leygardagur 6. apríl 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
32
Nr. 65 - 6. apríl 2002
33
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Ein øgilig rúgva av fiski
kemur uppá land í hesum
døgum, serliga av upsa.
Hetta er sjálvandi gleði-
ligt, men trupulleikin er, at
ein stórur partur av hesum
er rættiliga smáur fiskur.
Undirmálarar, vildi mangur
sagt fyri fáum árum síðan.
Hálini eru stór og talið av
fiski er hareftir. Torført er
hjá fiskimonnum at fáa
fiskin undan, soleiðis sum
neyðugt er, um dygdin á
fiskinum skal vera í lagi.
Inni á virkjunum standa
fólk uppundir hendur í
fiski. Maskinurnar kunnu
bara skera eitt ávíst tal um
tíman, og reinskerarar hava
bara tær somu tvær hend
urnar at arbeiða við. Tað
ger ikki støðuna betri, at
óvanliga lýtt er í veðrinum í
hesum døgum.
Stór hál
Triðja páskadag landaðu
Vesturtúgvan og Vestur-
varði í Miðvági. Teir høvdu
ávikavist
160.000
og
190.000 pund, meginpart-
urin smáur upsi. Vestur-
varði er lemmatrolari; Vest-
urtúgvan partrolarar saman
við Grønanesi.
Albert Ellefsen, virkis-
leiðari á Fiskavirking í
Miðvági, sigur, at ein
partur av hesum fiskinum
er arbeiddur í Miðvági og
ein partur á øðrum virkjum
kring landið.
- Tann stóru trupulleikin
er, at hálini hesar seinastu
dagarnar hava verið so stór,
at hetta gongur útyvir
dygdina á fiskinum. Har-
aftrat kemur, at fiskurin er
sera smáur, so torført er hjá
fskimonnum
at
reinsa
undan.
Hann vísir á, at inni á
virkjunum tekur tað eisini
langa tíð at arbeiða hendan
fiskin, tí hann er so smáur
og dygdin í ávisum førum
einki er at reypa av. Fisk-
urin verður reyður og nógv
verður skorið burtur. Tí
verður úrtøkan eisini lítil.
- Eingin fær gleði av
smáum og bíligum fiski,
heldur ikki, um tú fært
hann fyri einki. So, hetta er
ein keðilig støða, sum vit
eru í beint nú, sigur Albert.
Góður fiskur og gott
lag
Hann sigur, at tað merkist
væl á fólki, serliga teimum,
sum reinskera, tá ið fisk-
urin er góður.
- Øll vilja arbeiða góðan
fisk. Er fiskurin góður, er
gott lag á fólki, tí tá gongur
framleiðslan nógv betur,
sigur virkisleiðarin.
Ein stórur partur av ups-
anum, sum kemur uppá
land í hesum døgum, fer til
blokkframleiðslu, og bert
ein lutfalsliga lítil partur fer
til portiónir.
Albert vísir á, at eitt, sum
er við til at gera støðuna
uppaftur truplari og trýstir
upsamarknaðin, er, at djúp-
vatnstrolararnir
eisini
liggja á upsanum, hýsuni
og toskinum.
- Eg vil siga, at fiskurin
sum heild er smáttfallandi í
løtuni, bæði upsin, hýsan
og toskurin, og tá ið so
nógv kemur uppá land, sum
í hesum døgum, gongur tað
útyvir dygdina á fiskinum
og harvið vøruna, sum fer
av landinum, sigur Albert
Ellefsen.
Sum skilst, er upsaprís
urin lækkaður nakað í sein
astuni.
Eingin fær gleði av smáum
og bíligum fiski
Eitt tað fyrsta, sum
formaðurin í Gransk-
ingarráði Føroya,
Eyðun Andreasen, fer
at gera, er at seta
stjóra í Granskingar-
grunnin
GRANSKING
Vilmund Jacobsen
Eyðun Andreasen er til-
nevndur formaður í Gransk
ingarráði Føroya. Hesa
avgerð tók landsstýrismað-
urin í mentamálum, 4.
apríl.
