Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. apríl 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 4. apríl 2002 27 Gunnleyg Gunnelyg Berg úr Neistanum hevur í mangar mátar havt eitt sera gott kappingarár. Lønina fyri hetta fekk hon mikukvøldið, og kann hon nú rópa seg bæði ársins leikara og ársins verjuleikara Toppskjúttar Asta Petrauskiene Sóljan Heini Joensen Neistin Ársins leikarar Gunnleyg Berg Neistin Jacob Jónsson VÍF Ársins álopsleikarar Joan M. Joensen Stjørnan Jacob Jónsson Neistin Ársins verjuleikarar Gunnleyg Berg Neistin Marius Joensen StÍF Ársins stjørnuskot Sveinur Justinussen StÍF Laila Jespersen VB Ársins málverjar Manuela Stan VÍF Marian Cirloganescu StÍF Ársins venjarar Sophus Dal-Christiansen Neistin Jónleif Sólsker Kyndil Leikum fagurt kappingin Kvinnur StÍF Menn StÍF Ársin dómarar Hannis & Uni Wardum Kyndil Tey gjørdust ársins Jónleif Fyrru ferð Jónleif Sól- sker varð kosin sum ársins venjari var, tá hann gjørdist meistari við StÍF. Við Kyndli gjørdist talan ikki um heiðursmerki, men av- rik hansara varð tó mett sum hitt besta í landinum Manuela Vestmenningar vóru í nógvar mátar einaráð- andi í hondbóltsárinum, og tað var helst orsøkin til, at fá av teimum fingu nakra heiðursløn. Á málverjasessinum var tó eingin ivi. Manuela er framvegis sterkasti mál- verjin í landinum Laila Kappingarárið hevur í mangar mátar verið ein kollvelting hjá Lailu Jespersen. Í Kyndli rigg- aði einki, men eftir skiftið heim aftur til VB kom ferð á, og hon end- aði árið við at verða kosin ársins stjørnuskot Joan Stjørnan endaði árið við at vinna silvur, og ikki minst var tað ársins álopsleikara, Joan M. Joensen, fyri at takka ska ikki heilt rætt, tí fáur – um nakar – mundi ivast í, hvørji fóru at gerast ársins málverjar hetta kappingar- árið. Gamaní hava onnur eisini staðið seg væl, men tey bæði rumensku – Manuela Stan hjá VÍF og Marian Cirloganescu hjá StÍF – hava skarað framum øll hini, og tá atkvøðurnar vórðu taldar, so var heldur eingin ivi. Tey uttanfyri Umframt at heiðurslønir av ymsum slag verða latnar leikarum, so verður gallakvøldið eisini nýtt, til at geva teimum, sum ikki eiga høvuðsleiklutirnar á vøllinum, eina heiðursløn. Dómarar og venjarar eru kanska ofta í fokus, tó at tað ikki er á sama hátt sum leikararnir, og eisini her skuldi finnast útav, hvør hevði staðið seg best í ári- num. Virðislønirnar fyri bestu venjaraavrikini fullu ikki óvæntað til Sophus Dal- Christiansen og Jónleif Sólsker, sum annars báðir fingu hesa virðisløn, fyrstu ferð hon varð handað. Sophus hevur í ár havt ábyrgdina av neista- kvinnunum, og tó at tær í besta lagi vórðu mettar sum fjórð sterkasta liðið undan kappingini, so fingu tær bronsuna, og var tað ikki fyri stigamissin í seinasta umfarinum, so hevði talan verið um silvur fyri teirra viðkom- andi. Jónleif hevði helst ikki nakrar vónir um hetta heitið undan vetrarsteðginum. Eftir eitt søguliga vánaligt grund- spæl var mansliðið hjá Kyndli tá á aftasta plássi- num, men síðani er nógv hent. Liðið, sum var nógv broytt í mun til undanfarin ár, fór brádliga at ota seg alt meira upp eftir talvuni, og endastøðan gjørdist eitt heiðurligt fjórða pláss, sum ikki minst sýndi, at Kyndil framvegis eigur gott tilfar at byggja á. Og so at enda dómarar- nir. Har traðkaðu brøðrinir, Hannis & Uni Wardum inn aftur á pallin, eftir at teir annars ikki hava dømt á hægsta stigi í fleiri ár. Og ikki kann sigast annað, enn at tað hevur gingist væl. Eitt faktum, sum eisini varð undirstrikað av, at teir dømdu mansfinaluna í steypakappingini. 