leygardagur 6. apríl 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
C
M
Y
K
30
8
Sosialurin Nr. 65 - 6. apríl 2002
ESSAY
Hanus Kamban
Droyma vit Gud? Droymir skap-
arin okkum? Ella droyma vit, at
Gud droymir okkum? Hesir
spurningar, og aðrir — av tí
slagnum, sum tann argentinski
rithøvundurin Borges melur
rundan um í sínum líknilsum -
runnu mær í huga eitt kvøldið
fyri einum ári síðani. Í sambandi
við eina verkætlan var eg og vitj-
aði ein av Føroya stóru samlar-
um. Hann vísti mær runt, og eg
fekk høvi at síggja bara eitt vet
av hansara stórfingna savni:
sigarettmappur frá tríatiárunum,
týskar 100.000 krónuseðlar frá
kreppuni í tjúgunum, gamlar
svávuldósir, forkunnugar
gajolpakkar, rárar sodavatns-
fløskur, eitt kamar, prýtt við
legiónum av stórum og smáum
leiktoysbilum.
Hvør droymdi henda morðgír-
iga modernaða rekamannin? Á
heimvegnum hetta kvøldið kom
eg til tað úrslit, at - um vit halda
Gud uttanfyri - var droymarin
breti og æt James Graham
Ballard. Og nú, meðan trøini seta
knubbar, og lýkka er í luftini, og
gamlar konur stetla út fyri dyr at
leska ta fyrstu vársólina, verður
kanska høvi til at festa nøkur orð
á blað um henda merkismann.
J.G. Ballard varð føddur í 1930
og vaks upp í Shanghai. Pápi
hansara var stjóri í eini deild av
eini klædnafyritøku úr Man-
chester. Ballard vaks upp í einum
stórum húsum í útjaðaranum á
býnum, við níggju tænarum og
privatsjafføri. Eftir at bardagin
millum Japan og Kina var
byrjaður í 1937, var Shanghai
krígsøki. Ballard var úti á
vegnum við síni súkklu tann
gitna svarta leygardagin í 1937,
tá ein serliga sprongkvæm
bumba fall beint við ta stóru
stuttleikaparkina í Shanghai,
drap 1012 fólk og løstaði onnur
1000. Millum spælikort og
grammofonplátur sløddust
likamslutir, hendur og føtur, og
fremst í einum bussi sat ein
armaleysur bilstjóri. Drongurin
upplivdi soleiðis sum barn tað,
sum síðani hevur eyðkent ein
stóran part av heiminum: kríggj,
vanlukku og oyðilegging.
Eftir álopið á Pearl Harbour í
1941 vóru europearar í Shanghai
innistongdir í savningarleguni
Lunghua. Ballard, sum hevði
mist sambandið við foreldur síni,
var millum børnini í leguni.
Japanarar fóru sum heild væl við
fangunum. Men á heimveg eftir
kríggið úr Lunghua til Shanghai
var drongurin av tilvild vitni til,
at japanskir hermenn píndu ein
kinesara til deyðis.
Ballard kom til Onglands í
1946, gekk í studentaskúla í
Cambridge og las eitt skifti
læknafrøði. At koma úr tí gátu-
føra, lívliga og kosmopolitiska
Shanghai til Onglands, soleiðis
sum tað var í árunum eftir krígg-
ið, var, segði hann seinni, var
“ein hvøkkur, sum eg ongantíð
forvann”. Landið tóktist honum
grátt og bygdasligt, hann dugdi
ikki at sættast við ta trongu,
eingilsku puritanismuna, og
enskir rithøvundar mintu eftir
hansara tykki mest um “eina
eldri piparmoyggj, sum skimast
oman eftir síðugøtuni í sínum
forstaði”. Undantøkini vóru bók-
mentaligir heimsborgarar sum
Joseph Conrad og Graham
Greene. Umframt teir las Ballard
høvundar sum Kafka og Joyce,
og seinni eitt nú William
Burroughs og Jean Genet. Fara
vit til skaldskap í bundnum máli,
síggjast sporini eftir eitt nú
Coleridge og T.S. Eliot í ritverk-
inum hjá Ballard.
