leygardagur 6. apríl 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
C
M
Y
K
28
6
Sosialurin Nr. 65 - 6. apríl 2002
SKÚLI
Kim Simonsen
Ímillum øgilig fjøll, har nálatrø-
ini stinga undan, fram við stillum
firði er hesin skúlin bygdur. Her
sær ein ungfólk úr øllum heimin-
um ganga eftir vegnum í stóra
kavanum, og her hoyrir ein
portugisiskt, japanskt, norskt,
turkiskt, kinesiskt, hindu, russ-
iskt og ímillum øll hesi málini
hoyrir ein eisini føroyskt. Her
eru ungfólk frá 16 til 19 ár úr 80
londum í heiminum.
Sjálvur varð eg bjóðaður at
halda ein fyrilestur um Norður-
lenskan samleika, um Føroyar og
um Noreg í dag, á hesum skúlan-
um, ið millum annað fær stuðul
gjøgnum Norðurlendskt sam-
starv, m.a. Norðurlandaráðið.
Hesi 200 ungu fólkini eru sum
oftast serliga útvald heimanifrá,
og nógv av teimum eru sera
dugnalig. Aftaná fyrilesturin varð
tað áhugavert at hoyra tey spyrja,
har kjakið endaði við at snúgva
seg um modernitet, altjóðagerð-
ing og siðir í broyting í okkara
tíð. Dugnalig og áhugað ung
fólk.
Á skúlanum møtti eg 19 ára
gamla Hugo Lamhauge Hansen
av Nesi á Toftum, ið gongur í 2
g. á hesum skúlanum, ið kallast
Red Cross Nordic United World
College. Hann liggur í bygdini
Flekke, einar 10 kilometrar frá
bygdini Dale. Hann hevur gingið
í Studentaskúlanum á Kambs-
dali, har hann tók 1 g.
Hvussu bar til, at tú byrjaði á
hesum skúlanum?
Ein lærari, eg kenni, gav mær
boð um, at hetta tilboðið fanst.
Hvussu er hesin skúlin mótveg-
is føroyska studentaskúlanum?
Her eru fólk úr øllum heimin-
um, og nógv eru sera áhugað í at
gera nógv við skúlan. Hesi fólk-
ini, serliga tey úr Eystureuropa,
Russlandi, Afrika og øðrum
menningarlondum, hava fingið
studning frá heimlandinum til at
ganga her, so hetta er teirra
kjansur at sleppa úr t.d. Póllandi,
Ukraine ella Sudan, og inn á
kendar lærdar háskúlar í heim-
inum. Tey hava einki ímóti at
gera skúlating. Tola tað betur, og
so eru tey noydd at hava sera góð
próvmet fyri at sleppa inn á
heimskendar lærdar háskúlar. Vit
eru ikki øll eins væl fyri, í t.d.
enskum, har tey spansktalandi
ikki altíð eru so væl við, meðan
tey úr Russlandi eru óvanliga
dugnalig í øllum lærugreinum.
Tey eru útvald ímillum sera
nógvar umsøkjarar, og eru
fantastiska dugnalig. Teir norður-
lendsku næmingarnir eru kanska
meiri vanligir. Eystureuropearar-
nir eru serliga gløggir í nátturu-
vísind. Øll gera nógv við tað her,
t.d. fóru seinasta ár 95 av 100
studentum víðari á lærdar há-
skúlar beinanvegin. Vit hava ein
lestrarvegleiðara, ið nærum vil
søkja fyri okkum, og hjálpir
okkum at koma víðari. Somu-
leiðis koma fólk úr stórum
skúlum sum London School of
Economics og øðrum kendum
lærustovnum, fyri at finna egnað
lesandi, og møguleika geva
teimum fullan stuðul, um tey
klára seg væl. Skúlin hevur eina
ávísa próvtalsskipan, har próvtøl
eru frá 1 til 7, har tey fyrstu 4
próvtølini nærum eru dumpi-
próvtøl. Tí er tað so at siga
eingin, ið finnir seg í t.d. at fáa
4. Ein næmingur hevur t.d. 7 í
øllum lærugreinum, ið er tað
sama sum at hava 11 ella 13 í
øllum. Tey fínu universitetini
vilja bert hava ein, um ein hevur
minst 35 stig samanlagt, tvs. fyri
6 lærugreinir, har tað hægsta ein
kann fáa, eru 42 stig, umframt
møgulig bonusstig.
