leygardagur 6. apríl 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
22
Nr. 65 - 6. apríl 2002
Nýggj ruta neyðug.
Ruðuleikin við
farmaflutningi og
ferðafólkaflutningi
heldur fram, hóast
nýggj ferðaætlan
kemur í gildi í næstu
viku. Um páskirnar
stóðu 30 bilar eftir á
bryggjuni og trupul-
leikarnir hjá fiska-
virkjunum eru ovur-
honds stórir. Neyðugt
er við skipið til farm-
in, vísir tingmaður á
SKIPAFERÐSLA
Dagfinn Olsen
- Flutningurin úr Suður-
oynni er um at koyra púra
fastur, og at nýggj ferða-
ætlan kemur í gildi í næstu
viku, loysir ongar trupul-
leikar, vísir Henrik Old,
tingmaður á.
Við
nýggju
ætlanini
verða nakrar tíðir fluttar,
men Henrik Old metir, at
hesar einamest eru til gangs
fyri teir, ið flyta fisk víðari
úr Havnini.
Longi hevur verið víst á,
at fiskavirkini í Suðuroynni
eru fyri vanbýti, og at tey
eru fyri ovurhonds stórum
trupulleikum í samband við
farmaflutning til og úr
oynni.
- Neyðugt er at fáa eitt
skip, nakað sum Claymur,
sum kann taka fiska- og
farmaflutningin frá Smyrli.
So kann Smyril aftur taka
sær av bilum og fólki, sum
hann gjørdi fyri nøkrum ár-
um síðani, og sum upp-
runaliga endamálið var,
vísir Henrik Old á.
Hann sigur, at nú er einki
skil á leiðini, siglt verður
ongantíð til ásettu tíð, og
fólk og farmur er hvørt um
annað, og nýggja ferðaætl-
anin loysir ikki trupul-
leikan.
Annar trupulleiki er, at tá
fólk fara á ferð hampuliga
ílatin, í góðum klæðum, so
skal fartast millum farm og
fiskaflutning.
- Ein má hava eyka
klæðir við, sigur Henrik
Old, ið ikki metir, at um-
støðurnar eru at bjóða
ferðafólki í dag.
Bilar standa eftir í
dagavís
Tað er eingin loyna, at
ferðaleiðin til Suðuroyar er
serstøk og ikki ber til at
siga, sum á so mongum
øðrum leiðum, at slepst
ikki við hesaferð, so ber til
at taka næsta túr, tí hesin er
ofta eitt hálvt ella heilt
samdøgur seinni.
- Tað er í heilum, at bilar
standa eftir. Skírishóskvøld
stóðu 30 bilar eftir á
bryggjuni og næsti túrur
var ikki fyrr enn hálvtannað
samdøgur seinni, vísur
Henrik Old á.
- Strandferðslan praktis-
erar, at skipið liggur í minst
tveir tímar, so manningin er
leys av skipinum. Hetta er
fyri at spara pening og fyri
at halda lógina um hvíld.
Sjálvsagt er hetta ein
trupulleiki. Byrjað verður
t.d. ofta ov seint at koyra
umborð, sigur Henrik Old,
sum ikki so sjáldan er
millum ferðafólkini, ið
bíðar, meðan farmur verður
avgreiddur.
Hann vísur á, at eitt skip
til farmin er ein loysn.
Onnur loysn er eyka mann-
ing til Smyril, ið so kundi
siglt við fiski og farmi um
náttina. Hetta krevur ikki so
stóra manning, men tað er
neyvan endalig loysn uppá
trupuleikan.
Men hugsanin um eitt
skip at taka sær av farm-
inum liggur honum nærri.
- Skipið skuldi siglt bæði
á Vág og Tvøroyri, so virk-
ini í oynni eru javntstillaði,
sigur Henrik Old, ið eisini
vísir á, at t.d. saltfiskavirk-
ini eru verri fyri, enn onnur,
tí tey fáa ikki flutningsend-
urgjald, tá avskipað verður.
- Trupulleikin hjá bæði
ferðandi og hjá fiskafram-
leiðarum í dag er, at eingin
veit, hvussu verður, um tað
slepst við, ella um seink-
ingar eru, sigur Henrik Old.
Hann vísur á, at hann
hevur alla virðing fyri teim-
um, ið sita og royna at
snikka
eina
ferðaætlan
saman, men at hesi sita við
einum óloysiligum trupul-
leika, verða ikki álvarslig
stig tikin at loysa trupul-
leikan.
