leygardagur 6. apríl 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 65 - 6. apríl 2002
Nr. 65 - 6. apríl 2002
9
Tríggir av fýra suður-
oyingum ætla sær at
velja Javnaðarflokkin
ella Sambandsflokkin
VELJARAKANNING Í
SUÐUROY
Jóannes Hansen
Suðuroyggin verður ofta
nevnd Lítla Danmark. At
suðuroyingar framvegis eru
meiri til danska ríkið, enn
teir eru til fullveldi er velj-
arakanningin staðfesting
av.
Kortini tykist lítil ivi vera
um, at Tjóðveldisflokkurin
fer at varðveita umdømis-
valda tingmannin, sum teir
fingu valdan í 1998. Tá
hevði Hergeir Nielsen verið
burturi úr tinginum síðani á
valinum í 1994.
Javnaðarflokkurin eigur
fleiri enn fýra av hvørjum
tíggju veljarum í Suðuroy,
og Sambandsflokkurin er
rættuliga tryggur á næst-
fremsta plássinum.
Flemming
Mikkelsen
hevur umboðað sambands-
flokkin í Suðuroy síðsta
valskeiðið, men hann er
ikki á listanum hesa ferð.
Á valinum fyri fýra árum
síðani var um reppið, at
Fólkaflokkurin fekk ein
umdømisvaldan tingmann í
Suðuroy. Nú er hann full-
komuliga smokkaður burt-
ur í millum aftur.
Suðuroyingar líkjast sær
sjálvum
Javnaðarflokkurin, við
formanninum Jóannes
Eidesgaard á odda, eigur
4 av hvørjum 10 veljarum
í Suðuroy. Nú er
Sambandsflokkurin klárt
á øðrum plássi, meðan
Fólkaflokkurin fullkomu-
liga er smokkaður burtur
ímillum
Formaður Tjóðveldis-
floksins, Høgni Hoy-
dal, vil fegin hava
Javnaðarflokkin við á
sjálvstýrisleið eftir
valið. Hann fegnast
stórliga um úrslitið
av veljarakanningini,
sum gevur hansara
flokki átta tinglimir,
men hann stúrir fyri,
at sambandsflokkar-
nir skipa meiriluta og
binda Føroyar at
Danmark langt fram í
tíðina
VELJARAKANNING
Stefan í Skorini
Tjóðveldisflokkurin heldur
tørn hóast harðar ákoyr-
ingar
frá
andstøðuni.
Flokkurin fær 25,9 prosent
í nýggjastu veljarakanning-
ini, og hetta gevur honum
átta tinglimir, sum allir eru
valdømisvaldir.
Tjóðveldisflokkurin fær
sambært kanningini trý
umboð úr Suðurstreymoyar
valdømi og eitt umboð í
øllum hinum valdømunum
uttan í Vágunum. Hetta er
tað sama sum við seinasta
val.
– Fyri flokkin eri eg
ógvuliga fegin um úrslitið
av kanningini. Hon vísir
somu gongd, ið vit hava
sæð í kanningum alt val-
skeiðið, at vit megna at
halda tørn hóast vit hava
sitið í eini samgongu, sum
hevur verið fyri ógvuliga
hørðum atfinningum frá
andstøðuni. Vanliga missa
flokkar umboðan eftir at
hava sitið í samgongu í fýra
ár, sigur Høgni Hoydal.
Hann stúrir tó samstundis
fyri, at sambandsflokkarnir
fara at fáa meirilutan og
skipa samgongu eftir valið.
Hetta hevði sambært for-
manninum verið ein van-
lukka fyri Føroyar.
– Størsti vandin er, at
sambandsflokkarnir vinna
valið, og at sjálvstýrismálið
verður sett til viks og park-
erað í fimmti ár framyvir,
sigur formaðurin.
Vil hava Javnaðar-
flokkin við
Tjóðveldisflokkurin hevur
fyrr víst á Javnaðarflokkin
sum ein møguligan sam-
gongufelaga. Hann vísir
sostatt aftur, at Tjóð-
veldisflokkurin er bundin
at Fólkaflokkinum, um
hann ætlar at halda fram í
samgongu.
– Vit vilja fegnir draga
Javnaðarflokkin við sjálv-
stýrisleið og skipa eina
breiða sjálvstýrissamgongu
við Fólkaflokkinum og
Javnaðarflokkinum. Hetta
hevði verið ynskistøðan hjá
okkum.