Hugsar ein um menningina hjá
Ballard í fimtiárunum, er serliga
vert at hefta seg við tvey viður-
skifti. Í fyrsta lagi las hann
blaðungur alt hann fekk hendur á
av bókum eftir fyrst og fremst
Sigmund Freud og Carl Gustav
Jung. Í øðrum lagi fekk hann,
longu meðan hann gekk á
studentaskúla, ein brennandi
áhuga fyri surrealismuni. Hetta
slagið av málaralist var lítið kent
í Onglandi um hetta mundið,
men í einum lítlum, myrkum
forrúmi í Tate Gallery í London
hingu fyrst í fimtiárunum máln-
ingar eftir m.a. Delvaux, de
Chirico, Ernst og Dali. Sjálv-
klókir enskir kritikarar hildu lítið
um listamálarar sum Dali, men,
segði Ballard seinni: “Tað legði
eg sektina á. Eg var sannførdur
um, at hetta var ein tann mest
týðandi málningaskúlin í 20. øld.
Tað helt eg tá, og tað haldi eg
enn”.
Surrealisman lýsti sambært
Ballard væl ta blanding av skili
og marrudreymi, sum eyðkendi
tann modernaða heimin, og ikki
Smogur út úr tíðini
Ein roynd at lýsa rithøvundin J. G. Ballard - við serligum
atliti at hansara stuttsøgum og hansara sessi í
vísindabókmentum
Salvador Dali – »ein Don Quixote í klædningi, vardur bara av sínum garvillu mustasjum«
Sosialurin Nr. 65 - 6. apríl 2002
9
minst vísti henda stevna fram
ímóti tí, hann rópar the death of
affect (kenslunnar deyði), sum er
eitt meginhugatk í hansara
skaldsligu varsjón. Ballard hevði
serliga stóran tokka til Dali, sum
hann lýsir sum “ein Don Quixote
í klædningi, sum ríður við ex-
centriskum lótum gjøgnum eina
kleimna, ovurupplýsta oyðimørk,
vardur bara av sínum garvillu
mustasjum”. Í greinini “The
Coming of the Unconscious” frá
1966 lýsti J.G. Ballard surreal-
ismuna við hesum orðum:
Surrealisman verður vanliga
roknað sum fantastisk list av
ógvusligum slag, sum miðjar
eftir at avmynda dreym og
yvirsjón. Í roynd og veru er hon
tann fyrsta listarliga rørslan,
sum, við orðunum hjá Odilon
Redon, “setir logikkin í tí sædda
at tæna tí ósædda”. Innskot og
sjónir úr okkara innara lívi
verða løgd undir tíðar og rúmd-
ar kravmiklu lógir, undir ta
strongu rannsókn, sum vitskap-
urin — fyrst og fremst psyko-
analysan — fremur. Á henda hátt
verður skaptur ein hækkaður ella
øðrvísi veruleiki, sum hevjar seg
upp um ella út um hann, við
kenna frá okkara sjón og okkara
sansum. Tað, sum serliga eyð-
kennir hesa symbiosu, har tann
ytri veruleikaheimurin og tann
innari sálarheimurin renna
saman, er hennara bøtandi,
lekjandi megi.
Ballard hevði upprunaliga ætl-
að at fáa sær útbúgving — og
virka sum — sálarlækni ella
psykoterapeutur, og umframt tað
vera rithøvundur. Men útbúgv-
ingin til serlækna sýntist honum
ov drúgv og møtimikil. Frá ung-
um árum hevði hann skrivað
søgur. Nú bar so á, at tað ein
dagin stakst upp á hann, at hann
vildi læra til flogskipara. Hann
fór inn í Royal Air Force og
slapp á eitt flogskiparaskeið yviri
í Kanada. Á matstovuni á flog-
støðini datt hann niður á ameri-
konsk tíðarrit við sf-søgum.
