hósdagur 4. apríl 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 63 - 4. apríl 2002
Nr. 63 - 4. apríl 2002
23
3. , 4. og 5. mai verður Ítróttarhøllin í Runavík
karmur um størstu messu nakrantíð innan
føroyska byggimarknaðin og innbúgv.
Skalt tú byggja nýtt ella umvæla gamalt, so er
vert at leggja leiðina framvið í Runavík og fáa
allskyns hugskot og tilboð heim við til húsa aftur.
Allar førandi fyritøkur sum hava eitthvørt við
føroyska byggimarknaðin ella innbúgv at gera,
verða umboðarðar.
Opið er allar dagarnar frá kl. 10.00 - 20.00
Ókeypis atgongd.
Børn bert atgongd saman við vaksnum.
Høvuðsstuðul hjá Hús & Innbúgv
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Selja meira
Danski útflutningurin
til londini í Eystur-
evropa veksur støðugt.
Sambært einari upp-
gerð var útflutningurin
í fjør 22,8 mia. krónur,
og tað var heili18,9
prosent meiri enn árið
fyri. Við hesum er Eyst-
urevropa vorðið fimti-
størsti marknaðurin hjá
donskum útflutningi,
og danir selja nú meiri
til Eysturevropa enn til
stór ES-lond sum Frak-
land og Italia. Her kann
verða nevnt, at Noreg
er fjórðistørsti danski
marknaðurin.
Av londunum í Eyst-
urevropa eru tað Russ-
land og Póland, sum
keypa mest úr Dan-
mark. Tey bæði londini
keyptu í fjør matvørur,
kemiskar vørur, inn-
búgv, byggitilfar o. a.
úr Danmark fyri 13
mia. krónur.
Fleiri
húsagangir
So nógvir norðmenn
eru farnir á húsagang í
ár, at talan er um ein
munandi vøkstur sam-
anborið við onnur ár.
Talið á húsagangum
yvirhøvur var annars
6,6
prosent
minni
tríggjar fyrstu mánað-
arnar í ár enn somu
mánaðir í fjør, men
talið á einstaklingum,
sum fóru á húsagang,
vaks hinvegin nógv.
Sambært
almennu
skrásetingini vórðu 970
húsagangir skrásettir í
januar ársfjórðingi, og
ein triðingur var ein-
staklingar. Ein orsøk er,
at fleiri sjálvstøðug
vinnurekandi eru givin
ella noydd at gevast.
Bíligari
telefon
Danska
telefelagið
TDC, sum er fyrrver-
andi Tele Danmark,
hevur fingið boð um at
lækka
prísirnar
hjá
teimum privatu við-
skiftafólkunum. Boðini
eru komin frá kapp-
ingarmyndugleikunum.
Sambært teimum skal
TDC lækka prísin tey
næstu trý árini, og tá
verða prísirnir 28 pro-
sent lægri, enn teir vóru
í 1998. Tað árið fekk
TDC fyrstu ferð boð
um at lækka prísin.
Úr Norðurlondum:
Færri
koma
Talið á útlendingum,
sum leita sær til Dan-
markar at fáa friðskjól
ella uppihaldsloyvi, er
minkað nógv í sein-
astuni. Sambært Reyða
Krossi komu 1.195
útlendingar til Dan-
markar í hesum ørind-
um fyrsta ársfjórðing í
ár. Somu mánaðir í fjør
var talið 2.409.
Ráðharrin í innflyt-
aramálum,
Bertel
Haarder, er ikki í iva
um, at tað er tann nýggi
innflytarapolitikkurin,
sum hevur havt sína
ávirkan. Hann sigur, at
tíðindini um tær nýggju
og strangaru donsku
reglurnar frættust víða
beinanvegin, og at tað
hevur fingið fólk, sum
ætlaðu sær til Dan-
markar, at setast aftur
ella at leita til okkurt
annað land.
Jødar hóttir
Jødiska trúarsamfelag-
ið í Noregi hevur biðið
myndugleikarnar gera
okkurt fyri at steðga
teimum nógvu rasist-
isku álopunum, sum
hava verið á internet-
inum seinastu tíðina.
Leiðarin hjá norsku
jødunum, Rolf Kirsch-
ner, sigur, at trúarsam-
felagið hevur verið fyri
nógvum álopum í sein-
astuni, og hesi eru
komin á internetinum, í
telefonini ella í vanlig-
um posti. PLO-um-
boðsmaðurin í Oslo,
Omar S. Kitmitto, held-
ur hinvegin ikki, at
norsku jødarnir hava
nakað at stúra fyri. Teir
hava ikki skyldina av tí,
sum Sharon ger, sigur
Kitmitto.
Søgdu nei
Nevndin í danska lær-
arafelagnum
hevur
mælt limunum til at
vraka semingsuppskot-
ið, sum semingsmaður-
in legði fyri feløgini,
sum hava sáttmála við
tað almenna. Tað var
væntað, at nevndin í
lærarafelagnum fór at
mæla sínum 70.000
limum at vraka upp-
skotið.
