Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. apríl 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 - 6. apríl 2002 15 VALGREINAR Ung fyri Miðflokkin (UfM) er stovnað og appelerar til trúgvandi ung at stuðla Kristnu lívsáskoðanini Jónfinn Olsen Form. í UfM & valevni Miðfloksins í Suður- streymi til løgtingsvalið Tað er uml. gott ár síðan at UfM varð stovnað, og er limatalið vaksandi. Í nevndini sita í dag Jón- finn Olsen sum formaður, Jan Hjaltalin sum næst- formaður, Elin Tausen sum kassameistari og Jón á Borg Eyðunsson sum skrivari. UfM hevur givið ein sera snotiligan faldara út, har tað er møguleiki at lesa meir um UfM, og málsetning tess. Henda faldara kanst tú fáa hendur á við at seta teg í samband við ein av nevndarlimunum hjá UfM. Okkara hugsan er, at gera okkum galdandi á tí politiska økinum, tí vit meta, at tað er rætt at gera vart við seg í samfelag- num sum Kristin. Vit hava sum Kristin eina ábyrgd, og mega vit vísa hesa á- byrgd og ikki goyma okk- um innan veggja í einum ávísum húsi ella sam- komu, men verða við til at Kristna lívsáskoðanin eyðkennir samfelagið, eisini í politikki. Tey ungu mega verjast, tí ungdómurin er partur av komandi framtíð okk- ara. Vit vilja vera við til… • at verja rættin hjá barn- inum til lívið. • at barni hevur møgu- leika at verða ansa í egnum heimi. • at ansingarpláss eru tøk, um hetta gerst neyðugt. • at Kristnir frískúlar verða settir á stovn. • at fólkaskúlin skal geva børnunum møguleika at menna seg til frælsar, sjálvstøðugar og á- byrgdarfullar borgarar, og at undirvísingin á ongan hátt mótstríður bíbliunnar boðskapi. • at tey, ið útbúgva seg á miðnámsskúlunum, fáa hægri studning. • at KOLLEGIIR verða bygd til hesi ungu. • at betri kor verða veitt teimum, ið eru yngri enn 18 ár, og sum fara av landinum at nema sær útbúgving. • at rímligur avsláttur verður veittur teimum, sum eru undir útbúgv- ing, á øllum almennum ferðaleiðum, • at ung undir útbúgving sleppa bíligari við sjúkrakassa gjaldi o.s.v. Vit kundu hildið á, men hetta gevur tær nakað av innliti í, hvat vit vilja arbeiða fyri, og vit vilja gera okkara til at ávirka hesi viðurskifti og mong onnur. Eitt nú vísti Mið- flokkurin at vit meina tað tá vit siga "at í Føroyum skula føroyingar ráða". Tingmaður floksins Jenis av Rana var sum tann einasti í Løgtinginum, tann sum helt fast um at FÓLKAATKVØÐAN um Føroyskt "FULL- VELDIÐ" skuldi verða tað lovaðaða tíðspunkti, men samgongan vildi tað øðrvísi. At blokkurin er okkara og at hann ikki skuldi skerjast, men at henda avgerð var koyrd út til fólkaatkvøðu stóð tingmaður MIÐFLOK- SINS eisini fast við, tí "í Føroyum skula Føroy- ingar ráða", men hinir flokkarnir á Løgtingi vildu nakað annað. UfM vil eisini arbeiða fyri at Føroyar fær fullan avgerðarrætt og fulla ábyrgd av landsins stýri, eitt "Fulveldið" har GUD er álit okkara, eitt ørvísi "Fulveldið", einar "FRÆLSAR", Føroyar har Føroyingar sjálvir eru harrar í egnum húsi. Eg vil at enda heita á øll tykkum ungu, at taka sera væl ímóti okkum og felagnum UfM (Ung fyri Miðflokkin), og vilja tit tekna tykkum sum lim eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við ein av nevndarlimunum. Lati okkum eisini standa sterk saman um eitt Kristiligt politiskt ungmannafelag, so okkara rødd eisini kann hoyrast í politikki, og vit kunnu gera okkara ávirkan galdandi í verki. Stuðla UfM, so stuðlar tú MIÐFLOKKINUM. Og sum partur í UfM hevur tú møguleikan at mynda politikkin hjá UfM og at gerast virkin bæði har tú býrt og kring alt landið. Sæl eru tey, ið óttast GUD. Gott løgtingsval, má Jesus vælsigna okkum øll. M I Ð F L O K K U R I N TÍN RØDD Á LØG- TINGIÐ. Sune Jacobsen Valevni fyri Sambansflokkin í Vágum Valsendingarnar undan løgtingsvalinum eru byrj- aðar ì Svf og Úf. Í fýra ár hava vit hoyrt árla og síðla í almennu fjølmiðlunum, hvat Høgni Hoydal heldur um líkt og ólikt. Ja, teir dagar ein ikki hevur hoyrt hann, undrast man so sáran, um oraklið er alvárliga sjúkt. Nú eru so valsendingar- nar til løgtingsvalið byrj- aðar, og vit hava fingið eina hóming av, hvønn leiklut hann framhaldandi fer at fáa frá fjølmiðlunum. Fyrst av barkastokki var send- ingin í Svf, har floksfor- menninir vóru bodnir í sjónvarpsstovuna. Hvat løgmaður, Jóannes og Lisbeth gjørdu har, skulu gudarnir vita. Orðið fingu tey so at siga ikki. Og tað var ikki tí, at Øssur ikki vildi geva teimum orðið. Nei, verturin sleppur ikki at stýra sendingini, tá Hoydal er við. Hann spyr og svarar, og tá onnur hava orðið, brýtur hann tey av. Og tað mest ótrúliga av øllum er, at tað sleppur hann dag og dagliga í Svf. Nakrar dagar seinni var fyrsta valsendingin í Úf. Nú vóru Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard í út- varpsstovuni. Og hendan sendingin byrjaði, sum hin í sjónvarpinum endaði. Verturin, Bjørg, sá út til at ætla at stýra sendingini, og tú hevði varhugan av, at formenninir skuldu svara teimum spurningum, sum hon setti. Eftir lítlari løtu átti Hoydal sendingina. Tá Jóannes fekk orðið, breyt hann hann av, og uppførir seg aftur sum vertur, við at seta honum spurningar. Og tá hann er liðugur at seta spurningar, endar hann sum vanligt við sínum alfaðir- ligu orðum um, at tað er "vigtigt", at man ikki gruggar málið. Bjørg hevði mist send- ingina á gólv, og sigur eina- ferð, at eg kundi hugsa mær at brotið inn her. At hugsa sær til, at ein vertur skal hugsa sær at bróta inn? Vit,sum valevni eru, mugu vita, um Høgni Hoydal sponsurerar al- mennu fjølmiðlarnar. Ger hann ikki tað, so mugu vertirnir taka stoppurðið fram, og einfalt deila talið av minuttum við talið av luttakarum. So einfalt kann hesin trupulleikin greiðast. William av Vollanum Kollafjørður, valevni Fólkafloksins í Norðstreymoy Undir valstríðnum í 1998 hevdi Fólkaflokkurin við í síni valskrá eitt uppskot til oljupolitikk, har mett varð, at byrjast skuldi skjótast gjørligt við hesi vinnu. Tá so løgmaður setti sínar landstýrismenn, vóru tað fólk, sum høvdu at, og onnur høvdu hug at smír- ast, tí nú hevði løgmaður sett ein landstýrismann í olju og umhvørvismálum. Onkur tók til, at Føroyar mundi verða tað fyrsta landið í heiminum, sum hevði ein oljumálaráharra, men onga olju. Landsstýrið fer síðan, við Fólkaflokk- inum á odda, til verka. Tað fyrsta, sum