Positivur trupulleiki
Frammi hevur verið, at
trupulleikarnir eru loystir,
men Henrik Old er ikki
samdur.
- Smyril-Line fær t.d.
ikki sínar bingjuvognar
suður við Smyrli, tí hann er
og lágur. Talan er eisini um,
at bingjur skulu báðar veg-
ir, sjálvsagt, bæði tómar og
fullar, tí fiskur verður eisini
keyptur á uppboðsøluni í
Runavík, til tilvirkingar í
Suðuroynni. Henrik Old
metir tó, at hetta er ein
positivur trupulleiki, men
harvið eisini ein uppgáva,
ið skal loysast. Nógv virk-
semi er og harvið nógvur
flutningur.
- Í summar letur virkið í
Hvalba upp aftur, so flutn-
ingurin er vaksandi. Hetta
er ein positivur trupulleiki,
ein stuttleiki, men sanniliga
eisini ein trupulleiki, ið má
loysast, sigur Henrik Old.
Teistin varð seldur er
orsøkin
Og suðuroyartingmaðurin
er ivaleysur, tá hann vísur á,
at trupulleikin stavar frá
søluni av Teistanum.
- Hetta botnar í, at Teistin
varð seldur. Virkini í oynni
nýttust tá Teistin sigldi ikki
at senda fiskin til Havnar,
fyri at senda av landinum, tí
siglt varð beinleiðis úr
Suðuroynni og til Skot-
lands. Júst tá sølan fór fram
var ikki so nógvur fiskur,
men vit eru ikki komin úr
hesum trupulleikanum enn,
sigur Henrik Old.
- Hendir nakað við
Smyrli, so fær tað katastro-
falar fylgjur. Bæði fyri
ferðafólkaflutningin, men
sanniliga eisini fyri fiska-
flutningin. Og alt kann
væntast, tí talan er um eitt
30 ára gamalt skip, sigur
Henrik Old.
Hann vísur á, at varð
annað skip sett at taka sær
av farminum, so kundi
skipið eisini tikið sær av
øðrum leiðum, t.d. um
Leirvíksfjørð,
so
lætt
kundið verið um trýstið har,
tá á stendur.
Men at talan er um ein
trupulleika, ið ikki verður
loystur við nýggju ferða-
ætlanini, er Henrik Old
vísur í, og hann vísur á, at
nú tíðinar eru góðar, kann
eisini væntast, at fólk
ferðast
meira
summar-
hálvuna, so neyðugt verður
við tiltøkum á leiðini um
Suðuroyarfjørð.
Ruðuleikin um Suðuroyarfjørð
Landstýrismaðurin í
fíggjarmálum boðaði
í tíðindaskrivi í gjár
frá, at eitt av málun-
um, hann setti sær
sum fíggjarmálaráð-
harri er nú komið eitt
stig nærri. Her verður
hugsað um at fáa
skipað viðurskifti í
lag við almenna ar-
beiðsmarknaðin.
SÁTTMÁLI
Ingrid Bjarnastein
Havnar Arbeiðskvinnufelag
hevur fyri fyrstu ferð í søgu
felagsins gjørt sáttmála við
landsstýrið um arbeiðs-
viðurskifti hjá limum teirra
á almenna arbeiðsmarknað-
inum. Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag og Fíggjar-
málastýrið
hava
undir-
skrivað sáttmála, ið fevnir
um arbeiðskvinnur, sum
starvasst sum reingerðar-
fólk, gongsgentur og tílík
starvsfólk á stovnum hjá
landinum og sjálvsognar-
stovnum í Tórshavnar og
Kirkjubøar Kommunu, sum
Fíggjarmálastýrið
hevur
málsræði til at áseta lønar-
og setanarviðurskifti fyri.
Sáttmálin kemur í gildi
tann 1. mai 2002, og sigast
kann upp við eini tríggjar
mánaða freist, tó í fyrst lagi
tann 1. oktober 2003.
Tann 1. mai 2002 hækkar
lønin 5,8% eins og á privata
arbeiðsmarknaðinum, og
tann fyrsta mars 2003,
hækkar hon 3%. Øll tey,
sum starvast meira enn 15
tímar um vikuna, verða nú
mánaðarlønt.
Staklutirnir í sáttmálan-
um eru umframt løn: setan-
arbræv, eftirløn, arbeiðs-
tíðarskipan,
gjøld
fyri
ólagaliga arbeiðstíð, frítíð
og frídagar, uppsagnar-
freistir, seming og gerða-
rættur,
álitisfólkaskipan,
rættindi hjá nevndarlimum
til fakfelagsarbeiði, løn
undir sjúku, løn tá børn eru
sjúk og starvsaldur, 3 ár og
5 ár.
