fríggjadagur 5. apríl 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 64 - 5. apríl 2002
Nr. 64 - 5. apríl 2002
9
Høgni Hoydal, vara-
løgmaður, sigur tað
vera ósannindi av
grovasta slag, tá
Bjarni Djurholm
landsstýrismaður við
vinnumálum sigur, at
varaløgmaður á
landsstýrisfundi
hevur mælt til at
koyra nevndina í
Framtaksgrunninum
frá
ÓSEMJA
Edvard Joensen
Hetta eru so grov ósann-
indi, at tey ikki kunnu
standa
ósvarað,
sigur
Høgni Hoydal í viðmerking
til tað, Bjarni Djurholm
segði við Sosialin í gjár, har
hann førdi fam, at Høgni
Hoydal á landsstýrisfundi
hevði biðið Bjarna Djur-
holm koyra nevndina í
Framtaksgrunninum frá.
Høgni Hoydal sigur, at
Landsstýrið er ikki kunnað
um broytingar í nevndini í
Framtaksgrunninum, sum
má metast at vera ein tann
týdningarmesta nevndin í
Føroyum.
– Eg hvørki havi ella ætli
at leggja meg út í arbeiðið
hjá Framtaksgrunninum. At
løgmaður er kunnaður, ger
als ikki arbeiðið hjá lands-
stýrismanninum meira trú-
verdugt, sigur hann.
Hann sigur, at tann regla
er galdandi í landsstýrin-
um, at kunnað verður um
setanir av nevndum -ikki tí
at landsstýrið skal taka
støðu, men tí at landsstýrið
skal verða kunnað um
grundgevingar og manna-
gongdir i ymsu málunum.
Tá ein landsstýrismaður
sleingir slík ósannindir út,
sum Bjarni Djurholm kom
við í gjár, bendir alt á, at
hann als ikki skilur, hvør
uppgávan hjá honum er - og
at hann ger sínar gerðir upp
eftir berum partapolitikki,
sigur varaløgmaður.
Høgni Hoydal sigur, at
tann stóri trupulleikin í
hesum máli er, at lands-
stýrismaðurin við vinnu-
málum leggur seg politiskt
út í arbeiðið hjá eini nevnd,
sum skal virka eftir fak-
ligum og handilsligum kri-
terium. Tá er stórur vandi
fyri, at partapolitisk atlit
aftur vera avgerandi í før-
oyskum vinnnulívi, heldur
enn handilslig og vinnulig
atlit.
Tað er skyldan hjá lands-
stýrismanninum, tá hann
setur nevndir, at hann hevur
greiðar fakligar innstill-
ingar og sakligar metingar
frá embætisverkinum, sum
grundgeva fyri valinum. Og
ikki, at hann er ónøgdur av
partapolitiskum orsøkum.
Hetta málið bendir á, at
landsstýrismaðurin roynir
at blanda seg uppí nakað,
sum hann skal halda seg
frá, sigur Høgni Hoydal
varaløgmaður í viðmerking
til Bjarna Djurholm.
Ósannindi av grovasta slag
Orðini hjá Bjarna Djurholm
eru so grov ósannindi, at tey
kunnu ikki standa ósvarað,
sigur Høgni Hoydal
Tað eru ávís nøvn,
sum ganga aftur í
feløgum og sam-
tøkum, og eru at
síggja í samband við
tað, sum hendir í og
kring Framtaks-
grunnin í løtuni. Ein
felagsnevnari er
grannskoðaravirkið,
sum nýggi formað-
urin í Framtaks-
grunninum arbeiðir
hjá
ANALYSA
Edvard Joensen
Líka síðan kreppan í fiski-
vinnuni byrjaði, hava verið
royndir gjørdar at keypa
ymsu flakavirkini í land-
inum. Framtaksgrunnurin
gjørdist úrslitið, og Føroya
Fiskavirking aftur eitt úrslit
av honum.
Men longu tá vóru aðrir
bólkar, sum arbeiddu við at
fáa hendur á virkjunum. Og
tá hugt verður afur at
hesum, eru ávísir felags-
nevnarar, sum ganga aftur.
