Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 64 - 5. apríl 2002 Nr. 64 - 5. apríl 2002 5 Samráðingarnar millum Lærarafelag Handilsskúlans og Fíggjarmálastýrið eru slitnaðar. Málið um pensjónsupptakið liggur tí framvegis óloyst, og sigur Lær- arafelag Handilsskúl- ans, at tað er Fíggjar- málastýrið, sum rennur undan pensjónsupptakinum, og hetta hava teir gjørt alt samgongu- skeiðið ÓSEMJA Ingrid Bjarnastein Málið gongur aftur heilt til 1988, tá ið blokkstuðulin kemur. Í tíðarskeiðnum frá 1988 – 1992 setur Menta- málastýrið 13 lærarar í starv á Handilsskúlanum. Í setanarskrivinum hjá hes- um 13 læraranum gevur mentamálastýrið lærarun- um rætt til eftirløn, sum ar- beiðsgevarin hevur skyldu at syrgja fyri. Samráðingarleiðarin hjá fíggjarmálastýrinum váttar í 1998 munnliga, at hesa skyldu hevur arbeiðsgev- arin forsømt og at fíggjar- málastýrið hevur skyldu til at veita hesum lærarum til- sagnarpensjón, men tá Lærarafelag Handilsskúl- ans biðjur um eina skrivliga váttan, verður hetta noktað teimum. Árið eftir skiftir Fìggjar- málastýrið meining, og sigur, at Lærarafelag Hand- ilsskúlans skal gera ein sáttmála við fíggjarmál- stýrið fyrst, áðrenn teir 13 lærararnir kunnu fáa eftir- løn. Føroyskur sáttmáli skal gerast, tí higartil hava føroyskir handilsskúlalær- arar brúkt danskar lønir og arbeiðstíðir, sum heima- stýrið hevur góðkent síðani 1988. – Fíggjarmálastýrið hev- ur ongantíð gjørt vart við, at teir eru ónøgdir við sátt- málan, sum hann er nú, sigur Fritleif Henriksen, formaður í Lærarafelag Handilsskúlans. – Ein kann væl siga, at síðani 1988 hava ongar eft- irlønir verið í lagið, og vit hava ikki havt nøkur tryggjaði eftirlønarviður- skifti. Sáttmálin Fíggjarmálastýrið krevur, at nýggi sáttmálin skal innihalda nýggjar arbeiðs- tíðarreglur, sum skulu nýt- ast ístaðin fyri tær donsku. Fyri tveimum árum síðani varð sáttmáli gjørdur mill- um Fíggjarmálstýrið, Yrk- isfelagið og Felagið fyri Sjómansskúla- og Maskin- skúlalærarar. – Hesi feløg hava fingið heili tvey ár at tillaga seg, meðan fíggjarmálastýrið nú krevur, at vit skulu hálsa um uppá eini 14 dagar, og tað ber als ikki til, greiðir Fritleif Henriksen frá. – Einasta kravið vit seta til sáttmálan er, at vit vilja staðfesta arbeiðstíðirnar, sum tær eru nú, og vit vilja hava eftirlønirnar í rættlag. Vit seta ongi lønarkrøv av nøkrum slag. – Fíggjarmálastýrið fekk bræv frá okkum longu 18. desember, men vit fingu ikki fyrsta fundin fyrr enn 28. januar. Sìðani hevur Fíggjarmálastýrið avlýst eina røð av samráðingar- fundum. Teir renna undan pensjónsupptakinum, og hetta hava teir gjørt alt samgonguskeiðið. Talan er um eini 10 – 15 milliónir krónur, sum eru forsømdar í pensjónsgjøldum. Fritleif Henriksen sigur annars, at vónandi verða samráðingarnar tiknar upp- aftur aftaná valið, tá nýggj samgonga er skipað. – Tað kann ikki gerast verri enn tað er nú, og vónandi fáa vit ein hóv- ligari fíggjarmálaráðharra tá. Lærarafelag Handils- skúlans hevur higartil nokt- að limum sínum at gera uppgávur til próvtøkurnar. Í