fríggjadagur 5. apríl 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 64 - 5. apríl 2002
Nr. 64 - 5. apríl 2002
13
VALGREINAR
Vinnulívið í fremstu røð
Absalon Matras,
valevni
Sambandsfloksins
Í grein 3 í stevnuskrá
S a m b a n d s f l o k s i n s
stendur m.a., at flokkur-
in arbeiðir fyri, at ein-
hvør vinna sum hevur
gróðrarlíkindi
her
á
landi, fær best møgulig-
ar umstøður at virka
undir.
Um vit skulu hava
framburð og trivna her á
landi, fyri ikki at tala um
størri sjálvstýri, so er
tað alneyðugt, at allar
góðar kreftir virka fyri,
at vit fáa eitt fjølbroytt
og sterkt vinnulív. Her
vil Sambandsflokkurin
leggja alla orku í at
skapa so góðar karmar
sum gjørligt, til frama
fyri øll, sum virka í
vinnulívinum.
Leirvíksfjørður
Tað hevur sera stóran
týdning fyri vinnulívið,
at ferðasambandið er
gott. Nógv hevur verið
skrivað og tosað um
sambandið um Leirvíks-
fjørð, sum als ikki hevur
verið nøktandi seinastu
árini. Fiskaflutningur og
annar flutningur verður
seinkaður í tímar, og
heldur ikki kann bjóðast
ferðandi, at skula vassa í
evju úr treilarum og last-
vognum
umborð
á
Dúgvuni.
Trupuleikin
verður
sjálvsagt loystur, tá ið
undirsjóastunnilin
er
komin, men vinnulívið
kann ikki bíða, og tí má
ein loysn finnast sum
skjótast.
Kalsoyarfjørður.
Ein onnur farleið er sigl-
ingin um Kallsoyarfjørð.
Nú eru mong ár síðan, at
vegasamband varð gjørt
til allar bygdir í oynni,
og var hetta eitt stórt
framstig. Men ein undr-
ast á, at enn er eingin
ferjulega komin, og
ferðasambandið er út av
lagi vánaligt. Møguleik-
arnir hjá vinnulívinum
og trivnaðurin hjá fólk-
inum í Kallsoynni átti at
verði nógv betri.
Eg hoyri, at Barskor
nú skal skifta motor.
Allur bæti bøtir, men eg
haldi, at fólkið í Kalls-
oynni hevur annað uppi-
borið. Neyðugt er við
einum betri og størri
skipi til hesa farleiðina.
Tað hevði kanska verið
vert at roynt, um Sam
varð nýtiligur til hesa
sigling, sum ein fyribil
loysn, til ferjulegan er
gjørd og ein hóskandi
ferja fingin til vega.
Sam kundi, um so var,
eisini hjálpt Dúgvuni
við flutninginum um
Leirvíksfjørð.
Tunnlarnir
Eisini vil eg nevna
tunnlarnar
millum
Klaksvík og Hvanna-
sund. Teir eru als ikki
tíðarhóskandi longur. Tá
ein sjálvur er bussførari,
so veit ein, hvussu trup-
ult tað er at koyra ígjøg-
num. Tað eru bert fáir
cm. til takið kemur
uppundir, og teir størstu
bussarnir sleppa als ikki
ígjøgnum. Hetta er til
ampa fyri ferðavinnuna
og aðrar vinnur norðan-
fyri.
Tað kostar
At gera karmarnar hjá
vinnulívinum so góðar
sum gjørligt, kostar væl
av peningi í fyrstu at-
løðu, men sum frá líður
fáa vit henda pening
aftur í ríkiligt mát.
Loysingaflokkarnir
kunnu ikki gera nógv
við hesi viðurskifti í
komandi
árum.
Hjá
teimum er tað niðurlað-
ingin av blokkinum,
sum liggur fremst í
huga. Teir gera tingini í
øvugtari raðfylgju, og
hetta førir við sær, at
peningur fer at resta í
allar staðir í samfelagn-
um.
Sambandsflokkurin
raðfestir vinnulívið í
fremstu røð og fer at
syrgja fyri, at einhvør
vinna, sum hevur gróðr-
arlíkindi her á landi, fær
best møguligar umstøð-
ur at virka undir.
