leygardagur 6. apríl 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 65 - 6. apríl 2002
Nr. 65 - 6. apríl 2002
19
At samgonguflokk-
arnir allir hava átt
landsstýrisumboð í
Norðoyggjum sæst
ikki aftur í undir-
tøkuni
VELJARAKANNING Í
NORÐOYGGJUM
Jóannes Hansen
Fer tað at eydnast fólka-
flokkinum at varðveita
tveir umdømisvaldar ting-
menn. Ella fer tað at
eydnast
tjóðveldisflokk-
inum fyri fyrstu ferð nak-
rantíð at vinna tveir um-
dømisvaldar tingmenn. Ella
fer tað aftur at eydnast
sjálvstýrisflokkinum at fáa
ein umdømisvaldan ting-
mann.
Hetta hava verið spurn-
ingar, sum hava verið
vendir í politiska orðaskift-
inum í Norðoyggjum.
Spurningarnir og meting-
arnar eru ikki so undarligar.
Valdømið hevur havt góða
politiska umboðan í hesum
valskeiðnum. Umframt teir
fýra umdømisvaldu ting-
menninar, so hevur Norð-
oya valdømi átt tríggjar
landsstýrismenn, og teir
hava ikki havt tær minstu
uppgávurnar: løgmaður og
formaður í fólkaflokkinum,
landsstýrismaður í fíggjar-
málum og landsstýrismaður
í oljumálum og hesa sein-
astu tíðina formaður í
sjálvstýrisflokkinum.
Hvussu tað verður kom
andi fýra árini fæst ikki at
vita, fyrrenn týskvøldið 30.
apríl. Men um norðoyingar
fara at atkvøða soleiðis um
góðar tríggjar vikur, sum
teir høvdu gjørt, um val var
í hesi vikuni, so hevði býtið
av teimum fýra umdømis-
valdu tingmonnunum verið
øðrvísi, enn møguleikarnir,
sum eru nevndir omanfyri.
Sambandsflokkurin
hevði fingið fjórða um-
dømisvalda tingmannin, og
fólkaflokkurin hevði mist
annan av sínum. Sam-
bandsflokkurin hevur ikki
átt umdømisvaldan mann í
Norðoyggjum, síðani á
løgtingsvalinum, sum var
30. januar í 1940. Tá áttu
Norðoyggjar
tveir
um-
dømisvaldar
tingmann.
Annar var Jacob Heinesen
fyri fólkaflokkin (tá hann
fórst við Ekliptiku kom
Heine Justinussen á ting
fyri hann), og hin var O. F.
Joensen fyri sambands-
flokkin.
O. F. Joensen ella Óli í
Skúla var afturvaldur í
1943, í 1945 og í 1950,
men tá var hann eyka-
valdur. Eli Nolsøe um-
boðaði sambandsflokkin í
Norðoyggjum sum eyka-
valdur í 1978 og í 1980,
men síðani 1984 hevur
verið øskukalt hjá sam-
bandinum í Norðoyggjum.
Nú bendir kanningin í
hesi vikuni á, at tað aftur
fer at bragda. Spurningurin
er so, hvør verður valdur. Í
Norðoyggjum duga tey ikki
at siga, um talan er um
nakað upplagt høvuðsval-
evni. Á tíðindafundinum,
sum
sambandsflokkurin
hevði fyrr í vikuni, var eitt
valevni úr Norðoyggjum.
Tað var Magni Laksáfoss.
Seinast fekk Betta Joensen,
sum umboðar flokkin í
Klaksvíkar býráði, flestu
persónligu
atkvøðurnar,
men hon er ikki á listanum
hesa ferð.
Dregur ikki
Í Danmark tosa teir um
statsministereffekt. Tað vil
siga, at nógvar atkvøður
verða drignar til flokkin hjá
forsætismálaráðharranum
og serliga í valdøminum,
har hann er valdur.
Sambært kanningini í
hesi vikuni ger hetta seg
ikki galdandi í valdøminum
hjá løgmanni. Ivaleyst eig-
ur hann einasta sessin hjá
fólkaflokkinum. Jógvan við
Keldu og hini á listanum
skulu so kappast um næst-
fremsta plássið, sum iva-
leyst ber pláss sum eyka-
valdur við sær, og triðja
plássið, sum ber tingsess
við sær, um Anfinn Kalls-
berg heldur fram í Tinga-
nesi.
