Sosialurinarkiv
Sosialurin 1946-10-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. oktober 1946síða 2

‹ fyrra síða allar 2 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12. oktober 1946 Thorstein}, Petersen em ="roynir.“ Tað var altíð væntandi, at Dag- blaðið fyri 8. í h. m. kom at síggja akkurát soleiðis út, sum tað gjørdi. Har roynir Thorstein Petersen eftir nótum at skava út yvir ta lógbrot, hann gjørdi aftaná fólkaatkvøðuna, at taka ræðið í Førovum. Fyrst skrivar hann, hvussu raskur hann hevur verið umborð á „Hroar“. Ja, har hevur hann verið so raskur, at hann í í samfullar hálvanannan tíma hevur sitid og trútta sína lands- skaðiligu kuppstøðu niður í hesar donsku politikkararnar. Til alt held vóru aðrir Førovingar umborð i „Hroar“ enn fólkaflokksmenn, so útsendingarnir kunnu bera avstad aftur við sær, at enn finnast skila- menn i Førovum. Síðani skrivar Thorstein Þ. ein favn, sum hann rópar ,Aabent Brev til Proff. Dr. jur. Alf Ross.“ Á lann lærdómur, á tað forsligna høvd, id situr á Thorstein Petersen! Nú hevur hann líka síðani hann var viðsettur sum bankastjóri her í ovggjunum lært okkum, hvat tað er at vera Før- ovingur (og Gud forbarmi seg yvir úrslitið!). Nú tekur hann sær uppá at læra henda universitetsprofessar- in. Hoyri her, tygum proff. Ross sigur Thorstein Petersen nú skal eg læra tygum, hval ið lóg og ólóg er. Og so kemur effektin: Tað var ikki bein boð, ið borin vóru til Danmarkar, tað var amtmaðurin, ið hevdi skuldina, hr. proff. Ross, hann dugdi ikki at siga frå. Th. P. sígur i hrævinum, at hann kemur í hug Gustav Wied, men hví kemur konum ikki heldur í hug H. A. Djurhuus: Nei, mamma, tað var ikki eg, men dreingirnir, ið fyrdu meg, koyrdu meg í díkið, flentu so í kyki. Soleiðis er tann raski Tórstein. Nú er hann komin i dykid, og amt- maðurin skal hava skuldina. Tann sami jammurin, ið vit hava hovyrt alla tíðina, síðan hann kom í løg- tingið; hvørja ferð hann rakaði seg út í óføri, ja, so var tað amtmadurin, ið hevdi fyrt hann. Eitt hevur Th. Petersen gloymt, meðan hann hevur skrivað brævið, og tað er Føroya fólk, at Førova fólk er rásandi á hann, tí hann móti ein- um stórum fleirtali hevur roynt at taka maktina í Føroyum, ti, at vit geva honum og drabanti hansara Richardi L. høvuðsskuldina fyri, at vit eru komin í hesa landsskadiligu støðu, sum vit nú eru í. Tað er fyrst og fremst teirra skaðiliga agitalión, ið nú grør sum illiviður um Førovar og hóttir við at gera tað óliviligt her á landi. Her er eingin juridiskur trætnað- ur fyri neyðini, hvørt einasta skila- fólk í Førovum veit og kennur, at her er skett vold, okkara øldarlanga samvera við Danmark skuldi við eitt snubhtak slítast, okkara rættindi sum statsborgarar skuldu takast frá okkum, ja øll skipað samfelagsviður- skifti skuldu takast frá okkum, alt tað, sum vit eru fødd og uppvaksin við, skuldi beinast burtur. Og hví vildi Thorstein P. og drabantur hansara hava tað at ganga so skjótt? Jú, tí tað galt um at handla, áðrenn fólk fekk hugsað seg um. Lat so teirra kupproynd fara, hon miseydnaðist, tí til alt held vóru vit ein parlur av einum lógskipaðum samfelagi, har hr. proff. dr. med. Alf Ross og aðrir góðir menn sita sum vernd yvir øllum, sum rætt og rimiligt er eftir norrønari rættar- kenslu. Men latið okkum vera aldeil- is greið