Høgni Hoydal vísir so-
statt enn einaferð á, at
flokkurin hevur vónir um,
at Javnaðarflokkurin fer at
vika seg eitt vet í spurn-
inginum um ríkisrættarligu
støðuna.
Veljarakanningin
vísir
eisini, at teir báðir smáu
flokkarnir detta úr ting-
inum. Høgni Hoydal vísir
aftur, at hetta kemst av eini
polarisering, sum Tjóð-
veldisflokkurin og sam-
gongan hava elvt til í
hesum skeiðnum.
– Nógv vilja fegin gera
hetta til eina polarisering,
men eg haldi, at henda pol-
ariseringin bert er millum
politikarar í teimum ymsu
flokkunum, men hon er als
ikki verulig í fólkinum.
Høgni Hoydal endur-
tekur eisini, at hetta valið
verður eitt lagnuval fyri
sjálvstýristilgongdina, og
tað er altavgerandi, at før-
oyingar ikki sleppa hesi
tilgongd.
Høgni Hoydal:
Vil draga javnaðin á
sjálvstýrisleið
Høgni Hoydal metir um útlitini fyri, at Tjóðveldisflokkurin
kann halda fram í samgongu. Flokkurin vil fegin draga
Javnaðarflokkin við á sjálvstýrisleið
Um veljarakanning-
in, FYND hevur
gjørt fyri Sosialin
og portal.fo, skal
takast fyri fult, so
fær Miðflokkurin
onki umboð inn á
ting eftir valið.
Flokkurin fær bert
2,1% av atkvøðun-
um, og fyri at fáa
mann á ting, krevj-
ast 3,7%. Hetta úr-
slit harmast for-
maður floksins,
Jenis av Rana,
sjálvandi um
VELJARAKANNING
Ingrid Bjarnastein
– Eg harmist sjálvandi
yvir úrslitið, sigur Jenis
av Rana, formaður í
Miðflokkinum.
– Men eg undrist á, at
veljarakanningar eru so
svingandi. Fyri nøkrum
vikum síðani varð ein
veljarakanning gjørd, og
har fekk Miðflokkurin
yvir 5% av atkvøðunum,
og nú so stutt aftaná, fáa
vit bara 2,1%.
Formaðurin
í
Mið-
flokkinum tekur hetta tó,
sum eitt konkret ting, og
sigur, at nú er valstríðið
eftir fyri framman, sum
helst skal gera eitt sindur
av muni.
– Ein kann brúka hetta
sum eina áheitan til tey,
sum eru góð við Mið-
flokkin um at verja flokk-
in, og at nú noyðast vit at
fara til verka.
Serføroyskt
Jenis av Rana er sera
ónøgdur við háttin fjøl-
miðlarnir brúka tá tað
kemur til at stilla teir
ymsu flokkarnar fram.
– Eg hugsi kanska ser-
liga um útvarpið og sjón-
varpið, tí tá valstríðið
byrjaði, so hevði sjón-
varpið eina kjaksending,
har bara teir fýra størstu
flokkarnir sluppu framat.
Tað ber ikki til hjá lítlum
flokkum, sum Miðflokk-
inum
og
Sjálvstýris-
flokkinum at koma fram á
henda hátt. Hetta er ser-
føroyskt demokrati. Í tíð-
indasendingini kvøldið
eftir, fingu hesir báðir
flokkarnir bara hálvan
annan minutt tilsamans,
sigur Jenis av Rana.
– Ein onnur av grund-
unum til at flokkurin ikki
fær so nógvar atkvøður
kann eisini vera, at vit
hava ikki kunngjørt nakr-
ar valevnislistar enn. Tað
er tí at ein so lítil flokkur
sum okkara bíðar til
síðstu løtu at koma út við
listunum, tí tað er ikki
beinleiðis gravgangur eft-
ir at sleppa uppá. Tí brúka
vit alla ta tíð vit kunnu
fáa. Men valskráin verður
so løgd fram týsdagin í
komandi viku.
Men sjálvt um úrslitið
av veljarakanningini kan-
ska var heldur dapurt, so
fer Miðflokkurin undir
valstríðið
við
góðum
treysti.
– Úrslitið er ein eggjan
til floksleiðslu og tann
meiniga borgaran um at
virka fyri flokkin, so
flokkurin kann yvirliva.