Sjálvstýrisflokkurin er
illa fyri. Eyðun Elttør er
vorðin
formaður.
Men
hóast úrslitið í hansara
valdømi er væl betri, enn
tað er í landinum sum heild,
so tykist tað ikki, sum
oljumálaráðharrin verður
tingmaður.
Um Karsten Hansen skal
gerast tingmaður, so skal
hann sambært kanningini
syfta Heina O. Heinesen.
Sambært kanningini letur
tað ikki til, at tjóðveldis-
dreymurin um tveir ting-
menn í Norðoyum verður
veruleiki.
Sambandið fyrstu ferð
í meira enn 60 ár
VELJARAKANNING
Jóanes N. Dalsgaard
Ikki óvæntað er forkvinnan
í Sambandsflokkinum ógvu
liga fegin um úrslitið av
veljarakanningini,
sum
Fynd hevur gjørt fyri
Sosialin um Portalin. Sam-
bært kanningini fær Sam-
bandsflokkurin 27,8% av
atkvøðunum og 9 tinglimir.
- Reaktiónin hjá mær er
sjálvandi
gleðið.
Hetta
vísir, at okkara politikkur
hevur fingið gróðrarfesti
aftur. Vit hava nú havt eitt
valskeið, har okkara mót-
polur, Tjóðveldisflokkurin,
hevur verið størsti flokkur.
Men framanundan tí, var
Sambandsflokkurin størst
ur
Seinasta val var eitt
stemningsval
Lisbeth Petersen heldur, at
seinasta val í stóran mun
var stýrt av tí stemningi,
sum bankamálið skapti í
samfelagnum.
- Valið fyri 4 árum síðani
var merkt av einum stemn-
ingi, sum var skaptur av
bankamálinum. Nú hevur
tað málið lagt seg, og fólk
hava frið til at hugsa um
onnur ting enn bara øsing.
Fólk hugsa nú aftur um,
hvussu framtíðin verður og
um, hvussu gerandisdag-
urin verður. Og teir spurn-
ingarnar hevur Sambands-
flokkurin nøkur greið svar
uppá. Sambandsflokkurin
heldur fast við ríkisfe-
lagsskapin. Vit vilja mo-
dernisera og gera broyt-
ingar, men vit vilja als ikki
inn uppá nakað, sum hevur
við fullveldi at gera.
Rimmar val í Vágum
Sambært veljarakanningini
fær
Sambandsflokkurin
góð 47% av atkvøðunum í
Vága valdømi. Lisbeth
Petersen er eitt sindur bilsin
um hetta úrslit, men hon
tekur afturíaftur, at hetta er
ikki heilt óvanligt.
- Tað hevur fyrr verið um
reppið at vit hava fingið
bæði umboðini í Vágum, so
Sambandsflokkurin hevur
fyrr verið stórur har.
- Hví hon heldur tú at
Sambandsflokkurin stendur
so sterkur í Vágum?
- Kanska hava vágafólk
verið glað fyri sambands-
umboðið í valdøminum,
men hava verið ónøgd við
umboðanina
í
Vágum
annars. Eg taki hetta sum
eitt tekin um, at okkara
valevni og valdu umboð í
Vágum
hava
duga
at
markera seg. Men eg taki
hetta eisini sum eitt tekin
um, at vit hava fingið nógv-
ar ungar veljarar í okkara
part.
Polarisering er tann
sama
Lisbeth Petersen heldur
ikki at úrslitið bendir á
nakra stórvegis broyting í
polariseringini í føroyskum
politikki.
-
Tjóðveldisflokkurin
hevur altíð staðið fyri tí
sama, men man hevur givið
tí ymisk heiti í gjøgnum
tíðirnar. Man hevur kallað
tað loysing, og man hevur
kallað tað fullveldi. Nú
tosar fólkatingsmaðurin hjá
Tjóðveldisflokkinum um
republikk. Og tað kemur
Sambandsflokkurin ong-
antíð at taka undir við. Vit
liggja í hinum borðinum,
nú saman við Javnaðar-
flokkinum. Hvar Fólka-
flokkurin er, veit ongin
rættiliga, men samanutikið
kunnu vit siga, at spurn-
ingurin í føroyskum poli-
tikki framvegis er loysing
/samband.
