Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 14 Nr. 64 - 5. apríl 2002 VALGREINAR Barnaskúlarnir afturúrsigldir Gerhard Lognberg Valevni Javnaðarfloksins í Sanoynni Eitt mál er, sum er ógvuliga misjavnt fyri, í heila tikið yvir allar Føroyar. Tað eru barnaskúlarnir. Hetta kann vælsaktans ikki verða rætt, tí tað eru børnini, sum tað rakar, og fáa børnini ikki tað barlast, sum tey hava rætt til at fáa, so kemur tað til síðst at raka alt sam- felagið. Nógvir skúlar eru ógvu- liga gamlir, eisini eru teir smáir, so tað er avmarkað, hvat ið kann gerast á slíkum skúlum. Nýggjar skúlalógir verða samtyktar. Síðan koma ordrarnir at hetta og hatta skal setast í gongd, men eingin spyr, um kommun- urnar eru klárar at takað ímóti. Met tað skulu nú skúla- mynduleikarnir ikki gera, tí teir vilja, at børnini skulu fáa nakað burturúr. Men nógvar kommunur klára ikki at fylgja við. Í okkara føri máttu vit út at leiga hølir frá ungmannafelag- num "Samljóð" nakrar tímar, fyri at nøkta tørvin. Men tað, sum eg vil koma inn á, tað er, at smáar kommunur hava lítlan møguleika at byggja nýggj- ar skúlar og rinda 100%. Og at hava skúlar úti á teimum smáu plássunum, má verða eitt ófrávíkiligt krav. So mín avgjørda meining er, at løgtingið aftur má seta pening av á fíggj- arlógini, so landið kann gjalda 50% av nýbygging. Tað má verða áhugin hjá okkum øllum, at børnini fáa so góðan skúlagang sum gjørligt. Tí tað eru tey, sum taka við leiðslu av okkara samfelag. Mær sýnist, sum skúl- arnir eru sleptir upp á fjall. Børnini eru okkara framtíð. Latið okkum minnast til tað. Sverre Midjord Valevni Javnaðarfloksins í Suðuroy Sambært ta íløguætlan, sum henda fráfarandi sam- gonga hevur lagt fra, verður tað seinur dagur áðrenn ferðsluviðurskiftini í Suð- uroy kom á hædd við norð- anfjørðs, har alt ber til. Meðan hildið verður aftur í Suðuroy, rulla milliónirnar, ja ikki avgreiddar uppgávur sum Bjarni Djurholm ikki vildi leggja fram, tað tók Løgmaður úr hondum hansara, tí tað viðvíkti undirsjóartunnli í hansara øki. Jú, her rulla milliónirnar, eingin spyr hvar pengarnir skulu koma frá, her verða fíggjarligar ábygdir lagdar á tey komandi landastýrir, men eru pengar til alt tað, sum teir ætlað norðan- fjørðs, so eru eisini pengar at betra um viðurskiftini í SUÐUROY. Lat meg beinanvegin siga, at eg fari ikki at góð- kenna hesar ella nakrar ætlanir uttan at eisini verð- ur hugt at hvat kann gerast í SUÐUROY. Okkara viður- skifti skulu javnstillast við tað, sum verður framt aðrar staðir á landi, tað verður eitt krav at hesi viðurskifti verða framd. Tað er gott at bøtt verður um vegin í Tjaldavík, hann er bygdur í 1958, men at betra um vegin er ikki loysnin, berghol skal gerast bæði ímillum Øravík og Hov og ímillum Øravík og Fámjin og hesi arbeiði skulu helst byrja ongantíð ov skjótt og helst soleiðis, at grótið kann brúkast til ta ætlaðu ferguleguna sum skal gerast í Øravíkarlíð, tað er ein almenn fergulega í sambandi við at nýggi SMYRIL verður settur í sigling. Vegaverkið í Suðuroy er í ringum standi, tí er tað neyðugt bæði við breiðkan av vegnum og at gera berg- hol, tí ferðslan bæði suður- og norðureftir er stór hvønn dag. Skúlanæmingar koyra til skúlan í Vági, arbeiðs- fólk koyra bæði til Vágs og til Tvøroyrar og meðan eg eri við at umrøða berghol, so er ikki at gloyma berg- holini bæði í norðaru helvt, sum ikki bara skulu um- vælast, men gerast meira brúkilig, tey lúka ikki tey krøv, sum sett verða í dag, bæði ferðslan og bilarnir eru størri enn tá tey vórðu tikin í brúk. Tann ætlan, sum verandi samgonga hevur lagt úr hondum má og skal end- urskoðast soleiðis at okkara áhugamál verða framd og