leygardagur 6. apríl 2002síða 25
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 65 - 6. apríl 2002
Nr. 65 - 6. apríl 2002
49
Gudstænastur
1. sunnudag e. páskir
Havnar kirkja: kl. 11
konfirmatión, Bjarni Bæk
Vesturkirkjan: kl. 11, Heri
Joensen
Argir: kl. 11, Bergur D.
Joensen
Svínoy: kl. 12, altarg., Elsa
Funding
Tvøroyri: kl. 11, (útvarpað)
Jónsvein Bech
Hósvík: kl. 11, Marjun Bæk
Kollafjørður: kl. 11, Inga
Poulsen Dam
Søldarfjørður: kl. 11,
Meinhard Bjartalíð
Sørvágur: kl. 12, David
Johannesen
Eiði: kl. 11 konfirmatión,
Emil Olsen
Funningur: kl. 12, John
Myllhamar, trúboðari
Gøta: kl. 11, konfirmatión,
Martin R. Jacobsen. (Frá
hesum sunnudegi verður aftur
farið kl. 11 í kirkju í Gøtu)
Árnafjørður: kl. 12, altarg.,
Niels Pauli Danielsen
Porkeri: kl. 12, konfirmatión,
Marianne Telling
Hvalba: kl. 12.30, altarg., v/
konfirmantum
Sandvík: kl. 14, altarg., v/
konfirmantum, Ólavur
Rasmussen
Klaksvíkar sjúkrahús: kl. 10,
Árnafjørður: kl. 12, altarg.,
Norðoya Røktarheim: kl.
14.30, Niels Pauli Danielsen
Mikladalur: kl. 12, altarg.,
Hans Eiler Hammer
Christianskirkjan: kl. 11,
lestur
Í Hvalbiar kirkju, gongur
talvan fyri Sunnudags-
skúlablaðið
Rhema á Hálsi
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti.
Mána-, týs- og mikukvøldið
kl. 20.30 Bønartímin. Øll eru
vælkomin.
Adventkirkjan
Í dag kl. 10 Barnabíbliutími
og bíbliugransking. Evni:
Torskildir profetir gjørdir
fatiligir. Kl. 11 Gudstænasta,
J. V. Danielsen.
Kirkju- og missiónshúsið
á Argjum
Sunnukvøldið kl. 17.30
Bønarløta, kl. 18 Møti v/
Ingolf Johannesen úr
Sandavági.
Mánakvøldið kl. 20 kemur
Sjómanskvinnuringurin
saman. Allar kvinnur eru
vælkomnar.
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30 Breyð-
bróting (skipað barnaansing).
Kl. 12 Sunnudagsskúli, kl. 18
Familjumøti.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin kl. 15 í KFUK:
Eldrasamkoman við Una Næs
presti. Evni: 2. Krýnikubók.
Týsdagin kl. 17 í KFUK:
Várgleði fyri børn.
Týsdagin kl. 19.30 í KFUK:
Konfirmantaveitsla, holdini
hjá Bergi Debes Joensen og
Hera Joensen.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Sunnudagin kl. 11 Møti, kl.
14 Sunnudagsskúli, kl. 17.30
Bøn, kl. 18 Møti.
Mánadagin kl. 17 og 19
Skótamøti.
Ebenezer
Í dag kl. 16.00 og 20.00 halda
Ungdómssamfelagsmøtir
áfram.
Sunnudagin: kl. 10.00: Breyð-
bróting, kl. 12.00: Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.00: Ung-
dómssamfelagsmøti,
kl. 21.00: Útimøti.
Mánakvøldið kl. 20.00: Bøn-
armøti.
Heimasíðan:
www.ebenezer.fo
Meinigheitshúsið
Leygarkvøldið kl. 19.30-22
Juniorarbeiði fyri 6. flokk og
eldri.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti við
Jóhannes Martin Olsen, fyrr-
verandi fólkatingslimi.
Manskórið syngur.
Mánakvøldið kl. 20 venur
Manskórið.
Meinigheitslegan verður í
Nesvík 12.-14. apríl, tekning-
arlistin liggur frammi í húsin-
um inntil 10. apríl.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 17 Landsbøn, kl. 20
Grøðingarmøti v/ Ólavi
Jacobsen.
