Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 64 - 5. apríl 2002 Nr. 64 - 5. apríl 2002 25 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Meiri til gomul og veik Danska stjórnin helt mikudagin sín fyrsta fund um fíggjarlógina næsta ár. Stjórnin vil ikki siga, hvussu nógv hon ætlar at spara næsta ár, men sambært fjølmiðlunum er talan um einar tríggjar ella fýra milliardir krónur. Anders Fogh Ras- mussen, forsætisráð- harri segði aftan á fundin, at stjórnin fer at játta meiri pengar til tey gomlu, sjúku og veiku, og at meiri pengar verða til skúlaverkið, kunningartøkni og gransking. Spurdur, hvaðani pengarnir skulu koma, tá skattasteðgurin skal standa við, svaraði for- sætisráðharrin, at tann spurningin hevur stjórn- in ikki tikið støðu til enn. Nógv bendir tó á, at nakað verður spart á játt- anini til menningarhjálp, eins og gjørt er í ár. Tollsvik Norska tollvaldið hevur avdúkað, at fleiri fiska- virkir í Norðurnoregi hava sent fisk á ES- marknaðin sum russ- iskan fisk, hóast fiskurin í veruleikanum var frá norskum skipum. ES krevur 10 prosent hægri toll fyri russiskan fisk enn fyri norskan fisk. Við at svika kunnu norsku virkini seta prísin niður og harvið økja søluna, sigur norska toll- valdið, sum metir málið sera álvarssamt. Higartil hevur toll- valdið kannað viður- skiftini á trettan fiska- virkjum í Norðurno- regi, og kanningarnar vístu, at øll virkini høvdu svikað við toll reglunum. Selja postin Stjórnin í Danmark ætlar at umskipa al- menna postverkið Post Danmark til partafelag og at selja 25 prosent av partabrøvunum. Nær tað verður, er ikki greitt, men Anders Fogh Rasmussen, for- sætisráðharri hevur sagt, at ætlanin verður framd, tá tíðin er tann rætta til at fáa ein góð- an handil burturúr. Sambært einum lógar- uppskoti skal nýgja partafelagið lagast eftir galdandi lóg um parta- feløg. Úr Norðurlondum: Pápi er ikki pápi Kanningar hjá heilsu- myndugleikunum í Noregi og Svøríki hava avdúkað, at 20. hvørt barn í teimum báðum londunum veksur upp saman við einum pápa, sum í veruleikanum als ikki er pápi teirra. Bertil Lindholm, sum starvast hjá heilsu- myndugleikunum í Lin- køping í Svøríki, sigur, at fimm prosent av teimum svensku børn- unum veksa upp saman við einum manni, sum tey halda er pápi teirra, men sum kortini ikki er tað. Margrethe Steen- sen hjá heilsumyndug- leikunum í Bergen sig- ur, at hóast hetta sama ikki er prógvað í No- regi, er neyvan nakað at ivast í, at viðurskiftini eru tey somu har. Norsku heilsumynd- ugleikarnir gera á hvørjum ári umleið 1300 DNA-kanningar, tá ivi er um, hvør pápin er. Hagtølini vísa, at nógvir pápar eru als ikki pápar, tá saman um kemur. Givnir at leita Danska Tipstænastan er givin at leita eftir manninum, sum herfyri vann 9,3 milliónir krónur í Lotto-spælin- um. Tipstænastan veit, at maðurin var í einari kiosk í býarpartinum Sædding í Esbjerg við seðlinum, men tá hann ikki hevði stundir at bíða, meðan kvinnan í kioskini kannaði, um hann hevði vunnið, skuldi hann koma aftur. Tað vísti seg, at mað- urin hevði vunnið 9,3 milliónir krónur, men hann kom ongantíð aftur í kioskina. Tipstænastan og løg- reglan í Esbjerg hava síðani roynt at finna mannin, men uttan úr- slit. Hann hevur tó framvegis møguleikan at fáa pengarnar, tí teir fella ikki aftur til Tips- tænastuna fyrr enn eitt ár eftir drátttin. Kemur maðurin