leygardagur 6. apríl 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 65 - 6. apríl 2002
Nr. 65 - 6. apríl 2002
21
Argjabúðin hevur nú
snarað lyklinum fyri
seinastu ferð. Í øllum
førum undir heitin-
um Argjabúðin.
Nýggir eigarar fara at
taka við í næstum, og
er nú hesin gamli
handilin farin úr
familjuhondum
HANDILSLÍV
Ingrid Bjarnastein
Seinastu árini hava Olga og
Dánjal Arge rikið handilin.
Tey hava leigað hann frá
Rigmor og Hans Jacob
Sigvardsen. Men nú er
handilin latin aftur, og um
stutta tíð letur hann upp-
aftur í nýggjum hami.
– Abbi og pápi mín hava
rikið handilin undan mær,
sigur Rigmor Sigvardsen.
– Men nú er tíðin komin
at gevast. At handilin fer úr
familjuni er ikki nakað eg
beinleiðis leggi so nógv í
nú ein er vorðin eldri, og
tað er eisini strævið.
Fyri nøkrum árum síðani
lat Argjabúðin eina deild
upp longri heimi, Garðs-
búðina. Garðsbúðin hevur
eisini latið aftur nú, og
eisini hon er seld. Nú er alt
tikið úr handlinum og
málað verður og gjørt í
stand.
Argjabúðin
snarað lyklinum
Argjabúðin hevur nú latið aftur eftir fleiri mansaldrar í familjuni
Mynd: Jens Kristian
Garðsbúðin, sum er ein deild
av Argjabúðini, hevur
somuleiðis latið aftur.
Mynd: Jens Kristian
Fløgan hjá Brandi
Enni, Waiting in
the Moonlight,
kom út í gjár. Á
fløguni eru 13 løg,
har talan er um
reinan, melidiøsan
popptónleik
ÚTGÁVA
Ingrid Bjarnastein
Nú er hon endiliga komin.
Tann nógv umtalaða fløgan
hjá tólv ára gamla Brandur
Enni. Tey, sum hava bíðað
eftir henni, kunnu fegnast
um lættan popptónleik av
besta slag.
Sjálvt um hann bert er
tólv ára gamal, so hevur
hann saman við Studio
Pegasus í Klaksvík og
nógvum øðrum góðum og
kendum føroyskum tón-
leikarum, verið við í helst
størstu fløguverkætlan í
Føroyum nakrantíð. Talan
er um eina íløgu uppá fleiri
hundraðtúsund krónur.
Í sambandi við fløgu-
útgávuna skuldi vera kon-
sert í Norðurlandahúsinum
í gjárkvøldið. Við á kon-
sertini skuldi millum annað
Eyðun Nolsøe luttaka, og
eisini varð lovað fyri einum
serligum Grand Prix dámi
á, tá Pætur og Tóra við
Keldu skuldu koma á
pallin. Eisini var høvi at
síggja eitt nýtt sjónbanda-
lag, sum er gjørt til ein av
sangunum. Meira verður
um konsertina í blaðnum
týsdagin, og hvør veit?
Kanska
Føroyar
hava
fingið eitt popp-idol.
Brandur bíðar í mánalýsinum
Nýggja fløgan hjá
Brandur Enni kom
út í gjár. Hon eitur
Waiting in
the Moonlight
Vil ein komandi
samgonga hava
broytingar í reglu-
gerðini fyri Fram-
taksgrunnin, fara vit
at arbeiða eftir tí.
Men tann, sum keypir
burtur av ognum hjá
grunninum, má vita,
hvar hann flýtur,
áðrenn handlað
verður, sigur nevnd-
arformaðurin í
Framtaksgrunninum
FRAMTAKSPRÁT
Edvard Joensen
Nevndarformaðurin
í
Framtaksgrunninum, Niels
Winther Poulsen, sigur, at
tað er óhugsandi, at hann
fer at arbeiða í móti po-
litiska viljanum.
– Eg havi ongantíð ar-
beitt fyri nakran, sum ikki
vil hava meg at arbeiða fyri
seg. Kenni eg, at eg ikki eri
ynsktur í starvinum, leggi
eg frá mær, sigur hann.
Niels Winther Poulsen
sigur, at tað má vera eitt
krav, at ein møguligur
keypari frá Framtaksgrunn-
inum skal kunna kenna seg
tryggan, tá hann handlar
við grunnin.
Heilt greiðar linjur eiga
at vera fyri, hvør kann
keypa ognirnar hjá grunn-
inum, sigur hann.
Sum dømi nevnir hann,
at eitt nú hevur verið ført
fram, at tað er ikki so
heppið, at útlendingar eiga
føroyskt vinnulív.
