Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 64 - 5. apríl 2002 Nr. 64 - 5. apríl 2002 7 Útbúgvingarsøga varð skrivað, tá fyrstu kolvetnisverkfrøðing- arnir fingu prógv síni á Náttúruvísinda- deildini á Fróðskap- arsetri Føroya miku- dagin ÚTBÚGVING OG OLJA Jan Müller – Vit skriva útbúgvingar- søgu í dag, har fyrstu kol- vetnisverkfrøðingarnir fáa prógv frá Fróðskaparsetrin- um segði Hans Pauli Joen- sen, megindeildarleiðari á Fróðskaparsetri Føroya, tá hann mikudagin handaði sjey nýggjum verkfrøðing- um prógv – einum í rav- magnsverkfrøði og seks í kolvetnisverkfrøði. Nátt- úruvísindadeildin hevur út- búgvið ravmagnsverkfrøð- ingar síðan fyrst í 1990- unum, men kolvetnisverk- frøði er harafturímóti nýtt evni á Setrinum. Universitetsútbúgvingar eru skipaðar ymiskt ymsa staðni í heiminum. Hjá okkum og í londunum uttan um okkum er vanligt, at tær eru skipaðar í trimum stigum. Innan náttúruvís- indi og tøkni er ein væl- kend gongd fyrst 3-3,5 ár til BS (Bachelor of Science), síðan 2 ára framhald til MS (Master of Science) og at enda 3 ár til PhD (Philo- sophia Doctor). Øll trý stigini geva starvsførleika. Náttúruvísindadeildin hevur ymiskar BS-útbúgv- ingar á skránni, og tær taka 3 ella 3,5 ár. Trý ára út- búgvingarnar eru í lívfrøði, matvørufrøði, teldufrøði/- kunningartøkni og jarðalis- frøði. Av hesum hava tey seinnu árini bert havt um- støður at bjóða útbúgving- ina í lívfrøði. 3,5 ára útbúgvingarnar eru verk- frøðingaútbúgvingarnar í ravmagnsverkfrøði og kol- vetnisverkfrøði. Lýst er júst eftir studentum til eina spildurnýggja BS-útbúgv- ing í kunningartøkni, ið er skipað sum 2,5 ára hálvtíð- arlestur oman á datamatik- araútbúgving frá t.d. Før- oya Handilsskúla, og sum byrjar eftir summarfrítíðina í ár. Verkfrøðingaútbúgvingar nar á Náttúruvísindadeild- ini eru samskipaðar soleið- is, at lesturin tey bæði fyrstu árini er at kalla eins. Har eru felags lærugreinir í støddfrøði, teldufrøði, alis- frøði og tekniskum grund- greinum. Seinastu 1,5 árini er lesturin púra ymiskur, tí tá koma sergreinirnar inn í myndina. Seinasta hálva árið fara 70-80% av lestrar- tíðini til at arbeiða við eini seruppgávu, har student- arnir fáa høvi til at brúka vitan, ið teir hava nomið sær í teimum mongu læru- greinunum, ið teir tá hava lagt aftur um seg. Miðað verður eftir, at seruppgáv- urnar verða gjørdar í sam- starvi við stovnar og virki uttan fyri Fróðskaparsetrið, og tað hevur borið væl til. Ravmagnsverkfrøði Í ravmagnverkfrøðiútbúgv- ingini verður dentur lagdur á evni sum viðvíkja bæði traditionellum og aktuell- um evnum. Nevnast kunnu t.d. datasavning og datavið- gerð, signalviðgerð, stýri- tøkni og fjarskifti. Hetta eru týðandi tættir í m.a. el- orkuskipanum, skipanum í fiski- og alivinnu og í tveimum av mest aktuellu vinnugreinunum, nevniliga kolvetnis- og KT-vinnu. Ravmagnsverkfrøði fevnir breitt um framleiðslu og tænastuvirksemi í sam- felagnum og í vinnulívin- um. Evnið í seruppgávuni hjá Jóan Petur Petersen, rav- magnsverkfrøðingi, er signalviðgerð í samband við digital hoyrihjálpartól. Her ræður um at skilja frá og viðgera tann partin av ljóðum og óljóðum uttan um okkum, sum er tala, tí tað er jú tann parturin, sum brúkarin av hoyrihjálpartól- inum tørvar. Í seruppgávuni hevur Jóan Petur Petersen hugt nærri eftir ymiskum hættum (algoritmum) til avdúking av talu, og hann hevur í hesum sambandi vitjað og fingið fakligan stuðul frá donsku fyritøk- uni Oticon, ið útviklar og framleiðir hoyrihjálpartól. Jóan Petur fer 18. apríl 2002 kl 19:00 at halda fyri- lestur um evni í síni serupp- gávu. Kolvetnisverkfrøði – hvussu byrjaði tað? Í røðu síni til nýggju verk- frøðingarnar vísti