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti við Sverre Bjørghaug úr
Noregi, kl. 11.30 Barnaguds-
tænasta, kl. 16 Samkomu-
fundur.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
skúlin.
Møtiskráin hjá Filadelfia sæst
á heimasíðu okkara:
www.filadelfia.fo
Hvítusunnusamkoman
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11 morgun-
møti, kl. 18: Evangeliskt
møti. Øll eru vælkomin.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17 Møti.
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30:
Orðsins tænasta við komm-
unión í Kerit.
Hóskvøldið kl. 20.00 verður
Taizé-kvøld (bønarstund við
sálmasangi úr Taizé) í bønar-
rúminum hjá Franciskanar-
systrunum, Varðagøta 16. Øll
eru vælkomin.
Leygardagin kl. 11.30: Messa
í Kerit.
Sunnudagin kl. 11.00: Há-
messa v/ Wladislaw Zdunek í
Mariukirkjuni. Aftan á verður
kirkjukaffi.
Sunnudagsskúli kl. 14.00.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin í Hoyvíkar skúla:
Kl. 14.00: Sunnudagsskúli, kl.
17.30: Bøn og kl. 18.00: Møti
við skúlaleiðaranum á Bíbil-
skúlanum Vejen, Sverri Bjøn-
haug.
Mánakvøldið kl. 20.00:
Bønarmøti, Uppi á Brekku 3.
Saron, Vestmanna
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti við Magnus Paula
Johannesen.
Mánadagin kl. 20 Bønarmøti.
Tlf. andaktin 424 741.
Kollafjarðar Missiónshús
Sunnudagsskúlin verður kl.
14 og møti kl. 18 við Símin
og Jónfinn.
Missiónshúsið í Hvalvík
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Árna
Jacobsen, Leirvík. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Keldan í Skálafirði
Leygarkvøldið: Opið hús kl.
21.00.
Sunnudagin: Morgunmøti kl.
11 við Paula Høj, barnamøti
kl. 11, evangeliskt møti kl. 17
v/ Egil Toftegaard o.fl.
Vælkomin í Kelduna,
www.keldan.fo
Lívsins Orð
Í kvøld kl. 20.00 verður opið
hús.
Sunnudagin kl. 10.30 møti v/
Símun Jacobsen. Sunnudagin
kl. 17.00 evangeliskt møti við
sangi og vitnisburði.
Soli Deo Gloria
Leygardagin: kl. 10.00: Bøn,
kl. 20.00: Alpha skeið.
Sunnudagin, kl. 14.00:
Sunnudagsskúli, kl. 18.00:
Møti v/ Preben Hansen.
Mánakvøldið kl. 20.00: Bøn-
armøti.
Meinigheitshúsið á Skála
Sunnudagin kl. 13.30
Sunnudagsskúli, kl. 19 Møti
við Inger Nørgaard frá
Sudanmissiónini. Innsavning
til húsið. Aftaná verður
drekka og hugnalig samvera.
Missiónshúsið í Gøtu
Sunnudagin kl. 18 Møti við J.
S. Myllhamar, trúboðara,
innsavning.
Filadelfia, Gøta
Møti sunnukvøldið 8. apríl er
flutt til kl. 20.00. Øssur
Berghamar og Sangbrøður
taka lut. Øll eru vælkomin.
Thabor, Fuglafirði
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti og kl.
21 Ungdómsmøti.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin: kl. 14.00:
Sunnudagsskúli, kl. 17.30:
Lovsang/bønarløta, kl. 18.00:
Møti.
Café One Way, Tvøroyri
Leygarkvøldið kl. 21 Møti í
café’ini, Gimme og onnur
luttaka.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti við
Albert og Kammu. Bønarmøti
verður hálvan tíma áðrenn
møti. Innsavnan verður til
húsið. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Frelsunarherurin, Vágur
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti, Palle
Petersen talar.
Mánadagin kl. 20 Heimafor-
bundið – fyri allar kvinnur.
TILTØK
FØÐINGAR
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Tey hildu fast við læru ápostlanna og samfelagið, við breyðbróting-
ina og bønirnar
(Ápostlasøgan 2.42)
Onkur hevur sagt, at tað var ommunum í Ruslandi fyri at takka, at
kristindómurin ikki doyði út. Hetta er kanska at taka ov rívan til, men
týdningin av uppalingini í kristnu trúnni kunnu vit tó valla yvirmeta.