Tað eru nógv, sum ikki
vilja hava, at Miðflokk-
urin ikki verður aftur at
síggja, so valstríðið skal
føra okkum út í ljósið,
sigur Jenis av Rana at
enda.
Jenis av Rana, Miðflokkurin:
Harmast um
úrslitið
Jenis av Rana og Miðflokk-
urin fingu bert 2,1% av
atkvøðunum í veljarakann-
ingini, men hóast hetta lítla
tal, so fer flokkurin undir
valstríðið við góðum treysti
Innanhýsis stríðið
hevur sjálvandi skatt
flokkin, men tað er
serstakliga
polariseringin, sum
hevur rakt flokkin
meint heldur
formaðurin
VELJARAKANNING
Jan Müller
Stóri taparin á komandi
løgtingsvali verður tann
lítli Sjálvstýrisflokkurin.
Sambart veljarakanningini,
sum Fynd hevur gjørt fyri
Sosialin og Portalin hjá
Føroya Tele fær flokkurin
einki umboð í løgtingið.
Við seinasta val fekk
flokkurin tvey umboð á
ting. – Hetta ljóðar ikki
gott, men vit mugu taka tað
við upprættum ryggi og
leggja stríðið í flokkinum
heilt afturum okkum og
syrgja fyri, at flokkurin fær
umboð á ting kortini sigur
Eyðun Elttør, landsstýris-
maður og formaður í flokk-
inum. Hann dylur ikki yvir,
at hann er sera vónsvikin av
hesi
kanningini.
Hann
dylur heldur ikki fyri, at
innanhýsis stríðið í flokkin-
um kann hava skatt um-
dømið og áhugan fyri
flokkinum. – Men sjálvur
haldi eg høvuðsorsøkin til
afturgongdina vera polaris-
eringina. Tað er henda
ótrúliga polariseringin, sum
hevur skatt okkum mest.
Hon hevur skatt allar flokk-
arnar í miðjuni. Hon hevur
gjørt, at teir hava mist
fótafesti.
Eyðun Elttør viðgongur,
at flokkurin alla ta fyrstu
tíðina av valskeiðnum hev-
ur verið ov víðgongdur á
sjálvstýrisøkinum og hevur
latið seg toga ov langt út av
eitt nú Tjóðveldisflokkin-
um. Men hann hevði vónað
at umskiftið í flokkinum,
har tað varð lagt aftur á
tann gamla sjálvstýrisbógv-
in við eini hóvligari stig
fyri stig tilgongd, fór at
venda hesi gongdini. Tá
hon ikki hevur gjørt tað, og
flokkurin stendur til at fáa
2,6% og nýtist 3,7 fyri at
fáa tingmann, so heldur
formaður floksins, at allar
góðar kreftir í flokkinum
mugu brúka hesar seinastu
vikurnar til eitt uppbyggj-
andi og skilagott valstríð. –
Sjálvandi eri eg vónsvikin,
men eg havi ikki mist
vónina. Tvørturímóti fær
henda kanning meg til at
brúka alla orku til at fáa
flokkinum umboð aftur á
ting. Sjálvstýrisflokkurin
hevur átt ein týðandi leiklut
í føroyskum politikki í eitt
mannaminni, og henda
leiklut eigur hann ikki at
sleppa. Eyðun Elttør heldur
tað vera spell, at valið skal
blíva ein spurningur um
samband ella fullveldi, so-
leiðis sum veljarakanningin
vísir. Hann heldur, at ein-
asta gongda leið er ein
hóvlig men miðvís sjálv-
stýrisleið, sum flokkarnir á
miðjuni
í
føroyskum
politikki standa fyri men
sum nú verða raktir av
polariseringini.
Hóast formaðurin er vón-
svikin, so er tað kortini
hansara
valdømi,
sum
stendur seg nógv best í
kanningini. Meðan 8,1%
atkvøða fyri Sjálvstýris-
flokkinum í Norðoyggjum,
eru tølini fyri Eysturoynna
og Suðurstreym, sum fingu
tingfólk seinast, ávikavist
2,6 og 2,0%. So her skal
gerast eitt ordiligt hál fyri
at fáa tingmann valdan. Og
tað er hetta hálið, sum
Elttør nú ætlar sær í gongd
við av álvara. Um tað fer at
eydnast vil tíðin vísa.
