Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. apríl 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 65 - 6. apríl 2002 Nr. 65 - 6. apríl 2002 13 VALGREINAR Framá Lands- sjúkrahúsið Heðin D. Poulsen valevni Fólkafloksins Fólkaflokkurin er annað enn vinnulívs- og skatta- politikkur. Fólkaflokk- urin fer í komandi val- skeiði at leggja stóran dent á mentannar-, al- manna- og heilsuviður- skiftir. Omanfyrinevndu málsøkir eru sum oftast við sviðusoð, tá ið skatt- gjaldarans pengar skulu býtast millum tey ym- isku økini. Ein stovnur, sum er serliga illa fyri er Landssjúkrahúsið. Landssjúkrahúsið í kreppu Í kreppuni vóru nógvar sparingar framdar á Landssjúkrahúsinum, men meðan lønir og út- reiðslurnar í samfelag- num annars eru hækk- aðar til sama støði, ið tær vóru í 1992, er ov lítið gjørt við at betra um støðuna á Lands- sjúkrahúsinum. Sitandi samgonga hevur tó framt fleiri betringar á Landssjúkra- húsinum. Landssjúkra- húsið kann um stutta tíð taka ein nýggjan bygn- ing í nýtslu og hevur fingið játtan at útskifta ávísa útgerð. Hetta er gleðilig framgongd, men enn tørvar Landssjúkra- húsinum eina hjálpandi hond. Størstiparturin av Landssjúkrahúsinum er í dag niðurslitin. Bæði bygningar og installa- tiónir krevja stórar ábøt- ur. Útgerðin sum hoyrir til røktar- og rehabili- teringsøkið er í nógvum førum ótíðarhóskandi og neyðugt er við størri játtan til KT-útbúnaðin, soleiðis at skrásetingar- og kvalitetsskipanir kunnu útbyggjast. Neyðugt er tískil við meirjáttan til Lands- sjúkrahúsið í komandi valskeiði. Eldssálir møðast Starvsfólkið á Lands- sjúkrahúsinum hevur alt rós uppiborið. Tey gera eitt megnararbeiðið til tess at betra um heilsu- støðuna hjá tí einstaka. Á Landssjúkrahúsin- um kennir ein seg altíð vælkomnan. Fyrikom- andi starvsfólk, ið veita góða viðgerð til sjúk- lingarnar. Men sum orðatakið sigur "eldsálir møðast". Gerst byrðan ov tung, er nemt at falla í fátt. Tørvur er á fleiri starvsfólkum á Lands- sjúkrahúsinum. Á operatiónsgongdini eru bíðilistar, av tí at ov fá fólk eru í starvi. Á psykiatrisku deildunum er neyðugt at hava aft- urlatið ávísar partar av árinum, av tí at ov fá starvsfólk eru. Á fleiri øðrum deildum er ar- beiðið ov strongt, tí starvsfólk vænta. Vakt- ararbeiðið avmaktar starvsfólkið. Hetta sóu vit eitt nú í ósemjuni viðvíkjandi deild B6. Vandi er fyri at tað í longdini fer at ganga út yvir viðgerðina hjá tí einstaka, at ov fá fólk eru í starvi. Nú skal tað henda Omanfyrinevndu viður- skifti kunnu vit hvørki bjóða sjúklingunum ella starvsfólkinum á Landssjúkrahúsinum. Vit mugu hava eitt Landssjúkrahús, ið kann mátast við landsdekk- andi sjúkrahús í øðrum framkomnum londum. Eitt sjúkrahús, har tann einstaki kennur seg tryggan. Tað er als ikki neyðugt at velja tað óvirkandi donsku loysn- ina, vel hina føroysku loysnina. Sylverius Jacobsen valevni Javnaðarflokksins í Eysuroynni Politsk sjónarmið. Tað sum er áhugavert og spennandi í politikki er hetta, at ein fær loyvi til og kann verða við til at ávirka gongdina í okkara sam- felag, sum jú er í stórari broyting júst hesi árini, ein broyting, sum sær út til at halda fram. Tí er um- ráðandi, at vit fáa tey røttu fólkini við teimum røttu hugsjónunum fram í fremstu røð, til frama fyri eini samfelagsskipan, sum er til gagns fyri alt fólkið. Ikki bara fyri einum parti av fólkinum, men fyri alt fólkið sum heild. Javnaðarflokkurin hevur tað sjónarmið, at øll í samfelagnum eftir førimuni hava somu rættindi