leygardagur 6. apríl 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
C
M
Y
K
24
2
Sosialurin Nr. 65 - 6. apríl 2002
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Eg var niðri í SMS í
seinastu viku, saman við
mínum tveimum synum,
ein er 7 ár og hin 3 mán-
aðar. Komin uppá møtti
eg einum pari. Hetta var
eitt fitt ungt par 21-22 ára
gomul, gentan var við
barn, mundi hava gingið
einar 5-6 mánaðar. Tey
gingu har so fitt og
spankuleraðu við hvør
sínari sigarett.
Tað er jú sannroynd, at
børn í móðurlívi hjá
mammu, sum roykir, fáa
ov lítla ilt í blóðið og
vaksa tí seinni enn børn
hjá mammum, sum ikki
roykja, júst eins og
tubbaksroykur hevur
stóran part av skuldini í
vøggudeyða, og elvir til
krabbamein.
Tá eg sá hetta unga
parið, stúrsaði eg við;
hvat kann fáa ein roykjara
at leggja av, um heilsan
hjá børnum hansara ikki
kann tað?
Royking er ein sam-
felagstrupulleiki, nógv
størri enn onnur rúsevni.
Ein stórur partur av fólk-
inum er so illa bitin av
hesum heilsuskaðiliga
vana, at tey seta sína
heilsu og heilsuna hjá
øðrum fram um teirra
royk-rús.
Arbeitt verður kring
allan heimin fyri, at tey
sum velja ikki at roykja,
ikki skulu noyðast at fáa
royk í lunguni. Tankin
aftan fyri roykipolitikkin
er: Tú velur sjálvur at
roykja, og tí eigur tað bert
at ganga út yvir tína egnu
heilsu.
Men í Føroyum verður
einki gjørt. Her er SMS
eitt ræðandi dømi. Einasta
stað í øllum SMS, sum
tey kalla roykfrítt, er eitt
evarska lítið horn í Perl-
uni. Hetta økið er umgyrt
av roykjaraøkjum og kann
tí neyvan kallast roykfrítt.
Harafturat noyðist eg at
ganga ígjøgnum roykj-
araøkið við mínum ný-
føðingi fyri at sleppa inn
har. Fyri at gera alt enn
meira perfekt, so lata tey
hetta økið aftur ein tíma
áðrenn afturlatingartíð.
Eg royki ikki sjálvur og
kenni tí ikki á mínum
egna kroppi, hvussu bitin
man kann gerast av hes-
um illaluktandi vana. Eg
plagdi at roykja, men tað
eru eini 21-22 ár síðan.
Eg var smádrongur tá, og
millum teir stóru stein-
arnar á Mikkjalsa bø sótu
vit hvønn seinnapart og
royktu smuglarasigarettir
av onkrum eksotiskum
uppruna. Vit lærdu
ongantíð at anda roykin
inn, og hildu tað smakka
illa. Stutt eftir hetta funnu
vit nøkur ónærislig bløð,
sum nokk eisini vóru av
smuglara uppruna. Í
bløðunum fingu vit
okkara uppreistrartørv
nøktaðan og soleiðis
endaði mín aktiva tíð sum
roykjari.
Eg skrivi tí um royking
sum passivur roykjari. Eg
veit, at hetta fær nógvar
av teimum meira áloyp-
andi roykjarunum at
síggja meg sum óegnaðan
at úttala meg um royking.
Hesir hugsa kanska, hatta
er bara grenj. Enn ein
ikki-roykjari sum skal
hevda seg, og ikki hugsar
um onnur enn seg sjálvan.
Fyri mær kunnu tey
roykja so nógv sum tey
vilja, men eg vil sleppa
undan at skula anda teirra
royk niður í meg. Er tað
ikki ein mannarættur?
Roykipolitikkur
Niels Uni Dam skrivar:
annars kom klingur í
valsin.
– Tá tú hevur eitt barn,
kanst tú loyva tær at gera
meira enn tá tú hevur trý
so lítil børn, sigur Jónfríð.
