Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. apríl 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Um vikuskiftið verður farið undir seinnu hálvu av bólkaspælinum, og meðan nakrar bólkar tykjast mest sum avgjørdir, er spenn- ingurin stórur aðra staðni LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Fjórða umfar í bólkaspæl- inum í steypakappingini verður um vikuskiftið, og sum vant er fult umfar í øllum trimum bólkunum. T.v.s. at í alt skulu spælast seks dystir, sum allir eru ásettir at vera leygardagin. NSÍ er svangir Í bólki eitt eigur B36 eftir øllum at døma at tryggja sær víðari luttøku, tá teir á heimavølli taka ímóti Sumba, sum enn eigur fyrsta stigið í kappingini til góðar. Vinnur B36 dystin, so hava teir 10 stig, og hetta átti undir øllum umstøðum at veri nóg mikið. Í Runavík tekur NSÍ ímóti VB, og eftir soltnu úrtøkuna higartil, so er tað av nærum avgerandi týdn- ingi hjá NSÍ, at teir hesa ferð fáa stig – og helst fleiri – burtur úr dystinum. Teir báðir fyrstu dystirnir hava bert givið runavíkingunum eitt stig, , og tí skulu helst seks stig móti sumbingum umframt ein sigur á antin VB ella B36 koma á kont- ina, um víðari luttøka skal tryggjast. Fáa vágbingar hinvegin stig, er ilt at síggja, hvussu teir skulu lata vera við at vinna seg víðari, og sjálvt um teir skuldu tapt dystin, so hava teir framvegis hampuliga góð kort í so máta. Tungt hjá B68 GÍ hevur longu lagt frá hinum liðunum í bólki, og ivaleyst verður fjarstøðan økt, tá teir taka ímóti vága- monnum leygardagin. Fa- vorittleikluturin er tó ikki størri enn so, at javnleikur var úrslitið, tá liðini hittust í Sandavági, og fáa gestirnir endturtikið úrslitið hesa- ferð, so er einki at ivast í, at teir eru nøgdir. Ikki minst tí tað kann fáa avgerandi týdning, hvussu ávíkavist FSV, EB/S og TB standa seg ímóti júst GÍ, tí í innanhýsis dystunum hava hesi liðini vunnið heima- dystirnar higartil, meðan FSV so eru teir einastu, sum hava tikið stig frá GÍ. Nú vitjar TB so á Mølini í Eiði, og í fyrstu atløgu sleppur vinnarin av hesum helst upp á annað plássið í bólkinum. Á Toftum er stórt trýst á heimaliðnum, tá teir sunnu- dagin taka ímóti í bólki 3. Higartil hevur B68 bert fingið stig móti Skála, meðan útidystirnir móti HB og KÍ eru taptir. Skal B68 víðari í kappingini, so verð- ur helst neyðugt við níggju stigum, og hetta krevur tveir sigrar í trimum teim- um seinastu dystunum. Móti HB eru teir tó skerdir, tí Fróði Benjaminsen ikki fær verið við. Ársins leikari í fjør fekk nevnliga reytt kort seinast, og er tí leik- bannaður. Uppgávan gest helst heldur ikki lættari av, at HB við einum sigri mest sum kann tryggja sær fremsta plássið í bólkinum, og harvið ogna sær rætt til heimavøll í fjórðingsfinal- uni. Seinasti dysturin verður í Klaksvík, har Skála kemur á vitjan. Her er einki at ivast í, at heimaliðið ætlar sær at hevna tapið á Skála. Ikki minst, tí júst hetta tapið gjørdi, at klaksvík- ingar hóast trygga sigurin á B68 enn eru langt ífrá vísir at vinna seg víðari úr bólkaspælinum. Hinvegin kann Skála við einum sigri framhaldandi halda lív í vónini um at koma sær víðari í kappingini. So alt í alt er lagt upp til spennandi fótbóltsviku- skifti, har øll liðini fram- vegis hava meira enn bert æruna at spæla fyri. Nr. 65 • leygardagur • 6. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Avloysarin hjá Toda Jónsson skeyt sigursmálið í fyrru hálvfinaluni, tá FCK á heimavølli tók ímóti Esbjerg DANMARK Jákup Mørk At kaappingin um álops- sessirnar í FCK er hørð, mátti Todi Jónsson ásanna hóskvøldið, tá FCK í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini tók ímóti Esberjg. Avloysarin skoraði Eftir at Todi hevur verið mest sum flúgvandi í fyrstu dystunum í vár, varð hann fram um hinar maðurin, sum brendi nakrar risa møguleikar, tá FCK seinasta viku- skiftið vitjaði Viborg. Tá kom Peter Møller inn fyri Toda og skoraði, og hóskvøldið var Todi so á beinkinum, meðan Peter Møller fekk pláss- ið í byrjunaruppstilling- ini við