Tað var av sonnum einki eindømi, tá ið stóra sálmaskald okkara
Mikkjal á Ryggi sum nakað av tí fyrsta mintist, at tað var omman, ið
tók hann upp á knæið og har lærdi hann fyrstu bønina. Og munnu
ikki flestu føroyingar kenna seg aftur í sanginum hjá Hans Andreasi,
har hann sum tilkomin maður minnist aftur á móður sína og barna-
árini í Áarstovu. »Trygt legði eg høvur á kodda/ og hon kom og setti
seg/ á songarstokkin hjá mær/ Kom, lat meg nú signa teg. So signaði
hon meg um ennið/ yvir bringuna risti hon kross/ Legg teg í Harrans
hendur/ gev móður tíni ein koss!« Og tað er vist, at vit ikki gerast rík-
ari tann dag, tá ið mammurnar eru hildnar uppat at signa børn síni og
leggja tey í Harrans hendur.
Kristindómur hevur frá fyrsta degi eisini verið læra, og tí er upp-
alingin í kristnitrúnni líka gomul sum kirkjan sjálv. Elstu lýsingina av
fyrsta kirkjuliðinum finna vit í Ápostlasøguni, har sagt verður: »Tey
hildu fast við læru ápostlanna og samfelagið, við breyðbrótingina og
bønirnar«. Tað var ikki nóg mikið einaferð at vera komin til trúgv og
vera doyptur. Tú mátti eisini fáa kunnleika um, hvat ið hetta hevði at
týða fyri teg og lív títt frameftir. Tað var ikki nóg mikið, at tú í dóp-
inum varð gróðursettur í Kristi, tú mátti eisini læra at verða verandi í
honum, at liva í honum, soleiðis sum tað verður sagt, hvørja ferð dóp-
ur er. Tí skuldu børnini ikki bara doypast, men tey skuldu eisini lær-
ast at halda alt tað, ið Jesus hevur boðið okkum.
Tað hevur havt og hevur so ómetaliga stóran týdning, at heim og
skúli samstarva á hesum øki, og tað hevur verið okkara lukka, at hetta
hevur føroyski skúlin gjørt til henda dag. Tað eru heimini, sum líta
skúlanum børn síni til, og tí má skúlin í arbeiði sínum virða tað lívs-
grundarlag, sum foreldrini vilja, at børn teirra skulu uppalast í og
byggja sítt lív á. Tað má vera samljóð millum heim og skúla, og upp-
alingin í føroysku mentanini má framvegis setast høgt, skal komandi
ættarliðum verða tryggjaður lutur í hesi mentan, sum var andaliga
grundarlagið hjá teimum, ið undan eru farin. Eisini tí er uppalingin í
kristni, í kristnu siðalæruni og í teimum virðum, sum hon farnu øld-
irnar hevur givið fólki okkara, lívsneyðugt. Tíbetur veit fólk okkara
– eisini tey, ið ikki eru limir í fólkakirkjuni – at verða ikki komandi
ættarliðini upplærd í kristnu læruni og hvat, ið hon hevur at týða, so
skilir uppvaksandi ættarliðið ikki kristna boðskapin og gerst í í stóran
mun fremmant fyri egnari mentan og egnum fólkalívi. Og júst tí er
tað so umráðandi, at skúlin framvegis er við í upplæringini í kristni,
og at vit ikki fara inn á ta undirgangs gøtu, sum flestu grannar okk-
ara valdu, tá ið teir tóku burtur úr lógini kravið um, at skúlin skuldi
undirvísa í evangelisk-luthersku læruni. Gud signi fólk okkara.
Amen.
Hans Jacob Joensen
ANDLÁT
15. mars fingu Hanna og Jógvan Højbro Jacobsen, Klaksvík,
ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3500 gr.
26. mars fingu Elsa Jógvansdóttir og Esbern Jacobsen, Innan
Glyvur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3400 gr.
27. mars fingu Gunnvá Jónsdóttir og Edvard Frederiksen,
Miðvágur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4000 gr.
