leygardagur 6. apríl 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
C
M
Y
K
26
4
Sosialurin Nr. 65 - 6. apríl 2002
MENTAN OG MENNING
Turið Kjølbro
Júst fyri einum mánaði síðani
varð mentunarálitið Mentan og
menning lagt fram fyri almenn-
ing og tingfólk. Mentamála-
deildin í Mentamálastýrinum
undir leiðslu av Jóannes Dals-
gaard hevur staðið fyri arbeiðin-
um, men felagsskapir og einstak-
lingar, ið allir varða av list, hava
eisini gjørt sína ávirkan gald-
andi. Tilmæli og hugskot í álit-
inum eru lutvíst sprottin úr
mentanarpolitikkinum í øðrum
londum, lutvíst úr álitinum
Avmarkaðum marknaði, og lut-
víst úr teim royndum, sum
landsstýrismenn og umsiting
hava gjørt í orðaskifti við lista-
fólk. Spurdur um, hvar vit liggja
í mun til okkara grannalond,
sigur Jóannes Dalsgaard.
- Verður mentunarpolitikkurin
framdur, sum tað verður lagt upp
til í álitinum, eru vit á røttu
kósini og tað í sjálvum sær er
eitt stórt framstig. Men nøkur ár
ganga, áðrenn vit eru á jøvnum
føti við okkara grannalond, tá ið
tað snýr seg um at játta pengar
til listina og geva listini góðar
karmar. Kommunurnar í okkara
grannalondum játta eins nógv til
listina sum staturin, og hóast
einstøk kommuna í Føroyum
stuðlar listini væl, eru vit væl
aftanfyri í so máta.
Mentunarálitið er ein mentan-
arpolitisk virkisætlan, ið røkkur
um fimm ár.
- Viðurskiftini broytast rætti-
liga skjótt og tí er umráðandi at
avmarka tíðarskeiðið og støðga á
og eftirmeta tað, sum verður sett
í verk. Eisini er lættari at fáa
eina breiða politiska semju, um
áramál er sett á, sigur Jóannes
Dalsgaard.
Ungt fyribrigdi
Áðrenn og eftir, at mentunarøkið
varð yvirtikið í 1948, eru stór
tøk tikin við løgtingslógum og
øðrum, tá ið umræður okkara
varðveitandi mentan. Hóast
pengar eru játtaðir, hava vit ikki
sæð líknandi tøk, tá ið umræður
kørmum fyri skapandi og útinn-
andi list. Eitt nú kom leiklistin
ikki á fíggjarlógina fyrr enn í
1989. Spurningurin er, hví vit
eru nærum hálva øld eftir okkara
grannalond at orða og viðtaka
ein mentunarpolitikk, og hví
yvirtøkan av málsøkinum ment-
an ikki førdi til ein miðvísan
mentunarpolitikk.
- Vit kunnu eisini spyrja, hví
skúlin ikki varð yvirtikin í 1948.
Skúlin og mentan eru tengd hvør
at øðrum og eru hornasteinar í
øllum framkomnum samfeløg-
um. Eldri ættarlið gjørdu ikki
nógv burtur úr mentunarpolitikki
við atliti at skapandi og útinn-
andi list, tað lá ikki í luftini. Tey
vóru meiri upptikin av at varð-
veita mentunararvin og løgdu
eftir tátíðini framkomna lóg fyri
tingið. Hesin politikkur fekk
stóran týdning fyri varðveitslu av
máli, kvæðum, forngripum og
skjølum.
- Mentunarpolitikkur við atliti
at list og listarligum virksemi er
eitt rættiliga ungt fyribrigdi.
Hetta rák ger seg ikki rættiliga
galdandi fyrr enn eftir 1960,
byrjar í Fraklandi og breiðir seg
til Norðurlond. Tað var ein
viðurkenning av, at tímilig væl-
ferð ikki er nóg mikið. Fólk hava
eisini tørv á uppliving og anda-
ligum avbjóðingum, skapan og
fjølbroytni, at síggja og kenna
seg sum ein partur av eini heild í
einum søguligum samanhangi.