Hans Pauli Joensen á, at broyttar samfelagsligar vinnufor- treytir føra við sær tørv á nýggjum útbúgvingartil- boðum. – Her hugsi eg um eina komandi kolvetnis- vinnu í føroyskum sjóøki. Ein kolvetnisvinna hevur m.a. tørv á kolvetnisverk- frøðingum, og Fróðskapar- setrið hevur lagt dent á at fáa útbúgving av kolvetnis- verkfrøðingum í lag so tíðliga, at teir fyrstu verk- frøðingarnir skuldu verða útbúnir, tá ein kolvetnis- vinna fór at taka seg upp við Føroyar. Fyrireikingarnar byrjaðu í 1996. Í november hetta árið fekk Náttúruvísinda- deildin vitjan av Høgskolen i Stavanger, og samráðing- arnar førdu seinni til, at Náttúruvísindadeildin og Institutt for Petroleums- teknologi á Høgskolen i Stavanger undirskrivaðu samstarvsavtalu 26. febru- ar 1997. Í Stavanger hava tey trý ára útbúgvingar til »høgskoleingeniør« og 5 ára útbúgvingar til sivil- verkfrøðing. Samstarvsav- talan gekk m.a. út upp á, at studentar frá Náttúruvís- indadeildini skuldu kunna halda fram at lesa kolvetn- isverkfrøði á Høgskolen i Stavanger, bæði til »høg- skoleingeniør« og til sivil- verkfrøðing innan kolvetn- istøkni. Men tey vildu nakað meira á Setrinum. Tey ynsktu at skipa eina sjálv- støðuga útbúgving í kol- vetnisverkfrøði á Náttúru- vísindadeildini. Tað gjør- dist møguligt í 1998, og tað eru fyrstu kandidatarnir við hesi nýggju útbúgvingini, sum nú fingu pógv. Fyrstu tvey árini av kol- vetnisverkfrøðiútbúgving- ini eru samskipað við rav- magnsverkfrøðiútbúgvingi na, so tað vóru tey seinastu 1,5 árini, ið serstøk námsskipan skuldi gerast fyri. Partar av kolvetnis- verkfrøðiútbúgvingunum á Høgskolen i Stavanger vóru havdir sum fyrimynd- ir, men dentur varð alla tíðina lagdur á, at útbúgv- ingin á Náttúruvísinda- deildini skuldi byggja á ta útbúgvingarskipan, ið var á staðnum frammanundan. Seinastu 1,5 árini vórðu skipað við sergreinum, sum eitt nú snúgva seg um jarð- frøði, boritøkni, brunntøkni (reservoirtøkni), vesku- mekanikk og um olju- og gassframleiðslu. Dentur er eisini lagdur á at geva verk- frøðingunum innlit í før- oyska og altjóða oljulóg- gávu og búskap, og tí er eitt sertakt skeið um hetta við í útbúgvingini. Útbúgvingin endar við eini seruppgávu, sum serritgerð skal skrivast um, og tær fyrstu serrit- gerðirnar eru nú lidnar. Nýklaktu kolvetnis- verkfrøðingarnir Kolvetisverkfrøðingarnir hava gjørt sínar seruppgáv- ur hjá Statoil og Rogalands- forskning í Stavanger, og hjá DONG í Danmark. Hans Pauli Joensen vísti á, at tað hevur verið áhuga- vert og læruríkt hjá teimum at kunna arbeitt við serupp- gávunum undir slíkum um- støðum. Kolvetnisverk- frøðingarnir eru 6 í tali: Regin Joensen, Brian Dahl Kristensen, Øystein Paturs- son, Eivind Hentze Samu- elsen, Hallur Stakksund og John Zachariassen. Teir hava gjørt seruppgávur um boring og oljureservoir. Tað er sera umráðandi, ikki minst fyri eitt lítið uni- versitet sum Fróðskaparset- ur Føroya, at útbúgving- arnar standa altjóða krøv. Tað leggja tey stóran dent á eisini í verkfrøðingaút- búgvingunum. Støðið verð- ur tryggjað m.a. við at brúka próvdómarar frá útl- endskum universitetum, tí harvið verður tað javnan samanborið við støðið á tilsvarandi útbúgvingum aðrastaðni. Samanbering- arnar vísa, at útbúgvingarn- ar hjá okkum standa fult mát við aðrar. Hetta sæst t.d. aftur í, at tey, ið velja at taka framhaldandi útbúgv- ingar til sivilverkfrøðing á útlendskum universitetum eftir lokið prógv á Fróð- skaparsetrinum, klára seg bæði skjótt og væl gjøgnum lesturin. Lærarar hava eis- ini verið fólk frá Jarðfrøðis- savninum og øðrum stovn- um. Hans Pauli Joensen takkaði teimum og øllum, sum hava gjørt tað møgu- ligt at røkka so langt. Hann takkaði eisini