Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 66 - 9. apríl 2002 Nr. 66 - 9. apríl 2002 13 VALGREINAR Eru tjørnuvíkingar gloymdir Hans Jákup Simonsen valevni javnaðarfloksins í norðurstreymoy Í seinastuni hava løg- tingsmenn lovað tunnlar til bygdir har vegasam- bandi er óhøgligt. Til dømis kan nevnast tunn- il millum Øravík og Hov, millum Famjen og Øravík, millum Dal og Húsavík. Umframt kann nevnast millum Kambs- dal og millum Fjarða, og tunnil undir Leirvíks bygd. Hví nevnir eingin tunnil til Tjørnuvíkar ? Tjørnuvík er ofta avbyrgd um veturin. Omanlop steingur vegin í fleiri dagar. Fólk sleppa ikki til og frá arbeiði, og sjúkrabilur sleppur ikki til bygdina. Tjørnuvíkingar hava ofta gjørt vart við, at teir ynskja ein tryggari veg. Tosað hevur verið um at gjørt tunnil ella at "skerma" vegin av fyri omanlopi. Nútíðar tøkni ger, at ein tunnil er tann besta og bíligasta loysnin. Eg fari við tykkara stuðli á valinum at arbeiða fyri eini raðfest- ing av tunnilsgerð í Før- oyum, har tunnil til Tjørnuvíkar skal rað- festast ovarlaga. Niklái Petersen valevni tjóðveldis- floksins í Norðurstreymi Seinastu tíðina hava nógvar politiskar greinar verið at sæð í bløðunum, nógv verður gjara út, tað vil so verða, val er fyri framman. Serliga eru tað tey gomlu, sjúku og veiku í samfelagnum, sum verða misnýtt í hesum ússaliga spælið. Vit uppliva hettar til hvørt einasta løgtings- val, at tað verður lova teimum gomlu, sjúku og veiku í samfelagnum bæði líkt og ólíkt, hettar er lítið virðuligt, og eigur at halda uppat. Tjóðveldisflokkurin vil seta nýggja dagskrá fyri trivnaðarmál í Før- oyum. Vit hava nú búskapar- liga grundarlagið at gera varðandi loysnir fyri trivnaðin og vælferðina í Føroyum. Ein verulig loysn á trivnaðarmálum er fortreytin fyri fram- haldandi vinnulívs- menning og búskapar- vøkstri. Eldrarøkt,pensiónir,da gstovnar,frítíðartilboð og bústaðarmøguleikar skulu ikki vera livibreyð hjá politiskum flokkum, sum verða drigin fram til hvørt val, og nýtt til stemmufiskarí og polit- iskan løtuvinning. Eldrarøkt,dagstovnar, bústaðarmøguleikar skulu verða rættindir hjá øllum, ið ynskja tað. Hetta er skylda hjá øllum politiskum flokk- um í Føroyum. Latið okkum tí taka lógvatak saman og fáa hettar loyst á virðuligan og sámu- ligan hátt allari tjóðina at gagni. Jógvan Arge Valevni tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi Stórur marknaður er fyri leiguíbúðum í Suður- streymi. Hetta ger seg galdandi aftur nú, tí havnarfólk nøra seg alsamt, og flytingin til høvuðs- staðin er stór. Kommunan og einstaklingar standa seg als ikki at fáa til vega grundstykki til fólk at byggja á. Tað eru heldur ikki øll, sum kunnu ella vilja byggja sær dýr hús. Onnur vilja fegin sleppa úr sínum stóru húsum, sum tey illa orka at halda longur. Tey eru tí mong, bæði ung og eldri, ið vilja hava eina íbúð, sum tey antin skula eiga alla, eiga lut í ella bert leiga. Vit hava ein privatan leigumarknað, har fólk kunna leiga seg inn. Men hetta er ongin skipaður marknaður. Hetta er heldur ikki ein marknaður, har stórvegis krøv verða sett til íbúðirnar og umstøðurnar. Stórt sæð er hetta ein marknaður, har hann, sum eigur íbúðina, leigar hana út fyri tað mánaðargjald, sum hann heldur seg kunna loyva sær - ella eitt sindur aftrat. Hetta eru ikki góð kor hjá teimum, sum standa uttan bústað. Tey mugu í roynd og veru geva seg undir tær treytir, sum útleigarin hev- ur at bjóða, og tey hava onga trygd fyri, at bústað- urin lýkur minstutreytir, sum onkur felagsskapur ella myndugleiki átti at sett. Vit