hósdagur 4. apríl 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 63 - 4. apríl 2002
Nr. 63 - 4. apríl 2002
13
VALGREINAR
Uppskot Javnaðar-
floksins um sjálv-
stýrislóg setur
stjálvstýriskósina!
Birgir Mohr
Valevni Javnaðar-
floksins á Sandi
Og tað verður onki full-
veldi komandi valskeið!
Eftir at hava hoyrt um
og lisið um tann stóra
aktivitetin á Kristians-
borg um fullveldi og full-
an
suverenitet,
sum
Norðuratlantsbólkurin á
Fólkatingi skuldi eitast at
virka fyri til Grønland og
til Føroyar, so hevur
veruleikin einaferð enn
yvirhálað loysingarfólk-
ið.
Tann mest kendi po-
litikarin í Norðuratlants-
bólkinum, grønlending-
urin Lars Emil Johansen
sigur í Sosialinum:
Vit hava formulerað
ein politik, ið leggur upp
til sjálvstýri. Vit tosa tó
ikki um suverenitet, men
um eitt slag av viðkaðum
sjálvstýri – kanska eina
víðkaða Heimastýrislóg.
Eg leggi serliga stóran
dent á, at vit ikki ynskja
at gera okkum fullkomu-
liga leys av Danmark,
ella vit vísa hatur móti
dønum.
Og hetta sigur okkum,
at veruleikin er, at okkara
uppskot til Sjálvstýrislóg
er sera realistiskt og
aktuelt.
Sjálvstýrislóg og
samveldissáttmáli.
Javnaðarflokkurin vil, at
heimastýrislógin verður
tikin av, og at ein nýggj
sjálvstýrislóg verður sett
í staðin.
• Sjálvstýrislógin skal
staðfesta
ein
sam-
starvssáttmála - ein
samveldissáttmála
–
millum Føroyar og
Danmark, sum tvey
sjálvstøðug og javnsett
lond í ríkisfelagsskapi
hvørt við annað.
• Samveldissáttmálin
skal áseta, at Føroya
Løgting, sum umboð
fyri Føroya fólk, er
hægsti mynduleiki í
Føroyum.
• Sáttmálin tekur av allar
formligar avmarkingar
fyri, hvørji mál og
málsøki kunnu verða
yvirtikin – tað merkir,
at øll mál koma undir
føroyskt
ræði,
tá
Føroya Løgting ger tað
av.
• Greiðar reglur skulu
gerast um føroyskan
heimarætt.
Ríkisfe-
lagsskapurin
gevur
øllum í felagsskapin-
um somu ríkisborgar-
rættindi.
• Tá ið alt lóggávuar-
beiðið Føroyum við-
víkjandi verður gjørt á
Føroya Løgtingi, verð-
ur fólkatingsumboðan-
in tikin av.
• Sum eitt hitt fyrsta
stigið fram ímóti før-
oyskum
sjálvræði,
verður sett ein rættar-
kommisjón at fyrireika
yvirtøku av rættarskip-
anini.
• Vit skjóta upp, at
lutfall verður ímillum
vøksturin í føroysku
tjóðarframleiðsluni og
einari minking í ríkis-
veitingunum.
• Verandi stýrisskipan-
arlóg verður støðugt
bygd út at rúma broyt-
ingunum
í
nýggju
stjórnarskipan Føroya.
• Sjálvstýrislógin skal
innihalda
ásetingar
um, hvussu samveld-
issáttmálin skal sigast
upp, um so er, at før-
oyingar
einaferð
ynskja at fara úr ríkis-
felagsskapinum.
• Fólkaatkvøða í Før-
oyum staðfestir enda-
liga sjálvstýrislóg og
samveldissáttmála.
Sjálvstýri eftir hesum
leisti hevur sostatt ongar
avmarkingar, tí við sam-
v e l d i s s á t t m á l a n u m
kunnu vit økja okkara
sjálvstýri frá partvísum
til fullgíggja sjálvstýri,
so hvørt sum vit skapa
fíggjarligar
og
fyri-
sitingarligar fyritreytir.