og somu skyldur. Øll skulu hava møguleika fyri at hava so góð livikor, sum okkara samfelagsskipan nú eina- ferð megnar at skapa fyri fólkið sum heild, bæði ung og gomul, kvinnur og menn, røsk og heilsubrek- að. Nútímans samfelag Eit nútímans samfelag verður ofta mett útfrá, hvussu tey minst mentu og veikastu verða raðfest, tá talan er um livikor og lívsvirði. Verða tey sett aftast, so fær samfelagið vánaligt umdømið. Javnaðarflokkurin hevur altíð roynt at hjálpt upp á korini hjá teimum veiku bólkunum, ja tað er eitt aðalsjónarmið í javnaðar- hugsjónini. Ein veikur bólkur, sum verður størri og størri, eru jú tey gomlu. Teirra umstøður eru ikki alt ov góðar, og tí hevur javn- aðarflokkurin sett sær fyri at bøta um livkorini hjá hesum medborgarum okk- ara. Hvussu kann hetta gerast? Jú, eitt av høvuðs- málunum hjá javnaðar- flokkinum er at styrkja fólkapensjónina og lyfta samhaldsføstu eftirlønar- skipanina upp til eina munagóða skipan fyri allan arbeiðsmarknaðin. Fólkapensiónin skal økj- ast bæði við at hækka upp- hæddirnar og við at prís- talsregulerað alla pensjón- ina. Vel tey røttu fólkini við teimun røttu hugsjónunum Bárður Nielsen valevni fyri Sambands- flokkin í Norðstreymoy Sambandsfloksins poli- tikkur á almanna- og heilsuøkinum er lýstur í grein 7 í stevnuskrá flok- sins, sum er sent í hvørt hús. Tað stendur púra greitt fyri øllum, at fullveldis- ssamgongan 1998-2002 hevur havt eina sera óhepna hond við at handfara hesi málsøki. À nærum øllum økjum hevur verið so lítið avrikað, at Føroyar eru komnar langt í afturhond, tá ið samanborið verður við okkara grannalond. Hetta setir okkum í eitt ringt ljós, tí dygdin í einum vælferðarsamfelag verður í stóran mun mett eftir, hvussu samfelagið fer um teir veiku samfelagsbólk- arnar. Sambandsflokkurin hevur fyri langari tíð síðani ásannað, at eldraøkið er ein samfelagsuppgáva, tá ið familjan sjálv hevur gjørt tað, sum tey hava møgu- leikar fyri at hjálpa. Undir sambandslandsstýrinum 1980-84 vórðu bygd tvey ellis-og røktarheim (í Klaksvík og Runavík) og farið var seinasta árið undir at byggja tað triðja (Lágargarð). Tað fjórða var undir fyrireiking (Sandoy). Sambandsflokkurin fer ikki at dýggja øll undir í lyftum, men flokkurin fer tá ið hann aftur kemur í samgongu at raðfesta eldraøkið í fremstu røð. Hann fer at halda fram við at skipa fyri útbyggingum á eldraøkinum, tað veri seg at byggja ellis- og røktarheim, sambýli, íbúðir hóskandi serliga til eldri. Flokkurin fer at virka fyri víðari menning og útbygg- ing av Heimarøktini. Gunnvá Mortensen Valevni Javnaðarfloksins í Norðstreymi Hóast almenna fyrisitingin er vorðin størri og dýrari, hevur vanligi borgarin ikki fingið betri tænastu. Tí má almenna fyrisitingin endur- skoðast. Skipanir og manna- gongdir á almennum stovnum skulu gerast greið- ari og effektivari, soleiðis at borgarin fær ta tænastu hann hevur brúk fyri, tá hann hevur brúk fyri tí. Ein og hvør, ið hevur tað fyri neyðini, skal fáa virðiliga viðgerð. Eisini skal tað vera lættari hjá starvsfólki at vegleiða og hjálpa viðskiftafólki, tí muga heimildirnar eisini endur- skoðast. Harafturat er neyðugt, at gera meiri burturúr teldu- skipanum, fyri at fullnýta ta arbeiðsorku sum er. Nýggja stýrisskipanar- lógin hevði við sær, at vit fingu eina størri almenna umsiting. Fleiri vórðu sett í starv og fleiri stovnar vórðu skipaðir undir aðalstýri, hetta fyri at fáa eina betri tænastu, men vanligi borgarin hevur ikki merkt stórvegis