leygardagur 6. apríl 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 65 - 6. apríl 2002
Nr. 65 - 6. apríl 2002
17
Ferðslunevndin hjá
Klaksvíkar kommunu
tók í gjár stig til at
bøta um ferðsluviður-
skiftini á vestara kai-
øki, har støðan hevur
verið kaotisk, síðani
Scania fór at sigla
FERÐSLA
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Síðani Scania
loysti Dúgvuna í siglingini
millum Klaksvik og megin-
økið, hevur rumbul verið í
ferðsluni á vestara kaiøki í
Klaksvík.
Vanliga siglir Dúgvan av
Stongunum í Klaksvík,
sum er á eystara armi, og
har er partur av havnalagn-
um ætlaður til júst hetta
endamál. Scania er ov stór
at leggja at við hesa ferju-
legu, og tí brúkar hon eitt
pláss á vestara kaiøki, sum
tó alt er eitt stórt arbeiðs-
pláss við nógvum virksemi.
Bilrøðirnar til Scania
vóru fyrst lagdar út eftir
kaiini, men hetta órógvaði
arbeiðsumstøðurnar á økin-
um so nógv í gjár og fyrra-
dagin, at ferðslunevndin
hjá Klaksvíkar kommunu í
gjár broytti hetta. Nú skulu
bilarnir bíða í røð heim
eftir kaini, og tað heldur
ferðslunevndin fer at bøta
um støðuna.
Tað er meira pláss heim-
eftir kaiini, og har er ikki so
ógvusligt virksemi sum
longur úti á økinum, har
bilarøðirnar vanliga verða
lagdar, tá siglt verður av
vestaru síðu.
Einvegis ferðsla
Samstundis hevur ferðslu-
nevndin gjørt av, at ferðslan
á kaiøkinum skal verða ein-
vegis úti eftir kaiini. Skeltið
eru sett upp, so tað nú bert
er loyvt at koyra oman á
kainina við Blikksmiðjuna,
og tað er bert loyvt at fara
koyra niðan aftur við
Snørisvirkið. Her kemur
eisini eitt spegl upp, so bil-
ar fáa betri útsýnið úteftir.
- Kaiøkið er eitt stórt
arbeiðspláss, og har er sera
nógv virksemi. Tí fer øll
ferðsla á økinum at órógva
arbeiðsumstøðurnar, men
vit vóna, at hetta fer at bøta
nakað um støðuna, sigur
Karl Heri Joensen, formað-
ur í ferðslunevndini hjá
Klaksvíkar kommunu.
– Tað hava leingi verið
trupulleikar við óneyðugari
ferðslu á kaiøkinum, og
møguliga
verða
onkur
meira varðandi stig eisini
tikin fyri at gera arbeiðs-
umstøðurnar
betur,
og
kanska fara hesi fyrstu stig-
ini fara at minna fólk á, at
kaiin er eitt arbeiðsøki og
ikki er ætlað óneyðugari
koyring, sigur hann.
Scania órógvar kaiøkið
Siglingin hjá Scania av vestara kaiøki í Klaksvík hevur órógvað arbeiðsumstøðurnar á økinum
Hósdagin varð mót-
tøka hildin í Klaksvík
í sambandi við at
tveir av teimum
trimum bygningun-
um, sum skalu nýtast
til eldra íbúðir, vórðu
reistir og innilokaðir
ELDRARØKT
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Heilt fitt av
fólki var komið saman til
móttøkuna, tá Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri
bjóðaði vælkomin og segði
nøkur
orð
um
bæði
sambýlið og íbúðirnar.
Eisini Jákup Pauli Jo-
hannesen frá Fuglø Arki-
tektar tekniskur ráðgevi, av
verkætlanini undir Kráar-
brekku helt røðu. Hann
tosaði millum annað um, at
tað er umráðandi hjá eldru
fólkum, sum kanska ikki
eru so væl gongd, at hava
gott útsýni. Tí ein kann
ferðast víða í huganum, tá
ein hevur gott útsýni. Og
tað fáa íbúðarfólkini. Tey
síggja út yvir allan býin.
Í
verkætlanini
undir
Kráabrekku eru tríggir
bygningar til íbúðir og eitt
sambýlið. Seks av íbúð-
unum eru sjeyti fermetrar
til støddar og restin eru so
fimti fermetrar. Sambýlið
kann hýsa 16 fólkum, sum
fáa egið kamar við WC og
bað og gongd.
Íbúðirnar eru ætlaðar til
eldri, sum eru væl fyri,
meðan sambýlið er til eldri,
sum kanska ikki orka so
væl at taka sær av eini íbúð.
- Har er eitt kamar helst
akkurát gott, sigur Stein-
bjørn Jacobsen.
- Sambýlið verður vænt-
andi liðugt í summar og
íbúðirnar til jóla, sigur
Steinbjørn Jacobsen, borg-
arstjóri í Klaksvík.