Alt, sum varð um at verða burtur
í materiellu vælferðini, sum eyð-
kendi 60-ini og 70-ini. Tað kann
undra, at føroyskir flokkar, eitt
nú Javnaðarflokkurin, sum ann-
ars fylgdi sínum brøðraflokkum í
norðurlondum, ikki fylgdi við á
hesum øki, sigur Jóannes Dals-
gaard.
Listafólk hava til allar tíðir
ávirkað samfeløg, flutt mørk og
slóðað fyri nýhugsan og fram-
burði. Viðurkenna vit í Føroyum
ikki henda leiklutin hjá listini?
- Hyggja vit at fíggjarlógini,
kunnu vit ivast. Hinvegin eiga vit
ikki at undirmeta játtanirnar,
uttan mun til hvussu samfelags-
hugsanin er.
List, sum setir spurnartekin
við tað viðtikna, alt, sum er
galdandi, er í andsøgn við sam-
felagið, ikki minst við aftur-
haldskreftir í samfelagnum.
Spurningurin er so, hvussu
politikarar, sum trúgva uppá
samfelagið, sum tað er, skulu
sannførast um, at list skal stuðl-
ast við pengum?
- Tey, sum virka í eini politisk-
ari skipan, vita, at fortreytin fyri
fólkaræði er orðaskifti, og í orða-
skifti verður funnist at og settir
verða spurningar við givnar
sannleikar og galdandi sam-
felagsskipanir. Hetta er ikki
fremmant fyri tingfólk - orða-
skifti er natúrligur partur av
teirra yrki. Listin hevur ofta ein
týðandi leiklut í samfelagsligum
høpi, men als ikki øll list og ikki
til eina og hvørja tíð. Av tí at vit
hava lyndi til at seta fólk, serliga
listafólk í bás eftir sjónarmiðum,
fara altíð nøkur at halda, at
skapandi listin er ov atfinningar-
som. Síggi ongan vanda her.
Heldur síggi eg vandar í tillag-
aðari list.
- Fáur hevur stuðlað nýskap-
andi og eksperimenterandi list
sum Malraux, ið var konserva-
tivur politikari í Fraklandi í
sekstiárunum. Tí ber ikki til at
siga um allar konservativar
politikarar, at teir eru bangnir
fyri teim spurningum, sum
skapandi listin setir. Tað vilja
altíð vera fólk í øllum flokkum í
øllum londum, ið ikki dámar, at
spurningar verða settir við tað
givna. Tað er alment galdandi og
ikki serføroyskt fyribrigdi, at
nøkur fólk hava ilt við at viðgera
spurningar, sum listin setir. Tað
er einki odiøst í tí - vit eru øll
ymisk, hava ymisk sjónarmið.
Tað vildi verið løgið, um øll
vóru samd um teir spurningar
listin reisir. Tað kann vera gott,
at list er atfinningarsom. Tað
kann enntá verða neyðugt fyri at
halda lív í fólkaræðinum og
Tíðin er búgvin at samtykkja
ein mentunarpolitikk
- Verður mentunarpolitikkurin framdur, sum tað verður lagt upp til í álitinum, eru vit á røttu kósini og tað í
sjálvum sær er eitt stórt framstig, men játtanarliga eru vit eftirbátur. Upphæddirnar eru settar fyri at nærkast
einum norðurlendskum støði. Tær eru als ikki ambisjøsar, men avgjørt eitt minsta mark fyri at kunna gera
nakað munagott, sigur Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentamálastýrinum, sum ikki avvísir, at
upphæddirnar eru settar eftir, hvat er realistiskt at fáa politiska undirtøku fyri
- Fatanin og undirtøkan fyri mentunar- og listapolitikki eru nógv størri í
fólkinum enn vit gera okkum fær um, sigur Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í
Mentamálastýrinum
Sosialurin Nr. 65 - 6. apríl 2002
5
samfelagsorðaskiftinum. Vit hava
ikki nógv samfelagsorðaskifti í
Føroyum og tað sum er, er ofta
ósakligt og eirindaleyst. Sæð frá
einum fólkaræðiligum sjónar-
horni, er tað tí bert gagnligt, um
listin letur sítt íkast til sam-
felagsorðaskifti, men tað eigur
ongantíð at gerast eitt krav, at
listin skal hava ein politiskan
boðskap. Hetta vildi verið í
andsøgn við tað listaliga frælsið,
ið listafólk eiga at hava í einum
demokratiskum samfelag.
