leygardagur 6. apríl 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 65 - 6. apríl 2002
Nr. 65 - 6. apríl 2002
7
Jógvan Mørkøre,
samfelagsfrøðingur,
ger viðmerkingar til
veljarakanningina,
sum Fynd hevur gjørt
fyri www.portal.fo og
Sosialin
VELJARAKANNING
Jógvan Mørkøre
Í umfatandi veljarakann-
ingini, ið varð gjørd í vik
uni, fæst ein hóming, hvat
ið vit kunnu vænta okkum
av spenningi í einstøku
valdømunum, nú fáar vikur
eru til valið. Sambands-
flokkurin stendur til at fáa
eitt framúr gott val. Ikki
bert tí at hann stendur til at
gerast størsti flokkur, men
serliga tí at hann klárar seg
so avbera væl í einstøku
valdømunum. Fólkaflokk-
urin má taka til takkar við
bert trimum valdømisvald-
um. Og teir smáu flokk-
arnir verða ikki umboðaðir,
so tingið verður fyri fyrstu
ferð, síðani lógin varð
broytt í 1978, mannað við
minni enn 32 tinglimum.
Góða hálið hjá Sam-
bandsflokkinum.
Gongur sum spátt í kann-
ingini, so fær Sambands-
flokkurin 9 tinglimir, allir
valdømisvaldir. Hann fær
umboðan í øllum valdøm-
um uttan í Sandoyar val-
dømi. Og fleiri staðni ikki
bert tað eina umboðið, men
tvey. Í Eysturoynni fær
hann sum vant tvey umboð,
og í Suðurstreymoy sum
væntað somuleiðis tvey.
Bumban hesaferð er, at
hann tekur eisini bæði
umboðini í Vágunum - og
tað so ruddiliga. Vil tað væl
við hjá honum, so fær hann
eins og Javnaðarflokkurin
tvey umboð í Suðuroy -
sum Tjóðveldisflokkurin
noyðist at lata. Tað er tætt
ímillum hesar báðar, hvør
ið eigur hin fjórða valdøm-
isvalda í oynni. Hinvegin,
so er tann valdømisvaldi í
Norðoyggjum
ikki
so
tryggur, tí tað er í kapping
við Fólkaflokkin - og
kanska Tjóðveldisflokkin -
hvør ið skal hava hin fjórða
valdømisvalda.
Rakar tíðir hjá Fólka-
flokkinum?
Hjá
Fólkaflokkinum
skerst illa í kanningini. Trý
valdømisvald er alt og uttan
minsta møguleika at vinna
tinglimin aftur - uttan sum
eykavaldan - í Vágunum,
Norðurstreymoy og Sand-
oy. Hinvegin so fær hann
tríggjar eykavaldar uttan at
noyðast at togast við aðrar
flokkar um hesar, tí teir
smáu koma ikki inn um
tinggáttina upp á 3,7 %, og
býtið millum hinar kapp-
ingarneytarnar lagar seg so,
so eingin teirra fær lut í
teimum eykavaldu. Hann
hevur tó ein góðan møgu-
leika at taka áttanda limin í
Suðurstreymoy. Sum tað
sær út í kanningini verður
tað frá Javnaðarflokkinum,
sum so bert fær ein val-
dømisvaldan
í
Suður-
streymoy - ella frá Tjóð-
veldisflokkinum, sum so
fær tvey valdømisvald og
ikki trý. Fólkaflokkurin
hevur eisini ein góðan
møguleika at taka fjórða
valdømisvalda
í
Norð-
oyggjum, so flokkurin fær
tveir av teimum fýra føstu
tinglimunum í hesum val-
døminum. Men so verður
tað so, at hann fær bert tvey
eykavald umboð afturat. So
uppum
seks
tilsamans
verður tað neyvan.
Hjá Tjóðveldisflokkinum
kann fella báðar vegir.
Tjóðveldisflokkurin tyk-
ist somuleiðis at fáa eitt
gott val. Hann hevur verið
rættuliga støðugur í veljara-
kanningum og ligið um tey
26 prosentini. Sambært
kanningini fær hann 8
valdømisvaldar og ongan
eykavaldan. Hann hevur ein
møguleika at bøta um hetta
við at taka seg fram í Norð-
oyggum, so hann fær tvey
valdømisumboð í hesum
valdøminum. Ella kann
hann kvinka samantalda
úrslitið eitt sindur upp, so
hevur hann ein góðan
møguleika at fáa ein eyka-
valdan, so hann eins og
Sambandsflokkurin fær 9
tinglimir tilsamans. Hin-
vegin so eru hin triði val-
dømisvaldi í Suðurstreym-
oy og tann valdømisvaldi í
Suðuroy í vanda.
Javnaðarflokkurin
má
serliga hava eyguni eftir
Suðurstreym.
