkjum. Um danska bók-
haldsvirkið eitt nú skal
átaka sær at gera rokningar
klárar fyri føroysku fyri-
tøkuna má bókhaldsvirkið
vita, hvat viðskiftafólk hjá
føroysku fyritøkuni skylda.
Men tá hetta eru persón-
ligar upplýsingar, mugu tær
ikki sendast danska bók-
haldsvirkinum í teldutøk-
um líki. Hetta merkir í
veruleikanum, at marknað-
urin fyri bókhaldsveitingar
í Føroyum er ein vardur
marknaður.
Sosialurin hevur vent sær
til Kappingarráðið at vita,
hvussu tílík kappingar-
avmarking sampakkar við
endamál og anda í kapp-
ingarlógini. Heri Joensen
fulltrúi í Kappingarráðnum
kann ikki úttala seg um tað
ítøkiliga málið, tí Kapp-
ingarráðið hevur ikki havt
tað til viðgerðar. Men
trupulleikan kennir hann
aftur.
- Tað er so nógv lóggáva,
sum stríðir ímóti kapping-
arlógini. Men Kappingar-
ráðið hevur onga heimild til
at áleggja øðrum myndug-
leikum, t.d. Landsstýrinum,
at fylgja kappingarlógini.
Tað, sum Kappingarráðið
kann gera, er at gera av-
varðandi
myndugleikar
varugar við lóggávu, sum
ikki er í samsvar við
kappingarlógina. Í slíkum
førum heitir Kappingar-
ráðið á myndugleikan, um
at hava neyðugar rættingar í
huga, tá lóggávan einaferð
skal endurskoðast.
- Er eingin mannagongd,
sum kann forða fyri, at
lógir vera gjørdar, sum
stríða ímóti kappingar-
lógini?
- Kappingarráðið fær ofta
lógaruppskot til hoyringar,
um ivamál eru hvørt upp-
skotið er í andsøgn til
kappingarlógina. Men tað
hendir minni enn so altíð.
Tað hendir meira enn so, at
lógarsmíð fer fram, sum er
kappingaravmarkandi, utt-
an at Kappingarráðið veit
nakað um málið, fyrrenn
lógin er samtykt. Tá er so
einki annað hjá Kapping-
arráðnum at gera, enn at
venda sær til tann myndug-
leikan, sum umsitir lógina,
og vísa á trupulleikan. So
hevur myndugleikin møgu-
leika fyri, at fáa kapping-
aravmarkingarnar burtur,
næstu ferð lógin skal
broytast.
Kappingarráðið hevur,
sum nevnt, ikki viðgjørt
hetta ítøkiliga málið. Tí
kann Heri Joensen ikki siga
um, ella í hvønn mun, lógin
um viðgerð av persónsupp-
lýsingum er kappingarav-
markandi. Men ein forðan
fyri samhandli við útheim-
in er altíð ivasom sæð frá
einum kappingarsjónamiði.
- Sum heild kann sigast,
at tá tú verjir føroyska
vinnu uppá ymsar mátar, so
er tað til meira skaða enn
gagn. Um tú verjir eina
vinnu, sum ikki er kapp-
ingarfør, so tekur tú kapital
og arbeiðsmegi úr kapp-
ingarførari vinnu. Varda
vinnan kemur soleiðis at
leggja trýst á kappingarføru
vinnuna og úrslitið er, at
samlaða
kappingarførið
versnar. Tað hevði verið
betri at nýtt kapital og
arbeiðsmegi
har,
sum
vinnan er effektiv, og so
keypt
aðrar
vørur
og
tænastur úr útlondum, sigur
Heri Joensen at enda.
Forkvinnan í dátu-
eftirlitinum, Turid D.
Hentze, sakførari,
heldur at lógin um
viðgerð av persóns-
upplýsingum er
óneyðuga ógreið, og
at henda ógreiða m.a.
stendst av, at lóg-
gávan verður nýtt til
at náa ov ítøkiligum
politiskum málum
PROTEKTIONISMA
Jóanes N. Dalsgaard
Rokningin skal vera før-
oysk. Hetta er dátueftirlitið
komið til eftir at fólk í
Føroyum hava fingið send-
andi rokningar frá donsku
PBS skipanini.
Niðurstøðan hjá dátueft-
irlitinum byggir á eina
kunngerð frá desembur í
2001, har landsstýrismað-
urin í lógarmálum hevur
ásett,
at
elektroniskt
goymdir
persónsupplýs-
ingar ikki mugu flytast av
landinum. Hetta merkir, at
føroyskir
stovnar
ella
fyritøkur ikki hava loyvi til
at senda PBS upplýsingar
um
viðskiftafólk
síni.
Treytin fyri at PBS kann
skriva rokningar út fyri
føroyskar
fyritøkur
er
sjálvandi, at PBS veit, hvat
viðskiftafólkini
skylda.