- Haldi ikki, at aðalorðaskiftið
um mentunarpolitikkin á tingi
var so negativt, sum onkur vil
gera tað til. Har kom nógv
positivt fram. Sjálvt tey mest
atfinningarsomu søgdu, at álitið
var áhugavert og nýskapandi.
Fólk eru væl upplýst í dag og
vita, at tað er partur av nýtímans
fólkaræði, at listin skal hava
rásarúm at seta teir spurningar,
hon hevur hug at seta. Sjónleik-
urin “Eitur nakað land Weekend”
setur nógvar spurningar, sum fær
fólk at hugsa.
Lønar seg
Eitt av málunum við mentanar-
politikkinum er at skapa fatan
fyri tí týdningi, mentan og list
hava fyri búskapin, við øðrum
orðum prógva, at pengar til list
ikki eru ein útreiðsla, men ein
íløga.
- Tað er ikki bara í Føroyum,
at tað haltar við at fáa fólk at
skilja, at pengar til list ikki eru
ein útreiðsla, men ein íløga. Og
tað er ikki so løgið, tí tað er ikki
so eyðsýnt, at listapolitikkur
lønar seg. Hetta snýr seg um
fleiri búskaparlig løg, kunnu vit
siga.
- Nøkur talandi dømi eru
kortini. Eitt nú rindar Norður-
landahúsið meiri í meirvirðis-
gjaldi enn landskassin letur til
húsið um árið. Eisini kunnu vit
staðfesta, at ein føroysk króna til
list, útloysir ofta tríggjar norður-
lendskar krónur. Tað, sum er
meiri umráðandi, er at ásanna, at
í einum og hvørjum samfelag
verða skapað virði, sum ikki
beinleiðis kunnu gerast upp í
krónum og oyrum, og at hesi
virði samstundis hava beinleiðis
og óbeinleiðis búskaparligan
týdning. Sum dømi kunnu vit
nevna ein føroyskan málning. Í
fleiri ár var ein stórur málningur
hjá Williami Heinesen tað fyrsta
tú sást, tá ið tú komst inn á
donsku sendistovuna í Wash-
ington. Hendan myndin vakti
stóran ans hjá øllum, sum komu
á gátt. Tað er eingin ivi um, at
hesin málingurin hevur havt
ómetaliga stóran týdning fyri
Føroyar, eisini búskaparliga, men
vit kunnu ongantíð gera týdning-
in upp í krónum og oyrum.
- Í nógvum londum verða lista-
fólk brúktbeinleiðis í vinnulív-
inum, tí tey føra kreativitet,
broytingarhug og endurnýggjan
til fyritøkurnar. Snøgt sagt, alt,
sum er neyðugt í einum fram-
komnum vinnulívi, men slíkt er
ikki lætt at gera upp í pengum.
- Norðurbryggjan í Keyp-
mannahavn verður ein sýnis-
gluggi fyri føroyska mentan og
list, og fer heilt givið at fáa
stóran týdning fyri okkara bú-
skap, men tað verður tørført heilt
ítøkiliga at máta tann týdningin.
Hugburðsbroyting
Ein varlig hugburðsbroyting er
farin fram seinnu árini.
- Tað hevur nakað við tíðina at
gera. Tað er nú, at tíðin er
búgvin til at gera nakað muna-
gott til frama fyri listina. Vit liva
í eini tíð við stórum broytingum.