ikki sum nú, sett so aft- arliga, at tey helst verða gloymd, um ikki skifti kem- ur í Tinganesi. Sum umboð fyri SUÐ- UROY, við tykkara stuðli, fari eg at fremja tiltøk, sum gagna øllum sum búgva og virka í SUÐUROY. Eina trygga ferðslu til og frá arbeiðsplássinum. Annfinn Brekkstein valevni sambands- flokksins í Suður- streymoy Sambandsflokkurin er ein frísinnaður flokkur, sum arbeiðir fyri størst møguligum frælsi hjá tí einstaka borgaranum. Flokkurin stríðist ímóti øllum, sum ber brá av formyndarí, bureau- krati og ómynduggerð- ing. Bert við at lata borg- aran í størst møguligan mun ráða yvir egnum viðurskiftum kann ábyrgdarkenlsan stimbr- ast, samstundist sum borgarin verður eggjað- ur til at fremja nøkur avrik, sær sjálvum og øllum samfelagnum til fyrimunar. Heini O. Heinesen Løgtingsmaður og framsøgumaður í fiskivinnumálum Fiskivinnupolitikkur Tjóð- veldisfloksins tekur støði í tí tilfeingi, sum er í før- oyskum sjógvi og í teimum fiskirættindum, sum kunnu vinnast við millumtjóða avtalum. Harafturat eiga vit at royna ótroyttar veiði- møguleikar í føroyskum eins og í altjóða sjógvi. Veiðiliðið Meginreglan í øllum veiði- politikki má vera, at okkara fiskiríkidømi, sum er okk- ara lívsgrundarlag, verður umsitið soleiðis, at tað fær loyvi at endurnýggja seg ár eftir ár og ikki verður søpl- að burtur av skilaleysari veiði, við løtuvinningi sum høvuðsendamáli. Íløgupolitikkurin í okk- ara veiðiflota hevur í flestu førum verið skeivur. Úr- slitið av hesum hevur verið, at vit hava fleiri ferðir í farnum árum niðurfiskað fiskastovnarnar undir Før- oyum. Kortini hevur hetta í flestu førum ikki rokkið til at goldið fyri stál og olju, samstundis sum einki hevur verið eftir at liva fyri. Studningur úr landskass- anum hevur so goldið restina. Samanseting veiðiflotans Øll ár vignast ikki líka. Tað er tí umráðandi, at flotin verður so væl samansettur, at hann tolir eitt ella tvey fellisár, um so skuldi verið. Hetta eru tær náttúrulóg- ir, sum øll, ið liva av fiskivinnu, noyðast at seta sær og liva undir. Men tað eru bert einstakar tjóðir, sum hava megnað hetta. Aðalmál Tjóðveldisflok- sins er, at vit troyta fiski- ríkidømi landgrunnsins so- leiðis: 1.at hetta ríkidømi verður varðveitt og umsitið sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum, 2.at royndin verður ikki størri, enn fiskastovnar- nir tola, 3.at teir fiskastovnar, sum eru ovurveiddir, verða uppafturbygdir, 4.at stødd og samanseting veiðiflotans verður lagað eftir hesum møguleikum. Tjóðveldisflokkurin hev- ur sett sær sum stavnhald í fiskivinnupolitikki sínum at halda fast um tey trolfríu økini, sum vórðu samtykt á Føroya Løgtingi, 10. mai 1993 eftir uppskoti frá Tjóðveldisflokkinum. Haraftrat eigur flokkurin at halda fast um býtið millum veiðihættirnar, sum varð gjørt í lógini um vinnnuligan fiskiskap frá 10. mars 1994, grein 28. Hesar skipanir hava roynst væl, síðan tær komu í gildi. Fiskivinnupolitikkur Tjóðveldisfloksins Einstaklingafrælsi Bergholsgerð og vegagerð í Suðuroy skulu fremjast Joen Eriksen Kain blev til af 1. Køds vilje: Slangen forførte Eva af kødets lyst. Abel blev til af 2. Mands vilje: Den 1. Adam gik i døden for sin hustru. Som et forbillede på Kristus som døde for menigheden. Jesus blev til af 3. GUDS VILJE: De blev ikke født af blod, ej heller af køds vilje, ej heller af mands vilje, men af Gud. Denne tredje fødsel er det som Jesus siger til Nikodemus når han siger “du MÅ fødes på ny.” Uden denne fødsel er det umuligt at se Gud. Det kødelige Israel var et advarende eksempel. Den 2. død findes og det er den som de er et advarende eksempel imod. Det åndelige Israel op- deler også