hava onga lóggávu, sum skipar viðurskiftini millum eigara og leigara. Tað einasta, vit hava, er ein leigureglugerð fyri Tórs- havnar Kommunu, ið fyriskrivar eina leigunevnd, sum er meir ella minni óvirkin. Hetta er ein 60 ára gomul skipan, sum tíðin er farin frá. Tjóðveldisflokkurin hev- ur sett sær fyri at virka fyri at útvega møguleikar fyri at farast kann undir at byggja alternativar íbúðir til keyps, til leigu og til lutakeyps saman við kommununum. Miðað verður eftir, at semja verður gjørd millum land og kommunur um at nøkta bústaðartørvin. Lóg- in um Húsalánsgrunnin skal broytast beinanvegin, so hann kann fíggja íbúðar- bygging í samstarvi við kommunurnar. Íbúðarmøguleikar hjá fólki við serligum tørvi skulatryggjast sum ein rættur. Samstundis, sum hetta verður loyst úr lagdi, virkar tjóðveldisflokkurin fyri, at rættindini hjá leigarum sum heild verða knæsett, so teir ikki verða so ótryggir, sum teir mangan kenna seg í dag. Skipað viðurskifti á íbúðarmarknaðinum og skipað viðurskifti millum eigara og leigara elva til størri tryggleika hjá tí einstaka. Atli Hansen Valevni Sambandsfloksins í Eysturoy Henda samgongan kom til verðina fyri fýra árum síðani við tí eina endamáli: at sannføra føroyingar um tað rætta í at taka ríkis- felasskapin av, loysa frá hinum partinum av ríkinum og stovna fullveldi. Fyri at kunna selja hugtakið til føroyingar varð tað pakkað inn í eitt annað hugtak: frælsi. Síðani hevur landsstýris- maðurin í loysingarmálum, Høgni Hoydal, trúttað niður í føroyingar, hvørji framstig íð eru gjørd á hesi leiðini og hvussu nógv nærri vit eru komin loys- ingini hesu seinastu fýra árini og at tað í næsta val- skeiði bert er ein formsak at taka endaligu loysingina og seta fullveldi á stovn. Men Høgni Hoydal tosar meira og meira, sum um føroyingar ikki eru til. Hann skal nokk sjálvur klára hetta okkara vegna. Honum nýtist ongan at spyrja eftir. Men veruleikin er ein heilt annar. Allir føroyingar kendu seg frælsar 30. apríl 1998. Eingin kendi seg á nakran hátt fjøtraðan. Og tað sama í dag. Hvør kennir seg ófrælsan? Ikki ein av okkum. Eingin broyting á hesum økinum. Men Høgni Hoydal hevur smart sett ligviðstekn millum frælsi og loysing. Tað kenslu- borna hugtakið frælsi rørir helst fleiri streingir í okk- um enn tað kalda og speku- lativa orðið loysing. Smart. Men føroyingar lata seg ikki tøla. Allar kanningar benda á, at samgongan ikki hevur megnað at sannføra føroyingar um, at hetta var rætta kósin. Tvørturímóti. Sambandsflokkurin vil verja hetta frælsi. Hann vil gera tað í ríkisfelagsskapin- um og í kraft av ríkis- felagsskapinum. Okkara góða og ríka land gevur okkum allar hugsandi møguleikar at liva eina frælsa tilveru. Men tað krevur eina skilagóða leiðslu, sum ikki spælir hasard við frælsin- um. Tí mugu veljarnir á sama hátt sum til fólka- tingsvalið stuðla sam- bandsflokkin. Tað er verja fyri varandi frælsi. Loysingin ikki komin nærri aftaná fýra soltin ár hjá samgonguni Trivnaðurin ikki olmussa, men rættindi Leigulóg og íbúðir Hans Pauli Strøm løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Tað var skakandi at lesa grein hjá Heina Holm, tjóð- veldisvalevni í Norð- streymoy, í Dimmalætting leygardagin. Hann leggur eftir Ingeborg Vinther, for- kvinnu Føroya Arbeiðara- felags, Gunnleivi Dalsgarð, formanni Starvsmanna- felagsins, Caritu Bjørklund, forkvinnu Føroya Pedagog- felags og Elsu Birgittu Petersen, forkvinnu Føroya Lærarafelags, og kallar tey fyri "leigusveinar Javnað- arfloksins". Orsøkin er at tey onki annað gera enn bara "herja á" móti