– Eg eri sera væl nøgdur
við sáttmálan, og eina mest
um, at hesin stóri starvs-
bólkur á almenna arbeiðs-
marknaðinum nú endiliga
eisini hevur fingið skipað
viðurskifti við arbeiðsgev-
aran, sigur Karsten Hansen
at enda í tíðindaskrivi.
Almenni arbeiðsmarknaðurin fingið sáttmálar
C
M
Y
K
22
Nr. 65 • leygardagur • 6. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Tíðin er búgvin
at samtykkja
ein mentunarpolitikk
Lesið s. 4 og 5
FAMILJULÍV
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens K. Vang
Trý er ofta eitt eydnutal. Í Bíbli-
uni og í ævintýrum er trítalið
altíð tað "góða" talið, meðan
sjey, níggju og onnur tøl verða
meir ella minni brúkt sum tey
"óndu" tølini.
Og tað var ikki sørt ævintýr-
kent at stíga inn í garðin í
Fuglafirði.
Tann fyrsti kemur rennandi
ímóti okkum "Hygg!! Eg havi
slikkipinn!!". So kemur tann
næsti og áðrenn tú veitst av,
standa tríggir fittir smádreingir
og veipa við sleikisneisum, sum
um vilja teir vísa, at teir allir eru
eins.
Teodor, Birgir og Tórður eru
tríburar. Teir eru tríggir lívligir
dreingir, sum renna runt og
spæla í garðinum. Eisini grannin,
Brandur, sum er fýra, sleppur
upp í part.
"Hygg, har er ein slanga, sum
krógvar seg í moldini", sigur
Teodor stoltur, og peikar niður í
moldina í garðinum.
Jú, nakað heilt serstakt var at
síggja hesar dreingir spæla
saman.
3 av øllum
Tá tú komst innar í lítlu hugna-
ligu húsini á Bakkavegnum upp-
dagaði tú beinanvegin, at her
búðu fleiri smábørn. Uppi í baði-
rúminum – ella rættari, runt í
øllum húsinum vóru lutir, ið
søgdu tær, ella á ein ella annan
hátt bóru brá av, at her vóru trí-
burðar í húsinum. Í køkinum
vóru tríggir barnastólar, í stovuni
sótu tríggjar bamsur, í gongini
lógu tríggjar føroyskar bundnar
troyggjur... Trý var tað aftur-
gangandi talið.
Men hvussu er tað at hava
tríggjar dreingir í húsinum? Vil
tað siga, at tað er tríggjar ferðir
so strævið, sum at hava eitt?
– Tað er lættasta sak í verðini,
sigur pápin, Dia, skemtandi. –
Eg dugi ikki at siga, um tað er
tríggjar ferðir so strævið, tí vit
hava ongantíð bara havt eitt.
– Í fyrstuni er tað eitt sindur
strævið, sigur Jónfríð, sum er
mamma Teodor, Birgir og Tórða.
– Nú haldi eg, at tað strævna er
yvirstaðið. Vit hildu tað tó ikki
vera so strævið beint tá vit vóru í
tí, men nú tá vit hyggja aftur,
duga vit væl at síggja, at tað
hevur verið nógv strævnari fyrr
enn nú.
Foreldrini siga, at ein noyðist
at vera rættiliga sterkur sálarliga
fyri at megna at hava trý børn.
– Men beiggi mín eigur eina
dóttir, sum er javngomul við
okkara dreingir, greiðir Dia frá.
– Og eg haldi, at hann hevur havt
tað nógv strævnari enn vit.
Víðari greiða tey frá, at tá
dreingirnir vóru minni, so vóru
tey noydd til at halda eina fasta
rútmu. Ikki bar til at fara renn-
andi í hvørt húsahorn í føðing-
dag, tí rútman mátti haldast, tí
Tríburarnir Teodor, Birgir og Tórður:
Orkubumbur um ein háls
Tann 30. í triðja fyltu tríggir dreingir í Fuglafirði trý ár. Talan er nevniliga um tríburarnar
Teodor, Birgir og Tórður, sum leygardagin í seinastu viku rundaðu tey trý
Tríburarnir í Fuglafirði: Teodor, Tórður og Birgir fyltu trý seinasta leygardag
Framhald á síðu 2