um eitt, og tað er, at hetta løgtingsval, sum nú verður, er tann seinasti og einasti møguleiki fyri at bjarga Føroyum frá katastrofu; ti fær tað nýggja løgtingið fleirtal fyri verður loysing. Og loysing, id so óbótaligt fyri loysina. tað verður Fåroyar, lad verður ikki livandi her, um tað stavnsband skal leggjast á okkum, at vit skulu ikki hava at fara út um oyggjarnar. ætt Tað er FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR tann einasti arvur, ið børn av ogn- arleysum foreldrum hava, tað er statsborgarrætturin, og henda rætt megu vit verja til tad ýlarsta, í hvat so hendir, so vilja vit ikki sleppa honum. Farið so hvør kvinna og maður, ið vil sleppa at liva í rættsskipadum samfelagi á valdegnum og verið við at fella fólkaflokkin, ið soleiðis vil taka frælsi og lívsrúm frá okkum. V. N. „Fólkaviljin““. Fólkaflokksmenn og Loysingar- menn tosa nógv í hesum døgum um fólkaviljan. Teir síga, at fólkið við fólkaatkvøðu hevur lalað og givið teimum upp í hendi at seta føroyskt ríki á stoyn. Tað er sjálvandi, at vit mugu boyggja okkum fyri fólkaviljanum. Soleiðis er síður í demokratiskum londum. Men í hesum tilfelli fora vit fram, at fólkaviljin hevur ikki tydiliga givið seg til kennar, og li kann ein framtvingaður meiriluti í Løgtinginum ikki fara og skapa foroyskt ríki eftir einum fólkavilja, sum veruliga er ein minniluti av tí føroyska fólkinum. Loysingarmenn máttu heldur ikki viljað lopið so fram av, at teir beinanvegin troðkaðu sínar hugsjón- ir fram og ikki høvdu meiriluta fólksins aftan fyri seg. Tí tað batar ikki at tøla fólk við ti at síga, at alt verður rætt, sum er ra:.3t í okk- ara landi, tá ið loysingin kemur. Hvussu verður skilið vorðið, tå ið øll lyfti og øll roknistykki ikki bera til? At loysa okkara land fullkomi- liga frá politiskum felagsskapi við annað land hevur altíð verið hitt stóra tjakevni og var hildið av teim- um flestu at vera eitt vágaverk. Ja, fyri fáum árum síðan vóru ikki meiri enn einir 10 reinir loysingar- menn í øllum landinum. Vit kunna tí síga, at fólkið mest sálarliga og andaliga er illa búgvið at taka tað sum ein rein politisk loysing førir við sær. Tað er henda tíðin, henda óvanliga tíðin, ið ikki kann vara við, afturat eini hugs- unnarleysari og villari agitatión, ið fær mangan at halda, at sjálvstøðugt føroyskt ríki evnar at skapa okkum tey bestu kor bæði nú og í fram- tíðini. Vit skulu nettupp leggja til merkis, at tað nógv eru fólk, ið hava kent seg at líða órætt í samfelagnum, ið hava stemmað fyri loysing. Menn, sum halda seg hava verið órættaðar við skatti, menn sum fátækir eru og halda seg við órætti verða skúgv- aðir á skuggasíðu lívsins. Ol slík standa í mótstøðu, „oppositión“ til ta ríkis- og samfelagsskipan, ið er, og vænta og sjálvandi krevja nógv av hini, ið skal koma. Við væntandi og krevjandi fólki, fólki, sum ikki hevur havt stundir at læra at kanna tað, ið tey fara til, er ringt at fara til nýtt, fara til „experiment“, sum vit vita, byrður fylgja við. Tí vit eru ikki bangið fólk, afturhaldandi fólk, um vit ávísa tær byrður, loys- ingin fer at geva okkum. Loysingarmenn máttu ið hvussu so er ikki verið ovbráðir. Teir máttu duga at sæð, at tjóðskaparliga er nógv av okkara fólki illa búgvið. Skuldu vit gjørt heilt leyst, so skuldu vit helst havt eitt fólk, sum frítt