Men hesar upplýsingar
hava føroysku fyritøkurnar,
sambært kunngerðini, ikki
loyvið til at senda PBS í
Danmark.
PBS stendur fyri Penge-
institutternes
Betalings
Service. Talan er um eitt
móðirfelag við 8 dóttir-
feløgum. Tað eru donsku
peningastovnarnir,
sum
eiga PBS, men stovnurin
samstarvar við peninga-
stovnar um allan heim.
Í Føroyum finst ein
líknandi fyritøka, sum eitur
Elektron. Eisini Elektron
hevur fleiri eigarar. Men
meðan PBS er ein burturav
privat fyritøka, so er tað
Føroya Landsstýrið, sum
eigur Elektron, saman við
m.ø. Føroya Banka og Før-
oya Sparikassa.
Í sambandi við avgerðina
hjá dátueftirlitinum hevur
Jørn
Astrup
Hansen
nevndarformaður í P/F
Elektron og stjóri í Føroya
Banka sagt, at avgerðin fer
at hava víðfevndar av-
leiðingar fyri føroyingar. Í
samrøðu við Útvarp Føroya
segði Astrup Hansen, at
avgerðin helst kom at bera í
sær, at føroyingar ikki
longur sleppa at nýta
gjaldskort og kritkort, so
sum FR/Visa-kort og Euro-
card. Tí, sigur Astrup Han-
sen, tá vit nýta tílík gjalds-
ella kritkort, so verða
persónsupplýsingar sendar
av landinum, og tað er jú
sambært áðurnevndu kunn-
gerð ólógligt.
Turið
Debes
Hentze
advokatur er forkvinna í
dátueftirlitinum. Sosialurin
hevur vent sær til hennara
at spyrja, hvørt hon er samd
við tulkingini hjá Jørn
Astrup Hansen viðvíkjandi
møguleikanum
at
nýta
gjalds- og kritkort í fram-
tíðini
- Dátueftirlitið hevur ikki
viðgjørt tann spurningin,
og eg kann tí ikki svara,
hvørja støðu dátueftirlitið
hevur til tann dátuútflutn-
ing, sum er í sambandi við
nýtslu av gjalds- og krit-
kortum, sigur forkvinnan í
dátueftirlitinum.
Í kunngerðini stendur, at
forboðið ímóti útflutningi
av
persónsupplýsingum
ikki fevnir um "staknýtar-
skipanir, ið bert eru ætlaðar
til egna nýtslu". Vit spurdu
Turið Debes Hentze, um
"staknýtaraskipanir" eisini
fevna um eitt nú nýtslu av
gjaldskorti.
- Tað er ikki greitt hvat
meinast við staknýtara-
skipanir. Kanska er talan
um
heimabankaskipanir
o.tl., men dátueftirlitið
hevur ikki tulka henda
partin av kunngerðini enn,
so eg fái ikki komið tí
nærri.
Forkvinnan í dátueftirlit-
inum dylir annars ikki fyri,
at hon heldur lítið um lóg-
gávuna aftanfyri umrøddu
kunngerðina.
- Tá lóggávan verður ov
málrætta og spesifik verður
hon ring at umsita. Lógin
um viðgerð av persóns-
upplýsingum hevur fyrst og
fremst til endamáls at forða
PBS í at kappast á føroyska
marknaðinum. Lesur man
álitið frá rættarnevndini er
tað heilt týðuligt, at tað er
orsøkin til, at man hevur
gjørt lógina.
- Sigur tú harvið, at lógin
um viðgerð av persóns-
upplýsingum hevur eitt
protektionistiskt endamál?
- Man kann bara lesa tað,
sum stendur í álitinum frá
rættarnevndini, sigur Turið
Debes Hentze at enda.
Politiskur málsetningur: Protektionisma
Løgtingið í stríð við seg sjálvt
Rokningin skal vera føroysk
Spurningurin,
sum
stendur
eftir
er,
hví
Løgtingið fyrst samtykkir
eina kappingarlóg, sum
skal tryggja fría kapping í
føroyska
vinnulívinum,
fyri síðani at samtykkja
eina
lóg,
sum
forðar
føroyska vinnulívinum at
keypa sínar tænastur har,
tær eru bíligast.
Allir flokkar á Tingið,
uttan Miðflokkurin, at-
kvøddu fyri lógini við tí
protektionistiska
mál-
setninginum. Miðflokkurin
atkvøddi ímóti, tí at tey
hildu lógina vera í linara
lagi.
Politisk protektionisma er orsøkin til, at dataskráir, sum eru goymdar her á Elektron, ikki eru tøkar hjá útlendskum teldufyritøkum, sum kundu økt um tænastustøðið í Føroyum
Mynd: Jens Kr. Vang
Heri Joensen, fulltrúi á
Kappingarráðnum
Mynd: Jens Kr. Vang
Turid D. Hentze, formaður í
Dataeftirlitinum
C
M
Y
K
14