Hjá Javnaðarflokkinum
tykist mest sum alt avgjørt.
Hann fær tvey valdømis-
vald í Suðuroy, men hevur
ongan møguleika at fáa trý,
sum tað onkuntíð fyrr
hevur eydnast. Og so er
hann rættuliga vísur í at fáa
valdømisvald
umboð
í
Norðoyggjum, Eysturoynni
og Sandoy. Men samstundis
tykist tað at vera sera
trupult hjá honum at vinna
valdømisvald
umboð
í
Norðstreymoy og Vágun-
um, og annað umboðið úr
Suðurstreymoy situr rættu-
liga ótrygt. Tað er í Suð-ur-
streymoy, at mesti spenn-
ingurin verður hjá Javn-
aðarflokkinum.
Sjálvstýrisflokkurin og
Miðflokkurin røkka ikki
upp um gáttina.
Við ávikavist 2,6 og 2,1
% koma hvørgin teirra inn.
Hvørgin megnar at fáa
valdømisvalt umboð nakra-
staðni - tað er so langtífrá,
at tað kann koma upp á tal.
So vónin má setast til at
røkka upp um tinggáttina
upp á 3,7 % fyri at fáa lut í
teimum eykavaldu. Sum
tað sær út í kanningini, so
verður tað ikki lætt, men
sjálvandi, ein óvissa er altíð
við slíkari kanning, hóast
tey, ið svarað hava, eru
mong. Eydnast øðrum ella
báðum at vinna seg upp um
gáttina, so broytir tað ikki
myndina stórvegis millum
teir stóru flokkarnar. Mun-
urin verður, at fimm eyka-
vald verða tilsamans í stað-
in fyri trý, so tingmanna-
talið kemur upp á 32 - sum
vant, ber til at siga - í
staðin fyri 30. Fyri sam-
gongumøguleikarnar kann
tað hinvegin vísa seg at fáa
alstóran týdning.
Løgting-
val
apríl ´98
okt-99
mar-00
nov-00
des-00
feb-01
apr-01
sep-01
nov-01
mar-02
apr-02
Fólkaflokkurin
21,3
17,6
16,1
19,2
22,4
21,3
17,5
18,5
19,4
17,3 18,7
Sambandsflokkurin
18
23,3
21,9
23,3
22,8
18
21,2
23
20,4
23,8 27,8
Javnaðarflokkurin
21,9
24,1
27,3
22,2
21
21,9
24,4
26,4
27,5
24,3 22,9
Sjálvstýrisflokkurin
7,7
5
6
5,4
3,8
7,7
5,4
4,8
2,7
4,2 2,6
Tjóðveldisflokkurin
23,8
25,5
24,4
25,3
26
23,8
25,9
24,6
26,6
25,1 25,9
Kr. Fólkaflokkurin
2,5
0,9
-
0,6
0,6
2,5
0
0,5
1,4
-
-
Miðflokkurin
4,1
2,9
4,3
3,2
3,4
4,1
4,9
2,2
1,9
5,3 2,1
Verkamannafylkingin
0,7
0,8
-
0
0
0,8
0
0
0
-
-
Talva: Býtið av atkvøðum og valdømisvaldum upp á valdømi og fyri landið alt.
Valdømi
Landið alt
Norðoyggjar
Eysturoy
N. Streymoy
S. Streymoy
Vágar
Sandoy
Suðuroy
Atkv. %
Valdømisvald
Eykavald
Valdømisvald og
eykavald.
Fólkaflokkurin
%
27,7
18,8
17,4
19,9
15,3
18,4
7,1
18,7
Vald
1
1
1
3
3
6
Sambandsflokkurin
%
17,4
33,6
30,7
23,1
47,4
20,2
33,4
27,8
Vald
1
2
1
2
2
1
9
0
9
Javnaðarflokkurin
%
20,9
21,1
18,6
20,8
14,7
30,4
40,8
22,9
Vald
1
1
2
1
2
7
0
7
Sjálvstýrisflokkurin
%
8,1
2,6
1,8
2,0
1,4
0,6
0,5
2,6
Vald
0
0
0
Tjóðveldisflokkurin
%
24,0
22,5
28,9
31,5
17,4
30,1
17,0
25,9
Vald
1
1
1
3
1
1
8
0
8
Miðflokkurin
%
1,9
1,4
2,7
2,6
3,8
0,3
1,1
2,1
Vald
0
0
0
Valdømisvald tils.