og frælst kundi sagt: Føroyum alt! Og tað tora vit at siga, at vit ikki hava. Loysingarmenn og allir sjålvstyr- issinnadir Førovingar mugu skilja hetta. Teir mugu skilja tað, at skal loysing takast, so má fólkið vera bugvid til hana. So må loysingin hava sín fulla væl umtókta meiri- luta av fólkinum aftan fyri seg. Og lað hevur hon ikki í dag, Hin før- oyski fólkaviljin er tí ein sveimandi máliska. - Fornmálasagnir og fornmálaljóð. I. Úrdráttur úr Snorra Eddu. II. Vøluspá. Føroyskað hevur Regin í Lið. Norrøna Forlagið gav út. Hetta er snotuligt hefti, sum Regin í Líð (Rasmus Rasmussen á Há- skúlanum) hevur lagt frá sær, og sum Norrøna Forlagið í Tórshavn hevur givið út. Innihaldið er, sum navnið sigur, úrdráttur úr Snorra Eddu og so hitt tiltikna fyrndar kvæðið Vøluspá, sum altso nú er umyrkt til føroyskt mål, Okkara norrønu forfedrar høvdu eins og.onnur fólk sínar frásøgnir um upphav og enda á hesi jørð. Og tey høvdu sín átrúnað, sínar gudar, ið tey høvdu skapað sum lyndið teirra var: Veldigir stríðsgudar men eisini vísir og ráðklókir. Mangar av frásøgnunum eru ævin- týrkendar, men undir ævintýrham- inum liggur sannleiki og djúpari hugsan mangan duld. Hesar sagn- irnar eru tad, ið standa í fyrra parti. Mangar eru okkum kunnigar, vit lósu tær í skúlanum, og tær festu seg i minni, so livandi lær vóru frá- sagdar. Seinri partur er umyrkingin av vísdómskvæðinum Vøluspá. Her er lað hin elligamla Vølvan, ið kvøður sinar sjónir og sitt minni. Hon minnist heimin, tå ið hann var skaptur, og hon kann siga okkum um Ragnarok, tá ið hin síðsti bar- dagur stendur, og allir gudar fella hvør annan. Men hon sær eisini „á øðrum sinni jørð úr ægi íðjagrøna....“ Ta er tað nýggjur heimur kemur, tá ið alt grønskast og ber fruktir av sær sjálvum, gudar og menn liva í semju. Og hin „ríki kemur tann, ið øllum ræður.“ Vit mæla øllum at fáa sær hendur á hetta heftið. Føroyingar eins og onnur norrøn fólk eiga lut í hesum skaldskapi, hóast teir so ikki hava fest hann á blað. Kunngerð frå II tingmonnum til Føroya fólk. Ellivu tingmenn (hvar er hin tólyti?) koma í „Daghl.“ hin 28. sept. við eini kunngerð og frágreið- ing til Føroya fólk. Teir siga har, at teir á lógligan hátt hava viljað sett fólksins avgerð í verk og gera tey tiltøk, ið sýna, at landaræði er fall- ið til Føroya fólk. Men ríkisstjórn Dana hevur forðað teimum at útinna hetta. Føroya fólk má vera so skilagott, at tað veit, at hesir tingmenn hava ikki borið seg regluliga og lógliga at. Fyri tað fyrsta var tað, ið avgerast skuldi aftaná fólkaatkvøðuna, um hon gav grundarlagið fyri at stovna kundi verða eitt sjálvstøðugt før- oyskt ríki. Og tað kundi ein ting- flokkur ikki gera einsamallur. Ting og ríkisstjórn Dana, sum sett høvdu fólkaatkvøðuna í verk, máttu gera hetta í felag. Og um so var, at loysing heyði fingid ein slikan meiriluta, at hon gav fullan rættin at taka landarædi og gera seg leysan frå Danmark, so mátti, áðrenn hetta frá løgtingspolli varð kunngjørt, ein samráðing fara fram millum Tingið og Danastjórn. Hiðani frá kundi eingi slík tiltøk gerast, uttan tey bóru merki av ein- um uppreistri og tí, ið menn rópa statskupp. Føroya fólk má duga at skilja, at undir hesum viðurskiftum, sum nú eru framfarin, hevur ein meirluti av Førova Løgtingi borið seg at, sum rein smábørn, og í