Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 64 - 5. apríl 2002 Nr. 64 - 5. apríl 2002 11 Jan Danielsen Bygdaráðslimur í Nes kommunu (og ikki upp- stillaður til løgtingsvalið) Ja, tað ræður um at tekkjast veljarunum, nú tað stundar til løgtingsval. Í Sosialinum hin 26. mars hevur Súni í Hjøllum, formaður í teknisku nevnd hjá Nes kommunu grein um at Nes kommuna er í stórari menning og at ætlanir eru um at gera fleiri íløgur í havnalagið. Súni vísir í grein síni á nógv av tí, sum er hent á havnalagnum seinastu ár- ini, og á ætlanir, sum kommunan hevur í fram- tíðini. Alt hetta er sjálvandi at frøðast um. Eisini sigur Súni, at Nes kommuna hevur stívliga 3 milliónir krónur at arbeiða við á havnalagnum í ár. Rætt er tað. Men á almenna bygda- ráðsfundinum hin 11. mars í ár, mæltu vit í fíggjar- nevndini bygdaráðnum til at flyta óbrúkta íløgu frá 2001 uppá kr. 1.180.000 til at brúka á havnalagnum í ár. Hesum atkvøddi øll tekniska nevnd við Súna í Hjøllum á odda ímóti. Tilmælið bleiv tó samtykt, men ikki við stuðli úr teknisku nevnd. Fíggjarnevndin mælti eisini til at vekta íløgur á havnalagnum í ár við 50%, soleiðis sum avtala er gjørd um millum Føroya Lands- stýrið og Kommunufeløg- ini. Á henda hátt kundu vit koma uppá eina samlaða íløgu á havnalagnum uppá stívliga 3 milliónir krónur. Eisini hesum tilmæli at- kvøddi Súni í Hjøllum ímóti. Hetta tilmælið bleiv tó eisini samtykt. Um áhugi er fyri tí, ber til at fara inn á kommunuskrivstovuna at lesa úr gerðabókini frá fundinum. Jú, rætt er at Nes kommuna hevur stívliga 3 milliónir krónur tøkar til íløgur á havnalagnum í ár, men tað er altso ikki við stuðli frá Súna í Hjøllum at upphæddin er komin so langt upp, tí avsettar vóru upprunaliga bert 400.000 krónur. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Eitt ber til at staðfesta eftir valframløguna mikudagin: Sambandaflokkurin hevur ikki tær stóru hugsjónirnar - visjónirnar - nú undan valinum. Hann setir sær ikki ítøki- lig mál at fremja. Uttan at byggja út landssjúkrahúsið, hvat tó er eitt gott mál. Hugsjónir! Tær eru kanska ikki neyðugur, halda oddafólkini í Sambandsflokkinum. Føroyingar vita jú, hvat Sambandið stendur fyri. Tað var annars við spenningi, at bíðað varð eftir val- skránni hjá Sambandsflokkinum. Flokkurin hevur sitið í andstøðu í fýra ár, og summir av framherjunum í flokk- inum, hava verið rættiliga markantir. Fyrispurningarnir hava verið nógvir, og uppskotini hava verið rættiliga mong. Men løgið nokk, hetta sæst ikki so væl aftur í valskránni. Floksformaðurin sigur í einum viðtali, at flokkurin vil ikki lova ov nógv. Hann vil kanna fíggjarligu støðuna, og síð- ani síggja, hvat er møguligt og ikki. Gamaní. Men velj- ararnir vilja gjarna hava at vita, hvat flokkarnir vilja og hvørji boð, flokkarnir hava upp á at loysa mongu av trupulleikunum í samfelagnum. Men her vóru eingi boð. Somuleiðis vilja veljararnir eisini hava at vita, hvussu ætlaninar skulu fíggjast. Nakað kann kanska fíggjast innan fyri karmin í fíggjarlógini. Men tað veldst alt um, hvussu árið í ár fer at vignast. Verður aftur í ár stórt avlop á fíggjarlógini, so er møguleiki at útbyggja á fleiri økjum uttan at hækka skatta- ella avgjaldstrýstið. Javnaðarflokkrin hevur t.d. mælt til ikki at økja skattin, men hevur hinvegin mælt til, at okkurt arbeiðsmarkn- aðargjald verður hækkað at fíggja øktar pensjónir við. Hvat heldur Sambandsflokkurin t.d. um tað, nú flokkurin bara hevur boð um samstarv við Javnaðarflokkin. Hesir