Hendrik Thomsen
Valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Fráfarandi samgonga hevði
sett sær fyri at koma við
einari nýggari eftirlønar-
skipan, sum skuldi vera ein
persónlig uppsparing. Teir
gjørdu fleiri royndir, men
komu ikki á mál. Semja var
sum vera man heldur ikki
millum samgonguflokkar-
nar um, hvussu hetta skuldi
fremjast. Fakfeløg og fólk
flest tóku heldur ikki undir
við hesum uppskotum.
Men nú Javnaðarflokkur-
in væntandi kemur í sam-
gongu eftir valið, skal hetta
málið loysast. Fólkapen-
sjónin skal økjast bæði við
at hækka upphæddina og
við at prístalsregulera allar
pensjónir. Samhaldsfasti
eftirlønargrunnurin
skal
styrkjast, bæði við at
stovnsfæ grunnsins verður
munandi økt, og við at inn-
gjaldið frá arbeiðsgevarum
og løntakarum verður økt
úr 1/2 upp í 2%. Ein slík
øking skal mótvigast við
samsvarandi
lækking
í
skattinum.
Við fólkapensjónini og
samhaldsfasta skulu stakir
pensjonistar koma upp á
10.000 kr og pensjonista-
hjún upp á 16.000 kr. um
mánaðin. Hesar upphæddir
verða øktar við árligari
rentutilskriving úr Sam-
haldsfasta.
Tey fakfeløgini, sum
vegna limirnar samráðast
við arbeiðsgevararnar um
eftirlønarrættindi teirra, og
hvørs inngjøld fara til P/F
Føroya Lívstrygging, skulu
fáa ávirkan á hetta felag í
einum tíðarskeiði, meðan
arbeitt verður við málinum
um, hvussu ognarætturin til
felagið verður staðfestur á
ein hátt, har tann, ið rindar
og eigur virðið í felagnum
fær sína náttúrliga ávirkan
og avgerðarrætt.
Hetta verður eitt av
greiðu málum Javnarfloks-
ins at krevja í einum kom-
andi samgonguskjali til
tingingarnar eftir valið.
Samstundis
skal
við
nýggjari lóg um eftirlønar-
grunnar gerast møguligt
hjá øllum løntakarafeløg-
um at skipa egnar eftirløn-
aruppsparingar fyri limir-
nar, so sum orka og vilji
teirra er. Hetta kann best
fremjast við at fólk, ið hava
áhuga fyri hesum málum,
fáa beinleiðis ávirkan á
komandi løgting.
Tí er ein atkvøða til eitt
av
javnaðarumboðunum
besta trygd fyri virðilig
ellisár og ein landsbúðskap,
ið hvílur á nógvum herðum
í náttúrligari javnvág og
nøgdsemi millum manna.
Súsanna Dam
Valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymi
Her eri eg aftur við nøkrum
vælvaldum og heilt ópart-
ískum tíðindum:
Tíðindi:
Danskarar ganga so lítið í
kirkju, at bispurin XXY
heldur, at teir skjótt mugu
stongja eini 70 kirkjur.
Uttanlandsskuldin
hjá
Danmark er hækkað nógvar
milliardir seinastu árini.
Íslendski
professarin
YXX er so góður við
okkum, at hann bæði hevur
hildið skeið í fólkateljing
og givið okkum íslendskar
manntalslistar at grannska,
so at vit kunnu menna okk-
um eins og Ísland.
Høgni hevur sagt, at
ongantíð áður er so nógvur
peningur brúktur til ellis-
og røktarheim, sum hetta
valskeiðið. Høgni sigur
eisini, at tann, ið ikki er
samdur, er ósamdur.
Veðurtíðindi:
Stormur og kavarok av
landsynningi,
sum
um
nakað annað var vætandi
haðani.
Ítróttartíðindi:
Høgna’sa fólk vunnu stór-
sigur, mótstøðuliðið fekk
ikki meira enn 3/4 av
málunum.
Næsta sending eitur:
Hvat Høgni heldur, at øll
eiga at vera samd um. Aft-
aná senda vit so:
Øll eru samd við Høgna.
Endað verður við send-
ingini: Høgni greiðir frá, at
øll eru samd, summi vita
bara ikki av tí.