4
5
2
8
2
2
4
27
3
30
Fýra flokkar manna løgtingið
við 30 tinglimum
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingar, ger viðmerkingar til
veljarakanningina
Tjóðveldisflokkurin
er framvegis størstur,
og Sambandsflokk-
urin endurvinnur
umdømisvalda
mannin, sum teir
mistu fyri fýra árum
síðani
VELJARAKANNING Í
SUÐURSTREYMOY
Jóannes Hansen
Fyri fýra árum síðani
syrgdi Høgni Hoydal fyri,
at tjóðveldisflokkurin fekk
tríggjar av teimum átta um-
dømisvaldu umboðunum í
nógv tí fólkaríkasta val-
døminum. Veljarakanning-
in í hesi vikuni boðar frá, at
tjóðveldisflokkurin fram-
vegis fer at eiga trý umboð
í
Suðurstreymoy.
Um
Høgni Hoydal fer at fáa
eins nógvar persónligar at-
kvøður, sum hann fekk, tá
hann fyri fýra árum síðani
setti nýtt met, fáa vit at
síggja. Men tað er trongt
aftan fytri formannin, og tí
kann tað hugsast, at at-
kvøður, sum fyri fýra árum
síðani fóru til Høgna Hoy-
dal, nú kunnu fara til onkr-
an av hinum.
Framgongdin hjá sam-
bandsflokkinum hevur við
sær, at hann fær tveir um-
dømisvaldar
tingmenn.
Fýra tey síðstu árini hevur
Lisberth L. Petersen verið
umdømisvald,
meðan
Heðin Mortensen hevur
verið eykavaldur.
Javnaðarflokkurin tykist
skula varðveita bæði síni
umboð, men tað er bara eitt
prosent niður til fólka-
flokkin. Á valinum fyri fýra
árum síðani áttu hesir báðir
flokkarnir neyvt ta somu
undirtøkuna
í
Suður-
streymi.
Trongt hjá
fólkaflokkinum
Fólkaflokkurin hevur ofta
verið størsti flokkur í Suð-
urstreymi. Tað hevur sást
aftur í tingmannatalinum. Í
1988 og í 1990 átti fólka-
flokkurin trý umboð í Suð-
urstreymi.
Sambært kanningini í
hesi vikuni fer fólkaflokk-
urin bara at fáa ein umdøm-
isvaldan tingmann í Suður-
streymi. Tað vil við øðrum
orðum siga, at formaðurin í
tingbólkinum, Óli Breck-
mann, sum hevur verið um-
dømisvaldur síðani 1974,
ella
landsstýrismaðurin
Bjarni Djurholm, sum var
umdømisvaldurbæði í 1994
og í 1998, ikki verður um-
dømisvaldur hesa ferð.
Men alt bendir á, at flokk-
urin fer at fáa í hvussu so er
ein eykavaldan í Suður-
streymi.
Tað hevur verið mett, at
fleiri á fólkaflokslistanum
fóru at hava møguleika at
verða vald. Spurningurin er
so, hvørjar skreytir t. d.
fyrrverandi býráðsformað-
urin og løgtingsmaðurin
Poul Michelsen og býráðs-
limurin Bjarti Mohr fara at
gera.
Fyri fyrstu ferð
nakrantíð sær tað út
til, at Sambands-
flokkurin fer at fáa
báðar tingmenninar í
Vágum
VELJARAKANNING Í
VÁGUM
Jóannes Hansen
Á
fólkatingsvalinum
í
november vóru ábendingar
um tað. Tá varð sagt, at
fólkatingsval og løgtingsval
kundu illa sammetast. Nú
staðfestir veljarakanningin,
at tað eru rættuliga góðir
møguleikar fyri tí. Vága-
menn geva sambandsflokk-
inum so mikið dygga undir-
tøku, at flokkurin væl og
virðiliga – um val hevði
verið í hesi vikuni – hevði
fingið báðar teir umdømis-
valdu tingmenninar.
Tað hevur hann ongantíð
áður havt, men tað hevur
onkra ferðina verið heilt
tætt við. Síðsta dømið um
hetta var í 1978, tá sam-
bandsflokkurin
undir
leiðslu av Paula Ellefsen
bara restaði seks atkvøður í
at fáa bæði umboðini.
Marius Dam hevur sein-
asta valskeiðið umboðað
Vágarnir í løgtinginum.
Hesa ferð hevur flokkurin
trý nøvn á listanum. Um-
framt Marius Dam eru tað
fyrrverandi
tingmaðurin
Sune Jacobsen í Sørvági og
Gunnar K. Nattestad, sum
er ættaður úr Miðvági, og
sum býr í Sandavági.
At
sambandsflokkurin
tykist vera so drúgvur í
Vágum bendir á, at tað
verður torført hjá Jørgeni
Niclasen at endurvinna
tingsessin, sum hann vann í
1998,
og
sum
Jóanis
Nielsen í Sandavági hevur
røkt, síðani Jørgen gjørdist
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum.
