Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. apríl 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 63 - 4. apríl 2002 Nr. 63 - 4. apríl 2002 25 C M Y K 25 24 Bjarni Djurholm átti at hildið seg burtur frá nevndarviðgerð- um í Framtaks- grunninum, sigur fyrrverandi nevndar- formaðurin. Lands- stýrismaðurin hevði ikki førleika at meta um málsviðgerðina av Fiskasølumálinum, heldur hann. Lands- stýrismaðurin hin- vegin sigur seg bara hava gjørt sína skyldu NEVNDARVAL Edvard Joensen Bjarni Djurholm kennir ikki málið um sølu av Fiskasøluni og hevur held- ur ongan førleika fyri at skilja tað. Hann hevur skapt sær sjálvum ein trupulleika her, sigur Vil- helm Petersen, fyrrverandi formaður í Framtaksgrunn- inum. Bjarni Djurholm helsur hinvegin uppá, at hann bara hevur gjørt sína politisku skyldu mótvegis reglugerð- ini fyri Framtaksgrunnin. – Málið kann ikki loysast politiskt, sigur Vilhelm Petersen. Tað er alt ov kensluborið, og øll hava eina meining um tað. Tí eigur nevndin í Framtaks- grunninum at fáa frið til at loysa tað professionelt utt- an nakra sum helst uppí- legging uttaneftir. Landstýrismaðurin við vinnumálum, Bjarni Djur- holm, sigur, at hann hevur hildið seg til reglugerðina hjá Framtaksgrunninum og ikki blandað í arbeiðið hjá nevndini. Hann hevur heldur einki fjalt fyri lands- stýrinum, sum varaløg- maður rør fram undir í blaðsamrøðu í gjár. – Tað er burturvið,tá Høgni Hoydal eftrirlýsir viðgerð av Framtaksgrunn inum á landsstýrisfundi, sigur Bjarni Djurholm. Grunnurin hevur verið fyri á óteljandi landsstýris- fundum, og fasta viðmerk- ingin hjá Høgna Hoydal hevur verið: »Koyr hasa nevndina frá«. Hví varaløgmaður nú undrast á, at broytingar í nevndini ikki eru fráboð- aðar landsstýrinum, dugir Bjarni Djurholm ikki at skilja. Hann sigur, at hann alla tíðina hevur boðað løg- manni frá gongdini í málin- um, og at løgmaður eisini hevur góðtikið tey valevni, hann sjálvur hevði til nevndarlimir. Nýggju nevndarlimirnir, sum Bjarni Djurholm hevur valt at stjórna Framtaks- grunninum, eru: Dagmar Joensen, stjóri í Rús- drekkasøluni. Eydna Just- inussen, búskaparfrøðingur í Lív. Niels Winther Poul- sen, advokatur, og Sjúrður Horsdal, vinnulívsráðgevi. Hesi fýra skipa seg sjálv við formanni, og velja síðan í felag tann fimta nevndarlimin í Framtaks- grunninum. Dugnalig nevnd Bjarni Djurholm sigur, at hann hevur einki at seta niður á fakligu kvalifika- tiónirnar hjá fráfarandi nevndarlimum í Framtaks- grunninum. Men hann vísir tó á, at hann hevur í eini tvey ár eftirlýst, hvussu verður við sølu av Fiskasøluni og ella Fiskavirking, sum grein tvey í reglugerðini fyri Framtaksgrunnin fyriskip ar. Sambært teirri regluni skal Framtaksgrunnurin seta pening í fyritøkur fyri síðan at sleppa sær av við tær aftur, tá tær bera seg. Tann setningin heldur landsstýrismaðurin, at bæði Føroya Fiskavirking og Føroya Fiskasøla hava rokkið, og tí skuldu tær longu verið seldar, metir hann. Hann vísir á, at heldur er tað hent, at Fiskavirking er farið at vaksa, og tað er ikki í tráð við reglugerðina, metir landstýrismaðurin, sum var farin at ótolnast eftir eini sølu. Nevndin skal vera vald 1. apríl á hvørjum ári, og tá nýggj nevnd nú skuldi veljast, hevði onkur nevnd- arlimur boðað frá, at hann ikki tók við afturvali. Eisini hevði landstýrismaðurin gjørt av, at ein nevndar- limur, sum býr uttanlands, fór ikki at verða afturvald- ur. Hann boðaði tí nevndar- formanninum frá, at tá nú nýggir nevndarlimir fóru at verða valdir, var ikki vist, at verandi formaður fór at halda fram í sessinum, hóast hann saktans kundi veljast aftur í nevndina. – Tað hevur so fingið fyrrverandi formannin at taka seg heilt úr nevndini, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður. Arbeitt skilagott Fráfarandi nevndarformað urin í Framtaksgrunninum, Vilhelm Petersen, metir hinvegin, at nevndin hevur arbeitt skilagott og bara hildið seg til reglugerðina fyri grunnin. Men hon hevur ikki fingið arbeiðs frið fyri landsstýrismann- inum, sum eftir øllum at døma hevur hildið, at arbeiðið hevur gingið ov seint. Tað hevur ikki passað heilt inn í politisku støð- una, metir fráfarandi for maðurin. Hann vísir á, at tað er lívsneyðugt, at eitt slíkt mál sum søla av Fiskasøluni verður avgreitt við skili. Og tað tekur sína tíð. Tann tíðin er ikki komin enn, men tað manglar sera lítið í, sigur hann. Men nú var líkt til, at politikarin hevði ikki tíð at bíða longur, og tí er hendan støðan íkomin, sigur Vil- helm Petersen. Hann sigur, at ein avtala um at selja Fiskasøluna er á trappuni. Meira vil hann ikki siga og vísir til, at nú tekur nýggj nevnd við, sum skal hava arbeiðsfrið til at avgreiða málið. Landsstýrismaðurin ongan førleika Dagmar Joensen er ein av nývaldu nevndarlimunum í Framtaksgrunninum. Nýggja nevndin eigur at fáa arbeiðsfrið, sigur fráfarandi nevndarformaðurin, sum ikki vil gera viðmerkingar til, hvussu langt málið um sølu av Fiskaøluni er komið