Hetta vil JAVNAÐAR-
FLOKKURIN
fremja
saman við øðrum flokk-
um í Føroyum, og hettar
svarar væl til ta kós, sum
Grønland sambart Lars
Emil Johansen og Norð-
uratlantsbólkurin
á
Fólkatingi hava sett sær
fyri at virka fram ímóti.
Javnaðarflokkurin vil
veruligt sjálvstýri í ein-
um samhaldsføstum Før-
oyum.
Veljið
JAVNAÐAR-
FLOKKIN – HANN SET-
UR FÓLKIÐ FYRST!
Jákup Lamhauge
Saltangará
Valevni Sambandsflokksins
í Eysturoynni
Sambandsflokkurin sendir í
hesum døgum út faldara í
hvørt hús í landinum hvørs
innihald í høvuðsheitum er
stevnuskrá flokksins við
viðmerkingur til einstøku
greinarnar.
Á aftastu síðu av faldar-
anum leggur Sambands-
flokkurin eisini fram upp-
skot sítt til nýskipan av
viðurskiftunum
millum
Føroyar og Danmark.
Ásannast má,at umframt,
at faldarin hevur eitt veru-
ligt innihald,sum greitt
sigur frá støðu Sambands-
flokksins til ymisku polit-
isku spurningarnar í Før-
oyum eins og millum Før-
oyar og Danmark, so er
faldarin eisini sera væl
uppsettur og tí lættur at lesa
og skilja.
Eg fari tí ikki á hesum
sinni at viðgera innihaldið í
faldaranum nærri,men í
staðin fari eg at heita á øll
um at lesa faldaran.
Eg kenni meg vísan í, at
tey, sum lesa faldaran,
skilja, at Sambandsflokk-
urin
hevur
eitt
greitt
stevnumið - ikki bert undan
løgtingsvalinum,
men
sanniliga eisni aftaná - og
kann eg tí ikki annað enn
mæla øllum til at seta X við
Sambandsflokkin tann 30.
september.
Ragnar S. Olsen
Valevni hjá Fólkaflokkinum
í Eysturoy
Aðalmálið hjá øllum er at
megna at ráða sær sjálvum.
Men ikki øll eru før fyri tí.
Tí noyðast tey at fáa hjálp
frá øðrum.
Fólkaflokkurin er sann-
førdur um, at vit megna at
ráða okkum sjálvum í Før-
oyum. Men tað eru onnur,
ið seta spurnartekin við tað.
Fólkaflokkurin hevur álit
á, at tað í føroyinginum býr
bæði vilji og evni til at
klára seg sjálvan. Somu-
leiðis at fólkið hevur álit á
sær sjálvum til at taka
ábyrgd av sær sjálvum.
Fólkaflokkurin ynskir at
stimbra og eggja øllum her
á landi til framfýsni og
sjálvbjargni. Vit ynskja
harafturímóti ikki at sáa
mistreysti og armóð niður í
fólkið; tí tað førir bert til
vanlagnu.
Við at stuðla Fólkaflokk-
inum, stuðlar tú einum
frælsum Føroyum.
Stevnumið Sambandsflokksins - Gott samstarv
Í Føroyum eru føroyingar førir fyri at ráða
Rógvi Borðoy
Valevni Fólkafloksins í
Eysturoy
Fólkið í landinum og vitan
tess er virðismesta tilfeingi,
vit hava, og má tí virðast
sum soleiðis. Tí er al-
neyðugt at støðugt broyta
og endurskoða skúlaverkið,
so ikki verður innflutt meir
enn hægst neyðugt av
arbeiðsmegi.
Skúlarnir hava verið ov
stirvnir seinastu árini, og
tað hevur víst seg, at skúlin
ikki í stóran mun hevur
kunnað lagað undirvís-
ingina eftir evnunum hjá
einstaka næminginum. Tey,
ið eru væl fyri, hava ikki
fingið avbjóðingar, og tey,
ið eru heldur verri fyri,
"missa tráðin" og finna
hann aldrin aftur. Skúla-
verkið má geva hvørjum
næmingi sær avbjóðingar,
ið passa til høvdið.