Eyðun, sum er 57 ára
gamal og útbúgvin mag. art
í fólkminnisfrøði, starvast
sum professari við Fróð-
skaparsetur Føroya.
Í
tíðindaskrivi,
sigur
Mentamálastýrið, at Eyðun
hevur eina sera umfatandi
vitan um føroyska mentan,
mentanarlív og gransking
yvirhøvur.
Eyðun hevur verið for-
maður í Granskingarráði
Føroya í tvey ár.
Ráðgevandi
Uppgávan hjá Granskingar-
ráðnum, sum er sjálvstøð-
ugt ráð undir Mentamála-
stýrinum, er eitt nú at ráð-
geva landsstýri og løgtingi í
granskingarpolitiskum
spurningum, fylgja við
menningini innan føroyska
og millumtjóða gransking
og ráðgeva í spurningum
um, hvussu gransking kann
gerast gagnlig fyri sam-
felagið, bæði á almenna og
privata økinum. Ráðið skal
eisini viðgera umsóknir um
granskingarstuðul og geva
landsstýrinum tilmæli um,
hvørjum granskingarstuðul
eigur at verða latin av tí
peningi, sum settur er av á
fíggjarlógini til endamálið.
Mentamálastýrið fegnast
um stóra áhugan at søkja
um granskingarstuðul, og
fegnast verður eisini um, at
vinnulívið søkir um stuðul
haðani.
- Eitt tað fyrsta, sum
Eyðun Andreasen fer undir
sum formaður í ráðnum, er
at seta stjóra í Gransk-
ingargrunnin. Níggju um-
sóknir eru til stjórastarvið,
sigur Mentamálastýrið í
tíðindaskrivinum.
Vinnulívið søkir eisini um
stuðul til gransking
Ein stórur partur av
upsanum, sum kemur uppá
land í hesum døgum, fer til
blokkframleiðslu, og bert ein
lutfalsliga lítil partur fer til
portiónir
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur tilnevnt Eyðun Andreasen til formann í
Granskingarráði Føroya. Eyðun hevur verið formaður í ráðnum í tvey ár
33
10
Sosialurin Nr. 65 - 6. apríl 2002
Tá eg eri heima í Føroyum og
ferðist, spyrja fólk ofta,
hvussu tað er at búgva í einum
muslimskum landi. Hvussu er
tað, skal eg ganga svørtklødd?
Kann eg fara á strondina í
svimjidrakt? Tá eg so sigi, at
eg kann ganga í tí sum eg vil,
hyggja tey uppá meg, sum um
tey ikki heilt trúgva mær.
Dubai er ein tann fríasti
býurin í tí arabiska heiminum.
Hann verður ofta róptur tann
størsti transitbýurin í heimin-
um, tí her koma so nógv fólk
allastaðni frá í heiminum,
búgva her í eina stutta tíð, eini
3 til 5 ár, og so fara tey víðari.
Hetta merkir, at býurin er sera
fríur. Her eru sjálvandi tey,
sum eru fødd og uppvaksin
her og sum oftast eru mus-
limar, og so teir muslimar,
sum koma aðrastaðni frá og
tey ganga sum oftast klødd,
sum muslimar ofta gera.
Menninir í hvítum kjólum og
kvinnurnar í svørtum frakkum
og svørtum turriklæði. Tær
hava antin turriklæði bert fyri
hárið og munnin, so bara
eyguni síggjast ella eru tær
heilt svartar. Tú sært kvinnur í
svørtum frakka, svart turri-
klæð yvir alt høvdið og svartar
handskar. Men tú sært eisini
ótrúliga nógv vanlig fólk. Her
hugsi eg um nógvar vestur-
lendingar, sum ganga klæddir
akkurát sum vit gera heima.
Einasti munur er, at her er eitt
sindur heitari, so tað er sum
oftast shorts/niðurdeilar og T-
shirtir.
Lond sum Saudi Arabia,
Pakistan og onnur her á leiðini
eru ógvuliga traditiónsbundin.
