leygardagur 26. apríl 1947síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
& -
qv
OPNI
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
FRÆL SI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR
| Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á : så | Blaðið - e 4 bíl t á „stt ásínu ;
Nr. 17 | Leygardagin 26 april 1947 | kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið | 21 AF
I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu
Manglende Omtanke“,
»Dimmalætting« hevur verid
heldur súrlig í sínum hugskotum
um hesa at rópa merkisverdu
semju í Løgtinginum fyri páskir.
Og nú ónsdagin 16. apríl hevur
hon eitt yvirlit av ti, føroysku
bløðini hava skrivað um nevndu
semju eisini sett fram í hesum
súrliga, firtna tónalagnum.
Tað, id >Føroya Sosial-Demo-
kratur« hevur loyvt sær at seta
fram, fellur nú als ikki væl í
hennara vísu og royndu eygu:
Hann sýnir í sínum politiska
óbúnaskapi ein »manglende Om-
tanke«, sum er at øllast
Hann hevur í sínum óvitasliga
hugsunnarloysi kanska gjørt ta
vanlukku, at Thorstein Petersen,
Richard Long og Poul Petersen,
sum Fólkaflokkurin hevur valt
at fara niður til Danmarkar, nú
í sínum loysingarhjarta fara at
halda, at »FOroya Sosial-Demo-
kratur«, umboð Føroya Javnað-
armanna, eggjar teir til í evstu
stund at skapa trupulleikar, so
at einki kemur burtur úr semj-
uni og uppskotinum frá Løg-
tinginum uttan hin kalda »loys-
ing<. Ja, mugu ikki Javnaðar-
menn, sum ikki vóru loysingar-
hugaðir, halda, at hetta er ringt
bladumbod, teir hava!
av.
Men tey, sum hava slíka
hugsan, kunnu lesa uppaftur
tað, id >Føroya Sosial-Demo-
kratur« páskaaftan skrivaði um
uppskotið frá Løgtinginum til
stjórnarskipan, um har ikki varð
ynskt eftir, at menn, sum fóru
niður kundu komið til eitt úr-
slit og fingið okkurt gagnligt
burtur úr samráðingunum; og
at Føroya fólk var leitt og troytt
av valgum og atkvøðum og
toldu ikki, at spælt var longur
við hesum fyri landið so týdning-
armikla máli.
Og tey, >Samhørighedsven-
nerne«, sum trúgva uppá, at
»Dimmalætting« og Sambands-
flokkurin eru bestu og gløgg-
astu verjurnar móti teirri van-
lukku, at Føroyar verða skildar
frá Danmark, kunna fara og
kanna eftir, hvussu góð og full
av »Omtanke« henda verja
gjøgnum tíðirnar hevur verið.
Um ikki tann atburður, haðani
er førdur, mangan hevur spilt
og ikki gagnað ti, ið bundið
kundi Føroyar og Danmarkar
saman.
Skrivingarlag >Dimmalætt-
ingar« var so háttað, meðan
sendinevndin var niðri og undan
fólkaatkvøðuni, at ein mátti
spyrja, um blaðið hevði mist
allan umtanka og ikki dugdi at
skilja tað, ið hent var í Føroyum
kriggsårini. Tad var mangur, ið
málli siga tað, at >Dimmalætt-
ing< við sínum argandi og øs-
andi skrivingarlagi tá var hill
mætasta loysingarblað, í Føroy-
um var.
Og tann, ið sat í løglings-
salinum tann dagin, danska
stjórnaruppskotið varð havt til
viðgerðar, málti var
nakað stimbur og erpni í Fólka-
flokksmønnum, so måtti henda
tala, formaður Sambandsflokks-
ins helt, vera hin besta og mest
siga, al
eggjandi at gera teir til loys-
ingarmenn.
Ti skal vera flutt fram her,
at hasi erpnu, innballaðu orð,
Dimmalætting skjýtur eftir Før.
Sosial Demokrati fella aftur á
hana sjálva og leiðslu Sam-
handsflokksins.