27. mars fingu Margret Norðberg og Búgvi Thomsen,
Hvalba, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4250 gr.
28. mars fingu Sólrun og Palli Gregersen, Norðragøta, ein
son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 2355 gr.
28. mars fingu Ólavur og Angelina Fuglø Sivertsen, Hvanna-
sund, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3925 gr.
28. mars fingu Margreta Dam og Brynjer Gregoriussen,
Argir, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3305 gr.
28. mars fingu Oddny Clementsen og Henrik Juul, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3900 gr.
29. mars fingu Shamik og Høgni Johannesen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2900 gr.
29. mars fingu Laila og Steinbjørn Berg, Søldarfjørður, ein
son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3700 gr.
30. mars fingu Selma og Páll Augustinussen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3750 gr.
30. mars fingu Durita Johansen og Jens Hjørleif Hansen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 3500 gr.
31. mars fingu Sigrid Røsvik og Olaf Vestergaard, Hvítanes,
ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3575 gr.
31. mars fingu Berit Unn Petersen og Kjartan Egholm, Tórs-
havn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3700 gr.
31. mars fingu Fanny M. Petersen og Kári Mikkelsen,
Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði
4300 gr.
2. apríl fingu Óla Jacob á Sondum Estbú og Vivian Pettersen,
Sandur, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3900 gr.
2. apríl fingu Malbjørg Thomsen, Skopun og Merwyn Thom-
sen, Kollafjørður, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði
3510 gr.
3. apríl fingu Katrin Erlendsdóttir, Hvalba og Rói Joensen,
Vestmanna, ein son. Hann var 48 cm. langur og vigaði 2650
gr.
3. apríl fingu Astrid og Arni Matras, Esbjerg, eina dóttur. Hon
var 48 cm. long og vigaði 2190 gr.
3. apríl fingu Sólva og Knút Høgagarð, Toftir, tvíburar –
gentur. Onnur var 46 cm. long og vigaði 2215 gr. og hin var
48 cm. long og vigaði 2290 gr.
26. mars
Anna Hansen, fødd Dalberg, ættað av Sandi, 62 ár.
Pauli Hermansen, Hósvík, 89 ár.
27. mars
Jonhild Mellemgaard Jacobsen, Klaksvík, 42 ár.
28. mars
Hans Jacob Nielsen, vanliga nevndur Hans Jacob við
Kvíggja, Sumba, 76 ár.
29. mars
Kjartan Midjord, fyrrverandi sýslumaður á Sandi, 74 ár.
Ásla Berg, ættað úr Leirvík, búsitandi í Havn, 65 ár.
30. mars
Inge Toftatún, búsitandi í Bergen, 73 ár.
31. mars
Mia Joensen, seymikona í Vestmanna, 85 ár.
Sørina Thomassen, Miðvágur, ættað av Strondum, 86 ár.
Johanna Johannesen, Inni á Fjørð, Vestmanna, 86 ár.
01. apríl
Gustaf Múller, ættaður úr Porkeri, búsitandi í Vági, 81 ár.
Bent Heinesen, ættaður av Sandavági, búsitandi í Åmot í
Norra, 61 ár.
02. apríl
Ingibjørg Mørkøre, ættað av Eiði, búsitandi í Havn, 99 ár.
Absalon á Grømma, Klaksvík, 80 ár.
Missiónshúsið í Vági
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli. Onki møti vegna
konfirmatión.
Betel, Vágur
Sunnudagin kl. 11 Breyð-
bróting, kl. 13.30 Sunnudags-
skúli, kl. 18 Evangel. fundur.
Mánadagin kl. 20 Bønar-
fundur.
Ónsdagin kl. 20 Uppbygging-
arfundur.
Eysturoyar gongufelag
Spákingartúrur verður í Leir-
vík sunnudagin 7. apríl. Vit
møtast kl. 14.00 við Víkinga-
toftirnar oman fyri ferjuleg-
una. Tilmelding á tlf. 211449
ella 449449.
Frá felagnum
Pinkubarnadeyði
Vit hittast 2. leygardag í
hvørjum mánað í Jákupsstovu
í J. Patursonargøtu 24 í Havn.
Nærri fæst at vita frá Annvør
Nielsen tlf. 317261 ella
Sólgerð Foldbo, tlf. 422184.