Kortini verður hildið,
at tey flestu av teimum
650.000 alment løntu
fara at taka undir við
semingsuppskotinum.
Ein av teimum leið-
andi monnunum í
yvirgangsfelagsskapin
um al-Qaeda er tikin í
Pakistan
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Tað var amerikanski verju-
málaráðharrin,
Donald
Rumsfeld, sum boðaði frá,
at Abu Zubaydah var tikin í
Pakistan. Rumsfeld segði,
at maðurin hevur verið ein
av leiðarunum í al-Qaeda,
og seinni segði talsmaðurin
hjá Hvítu Húsunum, Ari
Fleicher, at amerikanska
stjórnin
hevur
álítandi
ábendingar um lutin hjá
Abu Zubaydah í yvir-
gangsfelagsskapinum hjá
Osama bin Laden.
Sambært Ari Fleicher
hevur pakistanska løg-
reglan leitað leingi eftir
Abu Zubaydah. Tann 28.
mars kom løgreglan fram á
hann. Zubaydah royndi at
flýggja og varð raktur av
fleiri skotum frá løgreglu-
monnunum, sum síðani
tóku hann. Maðurin hevur
síðani fingið viðgerð á
einum hernaðarsjúkrahúsi í
Pakistan.
Talsmaðurin hjá ameri-
kanska uttanríkisráðnum,
Philip Reeker, segði í gjár,
at Abu Zubaydah hevur
verið høgra hond hjá bin
Laden, og hann metti hand-
tøkuna sum eitt álvarssamt
bakkast
fyri
al-Qaeda.
Hann
rósti
samstundis
pakistanska
forsetanum,
Pervez Musharaf, fyri tað
dirvið, sum hann hevur víst
við at fara í hernað ímóti
víðgongdum muslimskum
felagsskapum í Pakistan.
Spurdur, um talan veru-
liga er um Abu Zubaydah,
svaraði Philip Reeker, at
tað er alt, sum bendir á tað.
M. a. hava fólk, sum kenna
hann, greitt løgregluni frá,
hvør hann er. Amerikanskir
umboðsmenn
skulu
nú
avhoyra tann tikna.
Ísraelski forsætisráð-
harrin, Ariel Sharon,
hevur gjørt greitt, at
hann vil hava Arafat
burtur
Serligi ST-sendimaðurin,
norðmaðurin Terji Rød
Larsen, væntar, at tann
spenta støðan í Miðeystri
fer at standa við í minsta
lagi eina viku afturat, og at
hesa vikuna er eingin vón
um frið.
Hann vísir á, at tær
áhaldandi
palestinsku
sjálvmorðsbumbuatsókn-
irnar og serstakliga tann
seinasta í býnum Netanya
hava gjørt, at ísraelska
fólkið av fullum huga
styðjar politikkin hjá Ariel
Sharon, forsætisráðharra
og stjórn hansara. Tí væntar
hann ikki, at tað fer at bera
til at fáa Ísrael at slaka í
bræði.
Hinvegin heldur Terje
Rød Larsen, at tað er rætt at
halda fram við áhaldandi
diplomatiskum
trýsti
á
bæði ísraelsmenn og pale-
stinar.
Farið við honum!
Síðani ísraelski herurin tók
seg inn í Ramallah, hevur
palestinski leiðarin, Yasser
Arafat, sitið innibyrgdur á
skrivstovu síni, og ísraelska
stjórnin hevur gjørt greitt,
at hann sleppur ikki út
haðani.
Jú, hann kann sleppa út,
segði Ariel Sharon týs-
kvøldið, men hann legði
tríggjar treytir við. Tann
fyrsta var, at ráðharrar
hansara tóku undir við tí,
onnur var, at palestinar
gingu við til vápnahvíld, og
tann triðja treytin var, at
Arafat fekk ein einvegis
ferðaseðil, um onkur vildi
taka hann við sær.
Tað vil siga, at Arafat
kann sleppa burtur haðani,
men heimaftur sleppur
hann ikki.
Tað hevur verið nevnt, at
ísraelsmenn ætla at reka
Arafat í útlegd, men hesum
hava bæði USA og ES
ávarað Ísrael ímóti.
Oddamaður í al-Qaeda tikin
Eingin vón um frið
í Miðeystri ta fyrstu vikuna
Yasser Arafat kann fáa ein einvegis ferðaseðil, vil onkur taka hann við sær, sigur Ariel Sharon.
Heimaftur sleppur hann ikki
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
23
22
BRÚKARATEIGURIN
Hugsa teg um, tá tú
keypir morgunmatar-
vørur til børn. Tær
eru dýrar, og minna
mest av øllum um
góðgæti, køkur og
dessert.
Nógvar matvørur verða
marknaðarførdar beinleiðis
til børn. Tað verið seg
gjøgnum sjónvarp, bløð,
pakkitilfar og har vøran er
at finna í handlinum. Um tú
keypir vøruna fært tú eisini
leikur, góðgæti, savnilutir
ella møguleika at luttaka í
onkrari kapping.