Hetta slagið av bókmentum
hugtók hann, hann bleiv, sum
hann tók til, umvendur alt fyri
eitt. Í 1969 skrivaði hann:
Longu nú er tað greitt, at
vísindabókmentir ikki eru eitt
lítilsvert síðurák, men í roynd og
veru umboða ta mest týðandi
bókmentaligu hevdina í 20. øld
— ein hevd, sum gongur ótarnað
gjøgnum Wells, Aldous Huxley,
modernaðar amerikanskar sf-
høvundar til nútíðar endurnýggj-
arar sum William Burroughs og
Paolozzi.
Tann fyrsta sf-stuttsøgan, sum
J.G. Ballard skrivaði, var “Pass-
port to Eternity”. Í 1962 kom
søgusavnið The Voices of Time
(Tíðarinnar røddir). Tí á baki
komu onnur søvn, eitt nú The
Terminal Beach (Endastrondin)
1964, The Disaster Area (Van-
lukkuøkið) 1967, Chronopolis
(Tíðarbýurin) 1971 og Myths of
the Near Future (Sagnir um
næstu framtíð) 1982.
Í 1962 kom tann fyrsta skald-
søgan eftir Ballard — The Wind
From Nowhere (Vindurin onga-
staðni frá). Aðrar kendar
skaldsøgur eru The Drowned
World (Heimurin undir vatn-
skorpuni) 1962, The Crystal
World (Krústallheimurin), 1966,
Crash (Sorl), 1973 og Cocaine
Nights (Kokainnætur), 1996. Tey
seinnu árini hevur Ballard av og
á gjørt eitt rend út um vitsøguna,
og bæði Empire of the Sun
(Sólarinnar ríki), 1984 og The
Kindness of Women (Hjartagóðar
kvinnur), 1991, eru dømir um
eina - ævisøguliga dæmda —
vanliga realismu.
Á hesum stað kann vera hósk-
andi at siga eitt sindur um fyri-
brigdið vísindabókmentir. Hug-
takið, sum er ógvuliga torført at
greina, verður vanliga brúkt í
tveimum týdningum, eini rúm-
ligari og eini trongari merking. Í
stuttum kunnu vit siga, at
vísindabókmentir eru dømir um
utopiskar ella dystopiskar skalds-
ligar lýsingar, sum — um vit
halda okkum til ta trongu merk-
ingina — fevna um uppfinningar
av eitt nú tøkniligum ella lækna-
frøðiligum slag. Nærskyldar við
sf-bókmentir eru sveimbók-
mentir ella sveim (fantastic
literature), har vísindi og sam-
felagsligt ella politiskt medvit
ikki eru sjónsk. Dømir um
frægar sveimhøvundar eru
Borges, Tolkien og Mervyn
Peake.
Ikki so sjáldan verður ført
fram, at tað var Poe, sum skapti
sf-søguna. Verður kannað betur
eftir, og halda vit okkum til tað
breiða hugtakið (sum fevnir um
vísindatekstir og, lutvís, sveim)
vísir tað seg, at vit mugu eitt fitt
skeið aftur um okkara tíðarrokn-
ing fyri at finna tey fyrstu fræini
til hetta tekstaslag. Søgan um
Atlantis er sum kunnugt partur
av dialoginum Timaios eftir
Platon. Hugsa vit okkum tann
møguleika, at Platon ikki bara
endurgav, men sjálvur skapti
hesa søgu, so er hon kanska tað
fyrsta dømið í heimsbókmentun-
um um ein sf-tekst. Í Vera
Historia eftir Lucian úr Samo-
sata, ið er skrivað o.u. 150 ár
eftir burð Krists, ger hetjan eina
ferð til mánan og sólina og er við
í bardaga millum gongustjørn-
urnar. Aðrir undangongumenn
eru Thomas More (Utopia),
1516, Johannes Kepler
(Somnium), 1634 og Ludvig
Holberg (Nicolai Klimii Iter
Subterraneum), 1741. Í hesum
sambandi eiga vit ikki at gloyma
Frankenstein, 1818, eftir Mary
Shelley, sum er eitt høvuðsverk
og kanska tann fyrsta veruliga
sf-skaldsøgan.