- Skúlin gevur okkum førleik-
an at kalla okkum International
Bachlorate, ið er eitt altjóða
studentaprógv, har vit taka 2. og
3. g. Tað er sjálvandi ikki bert
lætt at búgva í einum øðrum
landi í tvey ár, men vit hava
langa frítíð, m.a. hava vit ein
mánað jólafrítíð og tríggjar
mánaðir langa summarfrítíð,
hetta fólk koma so sjáldan heim.
- Vit hava nógv frælsi á skúl-
anum, men skulu eisini gera
nógv frammihjá. Øll hava
arbeiði, tey skulu gera á skúlan-
um, t.d. at gera mat og vaska
upp. Vit gera eisini uppgávur her
í økinum fyri felagsskapir og vit
hava nógvar frítíðarmøguleikar.
Ein altjóða studentaskúli
í Norðurlondum
- Gjørligt er at fáa altjóða studentsprógv í Noregi. Langt inni í Sognefjordane
liggur ein nýggjur skúli, ein studentaskúli, ið er sera sjáldsamur, tí her ganga
200 næmingar úr øllum heiminum. Skúlin er spjaddur runt fjørðin, og liggur
vakurt um eina vík í fjørðinum, her eru skúlastovur, aula, kantina, bókasavn
og her búgva studentarnir í nýggjum bygningum
Hugo Lamhauge Hansen
Sosialurin Nr. 65 - 6. apríl 2002
7
- Fakliga eru vit væl fyri, vit
hava ikki so nógvar lærugreinir
sum í Føroyum, men vit gera
meiri við tey, vit hava. Eg havi
enskt, danskt á høgum støði og
annars søgu, geografi, námsfrøði
og so læri eg meg japanskt. Fyri
okkum eru tað skriftligar royndir,
ið eru avgerandi, tí ársmet siga
einki. Tað eru bert royndirnar og
ein høvuðsuppgáva, ið telja.
- Vit gerast sera búgvin á hes-
um skúlanum, og vit koma at
kenna fólk um allan heimin, t.d.
varð tað ein, ið aftaná hendan
skúlan ferðaðist í Suðuramerika,
har hann kundi vitja fólk í nær-
um hvørjum landi. Eg læri t.d.
japanskt frammihjá frá einari
japanskari gentu. Á henda hátt
kundi eg eisini lært onnur mál.
Eg læri at kenna mentanir, og
havi longu upplivað eina broyt-
ing í mínum egna sjónarhorni
samanborið við tað sjónarhorn
ein fær av at ganga í Studenta-
skúlanum í Kambsdali, har alt ov
nógv fólk eru, bert tí tey ikki
vita sær annað, og ikki fylgja
við, sita og spæla telduspøl á
fartelefonini. Tey vita ikki,
hvussu glað tey skulu vera fyri at
sleppa at ganga í einum so
góðum skúla, tí hetta er nakað,
ið meginparturin av heiminum
ikki sleppur. Tað er nakað ein
lærir at virðismeta við at møta
fólki úr øllum heiminum.
- Jú, sjálvandi sakni eg familj-
una har heima og náttúruna, men
hetta er nú sum eitt nýtt heim
fyri meg. Man er smæðin í
byrjanini, men tað eru hini eisini,
men seinni læra vit, at tað ikki
loysir seg at vera smæðin.
Men duga vit í Føroyum ikki
betur enn t.d. fólk úr menningar-
londum?
- Nei, tí tey berjast nógv meiri
fyri at klára seg væl. Sum sagt
tey úr Eystureuropa duga nógv
betur enn vit. Tey koma mangan
úr smáum korum, og hava eitt nú
heldur ikki ráð til tað sama sum
vit onnur, t.d. at keypa eina
farteldu, fartelefon ella at ferðast
kring Noreg, ella at fara heim á
jólum. Har eru vit tíverri ikki á
jøvnum støði.
Men eftir, at ein hevur gingið
her í tvey ár, og t.d. tosað non-
stop enskt, er tað sera lætt at
byrja at lesa á eitt nú einum
enskum lærdum háskúla. So
dreymurin hjá mær er møguliga
at lesa í London seinni.
Skúlaskipan um allan
heimin
Eftir at hava tosað við Hugo, fór
eg á bókasavnið, har eg tosaði
við 19 ára gamla Alexei Rakov,
ið er úr Suður Uraløkinum í
Russlandi. Hann lesur her á
øðrum ári, og ætlar at lesa
heimspeki, sosiologi ella løgfrøði
á Kings College í London, tí
hann vil heim til Russland aftur
at verða ráðharri ella advokatur.
Hann sigur, at á hesum skúlanum
er tolsemi alneyðugt, tí her lærir
ein, at tolsemi ikki bert er eitt
orð, men nakað ið ein er noyddur
at finna í gerandisdegnum og í
veruleikanum. Hansara størsti
áhugi er heimspeki, serliga
vísundaástøði. Hann hevur lisið
heimspeki á skúlanum í tvey ár.