Heilaskaðaráðgeving
Spyr um alt innan heilaskaða.
Fyri bæði heilaskadd,
avvarðandi og tey, ið arbeiða
við afturvenjing.
Sendi okkum eitt meyl til
neozone@neozone.dk
NeuroPlan, Vingetoften 18,
DK 2730 Herlev
Tú kanst eisini ringja til: tlf.
4484 2665 (Jón) mobil: 2443
0903 (Jón)
www.neozone.dk
Dagtilhaldið í Vági
Dagtilhaldið er opið týsdag og
hósdag frá kl. 15.00-18.00.
Øll eru vælkomin.
Dagtilhaldið Fløvin
heldur til í húsinum hjá
Kongshavnar Kvinnufelag.
Opið er mánadag-fríggjadag
frá kl. 15.00-18.00. Allir
pensionistar eru vælkomnir.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 212380.
Kennir tú føroying í
Keypmannahavn, ið hevur
tørv á vitjan ert tú vælkomin
at seta teg í samband við
Reyða Kross Føroya,
Bryggjubakki 10,
100 Tórshavn
tlf. 319630/61655400.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag kl. 10-18.
Týsdag-fríggjadag kl. 10-17.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagin 8. apríl
kl. 9.45-10.15 Fimleikur,
Sonja Danielsen
kl. 10.15-18 Seyma fýrkantar
saman til teppir
kl. 10.15-18 Vit mála
kl. 14-18 Kort- og bobbspæl,
telving, dart og onnur spøl.
Tilmeld. til døgurðan
mikudag tlf. 316491
Týsdagin 9. apríl
kl. 10-12 Vit baka
kl. 10-11.30 Sangur, Jóhann
R. Jacobsen. Øll eru hjartaliga
vælkomin
kl. 15 Lívsvirðið, Heri
Joensen, prestur.
Mikudagin 10. apríl
kl. 10-13 Matgerð
kl. 12 Døgurði
kl. 15 Túrur niðan undir
Svartafoss
Hósdagin 11. apríl
kl. 10.30-11 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 14-17 Telduprát, Brandur
Petersen
kl. 14-17 Domini binding
kl. 15-17 Tøvingarhugni í
kjallaranum, Ása Hátún &
Súsanna í Jákupsstovu
Fríggjadagin 12. apríl
kl. 10-15 Opið hús
kl. 15 Brot úr dagbókini hjá
Rasmus Andreasen frá
Århusferðini 1909. Flemming
Samuelsen.
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna seg
vælkomin.
Náttarravnarnir
í Tórshavn
Tín stuðul ger mun! Blív lim-
ur ella gang ein royndartúr.
Ringið Carl 215570, Guðrið
220019, Hans Jákup 217818,
Tone 261165, Ella 316261,
Arni 222552.
AA-fundir í Havn
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Roykfríur fundur í morgun kl.
9-10. Fundur verður í kvøld
kl. 17-18 og sunnudagin kl.
11-12.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
ACA
(Adult children anonymous).
Fundur fyri tilkomin, ið eru
uppvaksin í alkoholiskum ella
dysfunktionellum familjum er
hvørt leygarkvøld kl. 20.00-
21.30 í Reinsaríinum,
Tórsgøta 5, Tórshavn.
Opin roykfríur fundur fyri øll
áhugaði er hvønn sunnudag
kl. 16.00-17.00, í
Mariukirkjuni, Varðagøta 16.
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld og leygar-
kvøld kl. 19.00 (á loftinum,
inngongd niðanfyri).
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna-
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 21.00 og
sunnudag kl. 15.00.
Blái Krossur – Glyvrar
bjóðar til eftirviðgerðarfund
hvørt mánakvøld kl. 19 í
hølunum hjá Bláa Krossi á
Glyvrum.
Blái Krossur – Eiði
bjóðar til eftirviðgerð í Losj-
uni á Eiði annaðhvørt
týskvøld kl. 20. Meira fæst at
vita á tlf. 315575.
Føroyahúsið í
Keypmannahavn
Leygardagin 13. apríl kl. 15
verður barnamøti v/ Randi og
Símun Hansen. Aftaná verður
ókeypis kaffi, te og køkur. Kl.