Um tað mundið J.G. Ballard
rakti við sf-bókmentirnar, høvdu
fyrst og fremst Jules Verne og
H.G. Wells pløgt dúgliga í tí ný-
lendi, sum vitskapur og tøknilig
framstig høvdu lagt undir bók-
mentirnar. Nú bar til at skriva
um — ella ímynda sær — kav-
bátar, ravmagn, ferðir til mánan,
vitjanir av mars, hvørvsjón
(ósjónliggering), tíðarferðir osfr.
Vísindabókmentir, sum fyrr
høvdu verið umboðaðar av
nøkrum fáum — ofta glógvandi
gávuríkum — profetum, vóru nú
meira at kalla ein ídnaður. Mill-
um teir høvundar, sum gjørdu
vart seg á sf-økinum í fimti-
árunum, kann ein nevna John
Wyndham, Arthur C. Clarke,
Robert A. Heinlein, Brian Aldiss
og Ursulu K. leGuin. Millum
klassikarar frá hesi tíðini kann
ein nevna eitt nú The Day of the
Triffids eftir Wyndham og
Childhood´s End eftir Clarke.
Tann fyrra lýsir, hvussu uttan-
jarðar ræðuleikar brádliga herja á
tann trygga gerandisdagin í
London, tann seinna umboðar
eina (kvasi)heimspekiliga roynd
at lýsa eitt menningarligt
kvantlop. Um somu tíð, mitt í
fimtiárunum, var tað týðiligt,
serstakliga í USA og Onglandi,
at sf-høvundarnir evnisliga vórðu
riknir í rætt. Brúk var fyri at
spreingja mørkini. Sum J.G.
Ballard tók til í 1977:
Fyri tjúgu árum síðani, tá eg
fór undir at skriva, vóru sf-
bókmentir eitt afturlatið og
fábroytt umráði. Hóast tíðarrit
vóru í hópatali í Onglandi og
USA, og hóast ein lítil, men
trúgvur lesaraskari helt teimum
á lívi, vóru sf-bókmentir stýrdar
av nøkrum fáum stívum og
óbroytiligum reglum. Tann uttara
rúmdin, millumstjarna ferðir,
galaktisk ríkir, aðrir alheimar —
hetta vóru tey høvuðsevni, sum
ein høvundur, við endaleysum
smærri frábrigdum, slapp at taka
upp. Hann kundi leggja onkra
detalju aftrat, geva tankaflyting
eitt bend ella tíðarferðum eitt
nýtt snar ... men hann mátti akta
grundreglurnar fyri vísindabók-
mentunum. Bara tað at hann læt
eina søgu fara fram í nútíðini
loypti ekka á útgevarar og
lesarar.
Longu áðrenn hann av álvara
fór at skriva, visti Ballard, at
hetta slagið av veruleikaflýggjan
var ikki leiðin. Nútíðin trokaði á
við eini ørgrynni av trupulleikum
og møguleikum. Longu undir
krígnum hevði Alan Turing skapt
frumtelduna. Samskiftisfylgi-
sveinar, dálking, vistfrøði, ov-
fólkan, hugvíðkandi drøgg —
hesi og onnur evnir lógu beint
fyri fótunum. Tann demokrati-
seraða vælferðin fór fyrr ella
seinni at koma menniskjuni í
vaksandi andsøgn til natúrgivnar
orku- og umhvørviskarmar, og
tískil hava við sær vandamál av
entropiskum slag. Ivaleyst var av
spurningum í nútíðini hjá sf-
høvundinum at fara í holt við,
um hann bara brúkti síni eygu og
sítt høvd, og loysti seg úr móta-
og pengaskaptum fjøtrum.
J.G. Ballard var á henda hátt
við til at skapa tað, sum rópt
verður tann nýggja aldan í sf-
bókmentunum. Men í roynd og
veru fekk hann her um ein
gamlan tráð. Samfelagskritiskar
sf-bókmentir høvdu nevniliga
verið skrivaðar upp ígjøgnum
alla 20. øld. Sum ofta í slíkum
førum kom hetta kveikjandi
inndragið úr øðrum bókmenta-
ligum teigum, ella frá andaligum
stakmennum. Karin Boye, sum
skrivaði Kallocain, var yrkjari.