Altjóðagerðin, globaliseringin og
kunningar- og samskiftistøknin
hava broytt allar okkara for-
treytir. Tað er umráðandi, at vit
skilja, at kunningar- og sam-
skiftissamfelagið ikki snýr seg
um tøkni, men um innihald, mál,
mentan og list. Um nútímans-
samfelagið ikki leggur upp fyri
hesum veruleika, gerast vit offur,
fremmand og einsamøll framman
fyri internetinum. Og tað er ser-
liga galdandi fyri børn og ung.
Vit eiga í hesum høpi at minnast
til, at kunningar- og samskiftis-
samfelagið ikki í sjálvum sær
geva størri vitan og upplivingar.
Skal okkara samfelag eisini
gerast eitt vitanar- og uppliv-
ingarsamfelag, er neyðugt at
satsa uppá útbúgving og mentan,
soleiðis sum vit hava mælt til í
Føroyuskum Førleika og í
Mentan og Menning. Tí ræður
tað um at geva fólki breitt og
gott útboð av mentan og list, og
geva fólk høvi at taka lut í ment-
unarlívinum. Mentunarpolitikk-
urin er sostatt eitt amboð í hes-
um samanhangi og útreiðslurnar
til skapandi og útinnandi list, eru
at meta sum íløga, sum er neyð-
ug. Føroyskt mál og mentan
koma undir eitt ómetaliga stórt
trýst av globaliseringini og
altjóðagerð, tá ið kunningar- og
samskiftiskollveltingin av álvara
er sligin ígjøgnum. Mentunar-
politikkur er neyðugur um vit
skulu megna hesa støðu. Annars
koma vit í eina álvarsliga støðu
viðvíkjandi samleikanum, serliga
børn og ung, sum so at siga
javnan konstruera teirra saml-
eika. Hetta snýr seg í síðstu
atløgu um at vera menniskja, um
hvat fyri menniskju vit skulu
vera. Skulu vit verða upplýst,
vitandi, skapandi menniskju, ella
skulu vit gerast dólskir, passivir
móttakarar og løtt at manipulera.
Vit eiga at sleppa undan vandan-
um við tí dehumanisering, sum
globaliseringin og nýggja tøknin
kunnu føra til, sigur Jóannes
Dalsgaard, og leggur afturat.
- Einki stendur í stað. Víst
blóma mentan og list í Føroyum í
løtuni hóast trong kor. Men vit
eru á veg inn í eina broytingar-
tíð, sum mannaættin sjáldan
hevur upplivað fyrr og sum ikki
kann samanberast vit nakra aðra
tíð. Kunningar- og samskiftis-
tøknin geva eina heilt nýggja
støðu, sum menniskjað ongantíð
hevur verið úti fyri síðani ídnað-
arkollveltingina. Tað almenna má
gera sítt til, at vit øll kunnu
megna nýggju støðuna. Í hesum
høpi eru mentan og list horna-
steinar.
Góð javnvág
Yrkislist og áhugalist eru for-
treytir fyri hvør aðrari. Í kjakin-
um, sum hevur verið síðani
mentunarálitið varð almanna-
kunngjørt, hevur áhugalistin
verið sett upp ímóti yrkislistini
av einstøkum politikarum. Kann
tað hugsast, at vantandi fatanin
fyri hvør aðrari botnar í, at
alsamt fleiri partar av listini
verða yrkisligir, og áhugalistin
tess vegna kennir seg setta til
viks?
- Tað er vandin í øllum
mentunarpolitikki, ikki bara hjá
okkum, og tí er málið altíð at
finna eina góða javnvág millum
áhugalist og yrkislist. Í ment-
unarálitinum hava vit lagt dent á
at tryggja eina góða javnvág, og
tí beri eg ikki ótta fyri nakrari
ilstøðu ímillum áhugalist og
yrkislist. Skilji væl óttan frá
áhugalistini, tí hon hevur aðrar
fortreytir enn yrkislistin, men
Føroyar eru eitt samfelag, har
báðar liva av hvørji aðrari og
ikki kunnu verða hvørja aðra fyri
uttan. Hinvegin skal yrkislistin
ikki raðfestast lægri fyri at geva
áhugalistini nóg stóra rúmd.