Eisini í tí, sum hendir í
dag, eru somu felagsnevn-
arar uppi aftur. Ein er advo-
katvirkið í Fr. Petersens-
gøtu í Havn, og ein annar er
grannskoðaravirkið Ras-
mussen og Weihe.
Keldur, sum eru innalaga
í tí, sum nú hendir, siga fyri
Sosialinum, at grundaður
gruni er um, at ávís reið-
aravirki í Eysturoynni eru
partar av tí spæli, sum
hevur verið og enn er.
Nevnd verða serliga trý
reiðaravirki,
sum
hava
áhuga í at keypa partar av
samtakinum Føroya Fiska-
virking.
Hesi trý virkini, sum
nevnd verða, eru Snara-
løkur, Beta og Sjóborg,
sum hava tilsamans 16 trol-
arar, ið allir hava støð í
Runavík.
Somu feløg hava tikið
seg sama við sølufelagnum
Fofish, sum skal selja
fiskin hjá hesum 16 trol-
arunum, feløgini eiga.
Felags fyri øll hesi feløg
er, at advokatar teirra ar-
beiða hjá advokatvirkinum
í Fr. Petersensgøtu. Hjá
tveimum reiðaríum um-
framt
sølufelagnum
er
Grannskoðaravirkið Ras-
mussen og Weihe grann-
skoðari.
Serliga er tað eitt navn,
sum gongur aftur í øllum
hesum feløgum, og er tað
advokaturin Niels Winther
Poulsen, sum mikudagin
varð valdur formaður í
nevndini fyri Framtaks-
grunnin.
Tá flakavirkið Lynfrost
fór á húsaganga undir
kreppuni,
varð
Niels
Winther Poulsen settur
kurator. Stjóri í Lynfrost í
hesum tíðarskeiðnum varð
Jónsvein Knudsen, sum í
dag er reiðari á fleiri av
skipunum, sum Lynfrost tá
átti. Í dag undir felagnum
Snaraløki.
Samstarvsfelagi
hjá
Snaraløki í sølusamtakin-
um, sum selur gjøgnum
Fofish er millum annað
reiðaríið Beta, har sami
Niels Winther Poulsen er
advokatur.
Hin
samtarvsfelagin,
Sjóborg, hevur eisini advo-
kat frá sama advokatfelag,
nevniliga Magnus Petersen.
Hjá nýggja sølufelagnum
Fofish eitur advokaturin
Niels Winther Poulsen, og
grannskoðari er Rasmussen
og Weihe.
Hóast bæði stjórin í Sjó-
borg og stjórin í Snaraløki
siga heilt greitt, at teir ikki
hava nakrar ítøkiligar ætl-
anir um at keypa virki
burtur úr Fiskavirking, eru
aðrar góðar keldur hjá
blaðnum, sum siga, at
grund er til at halda, at tað
er júst tað, sum arbeitt
verður við.
Stjórin í Beta er burtur-
staddur, og tað eydnaðist
ikki at fáa orð á hann,
áðrenn blaðið fór til prent-
ingar.
Jónsvein Knudsen, stjóri
í Snaraløki, sigur við So-
sialin, at hann er kunnugur
um aðrar partar, sum vilja
keypa partar av ognum
Framtaksgrunsins, nevni-
liga Fiskasøluna.
Samstundis eru kreftir,
sum arbeiða fyri at leggja
Fiskasøluna og Fiskavirk
ing saman. Grundin her
skal vera, at Fiskasølan er
ov lítið verd einsamøll, og
at eini tvey fiskavirki
høvdu munað væl uppií.
Hesi virki verða søgd at
vera virkini við Skálafjørð-
in, tey bæði fyrrverandi
Lynfrost og Nykur.
Hóast
partarnir,
sum
sagdir verða at standa aftan
fyri hesar ætlanir, staðiliga
avsanna, at nakað er í
hesum, benda upplýsingar,
blaðið liggur inni við, greitt
á, at ikki rýkur heilt av ong-
um brandi.