– Vilja vit, at tað skal
vera so, eiga vit at siga tað
greitt, soleiðis, at møguligir
útlendingar,
sum
eru
áhugaðir í at keypa eitt nú
Føroya Fiskavirking frá
Framtaksgrunninum, vita,
hvussu støðan er, so teir
tora at taka eina avgerð
uttan at skula óttast fyri, at
hon verður broytt aftur nær
sum helst.
Tekur tíð
Tað tekur tíð at seta seg inn
í viðurskiftini hjá Fram-
taksgrunninum, sigur Niels
Winther Poulsen. Sjálvur
metir hann, at hann skal
hava minst ein mánaða ella
so at kunna seg í.
Tað vil so aftur siga, at
tað verða ongar stórar
avgerðir tiknar soleiðis í
óðum verkum, vísir hann á.
Og at hann skal hava áhuga
í at selja nakað burtur úr
grunninum her og nú, er als
ikki upp á tal, sigur hann.
Tað kemur heldur ikki
upp á tal at selja nakað sum
helst uttan bara fyri hægst-
bjóðandi.
Reglugerðin fyri Fram-
taksgrunnnin
sigur,
at
seljast skal burtur av ogn-
unum, tá tíðin er komin til
tess. Men tað er ilt at siga,
heldur nevndarformaðurin í
grunninum, um tíðin er
komin enn.
– Tað tekur tíð at finna út
av tí, og ta tíðina havi eg
enn ikki havt sum for-
maður, vísir hann á.
At hann skal brúka hesa
stuttu tíð, sum eftir er av
verandi valskeiði til at
handla fyri ávísar kundar,
er fullkomuliga burturvið,
vísir hann á.
– Tað er óhugsandi, at
nøkur søla verður framd
nú. Tað eru vit heilt einfalt
ikki klár til, sigur nevnd-
arformaðurin.
Hann vísir á, at Føroya
Fiskavirking virkar væl, og
tað skal arbeiðast sera
varisliga, um seljast skal
burtur av Fiskavirking. Tað
má til dømis alla tíðina
hugsast um, at starvsfólkið
ikki verður órógvað óneyð-
ugt, og at tey vita, hvat
hendir, sigur hann.
Tað er eisini umráðandi
at vita, sigur hann, um
politikararnir ynskja at
selja Føroya Fiskavirking í
smáum ella sum eina heild.
Gegnið
Niels
Winther
Poulsen
ásannar, at tað kann gerast
ein gegnistrupulleiki at sita
sum nevndarformaður í
Framtaksgrunnninum og
samstundis hava kundar,
sum kunnu gerast áhugaðir
partar í møguligum keypi
frá grunninum.
– Men tann trupulleikin
má so loysast, tá hann er
har, sigur hann. Tað vil so
siga, at hann má taka seg
burtur úr øðrum partinum í
teimum førum, tað kann
gerast aktuelt.
Men hann metir tað sum
eina sera spennandi upp-
gávu at vera vorðin for-
maður í Framtaksgrunnin-
um, tí har eru nógv mál at
loysa, sigur hann.
Niels Winther Poulsen
sigur, at hann hevur ikki
hugsað so nógv um, hvørt
tíðarskeiðið nevndin situr,
er ov stutt ella ikki. Men
hann ásannar tó, at eitt ár er
stutt tíð.
– Hinvegin, tekur hann
aftur í aftur, verði eg ikki
sitandi leingi, um eg kenni,
at eg ikki eri ynsktur har.
Teir fýra nevndarlimirnir,
sum landsstýrismaðurin við
vinnumálum valdi, hava
havt fund og skipað nevnd-
ina. Tó er fimti nevndar-
limurin ikki valdur. Hann
fara hinir fýra nevndar-
limirnir at velja í næstu
viku, sigur Niels Winther
Poulsen, nevndarformaður i
Framtaksgrunnninum.
Óhugsandi at arbeiða móti politiska viljanum
Norðuratlantsbólkurin
á Fólkatingi boðaði í
tíðindaskrivi herfyri
frá, at kendi norski
politikarin, Thorvald
Stoltenberg, skal ar-
beiða fyri bólkin við
málum, sum snúgva
seg um viðurskiftini
millum Danmark, Før-
oyar og Grønland.
Sjálvur kennir Thor-
vald Stoltenberg als
einki til nakra slíka
avtalu
POLITIKKUR
Edvard Joensen
Norðuratlantsbólkurin
á
Fólkatingi sigur seg hava
avtalað við Thorvald Stolt-
enberg, at hann skal gera
ávísar politiskar uppgávur
fyri bólkin. Thorvald Stolt-
enberg sigur sjálvur, at tað
passar ikki. Hann hevur
onga sum helst avtalu gjørt
við bólkin.
