Sosialurinarkiv
Sosialurin 1945-02-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 1945síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 5 FØROYA SOCIAL-DEMOKRAT 5. februar 1945. MOTORAR Enskir motorar. Ruston & Hornsby Limited. Lincoln, er størsta motorfabrikk í bretska samveldinum. Teir gera motorar til øll endamál frá túsundatali av hesta kreftum og niður í 1'/; hk — dieselmaskinur til farmaskip, trolarar, fiskiskip og smærri bátar, til elektrici- tetsverk, små elektrisk anlegg (eisini liðugt samanstillað við dynamo), dekksmotorar o. m. a. Her í Feroyum eru RUSTON-maskinur í M/S >Norðfariðe, >Sigurfariðe, >Viðoye, »Medicuss og fleiri dekksbåtum. Harumframt eru fleiri RUSTON-motorar í arbeiði uppi á landi, eins og fleiri eru á veg at koma. Motorurin til tað nýggja, stóra isvirki her í Havn er ein RUSTON RUSTON hevur roynst ófera væl her í Førovum. Brit Engineering Works Limited, Bridport, ger båtamotorar og eisini moturar til steðufast brúk (dekksmotorar, elektrisk anlegg o. a.) frá 3—4 hk til »8—32 hk. Ganga við benzin og petroleum. Tað eru meir enn hålvthundrad BRIT komnir higar undir krignum og eru teir av bestu motorum. Svenskir motorar. SOLO Alt í einum, sum vidurskiftint lovva tað, kemur aftur at kunna íáast hin nógv mest eftirspurdi båtamotorurin, SOLO. — Vidmæli nýtist íkki. Summir eru upp í 20 ára gamlir og ganga enn »sum klokkuverke, Minnist til, at alla tíðina, kríggið hevur vart, hava tygum kunnað fingið fest allar tiltakslutir til SOLO frá lagrinum í Havn. Hvi? — Jú, ti SOLO hevur altíð lagt doyðin á at verið kundum sínum til vildar — eisini eftir, at motorurin var keyptur og goldin. SOLO hevur altíð haft sera stórt úrval av tiltakslutum til hampuligar prisir. JUNE-MUNKTELL er nú á døgum mest umtókti svenski motorurin til Askifar. Frammanundan krignum nýttu t. d. íslendingar henda motorin nógv mest. Tann, ið stendur í M/S »Poppy«, hevur arbeitt einastandandi væl. Fabrikkin ger bæði glødihøvds- og dieselmotorar og ber tað til løngu nú at gera keypslag um teir til fastar prísir, eins og fabrikkin, A/B Jønkøþings Motorfabrik, Jønkøping, er til reiðar at fyrireika bygging av fiskiførum við JUNE-MUNKTELL-motorum. Hugsa tygum um at keypa motor — hvat so enn er ætlanin at nýta hann til — so fáið tygum altíð fyrst og fremst tilboð frá størsta motorinnfluttningsmanni í landinum Carl Johan Bech.