oljufeløgun- um, sum hava stuðlað. Tá tey løgdu kolvetnisútbúgv- ingina til rættis var eingin játtan til tað. Men her komu oljufeløgini okkum til hjálpar. Fyrst Atlantic Margin Group, ið vóru oljufeløgini Statoil, Mobil og Enterprise, og síðan Statoil-bólkurin, sum er Statoil, Phillips, Enterprise og Veba Oil. Feløgini sýndu áhuga fyri útbúgvingarætl- anunum, og tey gingu sam- an um at fíggja starvstovu- útgerð og lærarakreftir til tess at Setrið kundu út- búgva fyrsta liðið av kol- vetnisverkfrøðingum. Olju- feløgini hava somuleiðis fíggjað allar uppihalds- og ferðaútreiðslur hjá kolvetn- isverkfrøðingunum í sam- band við serritgerðirnar, sum gjørdar vórðu í Noregi og í Danmark. Hans Pauli Joensen takkaði teimum fyri henda vælvilja. Og at enda takkaði hann nýggju verkfrøðingunum. – Tað hevur verið hugaligt at hava teir her, serliga tí teir hava klárað seg so avbera væl. Eg skal ikki fara í smálutir, men tó avdúka, at próvtøl- ini fyri seruppitgerðirnar hjá teimum geva eitt miðal- tal upp á heili 11,4. Tað sig- ur ikki so lítið. Setrið leggur lunnar undir føroyska oljuvinnu Kolvetnisverkfrøðingarnir eru: Regin Joensen, Brian Dahl Kristensen, Øystein Patursson, Eivind Hentze Samuelsen, Hallur Stakksund og John Zachariassen. Ravmagnsverkfrøðingurin er Jóan Petur Petersen. Mynd Jens Kr. Vang Hans Pauli Joensen, um nýggju verkfrøðingarnar: – Tað hevur verið hugaligt at hava teir her, serliga tí teir hava klárað seg so avbera væl. Próvtølini fyri seruppitgerðirnar geva eitt miðaltal upp á heili 11,4. Tað sigur ikki so lítið. Her er hann saman við næmingum í Nóatúni. Mynd Jan Müller FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Seinastu tíðina hava søgur gingið um, at Eiler Jacobsen, reiðari, ætlar at selja rækjuskipið, Sólborg, men hetta er eftir øllum at døma ikki so. – Hatta veit eg avgjørt einki um, sigur Eiler, sum læandi heldur fyri, at fjøl- miðlarnir so ofta bæði hava keypt og selt skip fyri hann og aðrar. Eiler sigur, at Sólborg í løtuni er á Flemmish Kap. Teir hava fiskað í eina góða viku, og fiskiskapurin hev- ur ligið um 8-10 tons um dagin. – Hetta er hampiligur fiskiskapur, men rækjurnar eru smáar, og rækjuprísurin er ov lágur. Reiðarin vísir á, at prísur- in á teimum smáu rækjun- um, teimum sonevndu sekkjarækjunum, er hækk- aður einar 2 kr. kg., og hetta ger mun. – Men líkt er ikki til, at japanesarar vilja geva meira fyri tær stóru rækj- urnar. Hann heldur, at orsøkin er hon, at aðrir í størri mun eru komnir á japanska marknaðin við sínum rækj- um. Undan hesum túrinum var Sólborg í Eysturgrøn- landi. Eiler sigur, at hetta var ein hampiliga góður túrur í nøgd, men eisini her var prísurin á rækjunum til Japans ov lágur. Rækjurnar hjá Sólborg vórðu lagdar upp í Havn; sekkjarækjurnar endaðu á Oyri, meðan tær stóru rækj- urnar fóru til Japans. Gongur væl hjá Krúnborg Vit spurdu eisini Eiler, hvussu tað hevur gingist hjá Krúnborg. Onkur mundi yppa øksl, tá ið okkara kendasti reiðari fyri fáum árum síðan undir- skrivaði sáttmála um hetta stóra og stásiliga skip. – Eg vil siga, at tað hevur gingið heilt óvanliga væl hjá Krúnborg í ár. Vit hava havt so gott sum fult skip seinastu tveir túrarnar. Tann fyrra túrin hevði Krúnborg 2340 tons, sum teir fingu í seks hálum og tann seinna 2504 tons. Spurdur, hvussu tað hevur gingið at svarað hvørjum sítt við einum so stórum og dýrum skipi, síð- an Krúnborg kom í fiski- skipaflotan, sigur reiðarin, at tað hevur ikki verið nak- ar trupulleiki, soleiðis sum gongdin higartil hevur verið. Nógvur svartkjaftur Eiler Jacobsen sigur, at hóast fiskifrøðingar mæla til at halda aftur í veiðini eftir svartkjafti, vísir tað seg, at meiri og meira