flokkarnir hava tað til felags, at teir vilja vera ver- andi innan karmin í ríkisfelagsskapinum, hóast Javn- aðarflokkurin er sinnaður fyri øktum sjálvstýri og einum sjálvberandi búskapi sum frálíður. Sjálvt um Sam- bandsflokkurin hevur tosað um eitt nýskipanaruppskot, so er tað líkasum kódnað í berum "sambandi". Tað er líka- sum at Sambandsflokkurin bæði vil leggja avstand til Javnaðarflokkin og samtíðis nærkast honum. Øðrumegin vil man vera einasti mótpolurin til Tjóðveldið, og tá vil man vera tað gamla sambandið, meðan man hinumegin - fyri at kvetta brýr og fyri at kunna sleppa í samgongu við Javnaðarflokkin roynir at leggja seg nærri at hansara ríkisfelagspolitikki. Vil Sambandsflokkurin bara status quo, er spurningurin, um grundarlag er fyri samstarvi millum teir báðar flokk- arnar eftir løgtingvalið um 25 dagar, tí Javnaðarflokkurin, sum slóðaði fyri øllum politiskum orðaskifti um økt sjálvstýri nú eftir kreppuna, má eisini slóða fyri eini víðgongdari skipan, sum tað hóast alt skuldi verið meiriluti fyri í føroyska fólkinum. Sambandsflokkurin hevur fingið góða undirtøku í seinastu veljarakanningunum. Líkt er til, at fólk heldur velja samband enn greiðar og ítøkiligar ætlanir fyri at útbyggja vælferðarsamfelagið Føroyar. Ella, sum onkur segði, Sambandsflokkurin hevur ikki nógv "upp á hjarta". Fyri Javnaðarflokkin er avgerandi at fáa fólk at skilja, at hvørki samband ella fullveldi er nøkur gongd leið. Tørvur er á eini stigmenning - eini hóvligari men miðvísari leið fram móti størri sjálvbjargni og sjálvsræði. DAGSINS MEINING Sosialurin Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Lítið "upp á hjarta" VIÐMERKINGAR Viðmerking til grein hjá Súna í Hjøllum Vegna Lærarafelag Handilsskúlans Fritleif Henriksen Samráðingarnar millum Lærarafelag Handilsskúl- ans og fíggjarmálastýrið um ein føroyskan sáttmála eru slitnaðar. Einki løgið er í tí, at samráðingar slitna – tað hevur veirð reglan ehldur enn undantakið hesi sein- astu árini. Kortini er tað eitt mál, sum er sera løgið. Málið gongur aftur til 1988, tá ið blokkstuðulin kemur. Mill- um 1988 og 1992 setir mentamálastýrið 13 lærarar í starv á Handilsskúlanum. Í setanarskrivinum gevur mentamálastýrið teimum rætt til eftirløn, sum ar- beiðsgevarin hevur skyldu at syrgja fyri. Í 1998 váttar samráðing- arleiðarin hjá fíggjarmála- stýrinum munnliga, at hesa skyldu hevur arbeiðsgev- arin forsømt, at fíggjar- málastýrið hevur skyldu til at veita hesum lærarum tilsagnarpensión, og at hetta var eitt mál fyri fíggj- armálastýrið at avgreiða. Hetta kundi gerast við eini løgtingslóg. Tá ið Læararfelag Hand- ilsskúlans biður um eina skrivliga váttan, er svarið nei. Í 1999 hálsar fíggjar- málastýrið um og krevur, at Lærarafelag Handilsskúl- ans skal gera ein sáttmála við fíggjarmálastýrið fyrst, áðrenn teir 13 lærararnir kunnu fáa nakra eftirløn. Hvat mistak hava hesir 13 samfelagsborgarar gjørt? Teir søktu starv á Føroya Handilsskúla í tíðarskeiðnum 1988 – 1992. Teir fingu síni set- anarskriv og hava trúliga og ábyrgdarfult røkt sínar skyldur hesi árini í teirri føstu trúgv, at arbeiðsgev- arin eisini helt sínar skyld- ur. Hví tekur so fíggjarmála- ráðharrin hesar 13 borgarar sum gíslar? Jú! Fyri 2 árum síðani gjørdi fíggjarmálastýrið ein sáttmála við Yrkisfelagið og Felagið fyri Sjómans- skúlalærarar og Maskin- skúlalærarar. Í hesum sátt- málum góvu hesi feløgini tilsøgn um at arbeiða við nýggjum arbeiðstíðarregl- um, og miðað varð ímóti at seta tær