– Men dreingirnir hava
altíð verið lættir at fáast
við, og tí hevur tað ikki
verið so strævið, sum ein
kundi væntað. Teir svóvu
longu náttina út tá teir
vóru tríggjar mánaðar
gamlir. Um dagarnar fara
teir í song um hálvgum
átta tíðina, og klokkan sjey
morgunin eftir noyðast vit
at vakja teir.
Soleiðis er tað hvønn
morgun, greiðir pápin
okkum frá.
Same procedure...
Hvønn morgun verður
mestsum eitt ritual
gjøgnumført. Upp klokkan
gott sjey, og dreingirnir
verða vaktir. Meðan
mamman skiftir teimum,
og letur teir í, fer pápin
niðurundir at gera morgun-
matin kláran. Tá klokkan
er átta koma mamma og
børn niðurundir, og babba
fer til arbeiðis, at smíða,
og tá stendur morgun-
maturin klárur á borðinum.
– Um morgunmaturin
ikki stendur klárur á
borðinum, tá eg komi
niðurundir, ella um ein av
dreingjunum stoytir vatn á
seg og noyðist at skifta
klæðir, so verði eg ov sein
til arbeiðis, sigur Jónfríð,
sum arbeiðir á Fiska-
virking í Runavík.
Jónfríð arbeiðir 3/4 tíð á
Fiskavirking í Runavík, og
meðan eru dreingirnir í
vøggustovu í Fuglafirði,
sum teimum dámar ógvu-
liga væl.
Tá Teodor, Birgir og
Tórður vóru gott hálvt
annað ár, dugdu teir longu
væl at tosa, og tað hevur
gjørt tað nógv lættari hjá
bæði foreldrum og starvs-
fólkunum í barnagarðinum
at taka sær av teimum.
– Teir eru glaðir fyri at
vera í barnagarði, fortelur
Dia. – Ongin trupulleiki.
Tær ferðirnar eg havi verið
teimum, so koma vit inn,
lata teir úr, ein muss og so
er tað farvæl og teir fara
inn. Teir koma ikki ein-
gongd rennandi yvir til
hurðina aftaná okkum.
So líkir, men tó
Teir eru tríggir, teir líkjast,
men allíkavæl, so er tað
ein, sum ikki rættiliga
líkist hinum báðum. Hetta
kemur av, at Birgir og
Tórður eru eineggjaðir.
– Teir líkjast allir sjálv-
sagt, men teir eru hóast alt
heilt ymiskir.
Birgir og Tórður halda
eitt sindur meira saman,
meðan Teodor heldur seg
eitt sindur fyri seg sjálvan,
og fjasar og roksar einsa-
mallur.
– Teodor er tann heilt
tekniski. Hann er púra
burtur í øllum, sum hevur
knappar at trýsta á. Longu
nú dugir hann at tendra
útvarpið, seta ta fløguna
frá hann vil hoyra, tendra
sjónvarpið, skifta video-
band og so framvegis,
meðan tað klára hinir báðir
als ikki.
Og nú Teodor hevur
hoyrt, hvat prátið fór at
snúgva seg um, sníkir hann
seg innar í stovuna og
setur Bassa-fløguna frá, so
tað rungar eftir í øllum
húsinum.
– Tá teir eru í bað, er
tað Teodor, sum fyllir
sproyturnar við vatni,
meðan hinir báðir sproyta.
Birgir og Tórður finna ikki
rættiliga útav hesum
teknikkinum enn.
Munur er á teimum. Teo-
dor er meira friðarligur,
meðan hinir kanska eru eitt
sindur meira buldrasligir.
– Teodor er klossutur,
hann dettur ofta. Tá hann
var lítil gekk tað long tíð
áðrenn hann kláraði at
halda høvdinum uppi
sjálvur, og vit væntaðu, at
hann fór at vera sindur
seinur á veg, men tað vísti
seg at verða púra øvugt.
Hann var tann fyrsti,
sum gekk framvið, sigur
Dia.
