leygardagur 6. apríl 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 65 - 6. apríl 2002
Nr. 65 - 6. apríl 2002
5
Mánadagin kemur
heimasíðan hjá
Javnstøðunevndini á
telduskíggjan í
nýggjum skapi og við
nýggjum innihaldi
við høvuðsheitinum
‘Fleiri kvinnur á Ting’
Málið er at upplýsa og
kunna heimasíðulesarar um
ójavnstøðuna í talinum av
mannligum og kvinnulig-
um løgtingslimum. M.a.
verður greitt frá, hvønn
týdning, tað hevur fyri
samfelagið, at kvinnur hava
lítla
politiska
ávirkan.
Greitt verður eisini frá
nøkrum av orsøkunum til,
at so fáa kvinnur stilla upp
og verða valdar inn á Ting.
Eins og nøkur boð uppá
møguligar loysnir á hendan
trupulleikan, verða givin.
Hví skulu fleiri kvinnur
veljast inn?
Turið Debes Hentze, for-
kvinna í Javnstøðunevndini
sigur, at tað er av týdningi,
at fleiri kvinnur verða vald-
ar á Ting, og tí hevur Javn-
støðunevndin gjørt av at
varpa ljós á hetta mál:
"Eitt vælvirkandi samfel-
ag krevur aktivar samfel-
agsborgarar, sum gera sína
ávirkan galdandi, tá rað-
festingar verða gjørdar og
avgerðir tiknar. Ikki bert
tey gomlu, sjúku og veiku
hava fyri neyðini at verða
aktivir borgarar, um tey
skulu vænta at fáa áhuga-
mál teirra rímuliga raðfest.
Eisini tey ungu mugu vísa á
sín tørv.
Og hvussu við
kvinnunum?
Umframt at tær eru bæði
ungar og gamlar, sterkar
ella veikar, so telja tær
helmingin
av
landsins
borgarum. Er tað annað enn
ein sjálvfylgja at tær, júst tí
tær eru kvinnur oftast rað-
festa øðrvísi enn menninir?
Kann samfelagið ella tann
politiski leikpallurin yvir-
høvur vera hesar røddir
fyriuttan.
Kvinnurnar telja helm-
ingin í samfelagnum og eru
annar helmingurin í hjúna-
lagnum, sum samfelagið í
dag fyri stóran part enn
byggir á.
Kvinnurnar á tingi í dag
eru bert 5 av íalt 32 limum.
So her haltar stórliga og
javnvág er ongin. Prosent-
býtið er 15% kvinnur og
85% menn.
Í 1994 fingu 16% av
teimum uppstillaðu kvinn-
unum 12 % av atkvøðun-
um. Í 1998 fingu 18 % av
teimum uppstillaðu kvinn-
unum 12 % av atkvøðun-
um.
Latið okkum stuðla teim-
um, sum nú eru uppstill-
aðar, so ár 2002 gerst árið,
har kvinnurnar sita á 25%
av Løgtingssessunum og
harvið fáa møguleika at
gera seg galdandi á polit-
iska leikpallinum og virka
fyri einum meiri fjølbroytt-
um virksemi á Tingi."
Innihaldið á heimasíðuni
frá 8. - 14. apríl
Høvuðsevnir
Dagny Joensen: Hoyrast
kvinnuligu politikkararnir?
Bjørt Samuelsen: Hví siga
kvinnur nei til at verða upp-
stillaðar?
Rói
Patursson:
Skulu
kvinnur vera uppi í poli-
tikki?
Politikkur
8-10 kvinnuligir politikarar
verða lýstar
Javnaðarflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin lýsa teirra
tankar og ætlanir um javn-
støðu
‘5 á netinum’
Hvussu kemur ójavnstøðan
til sjóndar í dagsins sam-
felagi?
Innihaldið á heimasíðuni
frá 15. — 21. apríl
Høvuðsevnir
Helena D. á Neystabø:
Tankar um arbeiðsháttin í
tinginum – nøkur góð ráð?