Yrkislistin skal vera drívmegin.
Vantandi fatanin fyri at geva
báðum javngóða rúmd, kemur
einamest frá teimum, sum ikki
eru luttakandi og standa uttan-
fyri. Leikpallur Føroya er eitt
gott dømi um, har valda semja
og góður samstarvsandi.
Upphæddirnar, sum í álitinum
verða skotnar upp til skapandi
list árini framyvir, eru varligar.
- Upphæddirnar eru settar fyri
at nærkast einum norðurlendsk-
um støði. Tær eru als ikki ambi-
sjøsar, men avgjørt eitt minsta
mark fyri at gera nakað muna-
gott, sigur Jóannes Dalsgaard,
sum ikki avvísir, at tær eru settar
eftir, hvat er realistiskt at fáa
undirtøku fyri politiskt.
Álit á listafólki
At ávirkanin á listina verður løgd
út til listafólk ígjøgnum listaráð,
hevur onkur sett spurnartekin
við, eitt nú formaðurin í
mentunarnevnd Føroya Løgtings.
Men Jóannes Dalsgaard sær
ongan vanda í, at listafólk skulu
gera av, hvørji listafólk skulu
stuðlast og hvørji ikki.
- Heldur tvørturímóti. At
leggja ávirkanina út til listafólk
er at sýna teimum stórt álit og
nógv dømi eru um, at tað ber
væl til uttan nakrar trupulleikar.
Eitt nú verður tað gjørt í Leik-
palli Føroya og øll lata væl at.
Og tað eru ikki bara listafólk,
sum sita í ráðunum. Landsstýris-
maðurin útnevnir eisini limir, og
lóg og kunngerð fara at tryggja,
at alt fer rætt fram. ÍSF fær
stuðul frá landinum og ger sjálvt
av, hvussu pengarnir verða býttir
út, uttan at nakar setur spurnar-
tekin við tað. Spurningurin er,
hví listafólk ikki skulu duga eins
væl at býta út. Henda skipan er
eisini neyðug fyri at vit skulu
kunna lúka kravið um arms-
longd, stuðla uttan at stýra.
Onnur lond hava ikki inntøku-
trygd til listafólk. Nøkur lond
arbeiða fram ímóti eini slíkari og
hetta er eisini eitt mál sambært
uppskoti í mentunarálitinum.
- Nøkur listafólk klára at liva
av síni list, men nógv megna tað
ikki, hóast teirra list er stór list.
Tað vil siga, at vit hava ein bólk
í samfelagnum, sum arbeiðir og
skapar, men sum ikki fær gjald
fyri sítt arbeiði. Eg rokni við, at
tað ber til at gera onkra skipan
fyri minsta inntøku, helst í sam-
starvi við ALS og í formi av eini
trygging, har bert yrkislistafólk,
sum burturav arbeiða við list,
kunnu tekna seg. Hetta er ein
samfelagsuppgáva í og við, at
listafólkini lata okkum verk, sum
alt samfelagið hevur gagn av.
Óavmarkaður marknaður
Norðurlendsk list er nógv eftir-
spurd úti í heimi, og Jóannes
Dalsgaard sær nógvar møgu-
leikar fyri føroyskari list uttan
fyri landoddarnar. Ein óavmark-
aðan marknað, serliga tá ið um-
ræður myndlist og tónlist.
- Føroysk myndlist vekir longu
ans úti í heimi, og hon er í eini
serstøðu. Tí er uppgávan hjá
okkum at stuðla framflutningin-
um av myndlistini við at stuðla
framsýningum og kunning um
føroyska list. Tónlistin er eisini
við at koma væl við.
Verður eingin mentunarpoli-
tikkur samtyktur og vit lata
standa til, verður eingin menning
á økinum, er Jóannes Dalsgaard
sannførdur um.