verður loyst, er marknaðarspurningurin við Bretland. Fyrireikingarnar til olju- vinnuna verða síðan lagdar væl til rættis og oljulóg- gávan kemur uppá pláss. Loyvi verða givin olju- feløgum til at bora eftir olju. Byrjað verður at gera útgerðarhavn í Runavík til at taka ímóti útgerðarskip- um. Statoil er fyrsta oljufelag, sum byrjar at bora, seinni byrjar eisini BP. Men hesi hava ikki eydnuna við sær og velja at gevast, tá nátt er niður á ætlaða dýpið, uttan at nakað spyrst burturúr. Triðja stóra oljufelag, sum fer í gongd við olju- boring, er Amerada Hess, og hesaferð gongur betur. Eftir at borað er longri niður enn ætlað, verður staðfest, at olja er í før- oysku undirgrundini. Liðin eru fýra ár, síðan nýtt landstýri kom til. Í dag munu tað verða fá, sum hava at. Heldur fleiri smír- ast, vitandi um, at í før- oysku undirgrundini finn- ast tað nú týðandi nøgdir av olju og gassi. Hetta er bara eitt dømi um ein flokk við fram- skygni, drívmegi og á- byrgd. Gott val. Tummas í Garði Yvirlækni, Valevni fyri Fólkaflokkin í Eysturoy Talan er um at gera ein stuttan tunnil – einar 600- 800 metrar – ímillum Langanes og Rókina. Nú stórar rembingar koma á samferðsluøkinum, er tíðin komin at taka spurningin upp. Hetta er eitt gamalt ynski, sum nú eigur at fáa realistiska viðgerð. Sunnari partur av Eyst- uroynni er størsta vinnuøki í Føroyum. Her er sera nógv virksemi ið krevur flutning til og frá, bæði av góðsi og fólki. Trýstið á samferðslu- kervið er bara vaksandi. Vit fara nú inn í eitt nýtt skeið í oljuvinnuni, har tað er um- ráðandi at ein langtíðar- ætlan verður løgd fyri samferðsluna runt fjørðin. Landsvegirnir liggja nógvastaðni ígjøgnum bygt øki. Eitt fast samband um fjørðin hevði minka mun- andi um ferðsluna ígjøg- num bygdirnar. Harum- framt er sparingin í tíð og orku so stór, at tað í sær sjálvum kan bera kostnaðin av einum tunnli. Ein stór-kommuna við Skálafjørðin verður mun- andi meira realistisk, og kemur at gerast ein sera sterk eind í føroyska bú- skapinum. Allur framburður hevur sína byrjan við einum hugskoti. Ætlanin um fast samband um Skálafjørðin er ikki nýggj, men um hon skal fremjast í verki, er neyðugt at leggja hugskoti fram alment. Síðan skal tað búnast, og fremjast tá umstøðurnar eru til tað. Eg vil fegin vera við til at seta fokus á hetta málið, og vóni at fólk við Skálafjørð- in síggja møguleikarnar, og ikki bara avvísa tað sum valagn. Eftir 30. Apríl er fast samband um fjørðin støðugt líka aktuelt! Tá ið byggingin av Norð- oyartunnilin er komin í gongd, eigur at verða hugs að um hvussu farleiðin til Havnar skal skipast. Ein undirsjóar-tunnil av Nesi ella Raktanga, suður á Hvítanes er tá ikki longur ein "luftkastella", men kanska ein skilagóð íløga fyri at skapa eitt fult samanbundið meginøki. Frí okkum frá Hoydal ella sponsorerar hann fjølmiðlarnar? Fólkaflokkurin og oljuvinnan Skálafjørðurin eigur at verða samanbundin ímillum Strendur og Saltnes! 