Sjeyarin:
verður um hví Høgni hevur
rætt, Høgni svarar spurn-
ingum og allir lurtarar, sum
halda
sum
hann,
er
vælkomnir at ringja og
luttaka í felagskórinum.
Hetta var alt í dag, farvæl
og havið tað nú so gott.
Finnleif Guttesen
Valevni Sambandsfloksins,
Tvøroyri
Tú skalt bert gjalda 1500
krónur, um tú hevur hug til
at síggja sendingarnar frá
SVF
Tey, sum fegin vilja
síggja tað, sum SVF send-
ur, skulu kunna keypa eitt
kort og kassa frá SVF fyri
tær 1500 krónurnar sum
SVF-gjaldið er. Harvið fáa
tey møguleikan at hyggja
eftir øllum tí, sum SVF
sendur.
Tey, sum ikki hava hug at
hyggja eftir sendingunum,
sum SVF sendir, kunnu lata
verða við at keypa kort og
kassa frá SVF fyri 1500
krónur.
Við hesum uppskoti og
við at avtaka lógina um
SVF gjald, verður tað sjálv-
boði um tú vilt gjalda
sjónvarpsgjald ella ikki.
Kann tað verða ein-
faldari?
Nú skal pensjónsmálið loysast
Frælsisvarp Føroya, góðan dag
Sjónvarpsgjaldið – avtakið lógina nú!!!
Kjarnin í samfelagnum
Rógvi Borðoy
valevni Fólkafloksins í
Eysturoy
Ásannast má, at familj-
an er staðið, har vit øll
verða formað. Men hó-
ast stóru uppgávuna fær
heimið ikki altíð fyrsta-
plássið í einari familju,
tí bæði foreldrini eru
noydd at hava fulltíðar-
starv fyri at kunna liva.
Eisini er lóggevingin
so, at tað loysir seg ikki
peningaliga at vera gift-
ur, og tí velja mong fólk
at liva saman ógift, og
hetta vil Fólkaflokkurin
arbeiða fyri í komandi
valskeiði.
Fólkaflokkurin vil:
1. at hjún við einari inn-
tøku fáa dupultan botn-
frádrátt
2. at foreldur skula
kunna velja, um børnini
verða ansað heima ella á
stovni
3. hækka barnafrá-
dráttin
4. at gjald fyri ansing
eigur at fylgja barninum
heldur enn stovninum
5. at bygging av stovn-
um fer fram í tann mun
ráðini eru til tað
6. virka fyri menning
av barnsburðargrunni á
privata arbeiðsmarknað-
inum
7. virka fyri at part-
tíðarstørv gerðast alsamt
vanligari
á
arbeiðs-
marknaðinum
Fólkaflokkurin arbeiðir
eisini fyri at ansingar-
politikkurin kemur so
nær at borgaranum sum
gjørligt, og tí skula
kommunurnar umsita og
fíggja
barnaansingar-
stovnunum í tann mun
tað er gjørligt.
VALGREINAR
MVG’ið skal burtur
Olav Enomoto,
Valevni
Sambandsflokksins í
Norðurstreymoy
Mvg rakar pensionistar,
láginntøku og barnaríku
familjurnar harðast. Tí
skulu neyðsynjarvørur
sum mjólk, breyð og
medisin frítakast.
Mvg er nakað, sum
fólk flest ilskast inn á,
og rætt hava tey. Fólka-
flokkurin
av
øllum
flokkum var fortalari og
innførari
av
hesum
tvangsgjaldi.
Nakrar
vørur og tænastur eru
frítiknar fyri mvg, og av
teimum kunnu nevnast
bøkur. Alt gott um tað,
men tað eru fleiri vørur,
ið eisini áttu at verið
mvg-fríar.
Børn og bíligari mjólk
Tað er syndarligt at
síggja og hoyra um, at
foreldur heldur geva
børnunum sodavatn og
aðrar søtar drykkir ístað-
in fyri mjólk, ið teimum
tørvar í vakstrarárunum.
Foreldur eiga ikki at
kunna hava sum undan-
førslu, at mjólkin er ov
dýr. Eg vil heldur vera
við til at minka um
prísin á mjólkini við at
taka mvg’ið burtur.