27 HEIÐURSLØNIR Orð: Jákup Mørk Myndir: Dagfinn Olsen Tað vóru sum so ikki tey heilt óvæntaðu nøvnini, sum vórðu drigin úr hatti- num, tá ársins leikarar av ymsum slag skuldu kjósast á árliga gallakvøldinum í hondbólti, sum hesa ferð var í Vági. Ikki tí, tað plagar nú heldur ikki at vera heilt vanligt á slíkum kvøldum, at tær heilt stóru kaninirnar verða drignar fram. Bæði leikarar, venjarar og dóm- arar hava havt ein heilan vetur til at sýna, hvør dugur er í teimum, og nú restaði so bert at fáa dómin frá mótleikarunum. Kappingin fór fram so- leiðis, at leikarar og venjar- ar sluppu at lata sína at- kvøðu um, hvønn tey hildu skuldi gerast ársins av onk- rum slag, og so var bara eftir at telja saman. Undan- takið var sjálvandi heiðurin fyri at gerast toppskjútti og leikum fagurt kappingin, sum bæði geva seg sjálvt ígjøgnum árið. Neistin og StÍF So hvørt, sum steypini av ymsum slag vórðu latin, gjørdist greitt, at tað ser- stakliga vóru Neistin og StÍF, sum fóru avstað við flestu steypunum. Onkur var kanska eitt sindur bilsin um, at tvífaldu meistaralið- ini hjá VÍF ikki fingu meira enn tað eina steypið, men aloftast er tað so við slíkum greiðslum, at atkvøðurnar leita sær aðrar vegir enn júst har, sum flest steyp eru frammanundan. Ársins leikarar komu bæði úr Neistanum, og hetta var kanska ikki so øgiliga óvæntað. Jacob Jónsson, sum annars eisini vann hendan heiðurin fyri fýra árum síðani, hevur havt eitt framúr gott kapp- ingarár, og hevur hann ver- ið heitur favorittur til heit- ið. Heilt so stórur favorittur mundi Gunnleyg Berg úr Neistanum ikki vera. Ikki tí. Eisini hon hevur havt eitt sera gott kappingarár, men hjá kvinnunum tóktist kappingin tó at vera meira opin, enn hjá monnunum. Tað er serliga í álops- spælinum, at Jacob Jónsson hevur sínar dygdir, og fyri hesar varð hann umframt heiður fyri ársins leikarar eisini kosin sum ársins álopsleikari. Hjá kvinnu- num fall valið á Joan M. Joensen úr Stjørnuni, sum í mangar mátar hevur staðið sera sterk í myndini í ár. Ikki minst, tí hon av sonn- um hevur traðkað út úr skugganum hjá útlendsku leikarunum á liðnum. Og har Jacob hevur sína styrki í álopinum, so hevur hin ársins leikarin, Gunn- leyg Berg, kanska sína av- gjørdu styrki í verjuparti- num. Eisini hóast hon kort- ini skjýtur nógv mál. Undir øllum umstøðum hava av- rik hennara í verjuni verið somikið sannførandi, at hon umframt heiðurin sum ársins leikari eisini varð kosin ársins verjuleikari. Hjá monnunum fall heiður- in til Marius Joensen úr StÍF, sum eisini í fjør var heilt nær við, men tá mátti síggja Sámal Joensen fáa heitið. Ivaleysir málverjar Tá talan fellur inn á ársins stjørnuskot, so er tá talan um leikarar, sum veruliga hava fingið sítt gjøgnum- brot hetta árið. Hjá kvinnunum gjørdist talan um Lailu Jespersen úr VB. Kanska eitt sindur merkisvert – og ikki minst stuttligt hjá Lailu. Hon gjørdi nóg so nógv um seg seinnu kappingarhálvu í fjør, men eftir skiftið til Kyndil í vetur, kom mest sum einki burturúr. Ikki fyrr enn hon aftur var í VB, kom veruliga ferð á, og ferðin hevur verið somikið stór, at hon nú varð kosin stjørnuskot. Hjá monnunum stóð kappingin einamest millum Sveinur Justinussen hjá StÍF og Høgna Klein hjá Kyndli, og her vann Svein- ur. Ikki minst man tað vera avrikið í steypafinaluni, har hann veruliga hevði ein av- gerandi leiklut, sum hevur vigað tungt í hesum, men tað er einki er at ivast í, at vit her hava ein leikara, sum veruliga fer at gera um seg komandi árini. Tað varð sagt omanfyri, at einastu lutirnir, sum vóru avgjørdir frammanundan, vóru kjósanin av leikum fagurt liðunum og ársins toppskjúttum. Tað er kan- Nr. 63 • hósdagur • 4. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Nógv at fegnast um Nógvar heirðuslønir vórðu latnar á gallaveitsluni hjá hondbóltinum, sum hesa ferð varð hildin í Vági. Tíverri tarnaði veðrið fleiri av luttakarunum, men kortini gjørdist talan um eitt heilt gott kvøld hjá teimum mongu, sum kortini høvdu leitað sær suður Mikukvøldið í stillu viku var árliga galla- veitslan í hondbólti hildin. Sum vera man, vórðu hópin av heiðurslønum latnar, og niðanfyri taka vit saman um hesar C M Y K 26