Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 22 Nr. 64 - 5. apríl 2002 23 Fríggjadagin verður tónleikurin frá dýr- astu føroysku fløgu- útgávuni nakrantíð avdúkaður á konsert í Norðurlandahúsin- um. Brandur Enni er miðdepilin, men eitt ótal av fólki hava verið við í arbeiðnum við fløgu, sjónbanda- lagi og konsert POPPUR Eyðun Klakstein Helst dýrasta føroyska fløguprojektið nakrantíð fer av bakkastokki í Norð- urlandahúsinum fríggja- dagin. Tá verður konsert, har tónleikurin av nýggju fløguni við Brandur Enni, Waiting in the Moonlight, verður avdúkaður. Seinastu dagarnar hava tónleikarar, dansarar, sang- arar og onnur fyrireikað til- takið í Norðurlandahúsin- um, og nógv er at fáa upp á pláss, áðrenn dyrnar verða lætnar upp, og fólk boðin innar til konsertina við tón- leiki av nýggju útgávuni. Talan er um eina gjøgn- umførda fløgu við modern- aðum popptónleiki, har nógv av fremstu føroysku tónleikafólkunum hava tik- ið latið eitt ískoyti til ambitiøsu útgávuna. Óli Poulsen, Niclas Jo- hannesen, Eyðfinn Jensen, Kári Jacobsen, In-G, Karl Martin Samuelsen, James Olsen, Steintór Rasmussen, Kim Hansen, Arnfríð Lüt- zen og Pætur við Keldu eru bara nøkur av nøvnunum, sum hava havt ein fingur við í spælinum undir upp- tøkunum. Nøkur hava spælt, skriv- að ella sungið, onnur hava lagt tónleikin til rættis og skipað fyri upptøkum, og úrslitið er ein fløga við 13 sangum, sum føroyingar kunnu ogna sær um viku- skiftið. — Tað er ein rúgva av dugnaligum fólki blandað upp í hesa útgávuna, og tey hava gjørt sær stóran ómak við tónleikinum. Tað hevur havt við sær, at fløgan er vorðin forvitnislig og spennandi, heldur Steintór Rasmussen, sum samskipar útgávuna. Nýtt sjónbandalag Avdúkingin av tónleikinum verður í Norðurlandahúsin- um fríggjakvøldið klokkan 19.30. Tá fer Brandur Enni at syngja nakrar av sangun- um av fløguni, og talan verður bæði um live-fram- førslu og um framførslu saman við tónleikinum av fløguni. Eyðun Nolsøe og Pætur við Keldu fara at hita upp. Teir fara at syngja nakrar sangir saman, og helst verður nakað av Grand Prix dámi eisini sett á framførsl- una hjá Pæturi. Síðani verður pallurin latin til Brand Enni, sum fer at framføra saman við dansarum og tónleikarum. Nógv verður gjørt burtur úr framførsluni, so at tónleik- ur, sangur og dansur verða ein sterk eind. Umframt tónleikin sleppa fólk eisini at síggja eitt nýtt sjónbandalag, sum er gjørt til ein av sangunum á fløguni. Hesum sjón- bandalagi hevur Media- Music í Keypmannahavn staðið, og at tað er gjørt nógv burturúr hesum parti, kann síggjast aftur í, at sjónbandalagið kostar einar 1000 krónur fyri hvørt sekund. Sum heild er talan um eina kostnaðarmikla út- gávu, sum kostar fleiri hundrað túsund krónur. Og tað er ikki av tilvild, at nógvir pengar eru brúktir til útgávuna. — Við fløguni hava vit lagt eitt gott grundarlag fyri, at vit kunnu fara uttan- lands at bjóða Brandur og føroyskan tónleik fram. Vit halda í øllum førum, at for- arbeiðið er so gott, at nú kann