Í tíðindaskrivi tann 11.
mars sigur Norðuratlants-
bólkurin á Fólkatingi undir
yvirskriftini
»Thorvald
Stoltenberg skal arbeiða
fyri Norðuratlantsbólkin«,
at Stoltenberg hevur váttað,
at hann vil vera við í
kanningum, sum skulu
lýsa..... »
hernaðarliga
virksemið í Grønlandi og
Føroyum
saman
við
búskaparligu fylgjunum av
herstøðunum, eins og at
lýsa fólkarættarligu støðu
og rættindi Føroya og
Grønlands, at lýsa sosialu
viðurskiftini hjá grønlend-
ingum í Danmark og at
kanna møguleikarnar fyri
bøttum ferðsluviðurskiftum
í Norðuratlantshavi«.
Seinni í tíðindaskrivinum
verður sagt, at Norður-
atlantsbólkurin fegnast um,
at ... »Thorvald Stoltenberg
vil nýta sínar drúgvu
royndir og stóru vitan í ar-
beiðinum at lýsa hernað-
armál í Føroyum og Grøn-
landi.«
Sakin er bara tann, at tað
vil Thorvald Stoltenberg
yvirhøvur ikki.
Ongantíð upp á tal
Thorvald Stoltenberg sigur
í samrøðu við Sosialin, at
tað hevur als ongantíð verið
upp á tal, at hann skal lýsa
nakra hernaðarliga støðu
hjá Føroyum ella Grøn-
landi. Hann fer undir ong-
um umstøðum at blanda
seg upp í nakað, sum hevur
við støðuna millum Dan-
mark, Føroyar og Grønland
at gera, sigur hann.
– Tað er rætt, at eg havi
tosað
við
grønlendska
fólkatingsmannin
Lars
Emil
Johansen.
Hann
ringdi til mín og spurdi, um
eg kundi ráðgeva honum í
ávísum uttanríkispolitisk-
um máli, og tað játtaði eg,
greiðir Thorvald Stoltenber
frá.
Stutt eftir gjørdist hann
greiður yvir, at Norður-
atlantsbólkurin hevði út-
nevnt hann at arbeiða við
hernaðarmálum í útnorði.
Tá gjørdi hann skjótt av og
boðaði Lars Emil Johansen
frá, at hann als ikki vildi
vera við í nøkrum slíkum.
– Eg fari ikki at leggja
meg út í politisk mál, sum
viðvíkja danska kongarík-
inum, sigur hann. Og
Føroyar vóru als ikki upp á
tal yvirhøvur, tá hann tos-
aði við Lars Emil Johansen.
Diplomatur
Thorvald Stoltenberg er
diplomatur og orðar seg
varliga. Hann metir, at hann
er misskiltur, tá hann hevur
tosað við Lars Emil Johan-
sen, og tað er hann harmur
um.
– Jeg beklager att ha bi-
dratt til en slik misfor-
ståelse, og trakk meg totalt
med det samme, sigur
Thorvald Stoltenberg við
Sosialin.
Hann sigur seg hava góð
viðurskifti við Danmark,
eins og hann kennir nógv
fólk í Útnorði eisini, sigur
hann, og letur heilsa øllum
vinum sínum í Føroyum, at
hann hevur tað gott.
Vit royndu fyrrapartin í
gjár at fáa viðmerking frá
Norðuratlantsbólkinum til
tað, sum Thorvald Stolten-
berg nú førir fram.
Sjúrður Skaale, skrivari
hjá bólkinum, var kvikur at
vísa til Lars Emil Johansen,
tá nevnt varð, at vit vildu
vita, hvussu tað gekk við
arbeiðinum hjá Stolten-
berg.
Av skrivstovuni hjá Lars
Emil Johansen varð sagt, at
hann var upptikin á ting-
fundi, men lovað varð, at
hann skuldi seta seg í
samband við Sosialin, bein-
anveg, hann var leysur
aftur.
Einki var frætt frá hon
um, áðrenn blaðið fór til
prentingar.
Fullveldismenn misnýta
Stoltenberg
Thorvald Stoltenberg hevur ongantíð játtað at vera við í
nøkrum arbeiði fyri Norðuratlantsbólkin á Fólkatingi, sum
bólkurin annar boðiai frá í tíðindaskrivi í mars mánaða
Politiska skipanin er mín
arbeiðsgevari, og henni fari
eg at arbeiða eftir, sigur Niels
Winther Poulsen,
nevndarformaður í
Framtaksgrunnninum
C
M
Y
K
21
20