Samgongumøguleikar
Spurd um hvørjar sam-
gongumøguleikar hon sær
fyri sær, svarar Lisbeth
Petersen, at um Javnaðar-
flokkurin stendur við tann
politikk, hann nú sigur seg
at vilja føra, so kann Sam-
bandsflokkurin
saktans
samstarva við hann. Men
hon er tó eitt sindur fyri
varin.
- Javnaðarflokkurin legði
jú, í byrjanini av hesum
valskeiðinum, út við at
siga, at hann kundi taka
undir við 1. síðu í sam-
gonguskjalinum. Tað hevði
Sambansflokkurin aldrin
droymt um at gjørt. Men
Javnaðarflokkurin er farin
til val uppá, at varðveita
ríkisfelagsskapin, og stend-
ur hann fastur uppá tað, so
eru góðir møguleikar fyri
samstarvi ímillum okkum
og Javnaðarflokkin, sigur
Lisbeth Petersen forkvinna
í Sambandsflokkinum at
enda.
Lisbeth Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum:
Bankamálið avgjørdi seinasta val
Í Danmark verður tosað um statsministaraeffekt. T. v. s., at
nógvar atkvøður verða drignar til flokkin hjá forsætis-
ráðharranum. Men soleiðis tykist ikki verða hjá flokkinum hjá
løgmanni. Jógvan við Keldu stendur til at fella, og tað tykist
vónleyst hjá Eyðuni Elttør at vinna sær tingsess
- Reaktiónin hjá mær er sjálvandi gleðið. Hetta vísir, at okkara
politikkur hevur fingið gróðrarfesti aftur, sigur Lisbeth
Petersen
POLITIKKUR
Vilmund Jacobsen
Formaður Javnaðarfloks-
ins, Jóannes Eidesgaard, er
als ikki nøgdur við úrslitið
av nýggjastu veljarakann-
ingini, sum Fynd hevur
gjørt fyri Sosialin og
Portalin. Kanningin gevur
Javnaðarflokkinum 22,9%
av atkvøðunum og sjey
tinglimir, ið er tað sama,
sum flokkurin hevur í dag.
- Við seinastu veljara-
kanning undan hesari fingu
vit 24,3% av atkvøðunum,
og tað var eitt betri úrslit
fyri okkum enn hetta, sigur
Jóannes.
Sambært
nýggjastu
kanningini, verður Sam-
bandsflokkurin
størsti
flokkur við 27,8% av at-
kvøðunum,
Tjóðveldis-
flokkurin næststørstur við
25,9%, Javnaðarflokkurin
triðstørstur við 22,9% og
Fólkaflokkurin er á fjórða
plássi við 18,7%.
Vónsvikin
- Sum floksformaður eri eg
avgjørt vónsvikin av hesum
úrslitinum sum vísir, at
Javnaðarflokkurin er dottin
niður ímillum Sambands-
flokkin
og
Tjóðveldis-
flokkin.
Jóannes sigur, at hesir
báðir flokkarnir halda lív í
hvørjum øðrum við, at
annar sigur nei og hin sigur
ja, og tað ger, at Javnað-
arflokkurin, sum situr við tí
besta boðnum um viður-
skiftini millum Føroyar og
Danmark, dettur niður í
millum hinar báðar.
- Tað undrar meg, at fólk
framvegis eru so nógv
upptikin av, hvat Sam-
bandsflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin halda um
ríkisfelagsskapin, tí kann-
ingarnar vísa, at tað er
loysnin hjá Javnaðarflokk-
inum í hesum máli, sum
fjøldin tekur undir við.
Formaður Javnaðarfloks-
ins legur dent á, at flokk-
urin hevur gjørt eitt ógvu-
liga gott og ábyrgdarfult
arbeiði
sum
andstøðu-
flokkur, og tí undrar tað, at
líkt nú er til, at flokkurin
missir undirtøku til fyri-
muns fyri Sambandsflokk-
in, sum bara sigur nei,
meðan Tjóðveldisflokkurin
sigur ja.
- Vit eru miðleingjan í
spurninginum um viður-
sliftini millum Føroyar og
Danmark, og tað er henni,
fólk taka undir við.