okkurt henda, sigur Steintór Rasmussen. — Vit hava leingi vitað, at føroyingar eru dugnaligir sangskrivarar, tónleikarar og sangarar, sum kunnu skriva góðan tónleik, men ofta hevur haltað við inn- pakninginum. Tað hava vit roynt at bøtt um, og vit hava brúkt nógva orku til allar partar av útgávuni — eisini til fløguhúsa, sjónbandalag, dans og image. Uttanlands við tónleikinum Tónleikurin á fløguni er væl svingandi popptónleik- ur, soleiðis sum hann ljóðar á altjóða pallinum anno 2002. 11 av teimum 13 sangunum eru spildurnýgg- ir, og tað eru føroyingar, sum hava skrivað allar sangirnar. Átta sangir eru á enskum, meðan restin er á føroyskum. — Ætlanin var at byrja við, at vit bert skuldu gera tveir enskar sangir, sum vit so skuldu royna okkum við uttanlands, men seinasta summar kom ferð á, og endin var, at vit hava innspælt átta enskar sangir, sigur Steintór Rasmussen. — Tá vit hava havt kon- sertina í Norðurlandahúsin- um, sum er tann einasta á skránni í Føroyum fyribils, byrjar arbeiðið uttanlands. Brandur Enni hevur sungið nógv, síðani hann var barn. Nú kemur fyrsta fløgan, har hann er høv- uðsnavn. — Brandur hevur verið sera íðin allatíðina. Tað munnu vera fáir dreingir á hansara aldri, sum hava víst slíkt format. Hann dugir væl at syngja, hann hevur verið positivur, og so dugir hann eisini væl at verða millum fólk, sigur Steintór Rasmussen. Og fríggjakvøldið kunnu fólk fáa ein smakk av tí, sum Brandur og øll hini, sum hava verið við til at gjørt fløguna, hava at bjóða. — Tað hevur verið strævið, men eisini stuttligt at gjørt hesa fløguna, sigur Brandur Enni, sum fríggjakvøldið fyri fyrstu ferð fer at framføra sangir av nýggju útgávuni hjá sær POPPUR Eyðun Klakstein Um 10 dagar verður Brandur Enni tannáringur, men í kvøld tjóvstartar hann í leiklutinum sum ungdómstónleikari, tá hann fer at framføra sangir av nýggju poppfløguni hjá sær. Brandur Enni hevur sungið, síðani hann var barn. Hann hevur verið við á fleiri barnafløgum, men nú kemur fyrsta fløgan, har hann er høvuðsnavnið, og har tónleikurin rættiliga fer frá at vera barnatónleikur til at vera ungdómstón- leikur. — Tað hevur verið strævið, men eisini stuttligt at gjørt hesa fløguna. Tað er fantastiskt at sleppa at verða við til hetta, sigur høvuðspersónurin sjálvur, sum seinastu dagarnar hev- ur gjørt seinastu fyrireik- ingarnar til framførsluna í Norðurlandahúsinum. Spentur til konsertina 12 ára gamli Brandur Enni hevur seinastu árið gjørt upptøkur í Havn, Klaksvík og Danmark. Hann hevur verið nógv upp á fartin, og nógv vikuskiftið eru hesa tíðina brúkt til arbeiðið við fløguni. Nú er tíðin komin til, at tónleikurin leggjast fyri almenningin. — Eg eri spentur og havi eitt sindur av summarfugl- um í búkinum, men eg gleði meg at sleppa á pallin í morgin. Vit fara at gera nógv burtur úr framførsl- uni, og so vóni eg, at alt fer at eydnast, sum tað skal, sigur Brandur Enni, sum seinastu tíðina hevur merkt øktan áhuga fyri útgávuni. Konsertina við Brandur Enni verður í Norðurlanda- húsinum fríggjakvøldið kl. 19.30. Atgongumerki fáast í forsølu. Nú skal slagið standa — Hetta er spennandi Tað vóru nógv fólk til arbeiðis í Norðurlandahúsinum mikukvøldið, tá Sosialurin kom framvið. Brandur Enni gleðir seg til konsertirnar fríggjadagin. 