Eldraíbúðir reistar
- Tað er ótrúligt, sum
áhugin fyri íbúðun-
um og sambýlinum er
stórur, sigur Stein-
bjørn Jacobsen,
borgarstjóri í Klaks-
vík. Vit hava fingið
umleið seksti um-
sóknir. Og nú síðani
vit hava tosað um
verkætlanina í fjøl-
miðlunum, hevur
áhugi eisini víst seg
aðrastaðni frá í
landinum
ELDRARØKT
Solby A. Eliasen
Borgarstjórin í Klaksvík
sigur, at fleiri av umsøkjar-
unum eru fólk, sum eiga
stór hús, sum tey vilja selja
fyri síðani at flyta inn í eina
av íbúðunum undir Kráar-
brekku.
- Tað hevur so samstund-
is við sær, at fleiri hús í
Klaksvík verða til sølu eftir
at fólk eru byrjað at flyta
inn undir Kráarbrekku,
sum so ger, at tær ungu
familjurnar í kommununi
lættari kunnu útvega sær
eini hús. So vit kunnu fáa
tvær flugur við eitt smekk
har, sigur Steinbjørn, sum
tó vísir á, at tað so avgjørt
ikki er nøkur treyt at eiga
hús fyri at kunna fáa íbúð
undir Kráarbrekku.
Íbúðarfólkið skal rinda
húsaleigu umframt eitt
tilskot. Tey skulu ikki
hugsa um viðlíkahald av
nøkrum slag. Í millum
bygningarnar verða skúrar
til hvørja einstaka íbúð til
at goyma ymiskt í. Tað
kann vera súkklur ella
okkurt annað. Steinbjørn
sigur, at jarðarmunurin á
stykkjunum ger tað so
einkult at koma inn, bæði í
íbúðirnar í erva og neðra.
Man kann koma beint inn.
Eisini er ætlanin at ein
hjallur skal verða uttan fyri
úthurðina.
Gomul vilja úr
heiminum
Eigararnir í Disco-
teque Club 20 ivast
ikki í at krevja endur-
gjald frá ákæru-vald-
inum, eftir løgreglan
av órøttum gjørdi av
at steingja diskotekið
eina sunnunátt fyri
einum ári síðani.
Fútin hevur ásannað
mistakið, men vil ikki
gera tað skrivligt
sambært eigarunum
ENDURGJALD
Stefan í Skorini
Løgreglan gjørdi eitt mis-
tak, tá hon tveitti allar gest-
irnar úr Club 20 leygar-
kvøldið
millum
langa-
fríggjadag og 1. páskadag í
fjør. Klokkan var farin av
midnátt, og av tí at tað nú
var 1. páskadagur, metti
løgreglan, at halgidags-
lógin varð brotin.
– Vit hava munnliga
fingið at vita frá fútanum,
at einki meira verður gjørt
við hetta málið, eftir at vit
hava verið skuldsettir í eitt
ár, sigur Petur Olsen, eigari
av Club 20.
Eigararnir halda tó, at tað
er løgið, at fútin ikki vil
geva teimum hesi boðini
skrivligt. Teir hava heitt á
fútan um at geva teimum
boðini
skrivliga,
men
hesum sýtir hann fyri sam-
bært eigarunum.
Toni Dam og Petur
Olsen, sum eiga parta-
felagið, ið eigur og rekur
Club 20, ivast ikki í at
krevja
endurgjald
frá
fútanum fyri mista inntøku.
– Vit máttu lata gestunum
peningin fyri atgongumerki
aftur, og vit skuldu fram-
vegis
gjalda
lønir
til
starvsfólkið, og vit mistu
umsetningin í barrini eitt
heilt leygarkvøld, siga teir
báðir.
Tí fara teir nú at krevja
endurgjald, eftir at løg-
reglan tveitti gestirnar út,
og nú seinni vísir tað seg, at
løgreglan ikki fór rætt
fram.
Fyrireika stevning
Jógvan Páll Lassen er
sakførari hjá Club 20, og
hann fyrireikar í løtuni eina
stevning móti ákæruvald-
inum.
– Vit hava latið ein
grannskoðara kannað tølini
og gjørt nakrar útrokningar,
og tá tað fyrireikandi
arbeiðið er liðugt stevna vit
fútanum eftir endurgjaldi,
sigur Jógvan Páll Lassen.
Jógvan Páll heldur, at tá
fútin
gevur
eigarunum
munnlig boð um, at einki
meira verður gjørt við
málið, ásannar hann sam
stundis, at løgreglan gjørdi
eitt mistak, tá hon ruddaði
Club 20.
Sosialurin royndi at fáa
viðmerking frá vara fútan-
um Finn Ougaard fríggja-
morgunin, men hann var í
Landsrættinum, varð sagt á
fútaskrivstovuni.
Heðin Mortensen,
formaður fyri ÍSF,
metir, at landsstýrið
spælir hasard við
tipspengunum við
bíða við at góðkenna
sáttmálan. Hann
sigur seg hava merkt
trýst úr Danmark, og
hann ivast í, hvussu
leingi tolið røkkur hjá
Tipstjenesten. Málið
liggur nú hjá
kappingarráðnum
TIPS
Heri á Rógvi
– Landsstýrið spælir hasard
við tipspengunum við at
viðgera málið á henda hátt.