Nógvu tey seinnu árini
hevur tað verið soleiðis, at
umframt sambandsflokkin
og fólkaflokkin hevur tað
verið
javnaðarflokkurin,
sum hevur telvast um teir
báðar umdømisvaldu sess-
irnar. Nú hevur tjóðveldis-
flokkurin yvirtikið næst-
fremsta plássið. Men hann
er
sambært
kanningini
langt frá at vinna umboðan
fyri Vágarnar. Seinast tjóð-
veldisflokkurin átti umboð
í Vágum var í valskeiðnum
1954-1958. D. P. Daniel-
sen, sum eisini hevði sitið á
tingið frá 1950-1954, var
valdur á ting fyri Vága val-
dømi tá.
Fólkaflokkurin hevur mist takið
á høvuðsstaðnum
Annaðhvørt Óli Breckmann, sum hevur verið umdømisvaldur síðani 1974, ella landsstýrismað-
urin Bjarni Djurholm, sum var umdømisvaldurbæði í 1994 og í 1998, verður sambært veljara-
kanningin hjá Portalinum og Sosialinum ikki umdømisvaldur hesa ferð. Men alt bendir á, at
flokkurin fer at fáa í hvussu so er ein eykavaldan í Suðurstreymi
Jørgen er á veg út
Veljarakanningin
bendir á, at
Jørgin Niclasen er
á veg úr
tinginum, tí
Sambandsflokk-
urin stendur til at
fáa báðar ting-
menninar í
Vágunum
Jørgen Niclasen tekur
ikki úrslitið í
Vágoynni persónliga,
men hann heldur
polariseringin hevur
givið útslag
VELJARAKANNING
Heri á Rógvi
Úrslitið í Vágoynni í velj-
arakanningini er øðrvísi
enn tey flestu kanska høvdu
roknað við frammanundan.
Úrslitið gjørdist, at Sam-
bandsflokkurin fekk nær-
um aðruhvørja atkvøðu í
Vágoynni. Sambandsflokk-
urin fekk 47,4%. Fólka-
flokkurin eigur sum nú er
ein tingmann í Vágoynni.
Jørgen Niclasen var við
seinasta val valdur á ting
umboðandi Fólkaflokkin
og Vágoynna. Í veljara-
kanningini fær Fólkaflokk-
urin 15,3% av atkvøðunum
í Vágoynni, og hetta røkkur
langt frá til ein valdømis-
valdan tingmann.
Jørgen Niclasen sigur, at
úrslitið skyldast polariser-
ingina millum loysing og
samband.
– Hetta valið er gjørt upp
til eitt val millum loysing
og samband, og hetta sæst
aftur her eins og til fólka-
tingsvalið, sigur Jørgen
Niclasen.
Sjálvur heldur Jørgen
Niclasen einki um hesa
uppgerð millum loysing og
samband. Hann væntar
samstundis, at Fólkaflokk-
urin fer at fáa eitt betri úr-
slit enn veljarakanningin
vísir.
–Vit fara at seta øll segl
til komandi tíðina. Vit hava
ikki klárað nóg væl, men eg
rokni við, at vit fara at klára
okkum betur enn sagt verð-
ur, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur seg ikki taka
úrslitið persónliga. Orsøkin
hevur meira við polariser-
ingina at gera, heldur hann.
Fólkaflokkurin hevur havt
tingmann í Vágoynni í
nógv ár. Jørgen Niclasen
heldur, tað hevur bert verið
eingin fólkafloksmaður á
tingi fyri Vágoynni í tvey ár
av teimum seinastu tjúgu.
Jørgen Niclasen heldur
eisini, at ein orsøk til úrslit-
ið til kanningina kann vera,
at sambandssinnaðir fólka-
floksveljarar heldur velja
Sambandsflokkin
enn
Fólkaflokkin.
Jørgen Niclasen:
–Vit hava ikki klárað okkum nóg væl
Tað
er
samtakið
FYND sum hevur
gjørt veljarakanning-
ina fyri Sosialin og
www.portal.fo.
Kanningin er gjørd
mikukvøldið og hós-
kvøldið. Næmingar á
Klaksvíkar
HF-
skeiði
hava
gjørt
kanningina í hølun-
um hjá Telebúðini hjá
Føroya Tele í Klaks-
vík.
Spurd eru um 400
fólk í hvørjum val-
dømi, um 2.800 fólk
tilsamans. Hetta er
sostatt størsta velj-
arakanningin,
sum
nakrantíð er gjørd í
Føroyum, og hon er
eisini sermerkt á tann
hátt, at fólk eru spurd
í øllum valdømum
við tí endamáli at
vísa, hvussu umboð-
anin verður á tingi.
Tað er Jóannes Han-
sen, samfelagsfrøð-
ingur, sum hevur
staðið fyri kanning-
ini. Tølini eru vigað
og
korrigerað
av
FYND.
Fakta um
kanningina
C
M
Y
K
7
6