í verk í august 2002. Nú semja ikki fæst í lag um hesar nýggju arbeiðs- tíðarreglur, so skal Lærara- felag Handilsskúlans brúk- ast sum jarnbrot, og tað hava smaráðingarfólkini hjá fíggjarmálastýrinum heldur ikki dult fyri. Tí er Lærarafelag Hand- ilsskúlans møtt við ulti- mativum krøvum um høv- uðsavtalu, nýggjar arbeiðs- tíðarreglur og ongum – ella lægri lønarhækkingum enn hini feløgini á arbeiðs- marknaðinum. Lærarfelag Handilsskúl- an hevur heldur ikki frá umboð mentamálastýrisins í samráðnevnd fíggjarmála- stýrisins fingið aðrar á- bendingar enn, at menta- málastýrið tekur undir við hesum ódámliga framferð- arhátti fíggjarmálastýrisins. Vit kunnu staðfesta, at 13 fullkomiliga ósek fólk skulu bøta fyri hetta, og tað er sera álvarsamt. Hetta eru ófrættakend boð at fáa frá landsins myndugleikum, sum áttu at havt rættvísi og virðing fyri landsins borgarum í sínum skjaldramerki. Lærarafelag Handilsskúl- ans metir hetta sum valds- misnýtslu, og embætis- førsla fíggjarmálaráðharr- ans eigur at verða kannað og eigur eisini at fáa av- leiðingar, um niðurstøðan er tann sama, sum Lærara- felag Handilsskúlans er komin til. Lærarafelag Handilsskúlans átalar embætisførslu fíggjarmálaráðharrans VALGREINAR Kreppan Joen Peter Petersen, valevni Sanbansfloksins í Sandoyar valdømi Nú vilja vit altíð líta aftur um bak, tá ið vali stendur fyri durun, og fortelja hvør gjørdi skeivt og hvør hevði rætt. Men hyggja vit eftir kreppuni sum var fyrst í 90-unum, siggja vit hvussu við- kvæmt okkara einstátta lívsgrundalag er um vit ikki ansa eftir. Hvar var “RÍKISFEL- A G S S K A P U R I N ” spyrja loysingarfólk, kanska í KOLTRI ella á DÍMUN, nei hann var, her men teir politsku mynduleikanir vóru for sløvir til at samskifta við ríkisstjørnuna. Danskir politsku myndugleikar settu jú treytir fyri, at hjálpa tí sundursorlaða búskap- inum sjálvandi, og hetta kom sum ein skelkur fyri føroyingar, men man kan siga at hetta var ein forsmakkur uppá eina búskaparkreppu í einum føroyskum full- veldi. Avleiðingar fyri okkara livilíkindi, per- sónliga frælsi og væl- ferð vóru ræðandi. Bankakervi og húsa- marknaðurin rapa, ovur- honds stórt arbeiðsloysi og fólkaflyting, lønar- niðurskurur, útbygging og viðlíkahald av okkara vælferðasamfelag verð- ur stegða, o.s.fr. Á mongum økjum er enn ikki vunni innafturtað, sum vit mistu í krepp- uni. Men Sambandsflokk- urin vil naka heilt anna fyri at henda kreppan ikki tekur seg uppaftur, sambandsflokkuri vil varveita ríkisfelagsskap- in, og hava eitt tætt knýti við ríkisstjørnina, og harvið kunna endur- nýggja heimastýrislóg- ina í felag og ikki bara humpa avsta sum sein- asta samgonga hevur gjørt, har ta hevur veri klandur í fýra ár og skilsmissan verur nú 30. apríl tíbetur. Og við at líta frameftir skal sambansflokkurin ígongd við at fáa eitt enn betri vælfersamfelag, við at gera alt tað sum hevur ligi á láni tey seinastu 10-12 árini, og ta sum vit hava bundu okkum til at gera tey næstu komandi árini. Tað ber val til hjá sit- andi samgonguni at reypa um at vit eiga ognir uppá 2 milliardir, og at tær kunnu bera eitt fullveldi, og at vit kunna minka heildarveitingina í risalopum, ta kann skjótt vísa seg at vera ein stokkutur hiti.Vit eru bundin at so nógvum, at kiksar okkurt í búskap- inum, merkir man tað onkra arðastaðni, tí av- lop landskassans í lands- bankanum, eru jú grunda av okkara út- flutningsvinnu, hægstu heildarveiting nakrantíð, afturhildnar pensjónir, og lágar lønir gjøgnum nógv