23 22 Nr. 64 - 5. apríl 2002 Hósdagur 11. apríl Weather 18.30 HARDtalk (r) 19.00 BBC News – followed by Weather 19.30 Click Online 20.00 BBC News – followed by Weather 20.30 World Business Report 21.00 BBC News – followed by Weather 21.30 Kuwait - A Changing Nation 22.00 BBC News – followed by Weather 22.30 World Business Report (r) 22.45 Asia Today 23.00 BBC News – followed by Weather 23.30 HARDtalk (r) Eingin skrá komin 7.00 Tíðindi 7.05 Morgunlestur - David Johannesen, prestur, lesur 7.15 Barnaløtan - Jonna Fritsdóttir Mortensen og Kári Sólstein leggja til rættis 7.30 Tíðindi 7.35 Morgunrásin 8.00 Tíðindi 8.03 Morgunrásin 9.00 Tíðindi 9.04 Sjónarringurin (e) - Árni Joensen leggur til rættis 9.35 Dagsins tónar 9.50 Morgunlestur (e) - David Johannesen, prestur, lesur 10.00 Tíðindi 10.03 Fimleikaløtan 3 10.10 Tit skriva, vit spæla - Øssur Egholm leggur til rættis. 11.00 Tíðindi 11.03 Á sanganna veingjum (e) - Gunnvør Poulsen leggur til rættis 11.35 Undir døgurða 12.00 Veðurtíðindi 12.02 Middagstónleikur 12.15 Skráin og lýsingar 12.20 Tíðindini 12.40 Døgurðatónar 13.00 Tónatímin 14.00 Fimmarin (e) 15.00 Tíðindi 15.03 Nýtt og gott gamalt - Femja Petersen velur løgini 16.00 Tíðindi 16.03 Bitar úr Billboard - Rúni Jákupsson stílar fyri 17.00 Tíðindi 17.05 Í víngarðinum - Alexander Samuelsen stílar fyri 18.00 Barnaløtan (e) - Jonna Fritsdóttir Mortensen og Kári Sólstein leggja til rættis 18.25 Skráin og lýsingar 18.30 Tíðindini 19.00 Tilvera - Armgarð Arge leggur til rættis 19.30 Crescendo - Kári Olsen stílar fyri 20.30 Tá ið eg havi málað summ- arhúsið - Páll Danielsen lesur 7. part av skaldsøgu eftir Oddvør Johansen. 21.00 Tíðindi 21.05 Dagsetur - Øssur Egholm leggur til rættis 22.00 Ljóðmúrurin - Regin Egholm skipar fyri 23.00 Tíðindi 9.45 Orðið - Bíbliulestur v/ Anju Hansen 10.00 Leysaløtan (e) - Endursend- ing frá í gjár - Innsløg, prát og tónleikur - Sonne Smith og Sunneva Petersen leggja til rættis 11.00 Tónleikur 12.00 Tíðindi og kunngerðir 12.15 Tónleikur 13.00 Ynskiløtan - Heilsur frá lurtarum - Sunneva Peter- sen er vertur - Send heilsur um (www.ras2.fo) ella á fax. 359990 14.00 Lýsingar 14.05 Ynskiløtan (framhald) 15.00 Tíðindi og kunngerðir 15.15 Leysaløtan - Innsløg, prát og tónleikur - Sonne Smith og Sunneva Petersen leggja til rættis 16.00 Fótbóltsprát - John William Joensen leggur til rættis, sent verður úr Studio7 17.00 Norðlýsið - Aktuell sending úr Studio 7 í Klaksvík - John William og Oliver Joensen leggja til rættis 18.00 Tíðindi og kunngerðir 18.15 Tónleikur 19.00 Orð á leiðini (EvR) - Evni: Jeremias profetur 1:12 - Zacharias Zachariassen leggur til rættis 19.40 Tónleikur 21.00 Tíðindi og kunngerðir 21.15 Orðið (e) - Endursending frá í morgun - Bíbliulestur v/ Anju Hansen 21.30 Tónleikur 22.00 Girlzone - Undirhaldssend- ing fyri ung, Súsanna Cle- mentsen og Ruth Reinert skipa fyri. - Telefon: 359993 Fax: 359990 E- mail: girlzone@ras2.fo 0.00 Liðugt 13.00 Byrjan - Dagsskráin verður lisin 13.05 Bankabók Trúarinnar - eftir C. H. Spurgeon 13.15 Okkara dagliga breyð 13.30 Sjómanssendingin Vitin v/ Símun Hansen (e) 14.30 Barnalindin endursending frá Sunnudegnum 15.00 Horizon Star v/ Stellu Zachariassen 16.00 Tónleikur 18.00 Dagsins Orð eftir Svenning av lofti 19.00 Brot og bitar ein ørvísi tíðindasending. 20.00 Barnalindin endursending frá Sunnudegnum 20.30 Okkara dagliga breyð (e) 20.40 Møtilýsingar fyri møtir ið verða í vikuskiftinum. 20.55 Bankabók Trúarinnar - eftir C. H. Spurgeon 21.00 Bønarlinjan beinleiðis sending við gesti vertur er Jenis av Rana - Bønarevnir kunnu ringjast inn frá kl. 20.00 Tlf. 321377 og fax á nr. 321379. 0.00 uml. Dagsins Orð eftir Svenning av Lofti, Okkara Dagliga Breyð, Blandaður tónleikur, o.a. 2:00 Ein forvitnislig ferð gjøgnum Bíbliuna (e) 3.00 Blandaður tónleikur, Dagsins Orð, Okkara Dagliga Breyð, o.a. 6.00 Vit gevast 18.25 DV í kvøld 18.30 Pocahontas 9:26 19.00 Fimleikur: Stórkapping í rútmiskum fimleikiá Nabb e 20.00 Dagur og Vika 20.20 Kjak 20.50 Úr Kap til Kilimanjaro - do. ferðafrásøgn 21.20 Ally McBeal - amerikonsk røð 22.05 Krimitímin: Anna Holt 16 - svensk røð 22.50 Tann loyniligi heimurin í Lake Vostok - br. dok. film. 23.40 Liðugt 7.30 Football - Gillette Dream Team 8.00 Football - The Match of the Century 9.45 Golf - US PGA Tour - Bell South Classic 10.45 Cycling - Gent - Wevelgem 11.30 Curling - World Championships 12.30 Curling - World Championships 15.00 Cycling - Tour of the Basque Country - Live 16.30 Curling - World Championships - Live 18.30 Football - Kick in Action Special South America 19.15 Football - Gillette Dream Team 19.45 Boxing - From Oroville 21.45 Football - World Cup Stories 22.00 News - Eurosportnews Report 22.15 Football - UEFA Cup 23.15 Formula 1 - Inside Formula 23.45 Superbike - World Championship 0.15 News - Eurosportnews Report 0.30 Close 0.05 TLZ: »Old New World« 1.00 TLZ: »Natural Design Robocritters« 2.00 TLZ: »Return of the Flying Death« 2.50 TLZ: »Hollywood Science – Ice Cold in Alex« 3.00 TLZ: »Wild Moves« 3.30 TLZ: »Open Advice – Exam Success« 4.00 TLZ: »Trouble at the Top« 4.40 TLZ: »Science In Action« 5.00 TLZ: »Make French Your Business« 5.30 English Zone 6.00 The Story Makers 6.15 The Shiny Sho 6.35 Angelmouse 6.40 Playdays 7.00 Trading Places 7.30 Ready Steady Cook 8.15 House Invaders 8.45 Bargain Hunt 9.15 Battle of The Sexes in the Animal World: »Family Affairs« 9.45 Vets In Practice: »One Of The Family« 10.15 The Weakest Link 11.00 Dr. Who: »Paradise Towers« 11.30 Holiday on a Shoestring 12.00 Eastenders 12.30 Our Mutual Friend 13.30 Ready Steady Cook 14.15 Bits & Bobs 14.30 The Shiny Show 14.50 Angelmouse 14.55 Playdays 15.15 Totp Eurochart 15.45 All Creatures Great & Small: »Where Sheep