ikki eftir pengunum, er hetta tann størsti vinn- ingurin hjá donsku Tipstænastuni, sum ikki verður útgoldin. Russiski vápnaút- flutningurin fer at seta met í ár, siga myndugleikarnir í Moskva RUSSLAND Árni Joensen Almennu hagtølini hjá russisku myndugleikunum siga, at landið fer at selja vápn í ár fyri meiri enn 30 milliardir krónur. Tað er einar fimm milliardir meiri enn í 1996, sum er metárið higartil. Vesturlendskir hernaðar- serfrøðingar ivast kortini í tølunum. Teir halda, at tann veruligi vápnaútflutning- urin er størri, enn almennu russisku tølini vísa. Stjórin í felagnum, sum stendur fyri vápnaútflutn- inginum, Andrej Baljani- nov, segði fyrr í vikuni, at felagið er júst liðugt at samráðast við nakrar keyp- arar, og at samráðingarnar høvdu gingið væl. Hann legði afturat, at keypararnir høvdu serliga víst áhuga fyri teimum russisku loft- verjuskipanunum. India er tað landið, sum keypir flest vápn úr Russ- landi. Hildið verður, at ein triðingur av russsiska vápnaútflutninginum fer til India. Presturin í Føðikirkju Jesu Krists í Betlehem vil hava altjóða sam- felagið at fyribyrgja einum hópdrápi í kirkjuni MIÐEYSTUR Árni Joensen Fleiri hundrað ræðslu- slignir palestinar hava sein- astu dagarnar leitað sær skjól inni í kirkjuni, sum sambært kristnu kirkjuni stendur á tí staðnum í Betlehem, har Jesus varð borin í heim. Ísraelski her- menn hava kringsett kirkj- una. Fyrr í vikuni eydnaðist tað einum italskum sjón- varpsliði at sleppa inn í kirkjuna, og har hittu tey prestin Ibrahim Faltas. - Vit biðja altjóða sam- felagið, heimsins lond, bjarga okkum, segði prest- urin við italsku sjónvarps- fólkini, sum sluppu burtur úr Betlehem mikudagin. - Verður einki gjørt fyri at hjálpa okkum, er stórur vandi fyri, at vit verða álopin og myrd. Tit mugu hjálpa okkum, sigur Ibra- him Faltas, prestur á sjón- bandsupptøkuni. Ísraelski herurin sigur, at fleiri av palestinunum, sum hava leitað sær skjól í kirkjuni, eru yvirgangs- menn, men herleiðslan hev- ur kortini givið sínum her- monnum boð um ikki at leypa á. Fyrrakvøldið ljóð- aði, at samráðingar eru millum ísraelsmenn og pa- lestinararnar, sum eru inni í kirkjuni. Veksandi mótmæli Samstundis sum flestu lond í Vesturheiminum við USA og ES á odda leggja altsamt størri trýst á Ísrael og pa- lestinararnar fyri at fáa teir at steðga harðskapinum, eru studentar og onnur í teimum arabisku londunum farin at mótmæla tí, sum tey kalla ísraelska ágang- inum ímóti palestinska fólkinum. M. a. hava egypt- iskir og libanskir studentar gingið mótmælisgongu. Tað greiðasta mótmælið kom mikudagin, tá egypt- iska stjórnin boðaði frá, at hon hevur slitið alt sam- band við ísraelsku stjórn- ina, men at tað diplomat- iska sambandið kortini stendur við. Egyptaland og Jordan eru tey einastu arabisku londini, sum hava diplomatiskt samband við Ísrael. Egyptaland hevur kortini ikki havt nakran sendiharra í Tel Aviv síðani í november í 2000, tá stjórnin í Kairo gjørdi av at taka sendi- harran heim fyri at mót- mæla framferðini hjá ís- raelsku stjórnini ímóti palestinum. Russar selja vápn sum ongantíð fyrr Prestur í Betlehem stúrir fyri hópdrápi Egyptiskir studentar á lærda háskúlanum í Kairo mótmæla ísraelsku framferðini í teimum palestinsku sjálvsstýrisøkjunum. Egyptaland sleit mikudagin alt samband við ísraelsku stjórnina Mynd: Reuters Hevur tú hug