útheiminum mugu menn spyrja, hvat hetta eru fyri umboðsmenn og ålitismenn, vil hava. Einki land í øllum heiminum hevði „anerkent“ Føroyar sum ein frían stat og sjálvstøðugt ríki, lá ið frættist, at Tingið var farið soleiðis fram. Nr. 39 Valgyvirlit. „Førovatíðindi hevur leygardagin hin 5. oktober leiðandi grein, ið eitur: „Det kommende Valg". Her verða flokkarnir mettir og vigaðir, men ovlættir munnu teir ætlast at vera. Fólkaflokkurin vænt- ast at verða ógreiður og sveimandi uttan at ein kann finna á, hvat hann verunliga hevur í kvittanum. Javn- aðarflokkurin er gingin í valgflokk við „Louisianarar“, men hvussu hes- in felagsskapur fer at roynast, held- ur blaðið vera sera ivingasamt. Javnaðarmenn fara at gera valgið partapolitiskt, tí teir onkuntíð nú í seinastuni hava nortið við gomul mál á síni stevnuskrá. Eftiri er so hin eini flokkurin, Sambandsflokkurin, sum ikki verður nevndur, men sum blaðið ivaleyst man halda vera hin einasta, ið hevur høvur „klárt“ millum hesar villu menn. Har verður einki nevnt, hvussu hesin flokkur fer at stevna til kom- andi valg, men vit hava næstan var- hugan av, hvussu blaðið vildi, at stevna hans skuldi verið, og hvat okkum Førovingum gagnligast er. Greinin endar við orðum frá ríkis- ráðharranum Knud Kristensen, og burtur úr teimum og øðrum, hesin maður hevur sagt, kunnu vit ætla, hvat hansara meinig er. „Vit skulu koma aftur og gera um aftur tað, ið hent er einki sam- arbeiði, tá ið annar parturin skal lata og annar ráða. ki Vit øll vita, at stjórnaruppskotið danska er felt, og loysing fekk ikki so stóran meiriluta, at hon kann vera framd ið hvussu er íkki fyrr enn aftan á eitt løgtingsval Her skuldi tí verið grundarlag fyri nýggj- ari samráðing. Men at byggja sam- ráðing á tað, sum fólkið íkki vil aka, dugir ikki. Her má farast til okkurt annað. Røddir eru frammi í Danmark í dag, ið vildu gingið ongri enn stjórnaruppskotið, og vit vildu ynskt, at hesar røddir kundu Javt ræði. Ein fríur formur má kunna finnast, so hesi bæði nær- skyldu fólk kundu liva saman í sátt og semju. Men eru tað flokkar ella menn ter á landi, ið halda, at fólkið av esum hendingum, ið fram eru farn- ar, er vorðið so mykt og spekt, at tað tekur við øllum og kemur sær bara aftur í hitt gamla lagið, so fara teir skeivir, og so vérður tann van- lukkan vís, sum teir sjálvir hava ræðst fyri og mótmælt. Nú má nýtast stórt frísinni, og nú má farast frá hinum gomlu leiðum, um vit ikki skulu sigla okkara egna sjógv og fara til eina framtid, ið vit valla verða harrar yvir. M. Tíðindi. Hoyggið mest alt er nú komið upp, men terr- in hevur ikki verið at rósa, so fóður- evni man lítið vera i tí síðsta, sum fingið er. Bestimaðurin á „Marité“, Karl Niclasen, av Tvør- oyri varð sjúkur í Grønlandi, hann varð eftiri og kom heim í „Skálanes“. Hann letur óført at blidskapi og tann ansi, hann neyt av Dønum har uppi. „Heimdal“ kom so langa leið sum úr Førovum til Islands at flyta hann ú sjúkrahúsið, og har fekk hann røkt, sum hann ikki hevði hugsað sær, hann kundi fáa á nøkrum sjúkrahúsi. Fyrsta nei hann fekk í ein heilan mánað var her í Føroy- um, tá ið hann kom til Havnar og bað um innivist á gistihúsi. Har var fult av fólki, søgdu tey. Norðanskipini „Fame“ og „Vón“ hava verið á Tvør- ovri og tikið salt. Blaðstj.: M. Joensen. — Bókaprent.