15 14 Nr. 65 - 6. apríl 2002 VALGREINAR Javnaðarflokkurin vil menna alt Føroya land! Birgir Mohr Valevni Javnaðar- floksins á Sandi Neyðugt er at menna økini - annars endar alt í miðuni. Enn er ikki so gali sum í Íslandi, har býr 67% av fólkinum í og rundanum Reykjavík. Her hjá okkum býr uml. 33% av føroyingum í ella við Tórshavnar bý. Í Sandoyar økinum minkaði fólkatalið mun- andi undir kreppuni, men er so líðandi vaksi aftur til 1400 - 1500 fólk Tað er umráðandi fyri hettar økið, at fólkatalið ikki fer longur niður, tí annars verður økið ov líti í mun til hini økini í Føroyum. Til seinasta løgtings- val fyrilág eitt projekt upp á eina nýggja ferju til at røkja Sandoyar økið. Henda ferjan - Teistin - er komin og roynist okkum væl, og tað er gott. Vegurin Gamlarætt - Tórshavn, sum byrjaði í 1993, er enn ikki lið- ugur, so hesin kann ikki verið ovarlaga raðfestur, men verður hann nú vónandi gjørdur liðugur. Eitt av ynskjunum hjá Javnaðarflokkinum til langtíðar-íløguætlan hjá Løgtinginum, er eitt berghol til Dals frá Húsavík, tí vegurin gjøg- num Dalsberg er ring farleið - einamest um veturin. Grót ríður oman hvønn dag á vegin, og er tað undur, at eingi óhapp eru hend. Beint árðenn Løgtingið fór heim til val, varð samtykt at nýta 450.000,- kr. til forkann- ingar av hesum projekti. Og tað varð gott, men málið átti at staðið á løgtingsfíggjarlógini, ið varð viðtikin í desember 2001, og ikki komið fram nú sum valflesk. Tó allur bati bøtur, og vónandi kann málið fremjast í komandi løg- tingsskeiði. Eitt vegastrekki, sum treigir til at vera bæði breiðkað og partvíst um- lagt, er vegurin av Sandi - gjøgnum Sandslíð - til eystanbygdirnar í Sand- oynni. Hesin vegurin er ikki hóskandi til nútíðar ferðslu. Tí verður eyðugt at seta pening av til nútímansgerð av hesum vegastrekki. Skúgvi fekk ein báta- hyl fyri nøkrum árðum síðani, men hesin hevur ikki lúkað tey krøv og svarar ikki til teir for- væntingar, sum av røtt- um kunnu vera til ein tí- líkan bátahyl. Hóast staðkendir vóru í yva um hendan bátahyl, so fingu teir klóku úr Havn sín vilja. Men úrslitið vísur, at yvin hjá Skúv- oyingum var væl grund- aður. Nú má sakkunleikin - landsverkfrøðingarstovn urin - einaferð enn meta um, hvussu kann bøtast um hendan hyl, so hann kemur bygdini og skúv- oyingum til gagns, í hvussu er um summarið. Og neyðugt verður hjá tí komandi løgtinginum at avseta pening til at hjálpa upp á hendan bátahylin, tí ein lítil og peningaveik kommuna, sum Skúvoyar komm- una, kann ikki einsamøll avrika slíkar kostnaðar- miklar ábøtur og broyt- ingar. Samanumtikið er tann niðurprioritering av Landsverkfrøðingarstov ninum, ið er fram av sitandi samgongu, ikki til gagns fyri menning av økjunum uttanfyri miðjuna í Føroyum. Her í Sandoyar økinum er orkan hjá Landsverk- frøðingarstovninum ikki nøktandi til at viðlíka- halda og nútímansgerða vegakervi her. Og orkan er heldur ikki nøktandi í illveðri og stórkava um veturin. Hetta eigur at vera bøtt um. Viðferðin av sjálvum landsverkfrøðinginum sum starvsmanni og persóni er ein søga fyri seg, til lítlan sóma fyri Fólkaflokkin, og sum Løgtingsins umboðs- maður hevur átalað. Javnaðarflokkurin vil menna økini uttan fyri miðjuna av Føroyum, soleiðis at liviligt eisini verður úti á oyggjunum og bygdunum. Veljið JAVNAÐAR- FLOKKIN. Joen