Føroya Sosial Demokratur
hevur hesa tíð ikki verið loys-
ingarblað ella nú, eitt grundar-
lag til semju kom fram frá
Tinginum, sett fram loysinga-
høttanir. Hann hevur umbodad
eitt frítt og frælst sýni á viður-
skiftini millum Føroya og Dan-
markar og mælt til, at vit bæði
brátt og skjótt finna fram á
eina holla stýrisskipan fyri hes-
um landi, eina stýrisskipan, sum
byggir á »verunleikar«, so at vit
fáa høvi til at uppbyggja okkara
land bæði mentunnarliga og
materielt og tó í felagsskap við
danska ríkið verja okkara tjóð-
skaparligu eyðkenni og mennast
sum ein serstøk demokratisk
norrøn tjóð.
Um føroysku sendimenn, ið
av landinum skulu fara, koma
til tingingarborð og samráðast
í hesum anda, kundu vit havt
vónir um góða úrtøku.
Havnar Klubbi
hevur aðalfund sunnudagin tann
4. mai kl. 31/, s. p.
Dagsskrå:
1. Roknskapurin fyri 1946.
2. Ymist.
Nevndin.
Kristian kongur Tíggjundi
deyður.
Sunnukvøldið var stór mann-
fjøld, fleiri túsund, savnað saman
uttan fyri kongaslottið í Keyp-
mannahavn, Amalienborg, har
kongurin lá innanfyri um at
slókna. Svarklæddir vaktarmenn
komu út og inn. Tiðindamenn
siga, at tað, sum merkti hesa
mannamúgvu, ið stóð og bíðaði
eftir at fáa deyðsboðini frá
konginum, var stilnin, id á
henni var. Ikki eitt tesk ella
traðk hoyrdust, og um onkur
skakaðist, hoyrdi tú hini teska
„stille“ til hansara. At endanum
kom maður út og býtti bløð út
millum fólkið.
Henda mynd kann avbera væl
lýsa tað, ið var millum kong og
fólk í Danmark. Tí tað er ikki
ov nógv at siga, at hesin kong-
urin var ovurhonds høgt mettur
og elskaður av fólki sínum, og
man hava verið hin fólkakær-
asti kongur, Danmark hevur
havt.
Kongadømið er gamalt í garði,
og mangir menn hava hildið,
at tað er ein trong fornaldar-
leivd, id illa hóskar til nútíðar-
samfelagið. Men sum allir
stovnar, ið gamlir eru og hava
við sær siðir og skikkir, id
tykjast kunnu fjant og stirdir
leikir, fær kongadømi eisini lív
og virðing og tokki skapast um
tað av manninum ella monnu-
num, ið sita í hásætinum. Tað
er tross alt menniskjað, ið setir
sín dám og er ført at lívga slíkar
gamlar og royndar institutiónir.
Og Kristian kongur av Dan-
mark hevur nettupp i sinum
personi havt tær gåvur, sum
styrkja og stimbra kunnu ein
slíkan gamlan stóvn, so hann
ikki fyri nútíðarmonnum kenst
sum ein fornleivd, men at hann
fær tokka til hansara og virðing
fyri honum.
Hann hevur dugað at møtt
bæði høgum og lágum og
kunnað sagt tað rætta orðið, ið
hóskar til hin einstaka og til ta
løtuna. Vit minnast tann høtið-
arliga dagin fyri Danmark, tá
ið kongur reið suður um hitt
nýggja markið, ið sett varð
millum Danmarkar og Týsk-
lands, hvussu hann tá spontant
dugdi at skapa ein stemning, ið
gjørdist nátúrligur, ti hann var
runnin av nøkrum, sum var
serstakt fyri mannin. Hvítklædd-
ar suðurjútskar smágentur stóðu
við føvningunum fult av blóm-
um at heilsa konginum á sínum
hvíta hesti. Tá steðgaði kong-
urin og tók eina av smágentu-
num við blómunum og setti
hana frammanfyri sær á hestin,
soleiðis reið hann gjøgnum hitt