Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 5. apríl 2002 27 27 Nr. 64 • fríggjadagur • 5. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Leygarkvøldið fara flogbóltsleikarar úr øllum landinum at savnast til árliga gallakvøldið, og so- leiðis seta punktum fyri nú lidna flog- bóltsárinum GALLAKVØLD Jákup Mørk Eftir at hondbólturin í farnu viku hevði sítt gallakvøld, verður tað flogbólturin, sum eigur tørn hetta viku- skiftið. Leygarkvøldið klokkan 19.30 fara yvir hálvt annað hundrað flogbóltsleikarar og onnur við tilknýti til flogbóltin at savnast uppi á Hotel Føroyum. Ivaleyst verða øll í fínasta stási, so- leiðis sum vanligt er til slík høvi, og umframt ein góðan bita, so verður ivaleyst okk- urt dansistevið roynt eisini. Nominerað Umframt hetta at øll hittast og takka hvørjum øðrum eftir eitt drúgt kappingarár, er hetta sjálvandi eisini løt- an, tá ársins leikarar av ymsum slag skulu avdúk- ast. Sjálvandi eru nógvir leik- arar, sum kunnu koma upp á tal, men fyri at økja eitt sindur um spenningin, hev- ur Flogbóltssambandið nú sagt, hvørji tey eru, sum kunnu koma upp á tal til hetta. Ikki soleiðis, at FBF hevur gjørt av, hvørji hesi eru, tí hava leikararnir kring landið sjálvir gjørt. Heldur er tað fyri at geva ein forsmakk til sjálvt kvøldið. Aðra staðni á síðuni framgongur, hvørji tey nomineraðu til heitini eru, og eftir er bara at vóna, at talan verður um eitt bæði hugnaligt og stuttligt kvøld hjá mongu flogbóltsspælar- unum leygarkvøldið. Flogbóltsgalla Ein av teimum nomineraðu til at gerast ársins leikari, er Maja Popovic úr TB. Til stuttleikar kann nevnast, at systir hennara, Maryna, í fjør vann hendan heiðurin kvinnur: Ársins áleypari Tina Jacobsen Mjølnir Helen á Lakjuni ÍF Gudrid Nolsø TB Tove Riksfjord Mjølnir Maja Popovic TB Anna Jacobsen Mjølnir Gudrid Nolsø TB Marina Popovic Dráttur Theresa Fjalsbak Fleyr Svanna Nielsen TB Sóley Philbrow ÍF Ársins blokkleikari Helen á Lakjuni ÍF Tina Jacobsen Mjølnir Annika Rasmussen ÍF Svanna Nielsen TB Sólgerð Henriksen Dráttur Àrsins verjuleikari Harriet Hammer TB Vera Larsen Mjølnir Maja Popovic TB Randi Larsen ÍF Marina Popovic Dráttur Elin Doris Dráttur Mariann Øster Mjølnir Anna Jacobsen Mjølnir Elin Doris Dam Dráttur Àrsins hevari Marjun Kalsø Mjølnir Rúna Hentze Fleyr Anne Mia Johansen TB Randi Larsen ÍF Tóra Mortensen TB Mariann Øster Fleyr Torgun Joensen Dráttur Àrsins stjørnuskot Ingunn Midjord TB Gudrid Syderbø Fleyr Kristina Jørgensen Fleyr Linda á Stongunum Mjølnir Fríða ÍF Guðrun Dimon TB Gurðli Joensen Dráttur Lív Torgarð Fleyr Lena í Buð Mjølnir Elin Doris Dam Dráttur Ársins leikari Maja Popovic TB Gudrid Nolsø TB Helen á Lakjuni ÍF Tina Jacobsen Mjølnir Marjun Kalsø Mjølnir Svanna Nielsen TB Randi Larsen ÍF Sólgerð Henriksen Dráttur Anna Jacobsen Mjølnir Marina Popvic Dráttur Árins venjari Virgar Djurhuus TB Boban Ilic ÍF Hermann Lindberg Fleyr Romica Øster TB Marjun Kalsø Mjølnir Niclas Joensen Møguligir vinnarar menn: Ársins áleypari Rúni Weihe Fram Borco Ilic SÍ Jón Nielsen SÍ Boban Ilic ÍF Trygvi H. Poulsen Mjølnir Bartal Eliasen ÍF Ársins blokkleikari Borco Ilic SÍ Kennet Neshamar ÍF Suni F. Petersen Fram Rajko Petrovic SÍ Ragnar Petersen Fram Romica Øster Fram Trygvi H. Poulsen Mjølnir Steinar Eirikstoft Fleyr Heiðrikkur Bergsson Fram Boban Ilic ÍF Rúni Weihe Fram Ársins verjuleikari Joen Petur á Stongum SÍ Jan Hentze Fleyr Rúni Weihe Fram Trygvi H. Poulsen Mjølnir Bartal Eliasen ÍF Steinar Eirikstoft Fleyr Borco Ilic SÍ Biban Ilic ÍF Ársins hevari Odd Eliasen ÍF Klæmint Isaksen Fleyr Kaj á Stongum SÍ Romica Øster Fram Bogi Isaksen Mjølnir Ársins stjørnuskot Albin Johannsen Mjølnir Dánjal vang ÍF Joen Peter á Stongum SÍ Heiðrikkur Bergsson Fram Hanus Eliasen ÍF Andrass Jógvansson Fleyr Ársins