síðuna av Zuma. Og Møller takkaði fyri álitið, tá hann eftir góð- an hálvan tíma sendi bóltin í netið, eftir eitt stórt mistak frá Viborg- málverjanum. Hetta gjørdist einasta málið í dystinum, men tað var ikki tí, at møguleikarnir trutu. Serstakliga hevði heimaliðið hópin av møguleikum, men stutt undan steðginum máttu teir tó seta álitið á Magnus Kihlstedt, sum tá hevði nakrar heilt góðar bjargingar. FCK hevur annars havt eitt hampuliga gott tak á Esbjerg, og í høv- uðsstaðnum tokna tey tepra heimasigurin sum eitt gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinal- uni. Ikki minst tí tað eydnaðist at halda setn- inginum um, at mót- støðuliðið ikki skuldi skora og harvið tryggja sær eitt týdningarmikið útivallarmál. Føroysk finala Annars tykist vera møguleiki fyri, at talan verður um eina føroyska finalu, tá danska steypa- finalan skal avgreiðast. Randers Freja, sum tó ikki hevði Atla Greger- sen á liðnum, var á vitj- an hjá OB. OB vann hálvfinaluni 1-0, men Krim Saza í OB málin- um varð skaddur í dyst- inum, og nú eru teir í odense bangnir um, at returdysturin kann ger- ast væl torførari, enn teir annars ætlaðu. FCK heilt nær finaluni Spenningurin livir enn Toftamenn hava trýst á sær, tá teir fáa vitjan av HB. B68 skal helst hava minst seks stig í trimum teimum seinastu dystunum 35 34 Nr. 65 - 6. apríl 2002 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Gongur framá Meðan flestu búskapar- frøðingar vóru ógvu- liga dapurskygdir fyri bara fáum mánaðum síðani, eru teir flestu í dag samdir um, at vend fer at koma í heims- búskapin í næstum, og at veruligur framburður fer at gera vart við í summar. Víst verður á, at amerikanski búskap- urin hevur rættað seg skjótari, enn roknað varð við. Upprunaliga væntaðu búskaparfrøð- ingarnir, at vend fór at koma í í USA í seinna hálvári í ár, men tølini vísa, at vend er longu komin í. Amerikanska vendin ávirkar skjótt viður- skiftini í Evropa, og hildið verður, at ávirk- anin fer at gera vart við í summar. Danskir bú- skaparfrøðingar siga, at hetta helst fer at bera í sær, at tað slepst undan uppsagnum í útflutn- ingsvinnuni, sum teir fyrr hava stúrt fyri. Lægri avgjald Nakrir sosialdemokrat- iskir ríkisdagslimir í Svøríki hava skotið upp at lækka avgjaldið á brennivíni. Sum er rinda sviar 169 krónur í avgjaldi fyri ein litur av brennivíni, sum inni- heldur 40 prosent alko- hol. Í Danmark er av- gjaldið 110 krónur, men næsta ár minkar tað niður í 68 krónur. Lítið arbeiðsloysi Arbeiðsloysið í Dan- mark var í februar 5,1 prosent ella tað sama sum í januar, sigur danski hagtalsstovnurin. Síðani yvirgangsatsókn- irnar í USA í september í fjør hava danskir vinnu- lívsmenn annars væntað, at arbeiðsloysið fór at veksa, men tølini siga, at gongdin hevur verið øðrvísi enn væntað. Sambært hagtals- stovninum eru tær ar- beiðsleysu kvinnurnar framvegis fleiri í tali enn teir arbeiðsleysu menn- inir. Hjá kvinnunum er arbeiðsloysið 5,8 prosent og hjá monnunum 4,4 prosent. Tølini vísa eis- ini, at tað eru yvirhøvur tey eldru, sum einki arbeiði hava. Av teimum 50 til 66 ára gomlu eru 6,2 prosent arbeiðsleys. Úr Norðurlondum: Meslingar ræða Nakrir tilburðir av mes- lingum í Norðurjút- landi og Keypmanna- havn í vetur hava fingið nógv donsk foreldur at koppseta børnini við teirri sonevndu MFR- vaksinuni. Læknarnir í Norðurjútlandi siga, at har hava teir koppsett tríggjar ferðir so nógv børn sum vanligt. Í Keypmannahavn hava eisini fleiri foreldur leitað seg til lækna við teimum smáu. Embætislæknin í Norðurjútlandi, Henrik Hamburger, sigur, at har hava teir ongantíð fingið so nógvar áheit- anir frá foreldrum um at koppseta børnini við MFR-vaksinu sum nú. Hann er ikki í iva um, at nógv foreldur fingu ein hvøkk, tá tey frættu um tilburðirnar av mes- lingum í vetur, og at fólk nú hava skilt, at meslingar eru ein álv- arssamari sjúka, enn fólk vanliga halda. 