Aldous Huxley, sum skrivaði
Føgru nýggju verð, var ein
lýsandi intellektuellur rithøv-
undur. George Orwell, sum
skrivaði 1984 — bók bókanna í
sf-templinum — var skarpur
samfelagsligur eygleiðari, og
politiskt medvitin sum fáur.
Millum aðrar sf-høvundar av
hesum serliga speiska ella
dystopiska slagnum kann ein
nevna russaran Samjatin, kekkan
Karel Capek og amerikanaran
Ray Bradbury. Av hesum trimum
er Samjatin (1884-1937) eitt
merkisvert dømi um skaldsligt
framskygni. Í skaldsøguni Vit frá
1923 (sum Orwell ummælti í
1946) lýsir hann eitt utopiskt
samfelag, sum er stýrt av Góð-
geranum, og har størsta brots-
gerðin er hugflog. Hetjan, sum
eitur D-503, verður skurðvið-
gjørdur fyri sítt hugflog og svíkir
vinkonu sína, uppreistrarkvinn-
una I-330. Avrættingarnar eru
nógvar og fara fram alment,
meðan Góðgerin hyggur at, og
tey almennu skaldini bera fram
sigursæl fagnaðarkvæði.
Aftan fyri ein part av hesum
høvundum hóma vit tað størsta
bókmentaliga flogvitið í 20. øld:
kekkiska skaldið Franz Kafka,
hvørs høvuðsverk Rættarmálið
og hvørs stuttsøgur fingu
avgerandi ávirkan á m.a. bæði
Karin Boye og J.G. Ballard.
Lat okkum nú hyggja, leysliga
fyribils, at Ballards tematiska
ælaboga. Í stuttsøguni “The
Impossible Man”, 1966, viðger
hann vandamál, ið standast av
vevnaðarflutningi, samstundis
sum hann í hesum teksti eisini
lýsir eitt samfelag av æviga
ungum gerontum. Í søguni
“Chronopolis”, 1960, er evnið
tíðarskamtan í einum ovfólk-
aðum stórbýi. Í “The Subliminal
Man”, 1963, verður ljós varpað á
evnið ávirkan undir medvits-
gáttini, eitt fyribrigdi, Huxley
sum ein tann fyrsti hevði lýst í
Brave New World Revisited. Í
skaldsøgum sum eitt nú The
Drowned World, The Drought,
1964, og Crash verða dystopiskir
heimar lýstur, sum stundum eru
fram-, stundum afturskrivingar
av rákum í samtíðini. Evnini eru
globalt áarføri, globalur turkur,
patologisk samantyrping av
menniskjum osfr.
Hesar lýsingar av framtíðini
eru ikki allar líka ógvisligar. Í
mongum tekstum eftir Ballard
hómast, sum eitt slag av yvir-
skipaðari hugbirting, eitt sam-
felag, sum mest er at líkna við
eina áhaldandi, fábroytta, vatn-
deyva, narkotiseraða, deyðkeði-
liga og samstundis djúpt pato-
logiska sápuoperu, har alt sum
minnir um ítøkiligan veruleika -
og sjálvsagt øll trúgv og allur
transcendensur - eru rikin burtur.
Tilveran er nakað sum at leggja
eina ævinliga kabalu ella vera
uppifjaraður fyri well á einum
marglætishotelli. Millum verk,
sum lýsa hesa — lítið tespiligu
— dystopi kann ein nevna
søgusavnið Vermilion Sands,
1971 og skaldsøguna Cocaine
Nights.
Høvuðspersónarnir í verkunum
hjá Ballard eru ofta stakmenni,
uppreistrarmenn, transcendental-
ir krossfararar ella ørvitisknokk-
ar, trásettir av onkrum serligum
hjartamáli ella helsettir av
onkrari, ofta sjúkligari, idée fixe.
Líkleikin við Orwell og Brad-
bury er týðiligur, hesir persónar
eru skyldir við eitt nú Winston
Smith í 1984 ella Montag í
Fahrenheit 451. Eitt nú er Mason
J. G. Ballard
Framhald á s. 10