sitandi samgongu "í tøttum sam starvi við leiðslu Javnaðar- floksins". Heini skrivar eisini, at grundin til at "tað bara hevur gingið framá hjá øllum arbeiðarafeløgunum og Fiskimannafelagnum" er bara samgonguni fyri at takka, "og ikki fakfelags- formonnunum, ið alla tíð- ina hava roynt at lagt fót fyri og andøvt ímóti við óneyðugum verkføllum og øðrum tiltøkum". Hatta er skoðsmálið, fakfelagsleiðararnir fáa frá Tjóðveldinum. Hvat siga tey og limir teirra um tað? Hinvegin er tað ein sann- roynd, sum Heini Holm váttar uttan at vilja tað, nevnliga hvussu tætt tað er millum sjónarmið og støðutakanir hjá Javnaðar- flokkinum og hjá føroysku fakfelagsrørsluni. Annars hava norðstreym- oyingar høvi at hoyra, hvat Ingeborg Vinther sjálv hevur at siga - hon verður gestarøðari á politiskum hugnakvøldið, sum Javn- aðarflokkurin skipar fyri í Vestmanna mikukvøldið. Tjóðveldið skírir fakfelagsleiðarar fyri leigusveinar Javnaðarfloksins Vilhelm Johannesen valevni javnaðarfloksins í Norðoya valdømi Løgtingsvalið 30. apríl er eitt ógvuliga týdningar- mikið val. Spurningurin er, um borgarliga fullveldis- samgongan skal halda fram, ella um andstøðan á tingi seinastu fýra árini skal taka við stjórnarvaldinum. Um úrslitið av valinum verður tað, at andstøðan – javnaðarflokkurin og sam- bandsflokkurin – bert fáa 16 umboð, so er staðfest, at løgmaður ikki fær ein meiriluta ímóti sær í ting- inum, og sostatt kann løg- maður halda fram. Sam- bært stýrisskipanarlógini kann løgmaður sjálvboðin leggja frá sær. Men fær hann ein meiriluta ímóti sær í ting-inum skal hann leggja frá sær. Um úrslitið á valinum 30. apríl verður 16 til sam- gonguna og 16 til and- støðuna kann løgmaður sita víðari. Hann kann tá til- nevna landsstýrismenn úr tjóðveldisflokkinum, fólka- flokkinum, sjálvstýris- flokkinum og miðflokk- inum. Fullveldistilgongdin kann somuleiðis halda fram. Her hava vit løgtings- samtyktina um Sjálvstýri Føroya fólks frá 20. apríl 2001. Um andstøðan á tingi ikki vinnur reinan meiriluta á valinum verður henda samtyktin heldur ikki broytt ella sett úr gildi. Sambært nevndu løg- tingssamtykt skal stjórnar- vald Føroya taka við í seinasta lagi 1. januar 2012. Sambært somu samtykt skulu dómstólar, ákæru- vald, fongsulsmyndug-leik- ar, kriminalforsorg og al- mannamál koma undir før- oyskt málsræði í seinasta lagi 1. januar 2004. Og løg- verja, gjaldoyramál, pen- ingamál, fíggingarvirk- semi, flogferðslumál, kort- legging og fjarskiftismál skulu koma undir føroyskt málsræði í seinasta lagi 1. januar 2006. Alt hetta kunnu løgmað- ur og borgarliga fullveldis- samgongan fáa frá hondini uttan at hava meiriluta í løgtinginum. Um avleið- ingarnar av uppskotinum um Sjálvstýri Føroya fólks segði landsstýrið m. a. í viðmerkingunum: "At gera neyva meting av kostn- aðinum, ið stendst av uppskotinum, er rættiliga trupult. Tilgongdin fer at hava avleiðingar fyri inn- tøkur og útreiðslur á fíggj- arlógini við tað, at heild- arveitingarnar úr Danmark verða lækkaðar so líðandi, til tær eru burtur, og at útreiðslur standast av nýggjum fyrisitingarøkj- um." Her verður sagt, at inn- tøkurnar hjá landskassan- um verða lækkaðar, meðan útreiðslurnar til nýggj fyri- sitingarøki verða hækkaðar. Tað vil siga, at eins og undanfarnu fýra árini, kunnu vit heldur ikki tey næstu fýra árini rokna við størri játtanum til almanna- og heilsuøkið, til útbúgv- ingarøkið, samferðslumál- ini o. s. fr. Tað merkir framhaldandi sparingar í eldrarøktini, í sjúkrahús- verkinum, í fólkaskúlanum og á øðrum útbúgving- arstovnum og í