ár, førsømdar út- byggjingar, m.a. á eldra- økinum, heilsiøkinum. Tí kann einkomandi samgonga neyvan rokna við eins góðum útliti fyri okkara útflutnings- vinnu, heildarveitingin er jú minka við 366. millónum krónum, pen- sjónir og lønir eru hækk- aðar uppundir valið o.s.fr. so at verandi fíggjarlóg kemur at geva eitt hall, tá ið útlitini fyri aling og rækjuvinnu og luvíst botnfiski eru iva- som. Ein komandi sam- gonga skal taka hædd fyri øllum hesum. Ta verður tí av stórum týdn- ingi, at ansa væl eftir, og at neyðugar prioritering- ar verða gjørdar, so at vit ikki enda í somu grøv, sum í seinru helvt av 80- inum. Farið tí á val og velji ein tryggan Sambands- flokk inn løgting. Sam- bandsflokkurin vil ikki hava somu kreppu sum vit vóru í 90-unum. Birgir Mohr Valevni Javnaðarfloksins á Sandi Arbeiðið til allar hendur – tað er treytin fyri trivnaði! Tá tosa verður um økis- politik ella útoyggjapolitik, so er høvuðsfyritreytin fyri trivnaði, at lønt arbeiði er til allar vinnuførar hendur. Nakrir gyllin í jørð føða ongan, men er ein góð hjálp til húsarhaldið, um ein hevur tíð, umstøður og hug til at arbeiða jørðina. Av sær sjálvum gevur jørðin líti og einki. Hettar upplivdu vit, ikki minst, her í Sandoynni undir kreppuni. Fyrst tá vit fyngu Sandoyar-ætlanina setta í verk, og virkisfólk fóru undir at opna flaka- virkini aftur, tá kom lív í av nýggjum – tá fingu tey flestu lønandi arbeiði aftur. Tá kom trivnaður aftur millum fólk. Tað er tí sera umráðandi, at fiskavirkini á Sandi og í Skopun koma at halda áfram, og fáa bestu um- støður at virka undir. Talan er um arbeiðspláss til meira enn 100 fólk, og møguleik- ar fyri bátar og skip í Sandoyar-økinum at landa her á heimplássinum. Hesi arbeiðspláss hava, saman við skipum og bát- um, økt munandi um skattainntøkurnar hjá kommununum her, og tíðningurin av hesum arbeiðsplássum kann ikki metast nóg høgt. Hetta skapti Sandoyar- ætlanin hjá Føroya Løg- tingi. Hesar almennu 3 mill. kr. hava fyri føroyska samfelagið forrenta seg aftur nógvar ferðir, og eru enn eitt dømi um, at almen hjálp – tá privata fyritaks- semi ikki røkkur - eisini til vinnuligt endamál kann vera sera skilagóð hjálp. Í Skálavík er komið eitt fiskavirki. Eitt líti virki til eina lítla bygd, sum kundi – kemur tað at fáa viðvind – givið arbeiðið til øll tey fólk, sum ídag ikki eru bundin at øðrum vinnum, ikki minst til konufólkini har búgva. Sum skilst í bløðunum, so hevur byrjanin verið tung, sum ikki einaferð – "Aller anfang ist svehr". Men virkið eigur at fáa hjálp, so ella so, tí arbeiðs- plássini á hesum virki kunnu koma Skálavík og skálvíkingum sera væl við í framtíðini. Eisini eigur at verða út- vega hjálp til Skálavíkar havn, so bátahylurin kann verjast, nú grótkastið hevur verið fyri ágangi av tíðar- innar tonn, veðri og vindi. Tey trí nevndu fiskavirk- ini vera høvuðs-arbeiðs- pláss okkara í Sandoyar- økinum í framtíðini, og eiga tey tí at fáa bestu karmar at virka undir. Sitandi samgonga hevur arbeitt við uppskotum til nýggjar jarðarlógir. Sind at siga, hesi hava verið nakað at reypa av, og er tí heldur eingin semja fyngin um at fremja hesu uppskot til lóg. Tó eitt er neyðugt fyri landbúnaðarvinnuna – og her verður serliga hugsa um festigarðarnar, sum vera riknir vinnuliga – tað er, at ein saneringsskipan verður fingin til vega fyri teir fíggjarligu niðurundir komu garðarnar. Eisini er neyðugt, at nútímansgerða reglurnar fyri festibøndur- nar, í samband við eftirløn- arviðurskiftið, bústaðarvið- urskiftið