24 donsk børn vórðu smittað við meslingum í vetur, eftir at eitt barn var komið úr Filips- oyggjunum við sjúkuni. Í januar og februar vórðu 2.171 børn MFR-vaksinerað, og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum somu mánaðir í fjør. Ivi um promillu Í fjør settu norsku myndugleikarnir pro- millumarkið fyri rús- drekkakoyring niður til 0,2, men enn duga ferðslumyndugleikarnir ikki at siga, um tað hevur havt nakra ávirk- an á óhappini í ferðsl- uni. Orsøkin er tann ein- falda, at myndugleik arnir í 1995 góvust við at skráseta, um rús- drekka hevði verið uppi í ferðsluóhappum. Ein talskvinna hjá myndug- leikunum sigur, at hetta er stak óheppið, tí uttan hagtøl ber ikki til at síggja, um tað lækkaða promillumarkið hevur havt nakra ávirkan. Hon vísir eisini á, at á hesum øki er Noreg langt aftan fyri onnur lond. Í Trygg Trafikk halda tey, at lækkingin hevur havt við sær, at talið á óhappum og vanlukk- um í ferðsluni er mink- að, men tey viðganga, at tað ber ikki til at siga tað við vissu. Amerikanska her- leiðslan í Afghanistan sigur, at víðgongdir bólkar bjóða fólki pengar afturfyri, beina tey fyri einum av teimum útlendsku hermonunum AFGHANISTAN Árni Joensen Talsmaðurin hjá ameri- kansku herleiðsluni í Af- ghanistan sigur, at leiðslan tekur hóttanina í størsta álvara, og at útlendsku her- menninir tí hava fingið boð um at ansa sær og at skipa fyri neyðugum trygdartil- tøkum. Talsmaðurin sigur, at í landspartinum Paktia hava víðgongdir bólkar býtt út flogseðlar, har sagt verður frá, at tann, sum myrðir ein ella fleiri av teimum útlendsku hermonnunum, skal fáa pengar afturfyri. Einki stendur tó um, hvussu stór samsýningin er. Í mars vóru harðir bar- dagar í Paktia, og sambært amerikansku herleiðsluni doyðu fleiri hundrað Tali- ban-viðhaldsmenn í bar- døgunum í Shahi Kot- dalinum. Lokalir krígsharr- ar vilja tó vera við, at amerikanarar gera alt ov nógv av, og at teir flestu Taliban-viðhaldsmenninir sluppu til rýmingar niðan í fjøllini tætt við pakistanska markið. Amerikanskir og aðrir hermenn halda fram við at leita eftir limum í Taliban og al-Qaeda. Bardagarnir eru við býirnar Gardez og Khost har eysturi í Af- ghanistan. Fleiri limir í norsku Nobel-nevndini iðra seg um, at tey í 1994 lótu ísraelska uttan- ríkisráðharran, Shimon Peres, fáa friðarheiðurslønina MIÐEYSTUR Árni Joensen Shimon Peres fekk Nobel- friðarheiðurslønina í 1994 saman við táverandi ís- raelska forsætisráðharran- um, Yitzhak Rabin, og palestinska leiðaranum, Yasser Arafat. Tað er norska Nobel- nevndin, sum avger, hvør skal hava heiðurin, og í dag iðra limir í nevndini seg um ta avgerðina, tey tóku fyri átta árum síðani. Hanna Kvammo, sum sat í Nobel-nevndini tá, og sum framvegis er í nevndini, segði í gjár við Dagsavisen, at hon er sera vónsvikin av Shimon Peres. - Í 1994 helt eg, at hann var tann best egnaði til at fáa heiðurslønina, men í dag haldi eg, at hann er í ferð við at gera seg sekan í krígsbrotsverkum, segði Hanna Kvammo við norska blaðið. Biskupurin í Oslo, Gunn- ar Stålsett, kom í Nobel- nevndina, tá fyrrverandi formaðurin í Kristiliga Fólkaflokkinum, Kåre Kristiansen, fór úr nevndini sum mótmæli ímóti, at Ara- fat fekk friðarheiðursløn- ina. Gunnar Stålsett sigur við Dagsavisen, at hann er eisini sera vónsvikin av Shimon Peres. Hann vil tó ikki nýta so sterk orð sum krígsbrotsverk, men sigur, at tað, sum ísraelska stjórn- in nú ger, er brot á fólka- rættin. Fyrrverandi norsku po- litikararnir Sissel Rønbeck og Odvar Nordli , sum sótu í Nobel-nevndini í 1994, eru eisini vónsvikin av Peres, og tey siga, at Ísrael hevur ábyrgdina av tí, sum nú hendir í Miðeystri. Francis Sejersted, pro- fessari, sum var formaður í norsku Nobel-nevndini fyri átta árum síðani, vil ikki gera viðmerkingar til støð una í Miðeystri í dag. Shimon Peres átti ikki at havt fingið friðarheiðursløn Nobels Samsýning fyri at myrða útlendskar hermenn Afghanski leiðarin, Hamid Karzai, avmyndaður saman við turkiska forsætisráðharranum Bulent Ecevit. Hósdagin varð avdúkað, at víðgongdir felagsskapir høvdu lagt eina ætlan um at koyra Karzai frá Mynd: Reuters C M Y K 34