Vælferðin
Jóannes sigur, at Javnaðar-
flokkurin sum andstøðu-
flokkur hevur profilerað
seg sum miðleingjan í við-
urskiftunum millum Før-
oyar og Danmark, og flokk-
urin hevur lagt stóran dent
á vælferðina hjá føroyska
fólkinum í sambandi við
ríkisrættarligu
broyting-
arnar.
- Úrslitið av veljarakann-
ingini vísir, at tað, sum eftir
er av tíðini fram til
løgtingsvalið, mugu vit í
enn størri mun enn áður
royna at sannføra veljaran
um, at í viðurskiftunum
millum Føroyar og Dan-
mark snýr tað seg ikki um
eitt nei ella eitt ja, men um
eina loysn, sum føroyska
fólkið tekur undir við - og
tað er loysnin hjá Javnaðar-
flokkinum, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Sambært kanningini fær
Javnaðarflokkurin annan
mannin í Sandoynni, men
missir
mannin
í
Norðstreymoy.
Kiksarin hjá
Sambandsflokkinum
í Norðstreymi tykist
verða bøttur aftur, og
markanti Javnaðar-
tingmaðurin tykist
hava ilt við at sleppa
innaftur um ting-
dyrnar
VELJARAKANNING Í
NORÐSTREYMI
Jóannes Hansen
Tá úrslitið av løgtingsval-
inum var greitt fyri fýra
árum síðani kundi stað-
festast, at sambandsmaður-
in í Norðstreymi var fallin.
Hetta var søguligt. Tí tað
var fyrsta ferðin, síðani
floksbýtið
í
1906,
at
Norðstreymoyingar
ikki
vóru umboðaðir í tinginum
av einum sambandsmanni.
Nú bendir alt á, at annar
av valdømisvaldu ting-
monnunum í Norðstreymi
verður ein sambandsmaður.
Flokkurin
fer
sambært
veljarakanningini í hesi
vikuni at taka mannin aftur,
sum fólkaflokkurin fór
avstað við á síðsta vali.
Fólkaflokstingmaðurin
Jákup Suni Joensen er ikki
á listanum hesa ferð.
At
sambandsflokkurin
fer at fáa mannin aftur
tykist rættuiga víst. Sam-
bært kanningini eru fleir
enn tíggju prosent á muni
millum
sambandið
á
fremsta
plássinum
og
javnaðarflokkin, sum er á
triðja plássinum.
Sambandið
var
val-
skeiðið 1994–1998 um-
boða í Norðstreymoy av
Mariu Hansen, sum eisini
var bygdarráðsformaður í
Vestmanna. Hon stillaði
ikki uppaftur fyri fýra árum
síðani. Tí skal eitt nýtt sam-
bandsumboð
veljast
at
umboða
norðstreymoy-
ingar.
Tjóðveldisflokkurin tyk-
ist skula varðveita sín ting-
mann. Harvið bendir nógv
á, at Hans Pauli Strøm, sum
hevur umboðað javnaðar-
flokkin, ikki verður um-
dømisvaldur. Í hesum val-
skeiðnum hevur javnaðar-
maðurin í Norðstreymi,
sum í nógvum førum hevur
tykst sum høgra hondin hjá
floksformanninum,
Jó-
annesi Eidesgaard, verið
eykavaldur í Norðstreymi.
Sambært kanningini fer
javnaðarflokkurin ikki at
fáa
nakran
eykavaldan
tingmann hesa ferð.
Hetta valskeiðið hevur
Norðurstreymoy átt trý
løgtingsumboð. Tað tykist
vera møguleiki fyri, at tað
eisini verður soleiðis kom-
andi valskeiðið. Tað kann
hugsast, at triði eykamað-
urin hjá fólkaflokkinum fer
at fella í hesum valdømin-
um, men tað er væl meiri
ivasamt, enn tá talan er um
umdømisvaldu umboðini.
Fólkaflokkurin
tykist skula missa
umdømisvalda
mannin, sum teir
hava havt í minsta
valdøminum síðani
í 1984
VELJARAKANNING
Í SANDOY
Jóannes Hansen
J. P. Davidsen á Sandi var
tingmaður fyri javnaðar-
flokkin frá 1936 og til
hann legði frá sær í 1970.
Tá tók Tórálvur Mohr
Olsen við. Í 1978 misti
javnaðarflokkurin ting-
mannin í Sandoyar val-
dømi. Teir fingu hann
aftur á valinum í 1980, og
so høvdu teir hann fram
til valið fyri fýra árum
síðani. Nú tykist javnað-
arflokkurin í Sandoyar
valdømi so at siga at
koma upp á pláss aftur.