t. d. strand- ferðsluni. Við øðrum orð- um vera lívskorini hjá fólk- inum ikki ovast á skránni. Ein atkvøða til mið- flokkin, sjálvstýrisflokkin ella fólkaflokkin, er tað sama, sum ein atkvøða fyri fullveldisætlanini hjá Høgna Hoydal og tjóðveld- isflokkinum. Við at atkvøða fyri einum av hesum flokk- um, kann tín atkvøða tryggja, at løgmaður verður sitandi, uttan at hava meiri- luta aftan fyri seg í tingin- um, og at fullveldistil- gongdin heldur fram eftir tí leisti, sum skorin er í løg- tingssamtyktini um Sjálv- stýri Føroya fólks. Vit fáa fleiri skerjingar í heildar- veitingini og fleiri útreiðsl- ur til nýggj fyrisitingarøki. Hetta er sum sagt eitt ógvuliga týdningarmikið val. Helst tað týdningar- miklasta nakrantíð. Valið stendur ímillum, at verandi skeiva gongdin sleppur at halda fram, ella um vit vilja venda politiska rákinum. Eg vóni inniliga, at ein meiriluti av føroyingum vil venda tí skeiva politiska rákinum, sum verið hevur tey seinastu fýra árini. Farið tí mannsterk á val og seti ein sterkan javn- aðarflokk inn á ting. Javnaðarflokkurin setur FÓLKIÐ FYRST og setur lívskorini hjá fólkinum ovast á politisku dag- skránna. Gott val! VALGREINAR Eldrapolitikkur í verkið - íbúðir og sambýli undir Kráarbrekku Eyðgunn Samuelsen Hósdagin tann 4. apríl var samkoma í samband við at eldrasambýli og tær fyrstu 24 íbúðirnar til eldri undir Kráar- brekku í Klaksvík eru reistar og innilokaðar. Sambýlið kemur at hýsa 16 brúkarum. Hetta megnartiltak hevur Klaksvíkar Kommuna saman við visterheims- nevndini og íbúðar- grunninum tikið stig til. Íbúðirnar kann ein flyta inn í tá ið ein er fyltur 60 ár. Eitt grundsjómarmið viðvíkjandi eldrapoli- tikkinum má eftir mín- um tykki verða, at tey eldru fáa ein virknan og hendingaríkan aldur- dóm. Júst hetta, at ein sjálvur kann velja, með- an ein hevur heilsuna, um ein ynskir eina minni íbúð ístaðin fyri at vera í egnum bústaði sum longst, er av al- stórum týdningi. Hevur tú henda val- møguleika kann tú sjálv- /ur velja, hvat ið tú vil nýta tíðina til sum eldri. Nógv røsk eldri fólk hava alt ov nógv stríð av stórum tómum húsum, bæði tá tað kemur til tað dagliga við at halda húsini og til viðlíkahald. Fyri ikki at gloyma tað tungu fíggjarbyrðu, ið eini stór hús eru hjá pensionistum, við tí alt ov lágu pensión vit hava í dag. Eitt annað, ið hevur alstóran týdning, er at eldraíbúðirnar hava ein tílíkan kostnað, at øll, eisini tey ið bert hava fólkapensión at liva av, kunnu hava ráð at búgva í teimum. Íbúðarpoli- tikkurin skal ikki bert vera fyri tey fáu, mun- urin í inntøku í arbeiðs- lívinum skal ikki fram- haldandi verða galdandi tá ið vit vera eldri. Vit skulu hava samhalds- fastar skipanir í eldra- árunum. Tí má virkast fyri at sjálvsognarstovnar, sum tann undir kráarbrekku, verða frítíknir fyri MVG og fáa sama íbúðarstuð- ul/rentustuðul sum fólk, ið seta búgv í egnum sethúsum fáa. Tað kann ikki verða rætt, at íbúð- arpolitikkurin skal taka tey, ið byggja egin hús, framum og ikki vilja stuðla øðrvísi íbúðar- bygging, soleiðis sum galdandi skipan er í dag. Í verki dýrka hesar báðar forðingar húsa- leiguna við fleiri túsund krónum um mánaðin. Hetta má broytast !!! Javnaðarflokkurin vil virka fyri íbúðarpoli- tikki fyri øll og sam- haldsfastari eftirløn, so øll kunnu fáa ein virði- ligan aldurdóm. Rasmus Niclasen valevni Javnaðarfloksins í Vága valdømi Einasti møguleiki at koma burturúr naggatódnini, sum valdar á ríkisrættarliga økinum, er at fylgja upp- skoti javnaðarfloksins um sjálvstýrislóg Føroya fólks. Sitandi samgongu hevur prógvað, at