og ognarviður- skiftið, til amboð og bygn- ingar. Men at "selja" ella "for- era" nøkrum almennu jørð- ina, tað loysir als ikki trup- ulleikarnar fyri kongsbønd- urnar og/ella vinnuna - tvørtur ímóti. At ognartaka og/ella tvangsgjøgnumføra skipan- ir fyri privatu jørðina, tað e einki endamál, so leingi vit hava mjólkakvotur og, partvíst, liva av studningi í verandi landbúnaðarvinnu. Fyribils er tað nóg stórur biti, at fáa skil á almennu gørðunum – kongsjørðini. Ó ðalsjørðin krevur ikki almennan studning. Ein nevnd arbeiðir við møguleikum fyri at menna búsetanina í útoyggjum. Vónandi kemur nevndin til ta niðurstøðu, at neyðugt er at fáa sett á stovn virksemi, ið kann geva fólki støðugt lønt arbeiðið – tað er høv- uðstreytin fyri, at fólk støðast ídag – eingin kann halda hús uttan at hava lønt arbeiði árið runt. Arbeiðið til allar vinnu- førar, allastaðni í landi okkara. Tað er eitt mál, ið Javnaðarflokkurin vil virka fram ímóti. Arbeiði til allar hendur, hevur altíð verið eitt aðal- mál hjá tí Føroyska Javnað- arflokkinum, í tøttum sam- starvi við fakfelagsrørsl- una. Veljið JAVNAÐAR- FLOKKIN! Niklái Petersen valevni tjóðveldisfloksins í Norðurstreymi Nú løgmaður, Annfinn Kallsberg, hevur útskrivað nýval at verða týsdagin tann 30. apríl 2002, eru val- evnini farin at brynja seg við øllum valvápnum, ið finnast. Sitandi samgonga verður av andstøðuni skýrd fyri bæði líkt og ólíkt. Tað er ikki tað ting, ið sitandi samgonga ikki hevur gjørt galið, hóast allir føroyingar vita, hvussu nógv støðan er broytt til tað betra seinastu fýra árini. Sjálvt um samgongan ikki altíð hevur verið samd, so er kortini nógv komið av skafti. Rom varð ikki bygdur eftir einum degi, og soleiðis er eisini her, tað liggur nógv á láni. Tjóðveldisflokkurin hev- ur umsitið fíggjarmál sein- astu fýra árini, og skal Karstin Hansen, sum ovasti mynduleiki, hava stóra tøkk uppiborna fyri, at hava staði stinnur, hóast ágang- urin hevur verið øgiligur. Slíkt krevur rygg. Sitandi samgonga hevur fingið skil á fíggjarviður- skiftunum í tí føroyska samfelagnum, tað er lykilin fyri at fara víðari at loysa onnur mál. Vit hava t.d. ongan tjóð- arrokniskap havt fyrr enn nú. Her kann nevnast, at um eitt vanligt partafelag ikki letur rokniskap inn hvørt einasta ár í seinasta lagi í august mánaði, so verður partafelagi lýst á tvang. Hjá afturhaldinum má og skal alt ljós í landsuðri liggja, hví tað er so, er ilt at vita, helst er tað sjúkan - politiskt letið - sum spøkir. Nei, vit mega loysa okkara viðurskiftir sjálvi eftir okkara egna leisti, tað krevur áræði og ábyrgd, og ikki politiskt letið. Føroyingar gloyma ikki so skjótt. Hvør minnist ikki teir báðar sambandshøvd- ingarnir Edmund Joensen og Jóannes Eidisgaard, hvussu teir klandraðust, tá teir sótu í samgongu sam- an, hesin seinni gekk helst tá sum nú við einum løg- manni í búkinum, men kastaði burtur og samgong- an teirra millum slitnaði. Hvør minnist ikki páska- halguna fyri júst fýra árum síðani, tá oyrarbakkamað- urin sat fornermaður norð- uri í sundalagnum og skriv- aði út nýval mitt í einum valskeiði. Hesir bjóða seg nú aftur fram at loysa øll viðurskifti í føroyska samfelagnum, hvør hevur álit á slíkum monnum??? Nú fýra ár seinni gongur javnaðarhøvdingin aftur fullur uppundir hendur, tað má hava verið ein tungur burður at gingið við hesi fýra árini, tiltikið er sum hjá fíli. Javnaðarflokkurin vil menna øll øki í Føroyum! Hví skal alt ljós í landsuðri liggja??? C M Y K 11 10