Tey vilja helst ikki hava, at
nakar kemur útifrá og ávirkar
teirra dagligdag. Har er tað
eitt krav, at allar kvinnur
ganga í svørtum og tú sum
útlendingur skal eisini ganga í
svørtum, um tú fert út millum
fólk. Tú skalt ikki skilja teg
burturúr mongdini við at
ganga annaðleiðis klæddur
enn teirra kvinnur gera.
Summi siga, at tú skalt ikki
koma útifrá og vísa teirra
kvinnum, hvussu vit hava tað.
At vit kunnu ganga klødd sum
vit vilja, at vit kunnu koyra bil
osv.
Spyrt tú kvinnurnar her í
Emiratunum, siga tær, at øll
hesi krøv, ið verða sett til
útlendskar kvinnur, ið koma
til Saudi Arabia og onnur
lond, eru bara tí at menninir í
tí ávísa landinum skulu vísa
sína makt yvir øðrum. Soleið-
is er tað ikki her í Emiratun-
um.
Grundin til, at tær skulu
ganga klæddar, sum tær gera,
hevur onki við ta muslimsku
trúnna at gera. Tað er teirra
tjóðdrakt her í arabiska heim-
inum. Ein gomul traditión her
er, at kvinnurnar ikki skulu
vísa seg fyri øðrum monnum.
Tað má ikki henda, at ein
maður fær eyga á eina kvinnu,
tí hon sær gott út. Tær skulu
allar síggja líka út, soleiðis at
ongin vendir sær eftir teimum.
Um tær so bert eru í svørt-
um frakka og turriklæð ella
tær eru heilt svartar, er upp til
hvørja familju at avgera. Tað
eru menninir í hennara
familju, sum oftast avgera,
hvussu tær skula ganga
klæddar.
Tær verða eisini uppaldar
við at fáa at vita, at ongin skal
venda sær eftir teimum. Tí
vilja tær eisini sjálvar ganga í
hesum svørtu frakkunum.
Eg havi verið til onkrar
fyrilestrar, sum eru hildnir av
lokalum kvinnum herniðri og
tær siga allar, at teimum
dámar væl at ganga sum tær
gera. Tær høvdu følt seg øgi-
liga illa, um tað vóru menn
sum vendu sær eftir teimum.
Tú fært eisini at vita herniðri,
at tú skalt respektera, hvussu
tey ganga ílatin og endiliga
ikki venda tær eftir teimum.
Heldur ikki er loyvi at taka
myndir av teimum.
Eitt, sum man so kann
undrast yvir er, at tá tað eru so
nógv rík fólk herniðri, kunnu
tey ikki brúka pengar uppá
klæðir til kvinnurnar. Men so
er ikki. Tað sigst, at tær
arabisku kvinnurnar eru tær í
heiminum, sum brúka flest
pengar uppá taskur og skógv-
ar, tí tað kunnu øll síggja, tá
tær ganga úti. Eisini fáast øll
tey dýrastu "designer" klæðini
herniðri. Og tær ganga næstan
allar í tí allar fínasta og nýggj-
asta innanundir frakkanuum.
Tí tá tær fara at vitja sínar
vinkonur, so kunnu tær lata
seg úr frakkunum og taka
turriklæði av høvdinum og
vísa teirra fínu klæðir fram.
Her er tað nevniliga ikki
vanligt, at kvinnur og menn
sita í somu stovu, tá tey vitja
hvønn annan. Tey hava altíð
minst tvær stovur, eina til
kvinnur og eina til menn!
Hví ganga tær í svørtum?