at nýta summarfrítíðina til okkurt øðrvísi, so kann NordJobb í Føroyum bjóða tær arbeiði í einum av hinum Norður- londunum SUMMARARBEIÐI Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Hevur tú ikki nóg mikið av peningi til at halda summarfrítíð uttan- lands, so er hetta eingin forðing fyri dreyminum um eina uttanlandsferð. Ert tú millum 19 og 26 ár, so gevur NordJobb í Føroyum tær møguleika fyri at fara til eitt av Norðurlondunum í summarfrítíðini at arbeiða. Uppliva norðurlenska mentan Karl Birgir Isaksen, for- maður í NordJobb í Føroy- um, sigur, at endamálið við NordJobb er at styrkja um samanhaldið í Norðurlond- um. Við í samstarvnum eru Finland, Grønland, Dan- mark, Ísland, Noreg, Svø- ríki, Áland og Føroyar. – Vit ynskja at bjóða ung- um fólki undir víðari út- búgving møguleikan fyri at uppliva hini Norðurlondini og tað norðurlenska sam- starvið, umframt at vit eis- ini ynskja at norðurlenska málið verður lættari at skilja fyri øll, sigur Karl Birgir. Umframt eitt summar- arbeiði uttanlands, so skip- ar Nord Jobb eisini fyri ymsum frítíðarvirksemi, so tú kemur at kenna landið, tú arbeiður í, betur. Umframt hetta verður tú eisini ein stóran part av tíðini saman við øðrum ungum fólki, sum eisini eru við í NordJobb-samstarvin- um. – Á henda hátt uppliva tey ungu ikki bara mentan- ina í landinum, tey hitta samstundis ung fólk frá fleiri norðurlendskum londum í senn, øll við hvør síni mentan, greiðir Karl Birgir frá. Styrkja norðurlenskt samstarv Norðurlond hava í fleiri ár havt ein felags arbeiðs- marknað, sum ger, at ikki er neyðugt at søkja um ar- beiðsloyvi í hvørjum ein- støkum landi. – Hettta er ein av fyri- treytunum undir NordJobb, umframt at vit eisini vilja styrkja um tað norður- lenska samstarvið, sigur Karl Birgir. – Vit kunnu betur gera gagn av vitanini hjá hvør øðrum, um vit arbeiða tætt saman. Eitt tætt samarbeiði millum lond gevur eisini eina ríkari mentan, sam- stundis sum møguleikarnir fyri útbúgving og arbeiði gerast nógv størri. Karl Birgir leggur aftur- at, at eitt tætt samstarv gev- ur eina betri samskipan á tí altjóða pallinum. – Við eini felags dagskip- an kunnu vit verða við til at virka fyri einum friðaligum Europa, samstundis sum mentunnarlívið í hvørjum einstøkum landi gerst ríkari av einum góðum samstarvi, sigur Karl Birgir. Øll kunnu søkja – Tað einasta, vit krevja av umsøkjarnunum, er, at tey eru millum 19 og 26 ára gomul, og duga at tosa og skilja danskt, norskt og svenskt, sigur Karl Birgir. – Síðan finna vit fram til ymsar arbeiðsgevarar, sum so velja út, hvønn teir ynskja at fáa til arbeiðis. Annars sigur Karl Birgir, at arbeiðsplássini, sum NordJobb bjóðar fram, eru sera ymisk. – Í Føroyum kanst tú til dømis hjálpa einum bónda, meðan tú í Svøríki møgu- liga sleppur inn á eina el- verksmiðju. Arbeiðini spenna víða, og vit skuldu havt okkurt til øll, sigur hann. Freistin fyri at søkja um at verða við í NordJobb er sett at verða tann 1. juni. Meir kunning er at finna inni á heimasíðuni, sum er www.nordjobb.net. NordJobb í Føroyum: Ger tað møguligt at fara uttanlands at arbeiða Karl Birgir Isaksen, formaður í NordJobb í Føroyum FERÐING Vár Gaard, praktikantur Pensionistafelagið Salling, Løgstør, í Danmark bjóðar føroyskum pensionistum niður á vitjan, frá 6. august til 12. august. Tey ið koma við skulu búgva privat hjá pension- istum