Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 67 - 10. apríl 2002 Nr. 67 - 10. apríl 2002 13 VALGREINAR Betran av bústaðar- viðurskiftunum í Havn Heðin D. Poulsen valevni Fólkafloksins í Suðurstreymoy Ynski at seta egi búgv býr í flestøllum fólkum. Av ymiskum orsøkum velja fleiri tó at leiga. Av tí, at tað eru alt ov fáar ognir til útleigan í høv- uðsstaðarøkinum, kann tað gerast eitt tungt tak at útvega sær býli, tíðum verður tað fyri eina størri leigu, enn ráðini eru til. Bústaðarviður- skiftini í høvuðstaðnum eru ikki nøktandi. Tíðin er nú komin, at nakað munadygt verður gjørt við trupulleikan, soleið- is at tey, ið vilja ella noyðast at leiga ikki skulu stríðast við eina ovurhonds høga leigu. Ásanna trupulleikan Tað ber ikki til meira bara at kveistra trupul- leikan undir teppið. Trupulleikin er verulig- ur og átti at verði loyst- ur, ongantíð ov skjótt. Tað fyrsta stigið á leiðini til tess at loysa trupulleikan er at broyta skattingina av útleigað- um ognum. Tær flestu leiguíbúðirnar eru í set- húsum. Tann, ið leigar út, eigur bert eitt ella tvey kømur ella eina lítla íbúð í kjallaranum. Skal viðkomandi fáa nakað burturúr stríðnum, ber tað ikki til at taka ov nógv í skatti. Ístaðin fyri at rokna uppá slit, rent- ur, umsiting og annað, eiga fólk, ið leiga út í smáum at verða skattað einfalt. 10 % av brutto- inntøkuni var ein rími- ligur skattur. Við at seta skattin av slíkari leigu munandi niður og loysa hann frá aðrari A-inntøku, vildi hetta økt um hugin hjá fólki at leiga út, skuldi tað verið ein kjallara- íbúð ella onnur ogn. Við einum so lágum skatti høvdu fleiri fólk valt at leiga út og skil kom á inntøkuppgerðina. Úrslit: Fleiri bústaðar- tilboð, samstundis sum at skatturin av leiguinn- tøkunum hækkaði. Bústaðarpolitikkur Annað stigið á leiðini at tryggja eina varandi loysn, er at orða ein bú- staðarpolitikk, ið viðger bústaðartrupulleikan í høvuðstaðarøkinum. Ein tílíkur politikkur skal taka støðu til umstøð- urnar hjá teimum, ið vilja leiga íbúð, og teim- um, ið vilja keypa ella byggja sjálvi. Tó er ikki neyðugt at bíða eftir orðingum, áðrenn summar broytingar til tað betra kunnu gerast. Partur av bústaðar- politikkinum er ein nýggj leigulóg. Vit hava í Føroyum eina leigulóg frá 1942, ið átti at verið broytt. Lógin, ið er ein "Midlertidig Bestemm- else" frá øðrum verald- arbardaga er sera ótíðar- hóskandi - og er bert galdandi í Tórshavnar kommunu. Sum lógkøn- ur meini eg, at tað er ikki annað enn nattúr- ligt, at ein nýggj leigu- lóg verður smíða og sett í gildi í Føroyum til tess at fáa greiðu á rættind- unum hjá leigarum og útleigarum. Sum løgtingslimur, hevði hetta verið eitt av mínum fyrstu málum at fingið avgreitt. Tað eru alt ov nógvar gamlar lógir, ið rekast í før- oysku lógbókunum. Politikkur og lógsmíð krevur politiska støðu- takan og fakligt handa- lag. Jógvan Arge Valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi Andstøðan hevur javnan ført fram, at tað ber ikki til at seta sær politisk mál, sum røkka longur fram enn eitt valskeið. Uppáhaldið hevur verið, at tað, sum henda skal í framtíðini, skulu komandi veljarar og politikarar avgera. Hetta er stuttskygd hugsan og kann eisini vera ábyrgdarleyst. Í sjálvstýris- samtyktini er løgd ein ná- greinilig ætlan um, hvussu føroyingar skulu vinna sær fulla búskaparliga og po- litiska ábyrgd. Her er talan um eina miðvísa og for- svarliga gongd, sum fleiri landsstýri væl