Peter Petersen Skálavík Valevni í Sandoynni Nú tað stundar ímóti valið, ja so hoyra vit lyftir omaná lyftir, ditt og datt skal gerast, ja og píkasjey hoyrdi eg eisini um eitt berghol til Dals, tí tað troyngja tey til, jú tað haldi eisini at tey troyngja til, at okkurt verur gjørt fyri tey í Dali, at tey fáa eitt gott vegasamband, men hví fara báðir løgtingsmenninir upp at loypa nú tað stundar til val, hví gjørdi teir ikki eitt berghol til Dals, tá ið teir vóru valdir við sísta val. Nei nú kemur aftur til tað, at hetta er "VALAGN" av grovasta slag, tey í Dali hava trongt til eitt berghol í nógv,nógv ár, hví hevur ongin sum hevur siti á tingi gjørt tað fyrr, minnist meg rætt royndi Javnaðarmað- urin, Jógvan A. Johannesen at fáa eitt bergol har, men tað bleiv flent at honum, tí at har búðu for fá fólk í Dali, at tað var ikki nøkur meining at gera eitt berg- hol, tí at bygdin vildi doyggja út um fá ár, men gakk har eru fólk flutt til, nýggj hús eru bygd, eitt virkið er eisini komið har, ta haldi eg er framúrskar- andi. Góðu "DALBINGAR" eg vil vóna, at tit fáa eitt berghol, men eg vil ikki hava at tað verur lova tykk- um, at tit fáa tað áðrenn vali, og so eru tit gloymd aftaná valið í maimána. Nei í fyrsta umfarið, skuldi tit heldur roynt at fingi Læknaviðurskiftini í rættlag, men tit hava ikki nevnt eitt orð um, at fólk í sandoynni hevur noyst at ferðast til Havnar til lækna, at tey hava mist eina heilan arbeiðsdag fyri tað. Góðu løgtingsmenn, lovi ikki for nógv. Rói Egholm Valevni fyri Tjóðveldis- flokkin í Suðurstreymoy Eftir nøkur ár við friði hevur nú ein politikari aftur lagt seg út í tað aktiva vinnulívið. Hesa ferð er tað fólka- floksmaðurin og landsstýr- ismaðurin í vinnumálum Bjarni Djurholm. Tá kreppan leikaði harð- ast á, vóru føroyingar mest sum allir á einum máli um, at har ið tað almenna og politikarar høvdu verið innblandaðir hevði eingin framburður verið, hvørki fyri land ella fólk. Tá Framtaksgrunnurin varð settur á stovn, varð tilvitað sett eitt skott ímill- um politikarar og virk- semið hjá Framtaksgrunn- inum. Avgjørt varð, at landsstýrismaðurin í vinnu- málum skuldi seta 4 av 5 nevndarlimum í grunnin og hesir fýra skuldu so seta tann 5. limin. Hetta var ein upplagdur møguleiki hjá landsstýris- manninum at finna tey best skikkaðu fólkini at reka grunnin. Framataksgrunnurin hevur nú arbeitt við at selja Føroya Fiskasølu úr grunn- inum og tað sigst, at grunn- urin hevur eina borðklára loysn at taka støðu til. Henda loysn, sum fá munnu kenna, sampakkar helst ikki við tað, sum Bjarni Djúrholm meinar er ein fullgóð loysn av málin- um. Nú ger Bjarni Djúrholm beinleiðis ímóti tí, sum meiningin var, nevniliga ikki at blanda seg í virk- semið hjá grunninum. Spurningurin er bert, um ikki talan enn eina ferð er um eitt innanhýsis stríð í fólkaflokkinum. Tað verður sagt, at Før- oya Fiskasøla hevur verið sett til sølu. Men eingin veit, hvar hendan almenna fyritøkan hevur staðið til sølu.Hvar hava føroyingar saman við øðrum kunnað vent sær fyri at kenna treyt- irnar fyri einum møgu- ligum keypi av Føroya Fiskasølu? Tað hevur ljóðað, at vinnulívsmenn