Eldri og sjúk
Tey eldru og veiku, ið
rakt eru av sjúku, hava
medisin fyri neyðini,
men nógv teirra hava
ikki pening nokk til
besta og dýrasta med-
isini, ið kann vera við til
at lekja tey. Eg vil gera
mítt til, at fólk ið hava
medisin fyri neyðini,
aftur fáa ráð til tess, við
at vit avtaka mvg’ið á
medisini.
Leila Hjørleivsdóttir
á Lofti,
valevni Fólkafloksins
Við samskipan, tvørfak-
ligum samarbeiði og nýtslu
av verandi hølum ber til at
nøkta viðgerðartørvin hjá
rørslutarnaðum fyri rími-
ligan kostnað.
Hevði tvey hjartamál til
valið ‘98. Annað, Barns-
burðargrunnurin, er veru-
leiki í dag. Men hitt,at
nøktað viðgerðartørvin hjá
teimum rørslutarnaðu, er
onga leið komið.
Og tó hevur Tórshavnar
kommuna hevur sett skjøtil
á við Tjarnargarði.
Hesuferð kom viðgerðar-
tørvurin við í valskránna
hjá fólkaflokkinum (s.25).
Koma vit í samgongu eftir
valið, skal mín ávirkan ikki
liggja eftir fyri at fáa tað í
samgonguskjalið.
Ì mínum arbeiði í Føroyum
síðani 1988 síggjast dag-
liga prógv fyri, at talan er
um stóran trupulleika bæði
hjá vaksnum rørslutarnað-
um og børnum (eisini
hvussu trupult tað er hjá
teimum, sum brúka koyri-
stól, at koma til mítt ar-
beiðspláss ).
Tað eru longu fleiri ár
síðan, eg fyrstu ferð í SvF
vísti á tørvin á rehabilit-
eringseindum.
Foreldur
stríðast, men hvat nyttar
tað, tá tey onga lóg hava í
hondini at vísa á?
Tað er meiri enn harmi-
ligt, at fólk noyðast av
landinum at fáa venjingar,
vit lætt kundu gjørt her.
Fólkatingið samtykti í
fjør tvær nýggjar lógir um
“genoptræning”,
sum
áleggja amtum og komm-
unum at fáa í gongd nøkt-
andi, samskipaða rehabilit-
ering.
Sum fylgja av hesum
lógum
fara
í
heyst
MASTER-útbúgvingar
í
gongd innan rehabilitering.
Vit eru komin til stein-
setingina: Fyrireika lógir,
lagaðar til føroysk viður-
skifti.
Eg havi hildið uppá, at
uppvenjinarøkið ikki nýtist
at vera dýrt.Vit hava sjúkra-
hús, ítróttarhallir, hølir á
røktarheimum, klinikkir og
heilsumiðstøðir runt um í
landinum, so neyvan er
tørvur á stórum íløgum.
Fíggjarlógin í ár verður
brutto uml. 3,4 mia kr.
Almannaverkið kostar 1,2
og heilsuverkið 0,5 mia kr,
tils. útivið helvt av allari
fíggjarlógini.
Hesa 1.600 mio kr skulu
so tey 16000 føroysku
húsarhaldini gjalda.
Í meðal rindar sostatt
hvørt húsarhald í ár 70.000
kr til almannaverkið og
30.000 til heilsuverkið(íalt
100.000 kr pr húski í meðal
til hesi endamál).
Kortini klaga fólk um, at
tey fáa ikki nyttu fyri allan
henda pening.
Samskipan og tvørfakligt
samstarv eru lyklaorðini,
um meira skal fáast burtur
úr hvørjari krónu, vit
gjalda.
Tað gongur eisini sum
ein reyður tráður gjøgnum
álitini um sernámsfrøði og
stuðulsskipanina.
Okkum vantar ein yvir-
orðnaðan
heilsupolitikk,
sum má orðast í næstu
tingsetu.
Hvat nyttar tað, at vit
brúka nógvan pening fyri at
fáa eitt menniskja at yvir-
liva, og síðan, at vit ikki
lata tað liva at virðiligt lív ?
Siga vit A, mugu vit
eisini siga B.
Tað vil Fólkaflokkurin
gera.