Føroyska skúlaverkið má
eisini hjálpa børnum og
ungum at íðka ítrótt, og
dyrka talentum, ið skara
framúr. Tey muga hava
møguleika at royna seg á
leikvøllum - professionell
eins og amatørar. Tað virkar
eisini sum reklama fyri
Føroyar.
Í samstarvi við vinnuna
skal víðari undirvísingin
hava atlit at tørvinum á
arbeiðsmegi í landinum, so
sum einari møguligari olju-
vinnu.
Vitan er virði
Finnur Jensen
Valevni fyri Sambands-
flokkin í Suðurstreymoy
Ansingartrygd
til
øll,
kostnaðartillaging til for-
eldur við fleiri børnum og
burtur við íløguloftinum
fyribils.
Tað eru fleiri við mær, ið
seta spurningin við barna-
ansing, sum er ein ovur-
hondsstórur trupulleiki í
Tórshavn, og sum skal
eitast fyri at vera ein tung
byrða fyri kommunurnar,
men sum í veruleikanum
vigar tyngst á herðunum
hjá foreldrunum.
Vit hava nú møguleikan
at gera nakað við málið.
Tað skal ikki gerast eitt
cost-benefit ætlan hvørja
ferð eitt par ynskir at gerast
foreldur. Nei, tað skal
kunna betala seg at vera
foreldur.
Væl vitandi, at barna-
ansingin liggur úti hjá
kommununum at umsita, so
er tað ein veruleiki, at tað
framvegis
verður
ein
uppgáva hjá landspolitik-
arum at skapa karmarnar
og tryggleikan, ið øllum
familjum tørvar. Ansing-
artrygd er lyklaorðið. Í
Føroyum er hetta eitt
fremmandaorð, men so-
leiðis eigur tað ikki at vera.
Ansingartrygd eigur at
verða givin øllum for-
eldrum. Alt annað má víkja
- eisini íløguloftið, sum
liggur sum eitt tjúkt skýggj
yvir Tórshavnar Kommunu.
Íløguloftið,
ásett
av
landstýrinum, er í løtuni
einasti faktorurin, sum
forðar fyri bygging av fleiri
ansingarstovnum í høv-
uðstaðarøkinum. Pengarnir
eru jú har.
Annars eigur kostnaðurin
fyri barnaansing at verða
tillagaður soleiðis, at fa-
miljurnar við fleiri børnum
og lítið av pengum koma at
gjalda minni, meðan fa-
miljurnar við færri børnum
og fleiri pengum skulu
gjalda meira.
Hetta gevur í síðsta eina
betri tilveru fyri hvørja
einstaku familju. Óneyðugt
at siga gevur hetta eisini
eitt betri og sunnari sam-
felag. Tað eru børnini, ið
eiga framtíðina, og vit
mugu gera okkara skyldu.
Barnið í tær
Jógvan Durhuus
løgtingsmaður
Tjóðveldisfloksins
Nú flokkarnir hvør í sínum
lag hava lagt sínar valskráir
fyri dagin, so hava tær eitt til
felags, og tað er at fáa so
nógvar atkvøður sum gjørligt
til høldar hin 30. apríl.
Hugsa vit okkum øll tey
gyltu lyftini (øgnini) liggj-
andi í einum nýengdum
stampi, so gerst hin ivasami
veljarin ikki minni ótryggur,
tá hann sær, hvussu nógv
gamalt
sjórikið
agn
er
endurnýtt, kortini nakað av
nýggjum er komið við-
treyðugt so-, tíðin stendur
ikki í stað, - og sjálvt teir
mest konservativu flokkarnir
hava egnt við nýggjum agni.
Lítil ivi man vera um , at
allir flokkar vilja landi og
fólki tað besta, tá tað snýr
seg um almannamál, heilsu-
mál, vinnumál, o.s.fr., um
raðfylgjan
verður
broytt
nakað frá vali til val.
So langt kunnu vit óivað
vera samd, men tá tað snýr
seg um sjálvsstýrismál, býta
flokkarnir seg upp á ein
annan hátt, og her síggja vit
eina størri broyting hjá
teimum flestu flokkunum.