ringasta føri kann hetta hava við sær, at ongin næmingur fær prógv av Handilsskúlanum í ár, men hetta verður støða tikin til á aðalfundi tann 12. apríl. Lærarafelag Handilsskúlans: Fíggjarmálastýrið rennur undan Fritleif Henriksen, formaður í Lærarafelag Handilskúlans, sigur, at fíggjarmálastýrið rennur undan pensjónsupptøkuni Mynd: Álvur Tjóðveldisflokkurin kunngjørt valskránna: Eins og fólkaatkvøða um fullveldi Tjóðveldisflokkurin metir komandi løg- tingsval sum eitt lagnuval í fullveldis- málinum. VALSKRÁ Orð:Heri á Rógvi Myndir: Jens Kristian Vang Tjóðveldisflokkurin skal vera trygdin fyri, at gongd- in á fullveldisleið heldur áfram. Flokkurin setir sítt álit á, at Javnaðarflokkurin vendir kós eftir valið, soleiðis at pláss verður fyri honum í einari komandi samgongu. Av vallyftum teljast lægri skattur og fleiri tryggjað rættindi –Tjóðveldisflokkurin skal vera trygdin fyri full- veldistilgongdini. Tað finnst bara ein loysn viðvíkjandi teimum ríkisrættarligu viðurskift- unum. Soleiðis ljóðaði tað frá tjóðveldisfólki, tá Tjóð- veldisflokkurin legði sína valskrá fram til komandi løgtingsval. Við slagorðunum virði vinna vælferð, hevur Tjóð- veldisflokkurin evnað til eina valskrá til løgtingsval. Yvirskriftin í valskránni er lagnuvalið 2002. Á tíðindafundi hósmorg- unin legði floksformaðurin, Høgni Hoydal, valskránna fram. Til staðar vóru eisini løgtings- og landsstýris- menn floksins eins og nøkur valevni hjálptu til at fylla parnassið á Hafnia. Saman við valskránni hevur Tjóðveldisflokkurin eisini útgivið tríggjar fald- arar. Høgni Hoydal segði, at faldararnir vóru við til at afturvísa nakrar mýtur í sambandi við støðuna hjá føroyska samfelagnum og fullveldistilgongdina. Sam- stundis hevur Tjóðveldis- flokkurin eisini dagført stevnuskránna Okkara land. Tað er heldur ikki lítið í stendur at lesa í valskránni. Tjóðveldisflokkurin hevur nógvar og í flestum førum sera ítøkiligar ætlanir a øllum frontum tey komandi fýra árini. Lagnuval –Vit hava ongantíð verið nærri einum sjálvstøðugum og sjálvberandi Føroyum. Hetta er fyrsti linja undir yvirskriftini lagnuvalið 2002 í valskrá Tjóðveldis- floksins. Flokkurin metir hetta valið sum lagnuvalið fyri fullveldi. –Valið kann sammetast við eina fólkaatkvøðu um fullveldi, sigur Høgni Hoy- dal. Tjóðveldisflokkurin er av teirri sannføring, at gongd- in á fullveldisleið er komin langt ávegis, og tað hevur stóran týdning, at hendan gongdin heldur áfram. Flokkurin metir, at allar løgfrøðisligar og umsiting- arligar fyrireikingar eru gjørdar. Tá búskapurin og samfelagið standa í besta blóma, so heldur Tjóðveld- isflokkurin, at tíðin er komin til at taka avgerandi Olga Biskupsstøð Niklái Petersen Per Simonsen Heini O. Heinesen Annita á Fríðriksmørk Finnur Helmsdal Halbjørg Hansen Jógvan Arge Jógvan Durhuus Kristina Háfoss Leivur Hansen Rói Egholm Tjóðveldisflokkurin boðar frá lagnuvalið 30. apríl. Fullveldiskósin skal haldast næstu fýra árini. Tjóðveldisflokkurin vil ikki peika á nakran serliga samstarvsfelaga. Framhald á síðu 25 C M Y K 5 4