kunnu fylkj- ast um. Henda ætlan er ikki ein- dømi um langtíðarætlan. Í sambandi við undirsjóvar- tunnilin undir Leirvíksfjørð hevur tingið sagt, at tunnilin skal gerast yvir sjey ár, og at pengar so við og við verða játtaðir til arbeiðið. Ætlanin røkkur um fleiri valskeið. Onki óklókt er í tí, tí stórmál verða ikki loyst eftir einum degi. Føroyskur politikkur hevur higartil verið alt ov nógv merktur av, at flokk- arnir hava ikki kunnað samst um langtíðarætlanir. Lagið hevur verið, at tá flokkar eru slopnir framat, hava teir ikki hugsað longur fram enn til næsta val. Hetta hevur mangan elvt til dýrar veitslur í tinginum, sum hava givið komandi landsstýrum timburmenninar. Javnaðarflokkurin tykist ætla at halda fram á hesi leið. Hann lovar í eystur og vestur. Alt, sum hann ber fram, hevur ovurstórar út- reiðslur við sær, og ongi inntøkufremjandi tiltøk hómast nakrastaðni. Val- lyftini byggja á vónina um at sleppa fram at upp- sparingini hjá landskassan- um í Landsbankanum. Tað er ikki ábyrgdarfult at royna at tøla veljararnar við pengum, ið eru settir til viks at standa ímóti við, um ringar tíðir skuldu komið. Sambandsflokkurin er ikki stórt mætari, og hann avskrivar enntá ikki møgu- leikan at fara niður til Dan- markar eftir fleiri donskum pengum. Tað byggir onki land at søpla øll avlop burtur eftir fáum árum. Tað byggir heldur onki land at hækka olmussuna úr Danmark. Tá hvørva allar lønarhækk- ingar sum døgg fyri sól av príshækkingum, og kapp- ingarførið hjá vinnulívin- um versnar øllum samfe- lagnum til stóran skaða. Alt snýr seg um at rað- festa við skili. Við Tjóð- veldisflokkinum í landsins leiðslu eru pengarnir í tryggum hondum, tí vit gera góðar tíðir betri Signar P. Heinesen Val er í hondum og tað kann vera hent at gera sær tankar um, hvat tað er fyri spurn- ingar, sum okkara fólkavaldu koma at taka støðu til í komandi samgongu. Tíðirnar eru spennandi, hóast skýggj hómast á luftini á hildnu kósini. Eru vit før fyri at tillaga okkum, so eru møguleikarnir stórir og tíðirnar sera spennandi. Tað, sum bert hómaðist fyri 8-10 árum síðani er nú veruleiki, og vit eru partur av einum opnum heimssamfelag, har eisini vit í Føroyum hava møguleika at gera okkum galdandi. Umframt at finna pening til tað, sum verandi sam- gonga hevur sett í verk, er mest týðandi uppgávan hjá komandi samgongu at byggja upp tað, sum skal til, fyri at gera okkum før fyri at taka við teimum møguleik- um - og avbjóðingum - sum tíðirnar nú krevja av okkum. Tey umboð, sum vit velja til komandi valskeið, hava tung tøk fyri framman, um ætlanin er at lyfta hesa upp- gávu, at seta Føroyar á kós móti modernaðari vinnu við teimum møguleikum, sum liggja í hesum. Vit kunnu eisini venda tí øvugt. Kom- andi samgonga skal taka tung tøk, um ætlanin er at ota seg undan teim hóttanum, sum eisini liggja har frammi. Taka vit ikki við møgu- leikunum, so er vandin altíð størri at falla fyri hóttan- unum. Komandi samgonga Helst tað tyngsta takið hjá komandi samgongu verður at lyfta eini gerandismentan í okkara stýring. Menniskj- ansliga tungar gøtur skulu gangast, til tess byggja upp aftur eina gerandismentan, sum skýggjar ósannindi og ósanna atferð og "vit látast sum um", og sum er skikkað til at búgva okkum til eina modernaða vinnu, har ment- að atferð er mest týðandi fortreytin. Hetta krevur eina politiska leiðslu, sum hómar møgu- leikarnar, megnar at savna krefturnar ímóti teimum og sum eisini