í Danmark, men síggjast hvønn dag. Kostn- aðurin fyri sjálvt uppihaldi í Danmark er 800,- fyri hvønn, men tey skulu gjalda ferðina millum Dan- mark og Føroyar og aftur sjálvi. Tað kunnu ikki verða meiri enn 24 og ikki minni enn 10 fólk við á túr- inum. Tað verður nógv áhuga- vert á skránni. T.d. koma tey at síggja »Gammel Est- rup Landbrugsmuseum« í Eysturjútlandi, og miku- dagin 7. august, verður far- ið við bussi til Thorse- minde í Vesturjútlandi, har tey millum annað koma at síggja eitt museum, har lutir sum eru komnir frá skipum ið eru strandaði har, verða vístir fram. Tey koma eisini at hoyra um skipið Sct. George, sum strandaði í Thorseminde í 1811. Tað var eitt brekst herskip, og har doyðu nógvir menn. Nærri upplýsningar kunnu fáast hjá Símun P. Poulsen í Fuglafirði á tlf 444191 ella fax 444191. Bjóða pensionistum til Danmarkar C M Y K 25 24 stig á fullveldisleiðini. Hugtakið frælsi er eisini tætt knýtt fullveldishug- sjónini hjá Tjóðveldis- flokkinum, og hetta fær eisini rúmd í valskránni. Aðrar flokkara hava eisini í sínum valskráum nýtt hug- takið frælsi. –Frælsi er eitt nógv mis- brúkt orð. Vit meta ikki, at frælsi er at sleppa undan nøkrum ella fáa okkurt. Frælsi er ein rættur, sum krevur av okkum ábyrgd og stríð, sigur Høgni Hoydal. Tjóðveldisflokkurin sig- ur seg ynskja eina veruliga vælferð, har Føroyar taka ábyrgd og eru búskaparliga sjálvbjargnar. –Verulig vælferð er bygd á rættin hjá øllum til at liva eitt gott lív við sjálvsvirðing í egnum landi – ikki á olmussu og heftni, skrivar Tjóðveldisflokkurin í valskránni. Tjóðveldisflokkurin ynskir framhaldan at ar- beiða fyri at seta ein bú- skapargrunn á stovn. Út- rokningar hjá Tjóðveldis- flokkinum siga, at við mettum búskaparvøkstri, so kann blokkstuðulin koma niður á 190 mió. kr. í 2006. Við teimum góðu búskaparligu tíðum og útlitum, so heldur Tjóð- veldisflokkurin, at avger- andi stig kunnu takast fyri føroyska búskapin í roynd- unum at gerast sjálvbjargin. Eisini her er talan um eitt lagnuval. Samgonga Millum tíðindafólki á tíð- indafundinum hjá Tjóð- veldisflokkinum var áhugin størstur fyri at spyrja um samkomumøguleikarnar. Hinir tríggir stóru flokkar- nir í Føroyum hava lagt fram teirra valskrá. Eingin av hinum flokkunum hevur nevnt Tjóðveldisflokkin sum fremsti møguleikin fyri samgongufelaga. Fólkaflokkurin segði í sambandi við teirra val- skrá, at teir sóu nógvar møguleikar, hóast teir áður hava givið til kennar ein stóran áhuga fyri at halda saman við sjálvstýrisfel- aganum, Tjóðveldislflokk- inum. Hvørki Tjóðveldis- flokkurin ella Sambands- flokkurin síggja nakað møguligt samstarva flokk- ana millum, hóast teir hava samstarva áður. Javnaðar- flokkurin hevur heldur ikki víst serliga stóran áhugi fyri at koma í samgongu við Tjóðveldisflokkin. Á tíðindafundinum segði Høgni Hoydal, at teir meta tað sum fortreytin fyri fullveldi, at Tjóðveldis- flokkurin kemur sterkur inn á ting. –Ynskiligt fyri flokkin hevði verið um Tjóðveld- isflokkurin kom so sterkur inn á ting, at mann ikki kundi síggja burtur frá honum í samgongumøgu- leikum. Tað tykist sum um, at hinir flokkarnir lata hurðarnar aftur fyri Tjóð- veldisflokkinum, men vit vilja fegnir lata tær upp- aftur, og vit avvísa ikki nøkrum, sigur Høgni Hoydal. Á tíðindafundinum settu fleiri síni vón til, at Javnað- arflokkurin fór at venda kós í