So løgi tað ljóðar, so eru
sjálvt samríkja/sambands-
flokkarnir farnir at tosa
alment um at minka til-
skotið/ blokkin so líðandi,-
hetta hevði givið ringastu
oyrna- stingir, um vit líta eini
tjúgu ella tredivu ár aftur í
tíðina, so her er okkurt farið
á glið.
Sær út til at hinir flokk-
arnir stigvíst eru farnir at elta
Tjóðveldisflokkin, men tá
tað snýr seg um sannan
fullveldis/sjálvsstýrispoli-
tikk, so er Tjóðveldisflokk-
urin einsamallur á odda, og
hetta hevur so aftur tað við
sær, at sambandsflokkarnir
eru farnir at fríggja alment til
fólkaflokkin fyri at fáa
steðga fullveldisgongdini, so
nú er vandi á ferð.
Ongantíð í sjálvsstýris-
søgu føroyinga eru so ítøki-
ligar fyri- reikingar/ kann-
ingar gjørdar fyri at lýsa og
prógva, hvussu væl vit eru
førir fyri at standa á egnum
beinum fíggjarliga og bú-
skaparliga, og hetta er aftur
prógvað við niðurskurði í
blokkinum við 366 mió.kr og
tí skynsama fíggjarpolitikki,
sum rikin er hesi síðstu fýra
árini.
Skal
fullveldisgongdin
ikki gleppa okkum av hond-
um, so er Tjóðveldisflokk-
urin tygara álit á hesum
lagnuvali.
VALGREINAR
Sjálvstýrisflokkurin
og eldraøkið
Ása Olsen
valevni Sjálvstýris-
floksins í Suðurstreym
Nú valstríðið er við at
koma í hæddina, eru tað
ikki so fá lyfti, ið verða
givin í hesum døgum.
Eitt
øki,
ið
altíð
verður nýtt sum valagn,
er m. a. eldraøkið.
Er onki gjørt á hesum
øki hesi seinastu fýra
árini?
Er tað nakrantíð hent,
at fólkapensjónin er
farin so nógv upp í ein-
um valskeiði?
Hvat við øllum sam-
býlunum, ið eru latin
upp kring landið, og
eldrarøktin í Sandoy?
Hvat við útbúgving/
uppskúling av heima-
hjálparum?
Eg veit væl, at komm-
unurnar gjalda raksturin
av sjálvum sambýlun-
um, og í summum økj-
um eisini náttavaktirnar.
Men tað skerst ikki
burtur, at tann tyngsta
parturin, ið er starvs-
fólkaútreiðslur frá kl.
08.00 á morgni til kl.
23.00 á kvøldi, verður
goldin av Heimarøktini.
Eisini fáa kommun-
urnar stuðul til at byggja
sambýlir.
Síðan 1998, tá ið hetta
landsstýrið tók við, eru í
minsta lagi 4 nýggj sam-
býlir latin upp, somu-
leiðis eru øll trý heimini
í Sandoy latin upp, harav
eitt er røktarheim.
Sjálvandi kunnu vit
ikki loysa allan tørvin
eftir bert fýra árum, men
Sjálvstýrisflokkurin
hevur víst í verki, at tey
vallyfti, ið vóru givin til
seinasta
løgtingsval,
vóru ikki bara tóm lyfti,
men at nakað veruligt er
gjørt við tørvin á eldra-
økinum.
Um Sjálvstýrisflokk-
urin hevði megnað at
loyst allan tørvin á
eldraøkinum, so var
tíverri ikki so nógv hjá
eitt nú Javnaðarflokk-
inum at farið til val
uppá.
Tá Javnaðarflokkurin
kemur við sínari patent-
loysn uppá t. d. pen-
sjónir, so minnist eg sera
væl politiskan fund í
Vági í 1990, har somu
menn komu við lyftum
til ungdómin í Suðuroy
um, at um ein varð
valdur inn á ting, so
skuldu allir næmingar í
framhaldsdeildunum fáa
lesiløn. Flokkurin kom
sterkur inn, men eg havi
ikki enn frætt um, at
nøkur lesiløn varð givin
til næmingarnar.