Marjus Dam,
løgtingsmaður
Sambandsfloksins
Tað er sera harmiligt at
síggja, at Fólkaflokkurin
nú, eftir at hava bygt 0 (les:
onki)
røktarheimspláss
seinastu 4 árini, nú í val-
kampinum er fari at byggja
sera óført. Men tað skal
vera bíligt, verður lagt
afturat. Um viljin til at
byggja hesi pláss verður
líka stórur komandi 4 árini
sum seinastu 4 árini, so er
ikki nógv at bíða eftir.
Sambandsflokkurin vil
byggja ellis og røktar-
heimspláss, ið eru egnaði
til tey eldru. Ídag vita vit, at
mong sambýlir eru góð, tá
fólk eru væl fyri, men tey
eru ikki egnaði til enda-
málið, tá fólk gerast røktar-
sjúklingar. Og júst tað er
trupulleikin hjá mongum
sambýli ídag.
Eisini vita vit, at mong av
teimum eldru mugu hava
møguleikan at gera eitt-
hvørt ítriv, ímeðan tey eru á
einum slíkum heimi. Júst
møguleikin fyri hesum
ítrivum er á teimum “dýru”
ellisheimunum, ið Fólka-
flokkurin ikki vil hava, tí
tey kosta ov nógv. Vit
kundu útbygt og hækka
normeringina til júst ítrivið,
so eldri fólk úttanífra eisini
fingu møguleika at koma
til heimini um dagin. Vit
hava bæði nógvar og stórar
møguleikar.
Tað er neyðugt at hava í
huga, at eitt ellis og røktar-
heim hevur kvalitet at
bjóða teimum, ið búgva á
heimunum. Tí annars verð-
ur ikki livandi, hvørki hjá
teimum í skulu búgva har,
ella teimum í skulu arbeiða
har.
Latið okkum fáa góð ellis
og røktarheim - eisini um
tey eru dýr.
Tað skuldi Fólkaflokkur-
in
hugsa
um,
áðrenn
ríkisveitingin,
í
villum
loysingarrúsi, var skerd.
Loysingin hevur oyðilagt
nógv í hesum landi.
Um núsitandi samgonga
hevði havt gjørt tað, hon
var vald at gera, so høvdu
fleiri elli og røktarheim sæð
dagsins ljós seinastu 4
árini. Men alt fólkið varð
gloymt orsaka av loysing-
ini. Og eftir onki at hava
gjørt - so skulu teir nú
byggja - bíligt.
Um teir sleppa framat aftur,
so eri eg bangin fyri, at teir
aftur fara at at loysa - og
kostnaðurin fyri ellis og
røktarheimsbygging kom-
andi 4 árini verður aftur
sera bílig - nevniliga 0,00
kr fyri 0 (onki) pláss.
Tað má ikki henda.
Tí X fyri Sambands-
flokkinum
Sólja Fríða
Jóanisdóttir,
valevni Fólkafloksins í
Suðurstreymi
Anðstøðuflokkanir koyra
ræðuherferð um, at før-
oyski búskapurin er yvir-
upphitaður, og at hall
verður á fíggjarlógini fyri
2002.
Grundsjónarmið Fólka-
floksins er, at landshúsar-
haldið skal grundast á
føroyska framleiðslu.
Virðini, ið verða fram-
leidd í landinum eru grund-
støðið undir landshúsar-
haldinum. Tí er tað at so
stórur munur er á sam-
bandsflokkunum
(Sam-
bands- og Javnaðarflokkin-
um) og á Fólkaflokkinum.
Vit meina, at tað ber til at
húsast við tí, ið vit sjálvi
virka her á landi og vit
vilja, at landshúsarhaldið
skal grundast á føroyska
framleiðslu,
ímeðan
sambandsflokkarnir halda
at einki ber til uttan við
vælvild frá Danmark. Teir
vilja grunda landshúsar-
haldið á inntøku frá dønum,
og teir brúka allan sín mátt
at sáa mistreystið niður í
fólk okkara.
Nú
koyra
sambands-
flokkanir í felag ræðuher-
ferðir um, at búskapurin er
yvirupphitaður,
men
sjálvandi uttan at vísa á
nøkur alternativ, - tað er
sera lætt, men eisini sera
ábyrgdarleyst, - men tað er
teimum so líkt.
Hvussu fara allir pengarnir til almanna- og heilsumál
Ellis og Røktarheim
Landshúsarhaldið grundast á føroyska framleiðslu
C
M
Y
K
13
12