– Hann er eitt ordiligt
slangumenniskja. Tað kann
knútur koma á hann, so
bleytur og liðiligur er
hann. Hann smekkar altíð
pannuna í.
Jónfríð og Dia greiða
okkum frá, at teir halda
altíð saman, og eru skjótir
at verja hvønn annan um
onkur roynir at "leypa á"
ella skelda.
Føðingardagur
Seinasta leygardag fyltu
dreingirnir so trý ár, og vit
hava frætt, at hetta var eitt
stórt rok. Yvir 60 fólk vóru
í føðingardag og soleiðis
er tað á hvørjum ári.
– Tá klokkan var farin
av trý, so koyrdi tað bara
frameftir inntil á midnátt,
og tú kanst ímynda tær, at
vit vóru móð tá dagurin
var yvirstaðin.
Men dreingirnir hava tað
gott. Teir tosa, flenna,
gráta, klandrast, spæla,
renna, spæla bólt og alt
annað, júst sum onnur
børn.
At enda kundu vit
nevnt, at nøvnini hjá teim-
um eru eftir ommum og
abbum. Tórður eitur eftir
mammu Dia, sum eitur
Tórjun, og Teodor eftir
pápa Dia, Theodor. Birgir
hevur fingið navnið frá
Birgit ommu, sum er
mamma Jónfríð.
– Vit vildu ikki hava, at
teir itu onkur nøvn, sum
líktust ov nógv, sum til
dømis, Rúni, Rani og Rói.
Men hóast alt, so hava teir
allir seks bókstavir og enda
við r, so okkurt hava teir til
felags, sigur Dia.
Men nú er vorðið seint.
Dreingirnir eru vorðnir eitt
sindur friðarligari. Kanska
er tað tí Pocahontas er á
skránni. Tað syrgdi Teodor
fyri at fortelja okkum, og
tendraði sjónvarpið júst
klokkan 18.30, tí tá var
stóri pinnur komin niður á
seks talið. Útsenda og
myndamaður takka fyri
seg, og meðan Pocahontas
ljómar í bakgrundini
gongur leiðin aftur út á
Argjar.
Birgir
Teknikarin Teodor
Tórður
Framhald av síðu 1
Sosialurin Nr. 65 - 6. apríl 2002
3
REIÐMENTAN
Dagfinn Olsen
Myndir: Jan Muller
Fyri viku síðani høvdu vit prát
við Heðin Samuelsen um reið-
mentan, í sambandi við, at hann
á 65 ára føðingardegi sínum
beyð reiðmonnum til sermerktan
dag, har ross og ríðing var á
skránni. Greitt var frá um ítrivið,
ið so mong hava eina meting um,
men sum so fá veruliga kenna
nakað stórvegis til.
Fleiri av gomlu, garvaðu reið-
monnunum møttu upp, tá 43 ross
savnaðust í túninum hjá Heðini,
m.a. Poul og Høgni Mohr og
Viljormur Tórsheim og Aksel
Hansen.
Vit hava fingið orð á hesar
síðst nevndu, fyri at fáa teir at
líta aftur um bak — og fram eftir
— og at lýsa hesa mentan, henda
felagsskap, sum teir sum royndir
reiðmenn síggja hetta fyribrigdi.
Arvur
Bæði Aksel Hansen og Viljormur
Tórsheim siga, at tað er arvur, ið
ger, at teir fáast við ross.
- Tað hevur altíð merkt nógv
at koma í fjøllini. Líka síðani eg
var smádrongur. At koma út í
náttúruna hevur alt at siga. Ofta
er tað í familjum og so arvast
áhugin, sigur Aksel Hansen.
Og Viljormur Tórsheim er
samdur.
- Tað er arvaliga belastað. Eg
eri uppvaksin við hestum. Yngra
ættarliðið hevur hetta eisini sum
ítriv, men tað er stór ábyrgd at
hava hest, ið skal passast morgun
og kvøld, sigur Viljormur
Tórsheim.