Hetta sigur Heðin Mort-
ensen, formaður fyri ÍSF.
Hann er sera ónøgdur við ta
viðferð, ið málið hevur
fingið.
Tað er nevniliga soleiðis,
at hin 8. mars í ár skrivaði
P/F Ítróttarvedding undir
sáttmála við Tipstjenesten.
Har varð gjørd ein fimm
ára avtala við donsku
veddingarmyndugleikarnar.
Heðin Mortensen sigur,
at teir løgdu nógv arbeiði í
samráðingarnar, og tað var
eitt stórt stríð at fáa sátt-
málan upp á pláss.
– Teir høvdu ikki víst
áhuga fyri einum tílíkum
sáttmála, men tað eydnaðist
okkum at fáa tað upp á
pláss, sigur Heðin Morten-
sen.
Sambært reglunum, so
skal landsstýrið góðkenna
sáttmálan. Hetta hoyrir
undir Høgna Hoydal í
landsstýrinum, og hann
skal góðkenna sáttmálan.
Hasard
Heðin Mortensen sigur, at
tað eru nú meiri enn tríggj-
ar vikur síðani, at sáttmálin
varð sendur út í landsstýrið,
men hann er ikki vorðin
góðkendur enn. Hetta er
Heðin Mortensen og vedd-
ingarmyndugleikarnir alt
annað enn fegnir um.
– Málið hevur ligið í
landsstýrinum í alt ov langa
tíð. Vit hava sent sáttmálan
til góðkenningar, har vit
hava biðið um eitt ja ella
nei og einki annað, sigur
Heðin Mortensen.
Formaðurin
fyri
ÍSF
heldur ikki, at atburðurin
hjá landsstýrinum í hesum
málinum er heilt burturvið.
– Hesin sáttmálin tryggj-
ar føroyskum ítrótti og
føroyskari mentan. Umleið
6,5 mió kr. koma til Føroya
til hesum sambandi, og
hvar skulu pengarnir koma
frá annars, sigur Heðin
Mortensen.
Heðin Mortensen er av
teirri fatan, at landsstýrið
við hesum spælir hasard
við peninginum hjá ítróttin-
um og mentani.
– Vit hava longu merkt
trýst úr Danmark, og eg eri
ógvuliga bangin fyri, at
mann spælir hasard við
hesum peninginum, tí tolið
er um at vera uppi í Dan-
mark, sigur Heðin Morten-
sen.
Landsstýrið hevur latið
málið til Kappingarráðið til
ummælis.
Heðin Mortensen sigur
seg ikki skilja, hví málið er
farið til Kappingarráðið,
sum einki hevur havt við
hetta málið at gera.
– Vit hava eina løgtings-
lóg á økinum, og tað er
hana við ganga eftir. Hvat
Kappingarráðið hevur við
hetta at gera veit eg ikki,
men hetta setir tipspeng-
arnar í vanda, sigur Heðin
Mortensen.
Kannað
Terji Siðurðsson á Kapp-
ingarráðnum váttar fyri
Sosialinum, at teir hava
fingið málið til ummælis.
Hann sigur, at tað er
vanligt, at teir fáa mál til
ummælist, men hetta er
fyrstu ferð, at teir fáa ein
tílíkan sáttmála.
Hann vil ikki gera við-
merkingar til møguligar
hypotesur í hesum málin-
um. Hann sigur bara, at teir
kannað málið, og hann veit
ikki at siga, nær ið teir vera
lidnir við kanna málið.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa eina viðmerking
úr landsstýrinum.
Spæla hasard við tipspengunum
– Vit hava longu merkt trýst
úr Danmark, og eg eri
ógvuliga bangin fyri, at
mann spælir hasard við
hesum peninginum, tí tolið
er um at vera uppi í
Danmark, sigur Heðin
Mortensen
HASSJ
Stefan í Skorini
Arbeiðsmenn á Trol-
verkstaðnum Vónini í
Álakeri í Havn fingu ein
lítlan hvøkk, tá teir
hósdagin funnu 160
gramm av hassji á ein-
um platti, sum var kom-
in við farmaskipi úr
Hirtshals.
Løgreglan
varð boðsend beinan-
vegin, og hon legði hald
á hassjið.
Nøgdin
var
160
gramm, og hetta hevur
eitt virði á einar 20.000
krónur á gøtuni, um
søluvirðið verður sett at
vera 125 krónur fyri
grammið.
Bergleif
Brimvík,
leiðari á kriminaldeild-
ini sigur, at platturin
kom úr Danmark mána-
dagin í seinastu viku,
men hassjið var ikki
funnið fyrr enn hós-
dagin í hesi vikuni, tá
menn fóru at taka tilfar
av plattinum.
Løgreglan hevur ong-
ar ábendingar um, hvør
stendur fyri hesi smugl-
ingini, og eingi spor eru
at ganga eftir enn.
Hassj funnið
á Vónini
Club 20 krevur endurgjald
Club 20 misti umsetningin í barrini eitt leygarkvøld í fjør, tá løgreglan stongdi diskotekið.
Eigararnir krevja nú endurgjald
Mynd: www.club20.fo
C
M
Y
K
17
16