Eyðun Elttør, formaður Sjálvstýrisfloksins vónsvikin, men hevur ikki mist vónina.
Polariseringin rakar
Sjálvstýrisflokkin meint
Anfinn Kallsberg er
ikki nøgdur við teirra
part í veljarakanning-
ini. Úrslitið skylast
teirri støðugu polar-
isering. Hann væntar
tó meiri valdømis-
valdar enn kanningin
vísir
VELJARAKANNING
Heri á Rógvi
– Sær ikki gott út.
Hetta vóru fyrstu orðini frá
Anfinni Kallsberg, løg-
manni, tá vit ringdu hann
upp fríggjamorgunin eftir
viðmerkingum til veljara-
kanningina, ið Sosialurin í
samtarvi við portal.fo hev-
ur latið gjørt.
Kanningin gevur Fólka-
flokkin seks tingmenn.
Harav eru teir bert tríggir,
ið eru valdømisvaldir móti
teimum átta nú. Í Norð-
oyggjum,
Norður
Streymoy, Suður Streymoy,
Vágum og á Sandoynni
stendur Fólkaflokkin til eitt
missa ein valdømisvaldan.
Hesum úrslitinum er An-
finn Kallsberg ikki nøgdur.
Hann trýr heldur ikki, at
støðan verður soleiðis, tá
valið er avgreitt.
Samlað fær Fólkaflokk-
urin 18,7% í veljarakann-
ingini, og hetta er frægari
enn onkur onnur veljara-
kanning hevur givið Fólka-
flokkinum.
– Hetta er als ikki nøkt-
andi. Eg meti, at polaris-
eringin er fremsta orsøkin
til, at støðan er sum hon er.
Hendan
polariseringin
kann bara ikki brúkast til
nakað, tá ið tað kemur til
politikkin, sigur Anfinn
Kallsberg.
Løgmaður
sigur
seg
vænta, at hansara flokkur
fær fimm valdømisvaldar
kanska fleiri enn. Hann
heldur
harumframt,
at
Fólkaflokkurin altíð fær
eitt tílíkt úrslit í veljara-
kanningunum, men hann er
framvegis ikki nøgdur.
– Tað er ringt at siga, hvat
tað er, sum ger, at vit fáa so
mikið lítið. Tað eru eisini
tað smáu marginalarnir, ið
gera seg galdandi í veljara-
kanningi, og vit kundu
kanska havt fingið sjey og
Sambandsflokkurin átta, og
hetta vildi broytt munandi
upp á støðuna, sigur Anfinn
Kallsberg.
Í hansara egna valdømi,
Norðoyggjum stendur verri
til nú enn við løgtingsvalið
seinast, um vit meta eftir
veljarakanningini. Veljara-
kanningin hevur tikið hvørt
valdømi sær. í Norðoyggj-
um eigur Fólkaflokkurin í
løtuni tveir valdømisvaldar
tingmenn, Anfinn Kalls-
berg og Jógvan við Keldu.
Veljarakanningin gevur tó
Fólkaflokkinum bert tann
eina mannin har við 27,7%.
Sambandsflokkurin
fær
17,4%, og hetta gevur teim-
um ein valdømisvaldan
tingmann.
– Vit plaga at liggja um
29% í Norðoyggjum til løg-
tingsval, og eg rokni eisini
við, at hetta fer at hækka til
hetta støðið aftur, sigur
Anfinn Kallsberg.
Hann heldur ikki, at teir
hava gjørt ov lítið við hetta
valdømið.
Til
veljarakanningina
sum heild sigur Anfinn
Kallsberg, at hann ikki trýr
uppá, at Sambandsflokk-
urin fær níggju tingmenn,
men hann vil ikki undir-
meta styrkina hjá Sam-
bandsflokkinum.
Anfinn Kallsberg vil ikki
gera aðra viðmerking til
samgongumøguleikar enn,
at teir vilja hyggja at hes-
um, tá valúrslitið er greitt.
– Vit halda á við sama
boðskapi og somu ætlan,
ljóðar tað frá Anfinni
Kallsberg.
Sambært hesari seinastu
veljarakanningini
kunnu
sitandi samgongufelagar
Fólkaflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin ikki einsa-
mallir skipa samgongu.
Anfinn Kallsberg:
–Als ikki nøktandi úrslit
Anfinn
Kallsberg ikki
nøgdur við
úrslitið av
veljarakann-
ingini, men
hann heldur, at
tað fer at batna
til valið.