Tað er altíð langt
ímillum orð og gerðir
hjá summum flokkum,
men
Sjálvstýrisflokk-
urin vil gerða sítt til, at
teir batar, ið eru gjørdir
á eldraøkinum, verða
enn betur.
Eisini vil flokkurin til
eina og hvørja tíð gera
sítt til, at allur tørvur á
eldraøkinum
verður
nøktaður, ikki bert í orði
men í verki.
Marjus Dam
Løgtingsmaður
Sambandsfloksins
Seinastu 4 árini eru myrk í
Føroyum, tá um fólkaræðið
ræður.
Føroyingar
eru
manipuleraðir av landstýri
okkara, ið fer eftir fer hevur
fingið at vita frá veljaran-
um, at hesin tekur ikki und-
ir við fullveldisætlanini.
Serliga hesi seinastu 4
myrku árini í føroyskum
politikki vísa, at neyðugt er
at demokratiskur hugburð-
ur verður tryggjaður, tá ið
ríkisrættarligar broytingar
skulu fremjast.
Ósemjur og
instabilitetur:
Ístaðin fyri at tryggja sta-
bilitet, semju og fólkaræði í
Føroyum, so hevur núsit-
andi samgongan sjálv verið
drívmegin hjá ósemju og
klandri ímillum føroyingar
eins
og
ríkispartarnar.
Somuleiðis hava teir eisini
av øllum alvi verið ímóti, at
fólkaviljin skuldi sleppa at
tala á eini fólkaatkvøðu um
ríkisrættarligu viðurskift-
ini. Væl nokk, so lætst
Tjóðveldisflokkurin ikki at
spæla við, tá lýsta fólka-
atkvøðan 26 mei 2001 varð
avlýst. Men einhvør veit, at
júst hesin flokkur ynskti at
avlýsa fólkaatkvøðuna 26
mei. Teir vildu als onga
fólkaatkvøðu hava.
Føroyar eru nú, tað
stundar móti vali, ein tjóð,
har klandur og ósemja
valdar á mongum økjum.
Loysingin er orsøkin til
hetta klandur. Og spjað-
ingin hevur sína størstu
røtur í einaræðisligum
hugburði, tá ríkisrættarligi
spurningurin hevur verið til
viðgerðar.
Sambandsflokkin, ið um-
boðar ein sera stóran part
av føroyingum, ið ynskja
broytingar innan ríkisfe-
lagsskapin, hevur sjálvandi
ikki funnið seg í at demo-
kratiið hevur verið fóta-
traðk hjá núsitandi sam-
gongu, í hesum sera álvars
máli. Og vit fara heldur
ongantíð at finna okkum í
slíkum. Tann sokallaða
Hvítabók, ið skuldi eitast at
lýsa "ØLL" viðurskiftir,
varð á einaræðisligan hátt
avmarkað, so at ríkisfelags-
skapurin fekk eina knappa
síðu í hesum verki, um-
framt at búskaparfrøðingar,
ið høvdu aðra meining
vórðu skúgvaðir til viks. Er
tað demokrati, er tað seri-
øst, og er tað sømiligt?. Tað
halda vit í Sambandsflokk-
inum ikki! Tað er einaræði.
Men Che Guevara var eisin
fyrimynd hjá hesi sam-
gongu
Løgmaðurin
Annfinn
Kallsberg hevur nú sitið í 4
ár. Hann átti at lagt frá sær,
tá fólkaatkvøðan varð av-
lýst, tí júst tá hevði hann
ikki ein meiriluta av fólk-
inum aftanfyri seg, í tí
spurningi, ið var høvuðs-
málið hjá hesi samgongu -
nevniliga loysing. Varaløg-
maður,
Høgni
Hoydal
hevur sýnt slíka muru, at
ikki er ráðiligt at hann
nakrantíð sleppur framat
aftur ivirhøvur í føroyskum
politikki.