eftir 4 ára langa oyðimarkargongd er onki at vænta haðani. Meining- arnar eru líka nógvar, sum limir eru í samgonguni. Í einum síðsta vørri gjørdu teir tað lítið umhugsaðu gerð at skerja ríkisveiting- ina við 366 mió kr, væl at merkja til komandi sam- gongu at taka fylgjurnar av. Tað sýnist sum um teir spæla politikk, kanska gongur tað – kanska ikki. Ístaðin fyri at søkja ósemjur, vilja vit vera semjusøkjandi. Útmeld- ingar frá limum úr fleiri flokkum benda á, at til ber at gera breiðar semjur um stórar partar úr sjálvstýris- lógini. Javnaðarflokkurin stuðl- ar eini gongd fram móti einum sjálvberandi før- oyskum búskapi. Tað sama siga allir flokkar á tingi. Ósemjan liggur í, hvussu skjót tilgongdin skal vera. Vit meta tað ikki vera ráðiligt uppá stutta tíð at taka 1 milliard út úr tí føroyska búskapinum uttan álvarsligar fylgjur. Hetta var jú eisini niðurstøðan hjá búskaparfrøðingum í Hvítu bók. Ístaðin skjóta vit upp, at lutfall verður sett ímillum vøksturin í føroysku tjóðar- framleiðsluni og minking- ina í ríkisveitingini. Á henda hátt fáa vit tíð og umstøður til at styrkja um vinnulívið, soleiðis, at tað verður ein jøvn búskapar- gongd yvir móti einum sjálvberandi búskapi. Hetta merkir, at vit vinna okkum búskaparligt frælsi, áðrenn vit taka støðu til, um vit fara úr ríkisfelagsskapin- um. Arbeiða vit í felag eftir hesum leisti, ber til at sleppa undan tí eljustríði, sum annars fer at seta dags- skránna í komandi tíðum. Flokkarnir kunnu ístaðin brúka sína orku til veru- ligan politikk. Landskassaskuldin Vit hava framvegis eina ovurstóra skuld uppá 3,6 mia kr. til danska ríkis- kassan. Eg eri samdur við búskaparfrøðingi, ið metir, at um tað var so týdningar- mikið at taka hasar 366 mió úr føroyska búskapinum, so hevði verið hópin skilabetri at brúkt tær, heilt ella part- víst, til árligan eykavdrátt av landskassaskuldini. Á henda hátt høvdu vit verið skuldafrí eftir fáum árum. Týdningurin av at vera skuldafríur kemur serliga til sjóndar, um hugt verður at eldrabylgjuni. Fram- skrivingar siga, at meðan talið av pensionistum veks- ur við 30% komandi 15 árini, so økist talið av teim- um í arbeiðsførum aldri einans 5 %. Hesi tøl tala fyri seg sjálvan. Fólkið fyrst Javnaðarflokkurin sigur: Fólkið fyrst. Tað hevur við sær, at gongdin fram móti einum sjálvberandi búskapi ikki má ganga út yvir vælferðarsamfelagið. Tað kostar at liva í einum væl- ferðarsamfelagi, og tað er ein útreiðsla, sum vit mugu átaka okkum. Í farna val- skeiði hevur hetta mál ikki verið nóg væl umsitið og neyðugt verður við einari ávísari meirnýtslu. Serliga kunnu vit nevna eldraøkið og sjúkrahúsverkið. Sjálvstýrislógin Javnaðarflokkurin ásannar, at tíðin er farin frá heima- stýrislógini, og at hon verður avtikin. Tað sama sýnast allir hinir flokkarnir at halda. Vit vilja at hon verður avloyst av eini sjálvstýrislóg, sum ruddar slóð fyri veruligum sjálv- ræði. Sjálvstýrislógin skal staðfesta ein samveldissátt- mála millum Føroyar og Danmark, sum tvey sjálv- støðug og javnsett lond, í ríkisfelagsskapi hvørt við annað. Eftir hesum sáttmála eru ongar avmarkingar fyri, hvørji mál kunnu verða yvirtikin. Eftir hesum leisti kunnu vit ganga heilt fram at loysingini. Ikki fyrr enn tá, tá øll mál eru yvirtikin, og við einum sjálvberandi búskapi ber til við røttum at spyrja Føroya fólk, um tey framhaldandi ynskja at vera í ríkisfelagsskapinum ella ikki. Hetta átti at verið ein gongd leið. Sjálvstýrislógin, tann savnandi faktorurin í ríkisrættarliga spurninginginum Eitt ógvuliga týdningarmikið val C M Y K 13 12