C
M
Y
K
9
8
REYNI SERVICE
Opið: Mán.-frí. 8.00-17.00
Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040
-Góðir brúktir frá
REYNI SERVICE
Sosialurin - 311820
STØKK INN Á GÓLVIÐ
** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti
frá fyrsta skrásetingar dato.
* Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða
seldir við BRÚKT BILA VÁTTAN
Sýnaður
11-00
Sýnaður
02-01
Sýnaður
05-01
TOYOTA CARINA
1,6 SEDAN
Skrás.: 23-08-95
Km.: 103.000
Prísur: 87.600,- Garanti*
Sýnaður
04-01
Sýnaður
03-01
Sýnaður
10-00
Sýnaður
10-01
Sýnaður
09-01
Sýnaður
06-01
TOYOTA CARINA
1,6 SED.
Skrás.: 30-03-95
Km.: 53.000
Prísur: 89.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
2,0 DIESEL STATION
Skrás.: 11-06-98
Km.: 115.000
Prísur: 120.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
2,0 DIESEL
Skrás.: 29-01-99
Km.: 136.000
Prísur: 42.000,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
2,0 DIESEL
Skrás.: 02-06-99
Km.: 78.000
Prísur: 132.000,- Garanti**
TOYOTA COROLLA
1,3 H/B
Skrás.: 27-05-98
Km.: 22.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
1,3 H/B
Skrás.: 17-01-95
Km.: 175.000
Prísur: 65.600,-
KIA SPORTAGE
4X4 T-DIESEL
Skrás.: 02-09-98
Km.: 84.000
Prísur: 134.600,-
TOYOTA AVENSIS
2,0 TDI
Skrás.: 25-10-99
Km.: 50.000
Prísur: 160.600,- Garanti**
TOYOTA AVENSIS
2,0 TDI SOL
Skrás.: 14-01-99
Km.: 130.000
Prísur: 157.600,- Garanti*
TOYOTA AVENSIS
2,0 TDI TERRA
Skrás.: 29-04-99
Km.: 82.000
Prísur: 154.600,- Garanti*
TOYOTA AVENSIS
2,0 TDI TERRA
Skrás.: 23-11-99
Km.: 68.000
Prísur: 154.600,- Garanti*
TOYOTA AVENSIS
1,8 SOL
Skrás.: 10-03-99
Km.: 46.000
Prísur: 148.600,- Garanti*
NISSAN MICRA
1,3
Skrás.: 25-04-96
Km.: 85.000
Prísur: 58.600,- Garanti*
OPEL ASTRA
1,6 STW.
Skrás.: 01-04-98
Km.: 82.000
Prísur: 95.600,- Garanti*
OPEL ASTRA
1,7 DIESEL
Skrás.: 31-03-94
Km.: 176.000
Prísur: 48.600,-
FORD SIERRA
1,8 DIESEL
Skrás.: 28-11-91
Km.: 217.000
Prísur: 38.600,-
FORD SIERRA
1,8 DIESEL
Skrás.: 28-11-91
Km.: 217.000
Prísur: 38.600,-
RENAULT
TWINGO
Skrás.: 10-06-96
Km.: 86.000
Prísur: 86.000,-
FIAT BRAVO
1,4
Skrás.: 22-03-96
Km.: 53.000
Prísur: 63.600,-
VW GOLF
1,8
Skrás.: 16-01-97
Km.: 64.000
Prísur: 98.600,-
HONDA CIVIC
1,4 SEDAN
Skrás.: 09-03-99
Km.: 45.000
Prísur: 112.600,-
FORD MONDEO
1,8 STW.
Skrás.: 09-07-98
Km.: 30.000
Prísur: 140.600,- Garanti*
CITROEN ZX
Skrás.: 24-05-95
Km.: 57.000
Prísur: 64.600,-
SUZUIKI
ALTO 1.0
Skrás.: 21-09-98
Km.: 31.000
Prísur: 63.600,-
VØRUVOGNAR
MAZDA E 2200 4X4
VØRUVOGNUR
Skrás.: 14-10-96
Km.: 69.000
Prísur: 79.600,-
TOYOTA HILUX 4X4
PICK-UP
Skrás.: 26-02-99
Km.: 63.000
Prísur: 132.600,-
Lesið meira um veljara-
kanninga á síðu 18 og 19