stendur ímóti freistingini, tá ið onkur møguleiki er at sæta sær og sínum og floksfeløgunum. Uppgávan hjá okkum veljarum er at seta navn á. Hvørjum persónum hava vit álit á? Hvørjir persónar standa fyri mentaða og álitisvekjandi atferð? Alment og privat. Hvørjir persónar vilja fremja felagsskapin? Hvørjir persónar tora at stýra úti í óvissuni, har møguleik- arnir finnast? Hvørjir per- sónar orka at flyta teir politisku leikirnar frá spurn- ingum um, hvørt land ella kommuna skal mála skúla- stovurnar, til veruligan poli- tik um framtíðarmøguleikar hjá tí fólki, sum býr á hesum klettum? Hvørjir persónar hevja seg uppum onkran vegastubba í sínum egna valdømi? Hvørjir persónar megna at broyta stemningin, tá ið at kalla alt løgtingið fyrireikar valgildi? Hvørjir persónar megna at savna góðar kreftur í felagsskapin- um til at fremja felags mál? Tað er veljarans ábyrgd at seta navn á. Veljarin fær tað, sum hann setir krossin við - hóast tað kanska ikki altíð er tað sama, sum hann ætlaði sær. Ger tað mun? Ger tað mun? Hetta er spurningur, sum altíð stingur seg upp í sambandi við fe- lags tiltøk. Ger tað mun, um eg velji hendan ella handan? Gjørdi tað mun fyri 20. øld - og frameftir - at bretar valdu Winston Churchill undir øðrum heimsbardaga? Søgufrøðingurin, John Lukacs, hevur skrivað bók- ina "Five days in London - May 1940", 1999. Í hesi bók vísir hann á týdningin av avgerðum, sum vóru tiknar í "War Cabinet" hesar fimm dagarnar frá 24. til 28. mai 1940. Hann vísir á, hvønn týdning tað hevði, at Chur- chill sat við róðrið hesar dagarnar. Hetta samanborið við, hvat hini umboðini í somu stjórn høvdu í huga, hildu seg kunna liva við ella snøgt sagt: hvat teir yvir- skoðaðu. Vildi søgan verið tann sama, um Chamberlain sat við valdið? Ella Halifax, sum longu hevði sett diplomat- iska talvið saman við italska sendimanninum í London? Ella hvussu vildi søgan tikið seg upp, um Churchill hevði fingið stuðul frá sálarfrøð- ingum og øðrum vælmein- andi fólki fyri at gerast meira samstarvsvinarligur og fyri at síggja meira positivt uppá tað, sum Hitler tókst við? Hesir valstríðsdagar í apríl 2002 í Føroyum verða neyv- an lagnudagar fyri heimin, soleiðis sum teir fimm dagarnir í London í mai 1940 vóru tað. Men tað kann væl vísa seg, at persónsaman- setingin í komandi sam- gongu fær avgerandi týdning fyri liviumstøðurnar her á klettunum fleiri ár frameftir. Búskaparligt skil ella rimmar gildi At velja fólk til framtíðarverk Edva Jacobsen Fuglafjørður, valevni Sambandsfloksins í Eysturoy Eg ynski at vera vald fyri tað sum er standi fyri. Ein spurningur, sum er nógv frammi í dag er, um kvinnur skulu gerðast meira sjónligar í politikki. Víst verður á, at ov fáar kvinnur eru á teimum ymisku listunum, og upp- aftur færri eru á løgtingi. Spurningur er so settur, um tað skal vera eitt lógar- krav, at helvtin av øllum listum til løgtingsval skulu vera mannaðir við kvinn- um. Eisini hevur tað verið frammi, at tað skal vera ásett við lóg att helvtin av løgtingsumboðunum skulu vera kvinnur. Persónliga ynski er ikki at vera vald frammum menn av tí, at eg eri kvinna. Eg ynski at vera vald fyri tað, sum eg standi fyri. Kvinnur í politikki VALGREINAR 3,6 milliardir hall uttan blokk – fyri 4 ára vanstýring Atli Hansen Valevni fyri Sambands- flokkin í Eysturoy Herfyri vísti sambands- veteranurin Jógvan Ing- vard Olsen á, hvussu einføld høvuðrokning kundi afturvísa reypin- um hjá samgonguni