Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 64 - 5. apríl 2002 Nr. 64 - 5. apríl 2002 3 TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Dugnaligir musikkskúla- næmingar fara at framføra á konsert í Klingruni í Norðurlandahúsinum leyg- arkvøldið 6. apríl kl 19 . Ungu tónleikararnir eru úr flestu økjum í landinum, og tey framføra á gittara, klaver, blási- og strúki- ljóðføri og við sangi. Á skránni er bæði klassiskur og rytmiskur tónleikur. Ætlanin við tiltakinum er, at einstaklingar kunnu royna seg og fáa royndir í at framføra fyri áhoyrarafjøld uttan fyri musikkskúlan. Hesir næmingar verða iva- leyst millum teirra, ið koma at mynda føroyska tón- leikaheimin í framtíðini, sigur Martin Mouritsen, leiðari fyri Musikkskúla- skipanini. Atgongumerki á kr 60,- fyri vaksin og kr 20,- fyri børn fáast við dyrnar. Í dag 5. apríl fyllir Niklas Mikkelsen, Syðrugøtu 70 ár. Foreldur hansara vóru Perlina f. Højgaard úr Ritu- vík og Poul Amaliel Mikk- elsen, Syðrugøtu, 7 vóru børn teirra, 3 synir og 4 døtur. Niklas fór til skips, tá hann 14 ára gamal hevði fingið prestsins hond á høvdið, tað var við »Sigur- farinum«, Urbanus var skipari. Síðan í smiðjulæru hjá Ídni, Klaksvík, har var hann í 4 ár, búði tá hjá Monu og Urbanus Olsen. Fór so á maskinskúla og eftir tað út at sigla nøkur ár. Eina tíð var hann í Havn hjá John & Poul Joensen. Eftir tað sigldi hann við »Beinir« hjá Ejler Jacobsen. Niklas var tekniskur leiðari og síðani støðleiðari hjá Nordafar í Føroyinga- havnini, hetta var i 1960’unum. Brøðurnir høvdu nøkur ár virki í Syðrugøtu, Hav- ídnaður, sum Niklas stjórn- aði; virkaði reiðskap og tól at effektivisera arbeiðslagið umborð á fiskifari. Í teimum árunum, tá tað reiðiliga fór at tyngjast í fiskiídnaðinum, var Niklas á Víkavirkinum, sum leið- ari og eisini sum maskin- meistari. Sítt tørn hevur Niklas eisini tikið í politiska lív- inum. Sat í bygdaráðnum í Gøtu 1970-74. Serligia høvdu skúlaviðurskiftini áhuga hansara og at vatn- veitingin í bygdunum var nøktandi. Tað var um at gera fyri eitt haldgott grundarlag undir vinnulív- inum í sóknini. Fegin var hann, tá skúlin 20. juni 1974 varð vígdur. Niklas eigur døturnar Marjun, Egild, Jórun og Sunrid. Konuna Marionnu misti hann fyri nøkrum árum síðani. Fleiri ár var hon sjúkraystur og dagligur leiðari á Vistarheiminum við Toftavatn. Niklas hevur verið sera virkin maður; missjóns- maður er hann og seinni árini hevur hann ferðast nógv um bygdirnar í hesum arbeiði. Hann hevur eisini síni álitisstørv á øðrum økjum; í Javnaðarflokkinum hevur hann sítt støðufesti, tá boð hava verið eftir honum hev- ur hann eisini verið valevni ella stillari. Niklas heldur dagin í dag saman við børnunum. Tillukku við teim 70. Niklas Mikkelsen 70 Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at kæri faðir, sonur og bróðir okkara Ingvarð G. Sigurðsson búsitandi í Florida andaðist tann 30. mars, 46 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Njarðvíkar kirkju í Íslandi, tann 15. apríl kl. 15.00. Familjunnar vegna Elsa Dugnaligar musikkskúlanæmingar: Skulu royna seg við áhoyrarafjøld TÍÐINDASKRIV Javnaðarflokkurin Javnaðarflokkurin átalar harðliga framferðina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, har hann leggur so stórt trýst á nevndina í Framtaksgrunn- inum, at hon kennir seg noydda at fara frá, tí at landsstýrismaðurin hevur lagt seg út í nevndarvið- gerðina. Javnaðarflokkurin mót- mælir harðliga, at lands- stýrismaðurin vegna sam- gonguna - men kanska serliga vegna Fólkaflokkin - ger sær dælt av einum lagaligum høvi, nú Løg- tingið er sent til hús, til at fremja ætlaninar um sund- urliðing og privatisering av Fiskasøluni og Føroya Fiskavirking – ætlanir, sum kunnu seta framtíðina hjá Fiskavirking, leiðslu og starvsfólki tess upp á spæl. Javnaðarflokkurin vil ikki góðtaka hetta myrka- spælið hjá Fólkaflokkinum, har hann í óðum verkum í sjálvum valstríðnum roynir at trýsta ætlanir ígjøgnum, sum fyrst og fremst tæna privatpolitiskum áhuga- málum, og sum skulu fáast fra hondini, meðan teir enn sita við valdinum. Javnaðarflokkurin mót- mælir, at Fólkaflokkurin nú í evstu løtu, har Løgtingið ongan møguleika hevur at koma til orðanna, roynir at seta tann politikkin í verk, sum samgonguflokkarnir - tvs. eisini Tjóðveldisflokk- urin - stungu út í kortið í samgonguskjalinum fyri 4 árum síðani og tóku upp- aftur í samtyktini um sjálvstýri Føroya fólks fyri einum ári síðani. Ynski er sett fram um at kalla Løgtingið saman um hetta mál. Javnaðarflokk- urin tekur undir við hesum, men hetta kann bert lata seg gera, um annar av stóru samgonguflokkunum eisini tekur undir við tí. Javnaðarflokkurin átalar framferðarháttin hjá Bjarna Djurholm Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu samkenslu og hjálptu, tá ið kæri pápi, bróðir og verfaðir okkara Steingrím Mørk doyði og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Sandvíkar kirkju. Ein hjartans tøkk til Ólav Rasmussen fyri tey vøkru orð í kirkjuni, og takk til øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Nora, Elinborg, Preben og systrarnar við familjum Savnsmynd Sosialurin hevur í vikuni latið størstu veljarakanningina gera, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum VELJARAKANNING Eirikur Lindenskov Løgtingsvalið verður týs- dagin 30. apríl. Listarnir eru gjørdir, og harvið er tað greitt, hvørjir persónarnir eru, sum flokkarnir bjóða fram í teimum sjey valdøm- unum. Fyrsta veljarakanningin, eftir at listarnir eru vornir almennir, verður kunngjørd í Sosialinum í morgin. Tað eru næmingar í Studenta- skúlanum á Kambsdali og á HF skeiðnum í Klaksvík, sum hava staðið fyri kann- ingini. Mikukvøldið og aftur í gjárkvøldið hava teir ringt kring landið fyri at máta politiska tempera- turin. Næmingarnir hava hildið til í hølunum hjá Føroya tele í Klaksvík. Tá vit í fyrrakvøldið høvdu sam- band við teir, lótu teir sera væl at umstøðunum, og teir roknaðu við at verða lidnir við at ringja og spyrja áðrenn klokkan tíggju í gjárkvøldið. Tað er samtakið FYND, sum hevur ábyrgdina av kanningini. Eftir klokkan tíggju í gjárkvøldið skuldi FYND rokna uppá tølini. Tað er tað, sum teir kalla at viga tølini. Øðrvísi kanning Tá vit í yvirskriftini siga, at vit manna tingið í morgin, so skal tað sjálvandi skiljast soleiðis, at vit í morgin fara at siga, hvussu tingmanna- býtið hevði verið, um val hevði havt verið í hesi vikuni. Jóannes Hansen, sam- felagsfrøðingur, hevur sam- an við næmingunum staðið fyri praktiska arbeiðnum. Hann sigur, at tað verður roknað við, at kanningin fer at geva eitt meiri nágreini- ligt boð uppá, hvussu ting- mannabýtið hevði verið, enn kanningarnar áður hava gjørt: – Vit hava lagt okkum eftir at røkka umleið fýra hundrað svarpersónum í hvørjum valdømi. Tað vil siga, at málið er, at umleið 2800 føroyingar skulu siga okkum, hvar teir høvdu sett krossin, um val hevði verið seinnapartin í hesi vikuni. Mikukvøldið náddu vit upp um helvtina av ásetta talin- um, so vit rokna við, at vit fara at røkka á mál í kvøld, segði Jóannes Hansen í gjár, og hann helt fram: – Tá vit røkka so nógvum svarum, so halda vit, at tað við ikki serliga stórari óvissu fer at bera til at siga, hvussu teir 27 umdøm- isvaldu tingmenninir høvdu verið lutaðir millum flokk- arnar, og harafturat ber til at siga, hvussu eykavaldu tingmenninir høvdu verið býttir millum flokkarnar, og hvussu teir høvdu verið lutaðir út á valdømini, um val hevði verið í hesi vik- uni. Í øllum kanningum, sum higartil hava verið gjørdar, er tingmannabýtið bara roknað út frá lut- fallinum millum flokk- arnar, tá alt landið hevur verið roknað sum eitt val- dømi. Løgtingsvalini hava aftur og aftur víst, at lut- fallið millum atkvøðubýtið og tingmannabýtið ikki er tað sama. Tað er ting- mannabýtið, sum ger styrk- ina hjá flokkunum av. Tí hava vit roynt at gera kanningina á henda hátt, sigur Jóannes Hansen, sam- felagsfrøðingur. Sum sagt so verður úr- slitið av kanningini í leyg- ardags útgávuni av Sosial- inum. Tingið mannað í morgin Tað eru næmingar í Studentaskúlanum á Kambsdali og á HF skeiðnum í Klaksvík, sum hava staðið fyri kanningini. Mikukvøldið og aftur í gjárkvøldið hava teir ringt kring landið fyri at máta politiska temperaturin Mynd: Ragnhild Ellingsgaard – Talan er um størstu veljarakanning, sum nakrantíð er gjørd í Føroyum. Spurd verða áleið 400 fólk í hvørjum av teimum sjey valdømunum, og fáa vit tí eina neyva mynd av, hvussu tinið hevði verið mannað, um val var nú, sigur Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur Mynd: Ragnhild Ellingsgaard C M Y K 3 2