may safely graze« 16.45 The Naked Chef: »Wedding Bells« 17.15 Gardeners' World 2001 17.45 The Weakest Link 18.30 Holiday Swaps: »Cornwall/France« 19.00 Eastenders 19.30 Goodness Gracious Me 20.00 Dangerfield: »Diminished Responsibility« 21.00 The Young Ones: »Flood« 21.30 Body Chemistry: »Hormonally Yours« 22.20 The Big Trip 22.40 Holiday Snaps: »Rhodes/Guernsey/Greece/ Caribbean« 23.00 Casualty 0.00 BBC News – followed by Weather 0.30 Holiday (r) 1.00 BBC News – followed by Weather 1.30 Simpson's World (r) 2.00 BBC News – followed by Weather 2.30 Asia Today (r) 2.45 World Business Report (r) 3.00 BBC News – followed by Weather 3.30 HARDtalk 4.00 BBC News – followed by Weather 4.30 World Business Report 5.00 BBC News – followed by Weather 5.30 World Business Report 6.00 BBC News – followed by Weather 6.30 World Business Report 6.45 Sport Today 7.00 BBC News – followed by Weather 7.30 Holiday (r) 8.00 BBC News – followed by Weather 8.30 HARDtalk (r) 9.00 BBC News – followed by Weather 9.30 Simpson's World (r) 10.00 BBC News – followed by Weather 10.30 Asia Today 10.45 World Business Report 11.00 BBC News – followed by Weather 11.30 HARDtalk (r) 12.00 BBC News – followed by Weather 12.30 World Business Report 12.45 Sport Today 13.00 BBC News – followed by Weather 13.30 The Car's The Star (r) 14.00 BBC News – followed by Weather 14.30 Asia Today 15.00 BBC News – followed by Weather 15.30 HARDtalk (r) 16.00 BBC News 16.15 World Business Report – followed by Weather 16.30 Talking Movies (r) 17.00 BBC News 17.30 World Business Report 17.45 Sport Today 18.00 BBC News – followed by Tilvera Samrøða við krimi- rithøvund- an Einar Petersen. Hann sigur frá ymsum honum hevur ver- ið fyri, og hvussu tað gud- dómliga gjørdist ein veru- leiki í lívi- num hjá honum. David Johannesen, prestur, lesur Sálmar og skriftstøð: Mánadagin 8. apríl: nr. 374 Um synd og skomm teg hava sprongt Róm. 6,23 nr. 369 Gakk tú fram við góðum treyst Týsdagin 9. apríl: nr. 358 Guð faðir hann verið nú verndari tín Gal. 2,20 nr. 368 Óttast ei, vak og bið Mikudagin 10. apríl: nr. 257 Arbeið, tí náttin kemur Mark. 4,27 nr. 357 Guð, tú tín akur má signa og verja Hósdagin 11. apríl: nr. 159 Guð sjálvur hevur plantað Mark. 4,29 nr. 239 Birt tú ljós í barmin nú Fríggjadagin 12. apríl: nr. 235 Halgi andi, kom tú inn Luk. 8,5 nr. 251 O, Jesus, gev títt halga orð Leygardagin 13. apríl: nr. 146 Gott sáð, ið út var sáað Luk. 8,8 Morgunlestrar 8.–13. apríl Pocahontas – 9. partur Komin fram til Haida ættarbólkin, er fagnaðurin ófør- ur. Pocahontas verður biðin um at velja sær eitt vovið teppi millum øll tey framúr vøkru, sum kvinnurnar í Haida leguni hava vovið. Aftaná fara hon og høvdingin at hyggja at totem- steyrunum. Hudada ættarbólkurin er kendur víða hvar, tí teir duga so framúr væl at telgja, og tá Pocahontas steðgar við ein pela, sum røkkur langt upp um hinar, sigur høvdingin, at júst hesin, tann vakrasti steyrin, skal ognast henni. Hóskvøldið kl. 18.30 Hóskvøldið kl. 19.00