menneskene i 2 grupper. De troende og de ikke troende. Vi forkynder evangeliet for på den måde at købe mennesker til Gud af alle stammer, folkeslag og tungemål. Det kødelige Israel blandede det køde- lige sæd, og blev straffet for dette. Det åndelige Israel må derfor ikke blande sit evangelium sam- men med verdslige sy- stemer. Se det som et advarende eksempel. Hold dig langt væk fra den blandede sæd. Søg Guds uforfalskede ord. Du må ydmyge dig og vende om og erklære din egen vis- dom for dårskab, for at få sandheden at se. Jeg vil gerne nævne en ting til i denne forbindelse. DYRETS MÆRKE. Hvor stammer dette fra. Kain er den første som får et mærke i bibelen. Denne Kain som jo i følge skrift- erne er søn til dyret bliver da den første som bærer dette mærke. Men hvis vi ser på Guds orden i for- bindelse med slaverne, så skulle alle slaver frigives på det syvende år, og det er her at vi finder at nogle slaver hellere ville være slaver end at være frie. Disse mennesker skulle så stilles hen foran DØREN (Jesus) og skulle så blive stukket igennem øret som et TEGN eller evigt MÆRKE som betød at de aldrig igen kunne få lov at høre frigivelsesbudskabet (Evangeliets kald til frihed) igen, men de var mærket for evigt til at være træl. Du som er en syndetræl, trives du i synden eller venter du på at høre det himmelske kald om for- løsning fra syndens slaveri. Jesus er døren. Gå igennem denne dør og find livet. Du kan ikke bare komme vadende til Gud når du mener at det er tid til at vende om. Efter Guds vilje må du vende om “i dag, om du hører hans røst” Tag imod Jesu ord om frihed. Han vil forvandle dit fornedrelseslegeme til et herlighedslegeme hvis du hører hans røst og følger ham. Dyrets mærke i Åbenbaringen er et ende- ligt fysisk resultat af at de som ikke tog imod kærlig- hed til sandheden, vil til sidst i fysisk forstand, på- tage sig dyrets mærke, for derved at få lov til at købe og sælge. Vi andre, som ikke følger undrende efter dette DYR, fortabelsessøn- nen, (Søn til slangen som er fortabelsens FADER) vil da blive forfulgt og dræbt ifølge Guds ord. Dette er mit syn på Bibelen, som Gud ved åbenbaring og af nåde har ladet mig se. PS. Forhåbentlig falder dette sæd i god jord, og bærer frugt. Debat om troen på Gud. Svar til John Johannesen - framhald C M Y K 14 Frá fríggjadegi 5. apríl til hósdagin 11. apríl Stýrivolt »Myndlist í Føroyum« På sporet af den lyserøde panter Babu Babu Babu Babu Babu. Jór- un hevur brent seg og Sjúkra- bilurin kemur eftir henni. An- gela, Sú- sanna og Tórur fara at tosa eitt sindur um fyrstuhjálp. Men hvat man Olgar finna uppá? Man Angela halda tað verður nak- að stuttligt? Fres – Sjúkrabilurin Leygarkvøldið kl. 19.00 Rúsandi lýsingar og flótandi veruleiki Vánalig reklama er betri enn eingin reklama, verður tikið til. Eitt kallaðu tey upplýs- ingartíðina. Eftir øllum at døma er hon ikki komin hendaveg enn. Tá gamla rúsdrekkalógin var í gildi – til fyrst í nítiáru- num – varð nógv tosað um moral og serliga dupultmo- ral, ið skuldi vera dupult so góður. Sipað varð til, at lóg og veruleiki ikki samsvar- aðu og at lógin, ið var frá einaferð í 20’unum, ikki hoyrdi nútíðini til. Nýggj lóg er komin. Og nýggj mentan á økinum, tykist. Føroyingar drekka nú vín, sum búðu teir í suður- londum, og afturvið einum góðum bita, úti ella heima, hoyrir í dag hjá mongum ein góð fløska av víni. Skeinkiloyvini eru mong og støðini, har ein kann hugna sær við einum glasi, somuleiðis. Men enn er okkurt, ið er dupult. At flætta saman rúsandi løg og tað, ið dupult er, er ikki so óvant. Men at tað mest tvífaldaða framvegis er moralurin, fólksins lyndi og framferð, tykist