hava arbeitt við eini loysn, har teir sleppa at keypa virðini í Føroya Fiskasølu fyri 17 mió. kr., meðan tey iva- somu virðini, sum leiðslan í Føroya Fiskasølu hevur gjørt íløgur í - eitt nú parta- brøv í einum rækjutrolara - skulu liggja eftir í Fram- taksgrunninum. Spurningurin er bert, hvønn vong í fólkaflokkin- um hesir keypararnir hoyra til: eru tað vinnulívsmenn av loysingarveinginum ella av sambandsveinginum í Fólkaflokkinum sum ætla at fáa keypt hesi virðir úr Framtaksgrunninum, fyri ein, av ongum settum, marknaðarprís?. Ein kann eisini ivast í, hvørjar fortreytir Bjarni Djurholm, landstýrismaður í vinnumálum, hevur at seta eina nevd til viks. Eru tað hansara drúgvu royndir sum vinnulívs- maður? Hendan serstaka vitanin um, hvussu ein forvinnur sína fyrstu krónu í tí virkna vinnulívinum; ella eru tað royndirnar at skapa eitt frælst føroyskt vinnulív og harvið fáa tær almennu føroysku fyritøk- urnar seldar til hægst- bjóðandi? Hann hevur jú roynt seg við kunningar- diskinum á Flogvøllinum. Vónandi hevur tann nevnd, sum nú er vald, ein einasta arbeiðssetning: at selja tær kreppuloysnirnar, sum av vantandi hugflogi vóru lagdar í Framtaks- grunnin, nevniliga Føroya Fiskasølu og Føroya Fiska- virking. Latið okkum síðani fáa Framtaksgrunnin at virka eftir upprunaætlanini, nevniliga at virka fyri FRAMTØKUM fyri tað føroyska vinnulívið. Og við FRAMTØK meini eg: Gransking, nýggjar vinnur og menning av verandi vinnum. Vit hava allar møguleikar at menna føroyskt vinnulív, men tað má gerast við greiðum og einfaldari spælireglum fyri allar før- oyingar. Berghol ella valagn? Vinnulívsmaðurin Djurholm Sámal Petur í Grund Landsstýrismaðurin Svara kundi verið einfalt og stutt, - tí at tað er eitt sjálv- stýrisfólk í okkum øllum. Vit eru ólík, nøkur eru meiri sosial enn onnur, nøkur eru meiri borgarlig enn onnur, nøkur eru meiri víðgongd enn onnur og nøkur eru meiri konservativ enn onnur. Vit kundu blivið við at ført fram á hvønn vongin, tað er gjørligt at hella. Tað er tó ein sannroynd, at vit sum menniskju í menning okkara frá vøgg- uni av, arbeiða fyri at gerast meir og meir sjálvstøðug. Sjálvstýrisflokkurin hev- ur, síðani hann var stovn- aður, arbeitt fyri at sam- felag okkara skal gerast meiri sjálvbjargið. Fyrst og fremst ein sjálv- berandi búskap, sum gevur okkum frælsi til sjálvi at avgera, hvussu vit vilja innrætta okkum í mun til aðrar tjóðir. Ein sjálvberandi búskap- ur fæst bert við einum sunnum vinnulívi. Avgerandi hevur tó altíð verið fyri flokkin, at allir samfelagsbólkar fylgja við, soleiðis at eingin skal detta niðurímillum. Onkuntíð hava vit staðið nærum í stað í ríkisrættar- liga spurninginum, tí at vit vildu syrgja fyri, at tey sum vóru afturútsigld kundu fylgja við. Í hesum valskeiði hevur tað eydnast at vinna stig framá, búskaparliga og ríkisrættarliga, samstundis sum vit hava gjørt batar á so at siga øllum økjum, fólkinum til frama. Tit avgera 30.apríl, um hendan gongdin skal halda fram, ella um tit ynskja aðrar við róðrið. Tit kenna okkum frá hesum valskeiði av. Veljið Sjálvstýrisflokkin lista D. Hví Sjálvstýrisflokkin? C M Y K 14