bæta. Tað, at stovnar verða lagdir undir aðalstýri, er ikki nøkur effektivisering, um málini verða viðgjørd á sama hátt sum framman- undan. Um leigan verður spard er avgreiðslutíðin akkurát tann sama, og enn kemur tað fyri, at fyri- spurningar als ikki verða svaraðir. Ein møguleiki er, at stovnarnir virka enna sum stovnar, men bara undir somu lon. Okkurt stýri hevur líka nógvar arkivskipanir, sum tað vóru stovnar, og er ikki vorðið effektivari á tí økinum. Eitt er at leggja stovnar saman, annað er at broyta áralangar mannagongdir, hetta krevur hugburðsbroyting hjá starvsfólkinum, og kann ikki bara áleggjast teimum, uttan at tey verða tilin upp á ráð. Tað er nógv sum bendir á, at starvsfólk, ikki í nóg stóran mun, hava verið tikin upp á ráð í hesi samanlegging - tað kunnu vit gera betri. Tað er ógvuliga umráð- andi, at slíkar broytingar fara fram við samarbeiði ímillum politiska myndug- leikan og tey, sum dagliga starvast hjá tí almenna, soleiðis at broytingin verður mennandi fyri báðar partar. Ikki minni um- ráðandi er, allatíðina at hava tørvin hjá vanliga borgaranum í huga, soleiðis at hann veruliga kennir, at endamálið er at tæna honum. gunnva@post.olivant.fo Nú skeiðið er runnið, koma øll lyftini Skipanir og mannagongdir á almennum stovnum skulu gerast greiðari og effektivari VIÐMERKINGAR Kapuuum! Magni Laksáfoss Valevni Sambands- floksins í Norðoyggjum Og teir rullaðu stóra tangan við brennievnin- um út á vøllin, settu seg á hann og tendraðu í brennievnið. Hini stóðu bara ovfærd og hugdu at meðan tangin brast við einum buldri. Og við tanganum og brennievn- inum brast dreymurin um spennandi ferðina sum øll atlæðu sær við á. Vit føroyingar hava sett okkum eitt mál fyri, vit ynskja at fáa okkum ein sjálvberandi búskap. Ein sjálvberandi bú- skapur gevur okkum frælsið til at gera júst tað okkum lystir. Tað gevur okkum frælsið til at velja tað vit vilja hava fyri okkara land og tjóð. Man kann siga at vit ynskja at byggja eina rakett, sum vit kunnu fara út í rúmdina við, ferðast víða og síggja og uppliva nýggj ting. Øll hava vit hug at verða við á ferðini og uppliva tey tingini sum standa fyri framman. Vit hava sett okkum málið fyri - rakettin skal byggjast, so vit kunnu fara avstað. Vit eru enn ikki heilt samd um hvar leiðin skal ganga, men vit ynskja øll at byggja rakettina, so vit kunnu fara avstað tá hon einaferð er klár. Summi hava ikki tol Í seinastuni hava teir mest ótolnu av okkum mist tolið. Teir hava ikki stundir at bíða eftir at rakettin gerst liðug. Teir eru farnir út á vøllin við nógvum tonsum av brennievni og ætla at seta seg á tangan og tendra í. "Buldrið skal nokk lyfta okkum upp í rúmdina!", siga teir. Øll síggja vit hvar tað ber, men ringt er at fáa teir at skilja, at hatta nokk ikki er mátin at gera tað upp á. Vit kundu sagt: "Gott er! Lat teir fara, so fáa vit onnur arbeiðsfrið!" Men tað kunnu vit ikki, tí vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum til at byggja rakettina - og annars so hava vit faktisk eisini brúk fyri brennievninum fyri at fáa sent rakettina avstað, tá hon um ikki so langa tíð verður liðug. Mugu geva tol Tað nyttar ikki at futta alt brennievnið av til onga nyttu. Tað nyttar heldur einki at brúka allar kreftirnar upp á at skeldast um hvar leiðin skal ganga, áðrenn vit eru komin nakran veg við at fáa ein sjálv-ber- andi búskap. Vit mugu øll arbeiða saman um at byggja búskapin upp, so vit seinni kunnu semjast um hvar leiðin skal ganga. Vit