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Lena Ziskason, Sameindu Arabisku Emiríkini, erland.jensen@tku.ericsson.se
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
í stuttsøguni “Now Wakes the
Sea”, 1963, feigur, bergtikin sum
hann er av einari atlantiskari
femme fatale. Conrad í “Chrono-
polis” setir seg upp ímóti tíðar-
løgregluni, tá hann fer at samla
upp á ur og klokkur. Tað lukkast
Powers í tí meistarligu “The
Voices of Time”, 1960, at
smúgva út úr tí liniera tíðar-
fongslinum. Eitt annað dømi um
henda serliga persónslýsingarliga
vinkulin er søgan “The Lost
Leonardo”, 1964. Hesin teksturin
er eitt slag av listasøguligari
detektivsøgu. Charles, sum er
stjóri fyri sølutinginum Northe-
by´s, og franski vinmaður hans-
ara Georg de Stael leita eftir
málninginum Krossfestingin eftir
Leonardo da Vinci, sum er stolin
úr Louvre í París. Meðan leiting-
in verður alt meira spennandi,
gandar Ballard fram sítt egna
frábrigdi av søgnini um
Ahasverus, samstundis sum hann
lýsir sín kærleika til Salvador
Dali og til surrealismuna. Søgan
rísur móti endanum, tá Charles
og Georg, stutt frá húsunum hjá
Dali við Port Lligat á Costa
Brava, bera eyga við tjóvin.
Ballard lýsir hann soleiðis:
Á baksetrinum, við høvdinum
snaraðum móti larminum, sat ein
veldugur Rasputin-líkur skapn-
ingur í myrkum, nálastríputum
klædningi, tær hvítu mansjett-
irnar og tann gylta slipsnálin
glitraðu í skugganum, við
handskasveiptum hondum á
kross framman fyri sær helt hann
um ein stav við fílabeinsskafti.
Sum vit sviðu framvið, bar eg
eyga við tað stóra, hugtunga
høvdið, hvørs livandi andlitsdrøg
út í æsir svaraðu til og undir-
bygdu tey, eg hevði sæð endur-
givin av so mongum hondum á
so mongum løriftum. Tey myrku
eyguni glógvaðu sum logandi
brandar, tær svørtu eygna-
brýrnar stóðu út úr pannuni
fattar sum veingir, tann skarpa
sneiðingin á skegginum førdi
tann sterka høkubugin peiggj-
andi út í luftina sum eitt spjót.
“Tann horvna Leonardo-
myndin” er skrivað í 1964. Um
vit nú taka tann ævisøguliga
tráðin uppaftur, so tykist tað
týðiligt, tá ein lesur t.d. skald-
søguni The Kindness of Women,
at Ballard tey fyrstu mongu árini
eftir kríggið var eltur — á
traumatiskan hátt — av tí, hann
hevði sæð og upplivað í
Shanghai og Lunghua. Aftrat tí
kom, at álopini á Hiroshima og
Nagasaki og royndarspreing-
ingarnar við brintbumbum á
oynni Eniwetok høvdu brent seg
inn í hansara sinni. Hansara
royndir fyrst at gerast lækni (og
fáast við disseksjón) og seinni at
læra til flogskipara vóru eitt slag
av tvingsilskendari afturvendan
til sjónir, sum ikki vildu sleppa
honum.
Tað fór at lætta, tá ið Ballard í
fimtiárunum giftist og fekk trý
børn. James og Mary Ballard
búsettust í Shepperton uttan fyri
London. Um summarið gjørdu
tey ferðir til Costa Brava, sum
var ein partur av tí nýggja frí-
tíðarparadísinum, sum varð bygt
fram við miðalhavsstrondini, við
hvítum hotellum, vassandi
børnum og mjávaksnum
amerikonskum gentum. Stutt frá
tí vakra býnum Cadaqués búði
Salvador Dali, og ivaleyst er
“The Lost Leonardo” sprottin úr
hesum landslagnum.
Eftir Cuba-kreppuna var toybil
í viðurskiftunum millum Eystur
og Vestur, heimurin brosaði, og
Elvis og The Beatles boðaðu frá,
at Drotturin yvir Dansinum brátt
fór at skipa í vesturheiminum.
Men tann góða tíðin slapp ikki at
halda fram. Ein dagin hetta
summarið, meðan tey ferðaðust í
Spania, var Mary Ballard fyri
einum døtti, sum tók henni so
fast, at hon doyði stutt aftaná.
Framhald av síðu 9
William Burrough – høvuðsprestur hjá beat-ættarliðnum