19.30 verður filmurin Left
Behind sýndur. Ókeypis at-
gongd. Uml. kl. 22.30 verður
lovsongsløta. Kristnastova
skipar fyri.
Sunnudagin 14. apríl kl. 17
verður evangel. familjumøti.
Á skránni verður felags-
sangur, sangur, vitnisburðir,
tala, søga til børnini v.m.
Aftaná verður drekkamunnur.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Spælistovan í Meinig-
heitshúsinum í Havn
er opin: mánadag-mikudag og
hósdag frá kl. 9.00-12.00 –
fyri børnum uttan ansing.
Føroya Heimavirkisfelag
Postboks 1209 - 110 Tórs-
havn.
Teldupostur: fhf@craft.fo
Heimasíða: www.craft.fo
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband við
felagið fæst við at ringja til
formannin: Nigro Hermansen
tlf. 314304 / fartlf. 288304.
LFÚ-skrivstovan
hevur opið týsdag og hósdag
millum kl. 11 og 16.
LFÚ-ráðgevingin hevur opið
týsdag og hósdag frá kl. 16-
18.
TILTØK
BRÚDLEYP
Leygardagin 13. apríl kl. 10.30 giftast í Sjóvar kirkju
Bogi Kallsberg, Klaksvík og Meinhild Jacobsen,
Kolbeinagjógv. Kl. 13 verður borðhald í Bygdarhúsinum
í Leirvík. Tit, ið vilja hátíðarhalda dagin saman við
okkum verða biðin um at siga frá innan 1. apríl á tlf.
447801, 228227 ella 456040.
Leygardagin 27. apríl kl. 14 giftast í Miðvágs kirkju
Mariann Nattestad og Birgir av Kák Joensen. Døgurðin
verður hildin fyri innbodnum. Tey, ið vilja gleða parið at
halda dagin, eru hjartaliga vælkomin til Paulu og
Wensel Nattestad kl. 19. Tað verður nátturði og
kakuborð.
Leygardagin 11. mai kl. 16 giftast í Sands kirkju
Bergitta Thomsen, Skopun og Allan Simonsen, Sandur.
Veitslan verður í Samljóð í Skopun kl. 19. Tey, ið vilja
gleða brúðarparið við at koma, kunnu ringja á tlf.
361876, 361191 ella 361111 áðrenn 1. mai.
SILVURBRÚDLEYP
Í dag, 6. apríl hava hjúnini Elisabeth og Beðin
Christiansen, Tórshavn, silvurbrúdleyp. Opið hús verður
frá kl. 15 á Norðurrás 3.
Týsdagin 16. apríl hava Súsanna og Hans Terji Hansen,
Søldarfirði, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
Bygdarhúsinum í Leirvík 20. apríl kl. 19. Tey, ið vilja
gleða parið, verða vinarliga biðin at ringa 441579 ella
253921 innan 8. apríl.
Týsdagin 23. apríl hava Mildrid og Sunnleif Leo,
Leirvík silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Leirvík 27. apríl kl. 18. Tey, ið vilja
gleða okkum við at koma eru vælkomin at ringja á tlf.
443203 áðrenn 20. apríl.
Týsdagin 30. apríl kunnu hjúnini Sennøva og Karl Arne
Thomsen, Tvøroyri, halda silvurbrúdleyp. Dagurin
verður hildin 4. mai í Høllini í Trongisvági kl. 19. Tey,
ið vilja vera við til at hátíðarhalda henda dagin saman
við teimum, verða biðin um at siga frá innan 19. apríl á
tlf. 371618.
95 ÁR
Mikudagin 10. apríl fyllir Karen Ulsøe Egholm, 95 ár.
Dagurin verður hildin saman við familjuni á Hyldevej 7,
Høll, 7080 Børkop.
LÆKNAVAKTIR
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033
Eysturoy:
Leygardagin 6. apríl: Magnus á Stongum, tlf. 423006
Sunnudagin 7. apríl: Pól Jóhs. í Horni, tlf. 444038
Norðoyggjar:
Læknavaktin tlf. 458888
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður): tlf. 371560
Suðuroy (suður): tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar
kl. 13-14. Tlf. 314544.
C
M
Y
K
49
48