svart- kjaftur er at fáa hvørt ár. – Veiðan hjá Krúnborg bara økist, sigur reiðarin at enda. Svartkjafturin er annars á veg norðureftir í føroyskan sjógv. Tróndur í Gøtu var tann fyrsti, sum kastaði í føroyskum øki í fjør; hetta var 12. apríl, og teir rokn- aðust beinanvegin. Eiler ongar ætlanir um at selja Sólborg – Eg havi ongar ætlanir um at selja Sólborg, sigur Eiler Jacobsen, reiðari AðALFUNDUR Jústinus Leivsson Eidesgaard Í kvøld verður aðalfundur í Føroya Sparikassa og hetta verður allarhelst seinasti fundur hjá Føroya Spari- kassa í tí líki hesin gamli peningastovnur er skipaður í dag. Aftaná aðalfundin fer helst at standa P/F aftanfyri Føroya Sparikassa, tí smá- partafelag verður ongantíð talan um. Soleiðis var ann- ars lýst, tá partafelagið var skrásett. At áhugi er fyri at skipa Føroya Sparikassa til eitt partafelag er ongin ivi um. Tey, sum eru ábyrgdarar og hava eina ábyrgdarfæ í Sparikassanum fáa, um tey ynskja tað, peningin á hesi umgjørdan til partapening. Og sannur gravgangur hev- ur verið seinastu tíðina at gerast ábyrgdari í Føroya Sparikassa seinastu vikurn- ar. – Í seinasta mána tekn- aðu yvir 300 fólk sum nýggir ábyrgdarar í Spari- kassanum og bara hesa seinastu vikuna hava 700 teknað seg aftur at, so at seinasta mánaðin hevur Føroya Sparikassi fingið góðar 1000 nýggjar ábyrgdarar aftur at teimum 6266 sum vóru framman- undan. Hesir verða um teir ynskja tað partaeigarar í Sparikassanum, tá hesin er umskipaður til partafelag og vit rokna við, at hetta hendir í dag. Teir fundir, sum hava verið í umboðs- ráðnum seinastu tíðina, meðan vit hava arbeitt við umleggingini, hava víst, at umboðsráðið er fyri at sparikassin gerst partafel- ag, sigur Marner Jacobsen, annar av stjórunum í Før- oya Sparikassa. Umboðsráðið er evsti myndugleiki í Sparikassan- um og tað verður hetta ráð sum mannar aðalfundin í kvøld. Sparikassin er elsti pen- ingastovnur í landinum. Hann varð stovnaður í 1832 sum ein peningastovnur, íð tók í móti uppspardum pen- ingi hjá fólki. Peningurin varð settur í Kongiliga- handilin og í Statsgælds- kassen fyri at renta. Hetta var einasta virksemi tey fyrstu árini. Síðan varð far- ið at læna pening móti panti í jørð. Í 1882 fór sparikass- in upp í fígging av húsum í samband við at man fekk eina avtalu í lag við eina danska brunatryggingin og hetta virksemi helt fram næstu góðu 100 árini, har sparikassin hevði 1. priori- tet í húsalánum. Eisini vóru kommunulán ein tíðandi táttur tey fyrstu árini. – Kreppan broytti okkara virkisøki. Knappliga fingu bankarnir 2.7 milliárdir úr Danmark og okkurt skuldu teir gera við hendan pen- ing, so teir fóru at heildar- fíggja hús. Vit mistu virkis- grundarlag og hetta fekk okkum at royna nýggjar leiðir, vit fóru upp í vinnu- lívið. Tað hevur mangan verið sagt, at vágin er størri við at fíggja vinnulív enn sethús. Men kreppan vísti at bankarnir mistu nógvan pening av sethúsum, sigur Marner Jacobsen. – Í 1994 varð sparikassa- lógin broytt og har vóru eis- ini lunnar lagdir undir, at sparikassin kundu umskip- ast til partafelag og tað er tað sum nú fer at henda. Sparikassin hevur umleið 800 milliónir í eginpeningi og ábyrgdarfæíð var við ársbyrjan 11,6 milliónir krónur. Ábyrgdarfæið verð- ur gjørt um til partabrøv ynskja ábyrgdarirnir tað og at stórur áhugi er fyri at gerast partaeigari í Spari- kassanum er sjónligt, hyggja vit eftir teimum mongu nýggju ábyrgdarun- um í Føroya Sparikassa, sum eru lagdir afturat und- an aðalfundinum, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa. Gravgangur um partabrøv í Sparikassanum Marner Jacobsen, stjóri avmyndaður í gjár Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6