sjálvstýrisspurningin- um, og hetta kundi verið rættiliga avgerandi fyri framtíðina. Javnaðarflokk- urin hevur boðað frá, at hann ynskir eina loysn innanfyri ríkisfelagsskapin. Annita á Fríðriksmørk helt tað í fleiri førum vera ein spurningur um tulkingar av orðum, og partarnir í veru- leikanum liggja nógv tætt- ari at hvørjum øðrum. Hóast hetta, so tóku fleiri kend valevni til orðanna um teir skeivleikar og ómøguligheitir, ið tey meta vera í valskrá Javnaðar- floksins. Lítið og einki varð tosað um Fólkaflokkin á fund- inum. Høgni Hoydal vildi ikki gera viðmerkingar til, hvørja støðu, hann helt vera ynskiliga fyri Fólkaflokkin til komandi val. Lægri skatt Tað er eitt rættiliga fyllis- mikil valskrá, ið Tjóð- veldisflokkurin hevur fyri- reikað til løgtingsvalið. Á vinnuliga økinum ynskir Tjóðveldisflokkurin at halda áfram við kósini higartil. Vinnulívið skal framhaldandi ikki stuðlast av tí almenna. Tjóðveldisflokkurin hevur eisini sett lægri inn- tøkuskatt í valskránna. Høgni Hoydal sigur seg ikki vilja fara út at lova nakað tal ella dato, men hann sigur flokkin ynskja at lætta um skattatrýstið. Grundlógartryggjað rættindi Eldrarøkt, dagsstovnar og bústaðarmøguleikar skulu vera tryggjað øllum. Tjóð- veldisflokkurin leggur í valskránni stóran dent á, at tryggja rættindi á sosiala økinum við lóggávu. Røktarheim og eldrarøkt skulu tryggjast tey næstu árini. Land og kommunur skulu virka saman um at loysa hetta. Millum annað ætlar Tjóðveldisflokkurin at seta 100 mió. í eina íløgupulju, sum kommun- ur, treytað av samstarvi, kunnu søkja um part av. –Vit halda ikki meira enn hini lova, segði á Høgni Hoydal á tíðindafundinum. Og tað er heldur ikki so lítið. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Herfyri fýltist Mannbjørn Solmunde, skipari á Tvør- oyri á, hví vit ikki gera fleiri alternativar fiski- royndir, nú meðan tíðirnar eru góðar. - Eg eri púra samdur við honum í hesum, sigur ein annar skipari á Tvøroyri, Viberg Sørensen, sum sam- an við Mannbirni gekk á odda í føroyskari garna- veiði eftir havtasku og svartkalva. Eins og Mannbjørn, heldur Viberg, at vit áttu at lagt størri dent á alter- nativar royndir, meðan tað gongur væl. - Gamalt er, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna, og soleiðis hevur tað ofta eisini verið í fiskivinnuni. Hann vísir á, at meðan alt gongur væl, verður minni hugsað um aðrar møgu- leikar enn teir, ið vit vita roynast. - Menniskjan er nú einaferð soleiðis, at vit vilja gera tað, sum vit vita loysir seg - og treyðugt tað, sum kann vera ivingarsamt, sigur Viberg. Svart rogg! Herfyri varð ikki so lítið gjørt burtur úr, at onkur bátur hevði fingið eina havtasku við svørtum roggi. - Fiskirannsóknarstovan gjørdi sínar viðmerkingar til hetta fyribrigdi, sum um hetta vóru stórtíðindi, sigur Viberg, sum annars dugir væl at taka til. Hann heldur, at er hetta tey størstu rannsóknar tíð- indini á fiskivinnuøkinum, stendur ikki væl til. Viberg eigur garnabátin, Anitu, og hann sigur, at teir hesi árini, skipið hevur verið á garna- veiði, hava fingið fleiri tons av havtasku við svørtum roggi. - Eg haldi avgjørt, at vit áttu at lagt størri dent á alternativar fiskiroyndir í góðum tíðum, enn vit gera. Hesar kundu verið kær- komnar, tá ið tað aftur fer at ganga hinvegin, sigur Vi- berg Sørensen. Steindeytt um alternat- ivar fiskiroyndir