Víst verður til tagnar-
skyldu bæði í Framtaks-
grunninum og Vinnumála-
stýrinum. Men í báðum
støðum verður tó váttað, at
ymsir fyrispurningar hava
verið.
Nýggi nevndarformað-
urin í Framtaksgrunninum
hevur heilt greitt áhugamál
í fleiri av feløgunum, sum
hava verið uppi í ymsum
ætlanum og fyrispurning-
um í samband við keyp av
ognum hjá Framtaksgrunn-
inum.
Keldur hjá Sosialinum
vísa á, at grund er til at
halda, at valið av nevndar-
limum í Framtaksgrunnin-
um ikki stendur í vegin fyri,
at landsstýrismaðurin við
vinnumálum
fær
framt
politiska vilja sín við at
selja burtur av ognunum
hjá grunninum.
Afturvendandi felagsnevnarar
Nýggi nevndarformaðurin í Framtaksgruninum er at finna
sum advokatur hjá fleiri feløgum, sum hava potentiellan
áhuga í at keypa ognir hjá Framtaksgrunninum
Í mikudagssosial-
inum stóð at lesa um
ein føroyskan gifti-
ring, sum løgreglan í
Esbjerg hevði fingið
hendur á. Lýst varð
eftir eigaranum, og
longu dagin eftir
ringdi ringaánarin á
Sosialin
BURTURMIST/FUNNIÐ
Ingrid Bjarnastein
Tey møttust niðri á Skarv í
Keypmannahavn fyri júst
20 árum síðani. Mourentsa
og Manbjørn. Hon er ættað
úr Havn og hann úr Sølda-
firði, og um hesa tíðina ar-
beiddi hon á Skipafelagn-
um í Danmark og um viku-
skiftini vaskaði hon á
Skarv.
Henda dagin í apríl, beint
tá Skarv skuldi lata upp,
sótu Mourentsa og ein vin-
kona og hvíldu seg eftir at
hava gjørt reint. Tá koma
nakrir mans inn, og millum
teir er Manbjørn, sum sam-
an við nøkrum vinmonnum
hevur verið sunnanfyri og
ferðast.
Mourentsa
og
Manbjørn fella í prát, og
góð tvey ár seinni giftast
tey í Gøtu kirkju. Tann 7.
september 1984, júst sum
stóð í ringinum.
Ringurin vekk
Manbjørn og Mourentsa
eiga trý børn. Tá hon lá á
føðideildini um mánaðar-
skiftið mars/apríl í 1985
eftir at hava átt sítt næsta
barn, misti hon ringin vekk.
– Eg lá á føðideildini, og
so skuldi eg út at tosa í tele-
fon, greiðir Mourentsa frá.
– Meðan eg var við barn,
var eg hovnað so mikið, at
eg fekk ikki havt ringin á,
so hevði tikið hann av, og
hongt hann í eina gullketu,
sum eg hevði um hálsin.
Men hesa ketuna hevði eg
ikki um hálsin tá eg svav,
og tí lá hon, við ringinum, á
náttborðinum við síðuna av
songini. Tá eg so kom aftur
eftir at hava tosað í telefon,
vóru ketan og ringurin
vekk. Sjúkrasystrarnar á
deildini hjálptu mær at
leita, vit endavendu song-
ini, leitaðu allastaðni, men
ketan og ringurin vóru
vekk, so hetta var eg sjálv-
andi kedd av. Tað varð
eisini leitað á vaskarínum,
og eg var fleiri ferðir aftur á
deildini og fregnaðist, um
ringurin nú kanska var
komin afturíaftur. Og av tí,
at eg lá einsamøll inni á
stovuni, so var ongin, sum
kundi siga mær, hvør hevði
verið inni har, meðan eg var
og tosaði í telefon.
Men so var ikki. Ringur-
in var burtur. Mourentsa
var eisini á politistøðini
fleiri ferðir fyri at vita um
nakar var komin við ringin-
um har. Men ongin ringur.