Eg merkti beinanvegin, at her er
ein ungur maður, ið er á sama
støði sum heimspekislesandi eru
á t.d. øðrum lestarári á einum
lærdum háskúla. Hann kennir til
øll øki innan heimspekina, sum
logikk, etikk, metafysikk osfv.,
og hevur lisið stór verk eftir
Descartes, Popper og Kuhn. Eg
hoyrdi beinanvegin, at her er ein
lesandi við sera góðum evnum,
ið millum annað dugir at seta
spurnartekin við stórar
heimspekingar sum Nietzsche.
Helst ein komandi altjóða
granskari. At tað finnast fólk
sum Alexei kemst eisini av, at
tey, ið duga serliga væl, verða
hjálpt upp á eitt hægri stig enn
tað vanliga hástig. Á henda hátt
hevur hesin ungi russarin longu
eina vitan, ið ein vanliga hevur
um ein í minsta lagi hevur tikið
ta royndina, ið kallast
filosofikum á heimskendum
lærdum háskúlum, ella meiri.
Hinvegin bíða lærararnir eisini
eftir einum, um ein hevur tað
torført í eini lærugrein.
Vit í Norðurlondum tola ikki,
at nøkur eru ein elita. Okkara
tanki er ofta, at tað hin dovnasti
og tí býttasti ikki skilir, skal
eingin annar læra. Vit eru so
bangin fyri, at onkur skal fara
framum, at tey evnaríku og
nærløgdu mangan eru púra
turrløgd og vanta menning, men
hetta var ikki tankin aftan fyri
hendan skúlan.
Skúlin byggir eisini á ymiskar
idealistiskar tankar, m.a. á at
kunna tey ungu um bæði trupul-
leikar og møguleikar í heiminum
í dag. Men tí, at stórir munir eru
á heimspørtunum, ger, at nøkur
berjast nógv harðari enn onnur.
Eg tosaði við ein enskan lærara á
skúlanum í Noreg, ið helt, at tað
ikki er meiningin við skúlasam-
virkinum at hópframleiða kandi-
datar til teir lærdu háskúlarnar í
heiminum, men at fáa tey ungu
at gerast heimsborgarar í orðins
mest positivu merking, tvs. at
vilja berjast ímóti rasismu og
kúging t.d., men at vit í dag
síggja, at skúlin er endaður við at
gerast alt ov framsøkin.
United World College
Skúlin í Noregi er ein av tíggju
altjóða skúlum, ið skúlasam-
virkið UWC, ella United World
College umsitur. Nelson
Mandela, fyrrverandi forsetin í
Suður Afrika, situr í høvuðs-
nevndini. Heimspekin byggir á
dreymin um veruligt altjóða
samstarv og semju ígjøgnum
menning og læring. Hetta hendir,
tá studentar úr 16 til 19 ár úr
øllum heiminum møtast fyri at
læra saman, læra um og av
hvørjum øðrum í einum
umhvørvi, ið leggur dent á frið,
samstarv og persónliga menning.
Studentarnir eru ikki valdir eftir,
um teir eru vælhavandi, ella
umboða ávísa rasu ella mentan.
Hin fyrsti skúlin byrjaði í Wales
í 1962. Tað vóru Sir Marshall
Lawrence Darwall, ið var
fyrrverandi NATO kommandant-
ur í Paris, og Dr. Kurt Hahn, ið
hevði grundlagt fleiri skúlar, ið
byrjaðu rørsluna. Í dag eru skúlar
m.a. í Kanada, USA, Italiu,
India, Swazilandi, Singapore,
Venezuela, Hong Kong, Noreg
og India.
Føroyskir skúlamyndugleikar
hava bert samstarv við Noreg, ið
merkir, at føroyskir næmingar
ikki sleppa at ganga á hinum
skúlunum fyribils. Hetta er
nakað, ið ein kan undra seg yvir,
at føroyingar ikki eru áhugaðir í.
Tað einasta, ið krevst, er at
føroyingar seta seg í samband
við hinar skúlarnar og fáa teir at
taka ímóti fleiri føroyingum, ið
eru hjartaliga vælkomnir. Men
kravt verður, at føroyskir skúla-
myndugleikar gjalda nakað av
kostnaðinum hetta hevur við sær,
men hinvegin so kostar tað eisini
at hava næmingar gangandi í
føroysku studentaskúlunum. Men
vit føroyingar eru ikki vanir at
gjalda nakað fyri okkara lesandi
í umheiminum.
Red Cross Nordic United World College