Fólkaviljin stendur hægri
enn politiski viljin:
Sambandsflokkurin eigur, í
eini nýggjari skipan ímill-
um Føroyar og Danmark
innan ríkisfelagsskapin, at
skipa fyri, at demokratiið
verður tryggjað, tá størri
ríkisrættarligar broytingar
verða framdar. Soleiðis
eigur at tryggjast, at ein
politiskur meiriluti ikki
sleppur at traðka ein fólks-
ligan meiriluta undir fótum.
Tí í einum demokratiskum
samfelagi stendur fólkið
hægri enn fólkavaldi poli-
tikkarin. Tað eiga vit at
tryggja verður siðvenja
framyvir. Tíverri hevur tað
ikki verið siðvenja higartil.
Tvørturímóti hava seinastu
4 árini sýnt, at veljarakann-
ingar hava verið misnýttar
politiskt, til at traðka
fólksins vilja undir fótum.
Tað er sera, sera álvarsligt!
Tí vit vita øll, at um ein
veljarakanning í febr 2001
hevði víst, at føroyingar
tóku undir við samgonguni,
so hevði fólkaatkvøðan
verið. Men av tí at velj-
arakanningin var ímóti, so
var ein lýst veljarakanning
avlýst.
Teir tordu ikki at lata
fólki tala 26 mei.
Men teir tordu at traðka
fólksins vilja undir fótum.
Tað ver eg sera, sera vón-
brotin av. Tað má ikki
henda aftur. Tað mugu allir
føroyingar vera samdir um.
Vónandi fara føroyingar
at seta X fyri eini skila-
góðari broyting innan ríkis-
felagsskapin 30 apríl - har
fólkaviljin verður tryggj-
aður.
Tað fer Sambandsflokk-
urin til val uppá at fremja.
Sambandsflokkurin vil fremja ríkis-
rættarligar broytingar - og tryggja fólkaræðið
Tjóðveldisflokkurin tygara álit
Heðin Mortensen
løgtingsmaður
Sambandsfloksins
Eftir næsta val mugu vit
skipa
tvær
samgongur.
Onnur samgongan verður
landstýrissamgonga mill-
um
javnaðarflokkin
og
sambandsflokkin. Henda
samgongan fer fyrst og
fremst at skipa ein felags
politikk á búskapar-, fíggj-
ar-, skatta- og vinnuøkjun-
um.
Hin samgongan verður
millum landstýrissamgong-
una og so fólkaflokkin,
sjálvstýrisflokkin og mið-
flokkin, koma allir um
tinggáttina. Henda seinna
samgongan fer at skipa ein
felags politikk, tá ræður um
at endurnýggja stýrisskip-
anina og samveldið við
Danmark.
Uppgávurnar hjá fyrru
samgonguni verða fyrst og
fremst at fáa skil á aftur
almennu
prioriteringina.
Forsømd mál innan eldra-
røkt, barnarøkt, skattatrýst,
eins og bygnaðurin hjá tí
almenna og uppgávubýtið,
íløgu-og skattabýtið mill-
um kommunurnar og land-
ið skulu fáast í rættlag.
Javnaðarflokkurin hevur
tíbetur á okkara døgum
størri fatan av, at tað er
marknaðarbúskapurin, sum
dregur
vognin,
og
at
vognurin má ikki gerast ov
tungur. Sambandsflokkurin
hevur hinumegin betri fatan
av, hvønn týdning almennar
tænastur hava fyri trivnaðin
og fyri búskapin.
Listi A, D og F eru eisini
til at snakka við, tá tað
ræður um stjórnarskipan.
Nógv áhugavert er komið á
borðið, sum helst førir
okkum fram ímóti eini
nýggjari skipan bæði inn-
lendis og mótvegis danska
ríkinum.
Eftir stendur bert tjóð-
veldisflokkurin. Ikki tí,
fleiri av limunum í ting-
bólki teirri eru so pro-
gressivir, at teir saktans
kundu verið við í tí mo-
dernaða sambandsflokkin-
um. Men tvangstankarnir
um fullveldi her og nú
forða teimum í at vera við í
nakrari samgongu komandi
valskeiðið.
Fara at ganga saman
C
M
Y
K
13
12