Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. apríl 2002síða 19

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 65 - 6. apríl 2002 Hóskvøldið varð tað endaliga staðfest, at Jan Mølby verður nýggjur venjari hjá Hull City, og sum skilst á lagnum fer formaðurin ikki at verða sparin, tá liðið skal styrkjast í summar ONGLAND Jákup Mørk Tað er nú nakað fráliðið, síðani Brian Little varð koyrdur úr venjarasessinum hjá Hull City í Onglandi. Seinastu vikurnar hava Julian og liðfelagar hansara í bretska havnarbýnum so bíða í spenningi eftir, hvør nýggi venjarin skuldi verða. Heitasta navnið hevur alla tíðina verið Jan Mølby. Fyrrverandi danski landsliðsleikarin, sum seinnu árini hevur roynt seg sum venjara í lægru ensku deildunum. Seinastu tvey árini hevur hetta verið gjørt í Kidderminster, og hóast teir á stigatalvuni eru hægri enn Hull, so ivaðist Mølby ikki, tá hann hevði møgu- leikan. - Hull hevur potentiali til at gerast eitt veruliga stórt felag, er Mølby millum annað siteraður fyri at siga í donsku og ensku miðlun- um. Í hesum liggur helst, at hann sær munandi størri møguleikar í Hull og nógvu pengunum hjá Adam Pear- son, enn hann ger í heldur trongu korunum í Kidder- minster. Kidderminster vann seg í fjør upp úr sonevndu Conference League, og nógv eru av teirri fatan, at felagið er ov lítið til at røkka stórt longri enn tað, sum teir hava nátt í dag. Fær pening Í Hull eru tey sum vera man fegin um, at tað hevur eydnast teimum at fáa navnframa danan til venj- ara. - Eg vildi seta ein venj- ara, sum á sama hátt sum eg sjálvur og viðhaldsfólk okkara krevur at vinna. Jan Mølby kennir støðið í deildini, og hann veit hvat skal til, um tað skal eydnast okkum at vinna uppeftir, segði formaðurin í Hull millum annað, tá avtalan varð undirskrivað. Og tað tykist, sum um nýggi venjarin eisini fer at fáa hampuliga væl av peningi, so hann kann styrkja sær um hópin. Pearson vísti á, at nýggi venjarin nú hevur møgu- leikan at læra hópin at kenna, soleiðis at hann í summarsteðginum kann fáa neyðuga styrkin til vega. Hvussu hetta fer at ávirka støðuna hjá Julian Johns- son, sum higartil hevur verið fastur fúsur á mið- vøllinum, er enn ikki greitt, men onkur ábending um hetta verður helst at síggja komandi dystirnar. Mølby settur Kappingin um Løgmanssteypið Bólkur 1 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 3 2 - 1 - 0 6 2 4 7 2 VB 3 2 - 0 - 1 7 4 3 6 3 NSÍ 2 0 - 1 - 1 2 3 -1 1 4 Sumba 2 0 - 0 - 2 1 7 -6 0 Bólkur 2 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 GÍ 3 2 - 1 - 0 6 2 4 7 2 FSV 3 1 - 1 - 1 4 4 0 4 3 EB/Str. 3 1 - 0 - 2 4 5 -1 3 4 TB 3 1 - 0 - 2 3 6 -3 3 Bólkur 3 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 3 2 - 1 - 0 8 3 5 7 2 KÍ 3 1 - 1 - 1 8 7 1 4 3 Skála 3 1 - 0 - 2 4 7 -3 3 4 B68 3 1 - 0 - 2 4 7 -3 3 Kappingin um Løgmans- steypið Bólkur 1 06.04 B36-Sumba 06.04 NSÍ-VB Bólkur 2 06.04 GÍ-FS Vágar 06.04 EB/Streymur- TB Bólkur 3 06.04 B68-HB 06.04 KÍ-Skála Dystir um vikuskiftið C M Y K 36 Nr. 65 - 6. apríl 2002 37 ROVER EIN BILUR FYRI SEG OG IKKI MINST TIL TANN RÆTTA PRÌSIN · ROVER 45 1,8 CLUB 117 HK Kr. 199.800,- ROVER 25 CLUB 103 HK Kr. 165.800,- ROVER 75 STATIONCAR PRÍSUR ÚR Kr. 293.000,- ROVER 75 SEDAN PRÍSUR ÚR Kr. 275.000,- Í Sosialinum fríggjadagin 3. mai verður eitt stórt innlegg í blaðnum um bilar og alt, sum hevur við bilar at gera. Hetta er eitt gott høvi hjá fyritøkum at lýsa um Freistin at fáa eina lýsing við er 25. apríl Tosi við Finnbjørg ella Anju finnbjørg@sosialurin.fo · anja@sosialurin.fo 37