skulu nokk gerast samd um leiðina tá tað kemur til stykkis! Lat okkum kjakast um leiðina í frið og náðum meðan vit í felag byggja búskapin upp. Uttan ein góðan og sterkan búskap fara vit ongan veg, og vit ynskja jú øll at sleppa avstað. Øll skulu við Ferðin, vit skulu við ra- kettini, er ein felags ferð. Øll skulu við. Tað nyttar ikki at skunda sær so nógv, at vit ikki hava stundir til at geva øllum góðar sømdir á ferðini. Har skal vera rúm fyri teimum gomlu. Har skal vera rúm fyri teimum ungu. Og øll skulu vit liva á ferðini. Øll skulu vit hava mat og klæði. Helst skulu vit hava fyrireika okkum so væl, at rakettin kemur væl avstað. Einki er vunnið um hon spreingist so skjótt sum hon er komin upp í luftina, og alt dettur niður av himli í smáðum stykkjum. Nei, vit mugu geva okkum stundir til at fáa fyri- reika ferðina so væl sum gjørligt. Heildarætlan Lat okkum í felag fara undir at byggja búskap- in. Byggiætlanin skal eita ein heildarætlan, tí uppgávan er so umfat- andi og torfør, at tað nyttar ikki at einstøku lutirnir ikki passa saman. Alt skal vera ein væl gjøgnumhugsað heild, sum ger, at vit øll kunnu føla okkum trygg á ferðini, njóta túrin og ikki liva í ræðslu um búskapurin fer at bera ella bresta. Lat okkum saman byggja búskapin upp til ein sjálvberandi búskap! Tordur J. Niclasen Valevni Miðfloksins í Eysturoy Hvønn týdning flogvøllurin hevur fyri Vágafólk- fyri alt føroya fólk - man fáur ivast um í dag. Tí er tað sera harmuligt og átaluvert, at berur kleyvarskapur hevur hindr- að eini neyðygar útbygging av flogvøllinum í Vágum. Tað at fast samband nú er undir Vestmannasundi, fer uttan iva eisini at hava við sær, at "argumentið" at leggja flogvøll aðrastaðnis í landinum, man fara at hvørva og at tær kreftir, sum hava gingið á odda fyri at flyta vøllinu úr Vágum, munnu helst verða mun- andi linkaðar. Hjá mær sum vágamanni hevur tað verið ein fragd at sæð, hvønn týdning flog- vøllurin hevur havt og hevur fyri fólkið har vest- uri. Tí harmar tað meg og hvørt einasta fólk í Vágum stórliga, at støðan viðvíkj- andi møguligar útbygging av flogvøllinum tykist fast- løst. Hetta orsakað av tí skilaleysu og harðrendu støðu samgongan (fólka- flokkurin, tjóðveldisflokk- urin og sjálvstýrisflokkur- in) hevur sýnt í samráðing- um við donsku stjórnina!! Ná, men "vit skulu sjálvi byggja út" siga teir, sam- stundis, sum teir hava skorið blokkin við nærum 400 milliónum, uttan at spyrja føroya fólk. Við hvørjum skulu teir byggja út fyri ? Umráðandi er, at síggja Føroyar sum eina heild og at virka fyri menning , eisini av tí, sum liggur uttan fyri meginøkið. Flogvøllurin og útbygg- ing av honum, er ein náttur- ligur og neyðugur partur av hesi menning. Hetta mál eigur beinan- vegin eftir valið at verða tikið upp í samráðingum við donsku stjórnina. At fjálga um flogvøllin og virka fyri eini neyðugari útbygging, er nakað sum eg framvegis vil arbeiða hart fyri! Tí vil ein atkvøða til Miðflokkin eisini verða Vágoynni at gagni. Heðin Mortensen løgtingsmaður og valevni fyri Sambandsflokkin í Suðurstreym Javnaðarfólk siga seg vera fyri fleiri leiguíbúðum og fleiri alternativum íbúðum. Kári Petersen og Elin Lindenskov skriva enntá, at "Javnaðarflokkurin ætlar at broyta mvg-lógina og lóg- ina um rentustuðul, so íbúðarfeløg fáa rætt til mvg-frítøku og til rentu- stuðul." Her pyntar Javnaðar- flokkurin seg við leigaðum fjaðrum! Sjálvur legði eg fram tvey lógaruppskot á ting. Annað var um broyting í mvg-lógini, so