Sambært veljarakanning-
ini í hesi vikuni verður
hann størsti flokkur í val-
døminum.
Men tað verður í stór-
ari kapping við tjóðveld-
isflokkin, sum vann ting-
mannin fyri fýra árum
síðani, og sum rættuliga
tykist hava vunnið takið
aftur á sandoyingum,
sum hann hevði fyri fjør-
uti árum síðani, tá Er-
lendur Patursson var um-
boðaði flokkin í Sandoy-
ar valdømi.
Fólkaflokkurin fyri
skrædli
Siðani 1984 hevur fólka-
flokkurin í Sandoy átt
støðuga umboðan í løg-
tinginum. Í kanningini í
hesi vikuni er ein lítil
triðingur av veljarunum í
valdøminum
spurdur,
hvønn tey høvdu valt, um
val hevði verið nú. Sam-
bært svarini eru vánirnar
hjá fólkaflokkinum at
endurvinna sessin ikki
góðar. Tað eru næstan
ellivu prosent frá fólka-
flokkinum og upp til
javnaðarflokkin
og
tjóðveldisflokkin.
Síðani
1988
hevur
John Petersen verið vald-
ur tingmaður fyri fólka-
flokkin í Sandoyar val-
dømi. Tá hann segði ting-
sessin frá sær, tí hann
fyrst varð valdur til
landsstýrismann og síð-
ani fór heilt burturúr
politikki, hevur Eyðun
Viderø verið tingmaður.
Hann umboðaði flokkin í
tinginum 1978–1980 og
1984–1988.
Sambandsflokkurin
hevur ongantíð átt ting-
mann í Sandoyar val-
dømi. Tað tykist hann
heldur ikki skula fáa hesa
ferð, men hann er nú triði
størsti
flokkur
í
valdøminum.
Javnaðarflokkurin
upp á pláss aftur í
Sandoy
Hans Pauli í klønum tráð
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins:
– Vit detta niður ímillum
Sambandið og Tjóðveldið
- Tað undrar meg, at fólk framvegis eru so nógv upptikin av,
hvat Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin halda um
ríkisfelagsskapin, tí kanningarnar vísa, at tað er loysnin hjá
Javnaðarflokkinum í hesum máli, sum fjøldin tekur undir við,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Men veljarakanning-
in bendir ikki á, at
framgongdin skal
hava uppaftur størri
umboðan við sær í
Eysturoy
VELJARAKANNING Í
EYSTUROY
Jóannes Hansen
Tað er eingin ivi. Sam-
bandsflokkurin
heldur
sambært veljarakanningini
í hesi vikuni væl og virði-
liga tørn um støðuna sum
klárt størsti flokkur í Eyst-
uroy. Men hann megnar
ikki at fáa fleiri umboð á
ting enn tey bæði, sum
flokkurin frammanundan
hevur. Tað er annars fleiri
ferðir komið fyri, at sam-
bandsflokkurin hevur átt trý
umboð í Eysturoy. Men vit
skulu heilt aftur til valið 24.
august í 1943 fyri at finna
síðsta dømið um hetta. Ta
ferðina vórðu valdir Andras
Samuelsen, Johan Poulsen
og Jens Chr. Olsen.
Sambært
veljarakann-
ingini verður býtið millum
flokkarnar í Eysturoy, tá tað
ræður
umumdømisvaldu
umboðini,
akkurát
tað
sama, sum tað hevur verið
fýra tey seinastu árini.
Sammett við kanningina
skal úrslitið á valinum
broytast rættuliga fitt, um
hetta býtið skal broytast.
Men tað verða undir øll-
um umstøðum broytingar í
umboðanini. Sámal Petur í
Grund hevur verið eykavalt
umboð fyri sjálvstýris-
flokkin. Sambært kanning-
ini fær flokkurin ikki um-
boðan í tinginum eftir
valið. Tað vil við øðrum
orðum siga, at kappingin
millum Sámal Petur í
Grund, Kára P. Højgaard og
Lassa Klein fer ikki at bera
tingsess við sær. Men nú
fáa vit at síggja.
Sambandið verjir
borgina
C
M
Y
K
19
18