- Vit verða øll fátækari, og ein
partur av okkara listafólki rýmur
av landinum. Í øllum framkom-
num londum eru politikarar og
myndugleikar vorðnir samdir
um, at marknaðarkreftir eina ikki
kunnu bera økið uppi. Men tað
er í tøkum tíma, tí so nógv gott
og spennandi hendir innan før-
oyska list í løtuni. Góða menn-
ingin, sum er í gongd, má stuðl-
ast. Tað grør um gangandi fót á
øllum økjum, og hóast umstøð-
urnar eru vánaligar. Og so vil
onkur siga, at tað er netupp tí,
men tað er ein gomul mýta.
Jóannes Dalsgaard dylir ikki
fyri, at hann vónar, at ein setn-
ingur í komandi samgonguskjali
verður at staðfesta og fremja ein
mentunarpolitikk.
- Mentunarálitið er skrivað í
samsvari við tað politikarar siga
seg standa inni fyri, og tí vóni
eg, at flokkarnir, sum koma til
valdið, fara at skriva í sam-
gonguskjalið, at teir taka undir
við tí, ið stendur í mentunarálit-
inum, sigur hann, og leggur
afturat, at tað er ikki altíð tað,
sum fær mest rúmd í einum
valstríði, sum er avgerandi fyri,
hvør politikkur verður førdur
eftir valið.
- Fatanin og undirtøkan fyri
mentunar- og listapolitikki eru
nógv størri í fólkinum enn vit
gera okkum fær um. Føroyingar
fylgja væl við, eru við í altjóða
samfelagnum og fólk síggja,
hvussu nógv og góð mentunar-
tilboð, sum eitt nú Ísland og
Danmark geva sínum borgarum.
Føroyingar seta krøv á øllum
øðrum økjum ájavnt við onnur
fólk, listin er einki undantak. Tað
er klókt og neyðugt at føra henda
mentunarpolitikkin út í lívið.
Møguliga skal hann tillagast eitt
sindur.
Kritikkurin, sum hevur verið
frammi um mentunarálitið, hevur
verið lutvíst beinur og lutvíst
skeivur, heldur Jóannes
Dalsgaard, sum annars vónar at
hoyra fleiri atfinningar og
sjónarmið.
- Men tað er eitt sindur
órættvíst at lasta álitið fyri tað,
sum ikki stendur í tí. Tað er ein
miskiljing at halda, at bókmentir
og myndlist eru við skerdan lut í
mun til aðra list. Hesar greinir
hava Mentunargrunnin. Kanska
er tað ikki nóg væl lýst í
tekstinum.
Ført hevur eisini verið fram, at
álitið skuldi verið komið fyrr.
- Betri seint enn ongantíð. Nú
eru orð sett á økið og tey verða
standandi. Eitt hugskot kundi
verið at lagt álitið fyri nýggja
løgtingið við eini yvirlýsing um
týdningin av mentan og list fyri
Føroya fólk. Samdust tingfólk
um eina slíka yvirlýsing, høvdu
vit eitt felags støði fyri nógv ár
fram, sum so var moralskt
bindandi fyri allar flokkar, sigur
Jóannes Dalsgaard at enda í
viðtali.
“Í fleiri ár var ein stórur málningur hjá Williami Heinesen tað fyrsta tú sást, tá ið tú
komst inn á donsku sendistovuna í Washington. Hendan myndin vakti stóran ans hjá
øllum, sum komu á gátt. Tað er eingin ivi um, at hesin málingurin hevur havt
ómetaliga stóran týdning fyri Føroyar, eisini búskaparliga, men vit kunnu ongantíð
gera týdningin upp í krónum og oyrum”
Hendan mánaðin er greinarøð í Sosialinum við sam-
røðum við skapandi og útinnandi listafólk. Listafólk,
umboðandi allar listagreinir, greiða frá sínum listaliga
lívi og gera sær tankar um mentunarálitið, Mentan og
Menning, og hvussu tey kunnu hugsað sær ein føroy-
skan mentunarpolitikk.