greitt og prógvað í hesum døgum. Fjølmiðlar hava nevniliga lýst – nevnt við navni – hesa vøru, sum er so dupult, at tamarhald ikki fæst á henni, hugsað vit í hugmyndum og løgfrøði. Veruleikin er ótol- andi, halda mong, og leggj- ast á fløskuna. Í Føroyum er lýsingarveruleikin so ótol- andi, at fólk kenna trongd at leggjast á lýsararnar. Hví? Jú, tí hesir nevna vøruna, teir lýsa við. Tað er í lagi at siga fimmari, p-dag- ur, j-dagur, ella at servera reklamuna sum tíðindi. Øll vita, hóast dulnevnini, hvat býr aftanfyri. Stuttligt hevði verið at hoyrt aðrar lýsingar, um tær skuldu undir somu »dul- nevnislóg«: B-dagur verður í Pállsstovu í dag, har tey hepnu fáa ferð, um brikkar- nir falla rætt. Ella annað hugsað dømi: Opið er í TB- húsinum í kvøld og ikki er neyðugt at sita í frið, tí ófriðarligt verður við skip- aðum larmi av besta slag! Hvat er tað sum ger, at ávís – í sær sjálvum ósek viðurskifti – ikki skulu nevnast í lýsing, ið ikki snýr seg um annað, enn júst tað. Hví krúpa uttanum, at øl verður selt í eini barr, og siga okkurt annað. Okkurt, ið verður góðtikið, tí tað er beint við síðuna av, so tað á okkara innara ljósskermi kemur júst tað, ið er so for- boðið. Skal hetta gerast ein kapping millum lýsarar um at duga best at snúgva sær, hava besta førleikan at spæla sær við orðunum, so til ber at erta tey, ið royna at seta forðingar? Sum nú, ið eitt lystiligt stað í høvuðsstaðnum lýsir við, at próvtilfarið verður selt fyri hálvan prís, meðan sakarmálið um hetta sama fer fram. Hetta er humor í serflokki og undirstrikar lágmarkið í tilvitan okkara, ið liva undir slíkum taliban- reglum (les: reglum, ið eru ov langt úti, tápulig forboð, ið eingin heldur, men sum eingin torir at nevna — al- ment). Høvuðsyvirskriftinar hava hesa vikuna hava allar havt heitini – forbodnu fruktirnar – í innihaldinum. Tí, tað er í grundini ikki lýsarunum, tað er galið við, men moralinum og lógar- karminum, ið er líka flót- andi, sum próvtilfarið. Staðfestast kann í hvussu er, at ongantíð áður hava lýsararnir fingið so góða re- klamu, sum seinastu vikuna, tá bæði loftmiðlar og bløð hava sett lýsararnar á ovastu rók, besta lýsingarpláss, utt- an at teir rinda eina krónu fyri tað! Og harvið hava settt orð á tað, ið ikki skal nevnast. (Og hervið fingu teir eisini nakrar reglur aft- urat í hesum teigi). Samd verða vit helst ong- antíð, men gott hevði verið at fingið flótandi viðurskift- ini á pláss. Mr. Big Nógv gott og áhugavert hev- ur verið í loftmiðlunum um páskirnar. Tó er einki at ivast í, at sendingin um Bigga, Mr. Big, savnaði stóran part av fólkinum frammanfyri sjón- varpsrútin. Nógv varð eisini gjørt burturúr, til tess at vekja áhuga. Og fólk fekk eina send- ing. Og okkurt at tosa um. Hesin persónur, sum millum so mangt annað við sínum stóra virksemi sum lesara- brævskrivari, er ein almenn- ur persónur. Og ein havnarmynd. Men tað kendist tó, sum hevði sendingin ikki nakað mál í sær sjálvum. Eitt por- trett, gamaní. Men ein sat eftir við eini tómari kenslu. Hvat var endamálið? Dugi enn ikki at meta um, hvørt hetta var ein sending, sum tænti nøkrum ella um hon var høvuðspersóninum til nakran sóma. Tíans held- ur teimum, ið stóðu aftan- fyri tiltakið. Kanska hon bara skal sorna fyrst, eg veit ikki… Páskirnar eru farnar fram- við og óivað verða nýggjar søgur bryggjaðar til kom- andi tíðir, tí høgtíðirnar og haldini eru mong, tí enn er árið ungt. Og sum kunnugt, so duga fjølmiðlarnir at bryggja og koma við nýggj- um, men so sanniliga eisini at stoyta nýtt vín á gamlar fløskur og/ella øvugt… Dagfinn Olsen ummælir: Fríggjakvøldið kl. 18.30 Mánakvøldið kl. 19.00 Sunnukvøldið kl. 20.00