íbúðarfeløg skuldu fáa somu mvg- frítøku sum sethúsaeigarar. Hitt var um broyting í lóg- ini um rentustuðul, so íbúð- arfeløg skuldu fáa sama rentustuðul sum sethúsa- eigarar. Atkvøðugreiðslan er at finna á heimasíðuni hjá løgtinginum — www.logting.fo tingmál nummar 58 og 59 á ár (tingáriÝ 2001). Ímóti broytingunum í mvg-lógini vóru Katrin Dahl Jakobsen, Kristian Magnussen, He- lena Dam á Neystabø og allir hinir javnaðarmenn- inir, ið vóru á fundi, uttan Henrik Old. Ímóti broyt- ingunum í rentustuðuls- lógini vóru aftur Katrin Dahl Jakobsen, Kristian Magnussen, Helena Dam á Neystabø og allir hinir javnaðarmenninir, ið vóru á fundi. Her hongur ikki saman hjá Javnaðarflokk- inum. Tí skal ljóða ein ávaring: Javnaðarfólk, ið siga seg vilja alternativum íbúðar- møguleikum og leiguíbúð- um væl, pynta seg við lántum fjaðrum. Fráfarandi samgonga setti sær fyri at skulu fara undir ein miðvísan íbúðar- politikk. Orðini vóru so- ljóðandi: "Ein greiður íbúðarpoli- tikkur verður raðfestur. Alternativir íbúðarmøgu- leikar skulu skapast kring landið í samstarvi millum landið og kommunurnar, bæði sum kommunalar/ privatar leiguíbúðir, luta- felagsíbúðir, eldraíbúðir, íbúðir til rørslu- og menn- ingartarnað, ungdóms- íbúðir o. a." Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal úr Tjóð- veldisflokkinum hava havt fýra ár at fáa hetta umsett til veruleika. Fýra ár. Vegna Sambandsflokkin setti eg fram uppskot um at javn- seta alternativar íbúðir og leiguíbúðir við verandi sethús, tá tað ræður um mvg-frítøku og rentu- ískoyti. Men hesi bæði atkvøddu ímóti. Á heimasíðuni hjá løgtinginum sæst, at øll tjóðveldisumboðini vóru ímóti. Annita hevur grund- givið støðu sína við, at tað ikki er nakar yvirornaður íbúðarpolitikkur, herímill- um ongin greiður kava- ruddingarpolitikkur. Álvaratos. Politikkurin hjá okkum Sambands- monnum er greiður: øll eru líka fyri lógini. Tá vit set- húsaeigarar fáa mvg- endurgjald og rentuískoyti, so skulu sjálvsognarstovn- ar, ið byggja leiguíbúðir, til alment gagnligt endamál eisini fáa tað. Har eru tjóðveldisfólk gliðin í politisku hálkuni. Tíbetur kann veljarin tann 30. apríl við eini yvirornaðari po- litiskari kavarudding koyra slíkar politiskar kavamenn burtur. Partvís var mótstøðan helst grundað á, at í Havn- ini eru vit komin langt ávegis við einum alterna- tivum projekti. Tað hevði lætt munandi um mánaðar- ligu leiguna, um tingið gjørdi tey leigandi líka fyri lógini og gav teimum somu viðferð sum sethúsaeigar- unum. Men partvís av øvund móti Havnini vóru summi tingfólk ímóti, hóast reglurnar greitt vóru orð- aðar soleiðis, at tað var líka til at fara undir íbúðar- bygging Heima á Sandi ella í Klaksvík. Vónandi verður tað eitt øgiligt fjaðrarok, tá veljarin setur hesi skamleysu fólk uppá pláss. Vágafólk og flogvøllurin Pyntað seg við leigaðum fjarðum! Annfinn Brekkstein valevni sambandsflokksins í Suðurstreymoy Mistøkini frá tiltiknu 1980 árunum skulu ongantíð verða endurtikin. Lands- kassin skal aldrin aftur gerast eitt sjálvtøkuborð hjá nøkrum fáum speku- lantum og ódugnaligum vinnulívsmonnum, sum ikki megna at reka síni virki uppá vanliga mark- naðarbúskaparligar for- treytir. Greiður skilnaður og vatntætta skottið millum vinnulívið og tað almenna eigur sostatt altíð at vera eitt av hjartamálum flok- sins. Vinnan skal hvíla í sær sjálvum, men eigur hin- vegin at fáa greiðar karmar og góð kor. Skilnaður millum alment og privat C M Y K 13 12 veitst tú ikki tað?