Tó ikki so, Mourentsa fór
ikki tómhent aftur av føði-
deildini. Við sær hevði hon
sonin, sum seinasta leygar-
dag fylti 17 ár.
Gav upp
Eftir fleiri vitjanir bæði á
føðideildina og politistøð-
ina gav Mourentsa upp at
leita eftir súmbolinum uppá
giftarmálið millum hana og
Manbjørn.
– Eg var sjálvandi kedd
av, at ringurin varð vekk,
men tað var ikki nógv at
gera. Men eitt lítið ár aft-
aná, meðan vit vóru stødd
til eina brúðarvígslu í
Vesturkirkjuni,
fiskaði
Manbjørn ein nýggjan ring
upp úr lummanum, so tað
var sjálvandi eisini romant-
iskt í sær sjálvum. So eg
havi ikki gingið uttan ring
tey seinastu seytjan árini.
– Tað, sum eg haldi er so
løgið er, at tað eru júst 17 ár
síðani at ringurin hvarv, og
at hann nú er funnin. Hetta
hevði eg als ikki væntað.
Funnin aftur
Týsdagin á middegi ringdi
telefonin á løgreglugarð-
inum í Havn. Løgreglan í
Esbjerg var komin fram á
ein giftiring, sum teir hildu
onkur føroyingur átti. Teir
vóru komnir fram á ringin í
eini rannsókn heima hjá
eini danskari kvinnu, sum
varð mistonkt fyri fola-
brotsverk (hæleri). Har
funnu teir alskyns prýðis-
lutir, og føroyski giftiring-
urin var tann einasti teir
veruliga kundu identifis-
erað.
– Løgreglan í Esbjerg
sigur, at teir hava eina
rúgvu av ringum liggjandi,
sum teir ikki finna eigaran
til, men av tí, at "Man-
bjørn" stóð í ringinum
hildu teir, at hetta helst
mundi vera føroyskt. Teir
høvdu tó misskilt tað eitt
sindur, tí í ringinum stóð
"Tín Manbjørn", og hildu
teir, at Manbjørn var eftir-
navnið og tín fornavnið,
greiðir Andras Poulsen á
politistøðini í Havn frá.
– Vit hava onga hóming
av, hvussu ringurin kann
vera endaður í Esbjerg,
men løgreglan har niðri
heldur, at danska kvinnan
hevur keypt ringin frá onkr-
um misnýtara fyri ein bí-
ligan penga. Ringurin hev-
ur uttan iva skift hendur
nakrar ferðir áðrenn hann
endaði so langt vekk, sigur
Andras.
Tey, Sosialurin hevur
tosað við, halda øll, at hetta
er ein sera stuttlig hending,
og eisini løgreglan í Es-
bjerg hevur víst áhuga fyri
málinum. Teir hava biðið
løgregluna í Havn um eitt
eintak av greinini í Sosi-
alinum, sum teir so sleppa
at síggja. Ein løgreglumað-
ur í Esbjerg er giftur við
føroyskari kvinnu, og hon
er so sett at umseta fyri
teimum.
Men fegnast av øllum
munnu Manbjørn og Mour-
entsa vera.
– Tá Manbjørn kom heim
týsdagin sá eg, at hann
hevði eitt so løgið smíl,
fortelur Mourentsa flenn-
andi. – Hann hevur Sosialin
í hondini, og vísir mær so,
hvat í har stendur. Men tá
hevði eg longu frætt um
tað.
Løgreglan
í
Esbjerg
sendir ringin til Havnar, og
har kann Mourentsa fara
eftir honum fyrsta dagin.
– Eg vænti, at eg taki
tann gamla ringin á. Tað er
hóast alt ikki tað sama at
ganga við hinum ringinum,
so eg haldi, at eg eigi, at
taka tann gamla á, sigur
Mourentsa, sum er rættiliga
bilsin yvir gongdina við
ringinum, at enda.
Misti ringin á føðideildini
Mourentsa í Grund í Syðrugøtu átti ringin, sum løgreglan í Esbjerg fann í eini húsarannsókn um vikuskiftið
Mynd: Jens Kristian
C
M
Y
K
9
8