Alt hetta eru óbeinleiðis
áheitanir á børnini, um at
lokka foreldrini at keypa
ávísar vørur, tá ið keypt
verður inn. Vit hava verið
og keypt inn og hava funnið
nakrar vanligar "barnavør-
ur" til morgunmat, mjókar-
og ostavørur, og søtir
drykkir.
Søt, søtari, søtast
Sum heild er matur til børn
alt ov søtur. Børn eiga ikki
at fáa meir enn 10% av ork-
uni frá sukuri. Hetta eru
30g av sukuri dagliga til
eitt trý ára gamalt barn, 40g
til eitt seks ára gamalt og
50g til ein 13 ára gamlan
tannáring.
- Øllum børnum dáma
væl tað, sum er søtt, men
sum foreldur kunnu vit
venja børnini til minni søt-
an mat, sigur Nina Due
Jensen, bromatologur (mat-
vøruverkfrøðingur)
frá
danska Brúkarastýrinum.
Kannigar vísa, at trý av fýra
skúlabørnum í Danmark,
fáa ov nógv sukur. Hetta
kemur í mestan mun frá
góðgæti, køkum og søtum
drykkum.
Morgunmatarvørur
til
børn eru ofta sera søtar. Til
dømis er innihaldið av
sukuri í Frosties, Chokos
og Gullkornið 40-50g av
hvørjum 100g. Her ber til
at lata børnini blanda søta
morgunmatin við havra-
grýnum ella cornflakes.
Soleiðis verður morgun-
maturin sunnari og børnun-
um dáma val at sleppa at
blanda sjálvi.
Smá jogurt eru dessert
Tá talan er um jogurt og
aðrar mjólkarúrdráttir, vísti
ein kanning frá 1996, at
sukurinnihaldi
í
smáu
'kvarkdessertunum'
og
nógvum fruktjogurti var
hægri enn 10g fyri hvørji
100g og 4g av feitti fyri
hvørji 100g. Tað er tískil
ikki ráðiligt at geva børn-
unum hesar vørur við í
matpakkan ella til morgun-
mat. Tá er betur at eta
vanligt
jogurt.
Smáu
'kvarkdessertirnar' eru at
sammeta við ís og eiga tí
einans at etast av og á.
Syntetiskir ostar
Ostabitar, til dømis Lille-
bror Ostehaps, -ostafigurar
og Twister eru dýrar vørur í
mun til vanligan skeriost,
men kunnu kanska venja
børnini við at eta ost. Tó
eru litevni, baconsmakkur
og tilsetingarevni í Twister,
sum kámar útyvir osta-
smakkin og gevur eitt
syntetiskt smakkiupplivilsi.
Tað søta tekur
matarlystin
Søtir drykkir - saft og soda-
vatn innihalda sukur ella
søtevni og tilsetingarevni.
- Um børn drekka og eta
nógv søtt, orka tey ikki at
eta sunnan mat, sigur Nina
Due Jensen, og tá fáa børn-
ini ov fáar vitaminir og
onnur føðsluevni. Kost-
kanningin vísti okkum, at
børn sum fáa nógv sukur í
matinum fáa minni mjólk,
korn og grønmeti enn børn
sum ikki eta og drekka seg
mett í tí søta.
Kelda: Margit Andersen
Forbrugerstyrelsen
Matur til børn er dýrur og søtur
Spurningur: Tað kemur
meir enn so fyri, at klist-
urmerki sita á nýggjum
vørum (og gomlum køli-
skápum!). Hvussu fái eg
tey av?
Svar: Tað veldst um,
hvar klisturmerkið situr.
Um talan er um klæðir,
ið kunnu vaskast í 60 stig-
um, skalt tú fyrst smyrja
blettin við matarolju. Lat
síðani klæðini liggja í 4-6
tímar. At enda verða
klæðini vaskaði í minst 60
stigum.
Er talan um klæðir, ið
einans kunnu vaskast í 40
stigum, skalt tú fyrst
smyrja blettin við upp-
vaskisápu við ongum lit-
evni í. Legg siðani klæð-
ini í ein plastposa í 4-6
tímar. At enda verða
klæðini vaskaði sum van-
ligt.
Um klæðini ikki kunnu
vaskast, ella um bletturin
ikki er burtur, skalt tú
varisliga gníggja blettin
við acetone ella benzin.
Royn fyrst á einum ósjón-
ligum stað.
Tá klisturmerki situr á
øðrum lutum, skalt tú
fyrst skræða so nógv av
sum til ber. Smyr síðani
matarolju á blettin og lat
han ligga í eitt korter ella
so. Skava restina av klistr-
inum av og vaska við upp-
vaskisápu ella, um tilfarið
loyvir tí, við benzini.
Um tú skalt hava klist-
urmerki av vindeygum
o.l. ber til at hita merkið
við einum hárturkara. So
er nógv lættari at toga tað
av.
Kelda: Forbrugerrådet
At fáa
klisturmerki
av