Malan
Johansen:
Hvat
hevði tú broytt, um tú kom
á Ting?
Jógvan Mørkøre: Hvønn
týdningi hevur tað fyri
samfelagið, at kvinnur hava
lítla politiska ávirkan...?
Politikkur
8-10 kvinnuligir politikarir
verða lýstar
Sjálvstýrisflokkurin
og
Sambandsflokkurin
lýsa
teirra tankar og ætlanir um
javnstøðu
‘5 á netinum’
Hvat kann gerast betur, um
fleiri kvinnur koma á Ting?
Innihaldið á heimasíðuni
frá 22. - 28. apríl
Høvuðsevnir
Bergtóra
Hanusardóttir:
Hvat kann gerast betur í
samfelagnum, um kynsbýt-
ið í Tinginum verður javn-
ari
Heri Kragesten: Hví tora/-
ynskja vit ikki broytingar?
Ólavur Rasmussen: For-
dómar
Politikkur
8-10 kvinnuligir politikarir
verða lýstar
Miðflokkurin og Fólka-
flokkurin lýsa sínar tankar
og ætlanir um javnstøðu
‘5 á netinum’
Hví heldur tú, at summi
fólk ikki vilja atkvøða fyri
einari kvinnu?
Hvørja viku
Turið Debes Hentze: Inn-
leiðing um kvinnur og poli-
tikk
Heimasíðuvitjandi svara:
Heldur tú, at fleiri kvinnur
áttu at havt sæti í Tingin-
um?
Slóðir til danskar greinar
og annað tilfar um javn-
støðu
Vilt tú vita meira?
Nevndin:
Turið Debes Hentze, for-
kvinna, sett av Landsstýr-
inum
tlf
311460
hentze@post.olivant.fo
• Jan Mortensen, Vinnu-
húsið, settur av arbeiðsgev-
arunum jan@industry.fo
• Kirsten Brix, sett av
skúla-, heilsu-, og almanna-
verkinum
kirsten.brix@hoydalar.fo
• Jancy Olsen, sett av KSF
jancyo@post.olivant.fo
• Harry Johannesen, settur
av
løntakarunum
harmar@post.olivant.fo
Samskipari:
Annika
W.
Joensen,
annikaw@post.olivant.fo,
tlf. 212848
Webmaster:
Snæbjørn
í
Dali,
kt200@kallnet.fo,
tlf.
321211
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi
og langabbi okkara
Hans Ove Venned
andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 4. apríl,
67 ára gamal.
Farið verður úr kapellinum heim í kirkjuna
leygardagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni
sunnudagin kl. 14.
Fyri tey avvarðandi
Óluva
Venni, Sigrid, Sigfríður og Martin við familjum
www.javnratt.fo - fleiri kvinnur á ting
C
M
Y
K
5
4
SMYRIL LINE
Tel 34 59 00
team85
e-mail: booking@smyril-line.fo
www.smyril-line.fo
Íroknað prísin er:
Ferðin fram og aftur við Norrönu í 4-koyggjukamari við WC/bað,
7 nætur á hotelli í Týsklandi, íroknað ½ vistarhald.
Hartil føroyskur bussur á allari ferðini og
atgongumerki til ymisku støðini vitjað verða á ferðini.
Bussferðir
Íroknað prísin er:
Ferðin fram og aftur við Norrönu í 4-koyggjukamari við handvaski,
7 nætur á hotellum í dupultkamari v. WC/bað, íroknað ½ vistarhald.
Hartil føroyskur bussur og ferðaleiðari.
til Noregs
17.06. - 26.06.
Vitjað verður
m.a. í Gudvangen,
Lærdal, Lillehammer, í Gudbrandsdalinum, í Lom,
Geirenger, við Sognefjørðin, Balestrand og Bergen
úr 5.995,-
til Týsklands
24.05. - 03.06.
í sambandi við at tað eru 62 ár
síðani týskur kavbátur søkti
sluppina "Union Jack"
úr 6.295,-