Men báðir eru teir samdir um,
at hetta er eitt ítriv, sum ein
hevur stuttleika av, hóast tað er
sera bundið og stór ábyrgd fylgir
við.
- Ein hestur skal motiónerast.
Tað blívur eitt samband millum
mann og hest, nakað kenslu-
borið. Sum at hava hund, sigur
Viljormur.
- Menn eru eisini farnir at
dyrka gonguløg. Men at ríða runt
á sløttum er ikki eg, eg vil heldur
út í náttúruna, sigur Viljormur og
leggur afturat, at tað líkasum eru
tvær metingar um ríðingina; tey,
ið dyrka gonguløgini og tey, ið
heldur vilja út í náttúruna og upp
á fjøllini.
Út við hestinum — inn við
sjeikinum
Tað merkist á prátinum við
garvaðu reiðmenninar, at hetta
eru sálarliga frískir menn, ið sera
fegnir práta um sítt ítriv, ið
kanska eisini er ein lívsstílur.
Og fegnir eru teir báðir um, at
yngri kreftir tykjast taka við og
at áhugin er vaksandi.
- Nógv ung eru komin við og
Berghestar geva eisini fólki
møguleika at ríða. Tó tykist, sum
eru fleiri gentur, enn dreingir, ið
koma til, sigur Aksel.
- Ofta eru tað ungar gentur, ið
vilja hava hest. Og tær eru óførar
at passa hestarnar, ofta tíma tær
betri, enn vit, ið eldri eru. Men
so gerast tær eldri, og so hendur
tað seg, at tær “siga út við hest-
inum og inn við sjeikinum”,
sigur Viljormur skemtiliga.
- Men yngra ættarliðið gongur
høgt uppí tað og felagsskapurin
er góður, sigur Viljormur, ið
leggur afturat, at her er ikki
munur á monnum, hóast teir
koma úr øllum ættum, eisini
samfelagsliga sæð.
- Reiðmenn koma væl útav tí
saman. Teir koma saman um
hetta, ofta koma teir ikki saman í
tí dagliga. Teir kunnu vera sting-
andi og bersøgnir, men einki ilt
býr undir, sigur Aksel.
Og Viljormur er samdur, og
leggur dent á, at eisini er talan
um eitt sera skemtingarsamt
fólkaslag.
Halda á
Hóast bæði Viljormur og Aksel
eru í sjeytiárunum, so er hugurin
enn til ross og ríðing.
Men nær gevst ein reiðmaður?
- Eg havi ikki riðið í eitt ár,
men havi ætlað at fara avstað
aftur, sigur Aksel, ið er 78 ár og
hevur merkt, at heilsan spælir
avgerandi leiklut hesum viðvíkj-
andi.
- Men í Íslandi ríða menn. Eg
veit um ein, ið eru yvir 90 ár.
Men í Íslandi er lendið eisini
øðrvísi, sigur Aksel.
- Tað er sera ymiskt. Tað er,
sum heilsan er. Tá ein er í
sjeytiárunum, er ein ikki ungur
longur. Men tað er víst, at tað er
ikki sum at seta seg í bil, at fara
á hestbak, tað krevur sítt, leggur
Viljormur dent á, men enn hevur
hann tó ikki rættiliga hugsað um
at leggja frá sær.
- Tey yngru taka við, so hest-
urin fær motión, um eg ikki fari,
sigur Viljormur.
Báðir eru teir samdir um, at
reiðmenn hava stuttleika av
sínum ítrivi, ið altso í stóran mun
gongur í arv, men sum tó tykist
stevna ímóti bjartari framtíð, tí
áhugin er vaksandi millum tey
yngru.
Hugspor um reiðmentan II:
Ikki sum at seta seg í bil
At hava hest, at vera reiðmaður, er nakað, ið tekur tíð. Men eisini nakað,
ið ein hevur stuttleika av. Og samanhaldið og felagsandin eru í hásæti,
siga tveir av reiðmonnunum í Havn, ið teljast millum teir royndu í eldra
ættarliðnum
Viljormur Tórsheim og Aksel Hansen