leikari Jan Hentze Fleyr Rúni Eltør Mjølnir Johannes Ejdesgaard Fleyr Trygvi H. Poulsen Mjølnir Steinar Eirikstoft Fleyr Rúni Weihe Fram Boban Ilic ÍF Jón Nielsen SÍ Borco Ilic SÍ Klæmint Isaksen Fleyr Ársins venjari Romica Øster Fram Boban Ilic ÍF Borci Ilic SÍ Jan Hentze Fleyr Møguligir vinnarar C M Y K 26 10.000 krónur ljóða helst ikki av so nógv- um, men tað hevur fingið ilt í fleiri, at ein almennur grunnur við sponsorpengum skal stuðla einum ítróttarfelag. For- maðurin í Framtaks- grunninum heldur tó einki forgjørt vera í hesum STUÐULSPENGAR Jákup Mørk Danir hava seinastu tíðina gjørt nógv burtur úr Peter Brixtofte og Farum Bold- klub, og ikki heilt uttan orsøk. Tó at tað neyvan ber til at sammeta við føroysk viðurskifti, so kemur tað tó eisini fyri her heima, at almennir grunnar onkurs- vegna stuðla privatum fe- løgum. 25 stuðlar Eitt av hesum dømum hongur uppi í HB-húsinum í Gundadali. Í durinum í HB-húsinum hongur ein skjøldur, har 25 silvurplát- ur eru viðfestar. Á silvur- plátunum eru inngrivin nøvnini á 25 einstaklingum ella fyritøkum, sum á ein serstakan hátt hava stuðlað partafelagnum, Havnar Fótbóltur. Stuðulin, sum hesi 25 – Club 25 – hava latið, er, at tey hava stuðlað rakstrinum hjá fótbóltsfelagnum við 10.000 krónum hvør. Í sjálvum sær er einki forgjørt í hesum. Ein hin týdningarmesta inntøku- keldan hjá ítróttarfeløgum er júst stuðulspeningur frá vinnulívi og feløgum ann- ars, og at hava eina slíkan »klubba« er als ikki nakað ókent fyribrigdi. Hvørki í Føroyum ella uttanlands. Tað merkisverda við skjøldrinum í HB-húsinum er, at eitt av nøvnunum, sum er inngrivið á skjøldr- inum, er »Framtaksgrunnur Føroya«, og so er spurning- urin, hvørt hetta í veru- leikanum ikki er stuðul við almennum pengum. Einki forgjørt Av ársoknskapinum hjá grunninum framgongur, at: »Endamál grunnsins er at gera íløgur í nýggjar verk- ætlanir ella í víðkað vinnu- virksemi í fyritøkum, her- undir fyritøkum, sum hava verið fyri týðandi umskipan ella skuldarumlegging. Tá hesar vísa seg at vera burð- ardyggar og søluligar, skal grunnurin selja framdar íløgur. Íløgurnar kunnu vera sum innskot av parta- peningi ella ábyrgdar láns- peningin. Ein treyt er, at ein ella fleiri peningastovnar út frá egnum kreditmetingum samstundis veita lán upp á í minsta lagi somu upphædd, og ella at aðrir gera íløgu við eginpeningi ella á- byrgdar lánspeningi við somu upphædd.« Spurningurin er so, hvørt hetta eisini gevur rúm fyri, at grunnurin á slíkan hátt kann veita sponsorpengar til ítróttarfeløg. Ikki minst, tá tað í hesum førinum kann tulkast sum saman- fallandi áhugamál, nú ein av nevndarlimunum í báð- um feløgunum er hin sami. Jens Kári Vilhelm er stjóri í Framtaksgrunnin- um, og hann heldur ikki, at nakað forgjørt er í hesum. - Hevur tað nú fingið ilt í fólk?. Tað dugi eg ikki rættuliga at síggja, hví nakað skal vera galið í hesum. Tá hetta kom, sat eg sum nevndarformaður hjá Kall, sum júst hevði gjørt sáttmála um at gerast høvuðsstuðul hjá B36. Tað var so eingin, sum fekk ilt av tí, hóast Framtaksgrunn- urin átti 38% av parta- peninginum í Kalli. HB vendi sær til okkum, og vit játtaðu so at stuðla á hend- an hátt, sigur Jens Kári, sum eisini vísur á, at grunn- urin umframt at hava latið beinleiðis stuðul til onnur tiltøk, eisini eigur onnur feløg, sum stuðla ítróttar- lívinum í landinum. Eitt nú Fiskasøluna og Fiskavirk- ing, sum bæði eru 100% ogn hjá Framtaksgrunnin- um. - Frítíðarvirksemið í Før- oyum er jú í stóran mun bygt á stuðul, og tí hava vit so einki ímóti at vera ein partur av, sigur Jens Kári Vilhelm at enda. Einki forgjørt í stuðli Tað hevur fingið ilt í summi, at Framtaksgrunnurin stuðlar HB við árligari peningaflyting, men stjórin í grunninum dugir ikki at síggja, at nakað galið er í hesum