av yvirskoti í landskassa- roknskapinum: Ikki tað at har ikki er yvirskot, men tað ber ikki til at reypa av hesum, sam- stundis sum man krevur blokkin avtiknan. Enntá vilja summir av teimum heitastu loysingarsinn- aðu siga, at avtøka av blokkinum er ein for- treyt fyri hesum sama yvirskoti. Eitt paradoks. Merkiliga tigandi hev- ur verið, síðani Jógvan lat hesi orðini falla. Samgongubúskapar- frøðingarnir hava ikki sett seg førar fyri at fara inn í so einfalda argu- mentión. Tað skulu nógv skøl falla frá onkrun eygum, áðrenn man kann skilja henda lo- gikkin. Eitt kunnu vit vanligu deyðiligu tó staðfesta. Tað hevði verið turris- ligt onkustaðnu, um ikki hesar 5 milliardirnar vóru komnar úr land- suðri hesi seinastu 4 árini. Bent J. Hansen valevni Sambands- floksins í suðurstreymi Kann almennur fjølmiðil loyva sær í valitíð at hava slíka sending? Har bert tveir flokkar vera umboðaðir? Tó okkurt kann stað- festast eftir hesa sending og fleiri slíkar, Tjóð- veldisflokkurin við Høgna Hoydal eigur henda fjølmiðil, og fær loyvi at stýra sending- unum sum honum lystir, eigur 3/4 av talutíðini og tá lurtararnir endiliga sleppa framat 10 min. áðrenn sendingin endar, sleppa 5 tjóðveldisfólk framat mikrofonini og eitt javnaðarfólk. Síðsta orðið skal hann sjálv- andi eisini eiga, so hann kann niðurgerða mein- ingarnar hjá øðrvísi hugsandi sum „Óseriøs", tí hesi ikki eru rætt- trúgvandi. Innihaldið í sendingini Staðfestast kann eftir hesa sending, at bert ein samríkisflokkur finnst – nevniliga Sambands- flokkurin. At Tjóðveld- isflokkurin og Fólka- flokkurin ynskja loysing vita øll, men sendingin omanfyri nevnda dag av- dúkar so dyggiliga, at formaður Javnaðarflok- sins Jóannes Eidesgaard ynskir ein sáttmála, sum tá Føroyar hava nátt endamálið Javnaðarflok- sins, t.d. fíggjarligt frælsi, so hava vit fólka- atkvøðu um loysing, haldi vit hava hoyrt hesa vísu fyrr – er hetta ikki boðskapur Fólkaflok- sins? At so tjóðveldis- lurtararnir, ið sum nevnt sluppu at siga sína meining, høvdu ilt við at síggja mun á sjónarmiði Høgna og Jóannesar, skilji eg eisini so væl. Boðskapur Javnaðar- floksins er so ógreiður, at bert Jóannes skilir hann. So góðu veljarar – tað finnst bert ein „Sam- bandsflokkur" – hugsið um tað og set kross tín við ein Ríkan felags- skap. X við lista B Thomas Arabo Valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi Eitt tað pínligasta málið hjá sitandi samgongu frá A til Z er málið um undanfarna landsverkfrøðingin. Nú eru tað nøkur ár síðani tað mesta kom fram, og tí var tað bert tann ikki minni pínligi endin á málinum, ið Løgtingsins Umboðsmaður viðgjørdi. Tað kom ikki óvart á, at góður fyrisitingarsiður var brotin í málinum. Og ein so skørp átala til eitt stýri átti at fingið politikarar at vaknað og tikið avleiðingar, soleiðis at málið bleiv kannað til botns, fyri at forða fyri at slíkt ikki kann henda aftur. Tað er hóast alt skattgjaldarin, ið má verjast móti vánaligari umsiting og alt for ivrigum landsstýris- monnum. Geniala loysnin hjá Djurholm Geniala loysnin uppá hettar mál, var eitt rundskriv til allar stovnar undir Vinnu- málastýrinum um, at fyri- sitingarlógin skal haldast. Málið loyst og øll eru glað - ella hvat? Merkir hettar, at eitt annað rundskriv fer runt um at ferðslulógin skal haldast, at sjómannalógin skal haldast og at landsins lógir annars skulu haldast? Ein sterk, men ikki neyð- vendigvís stór umsiting má verja borgaran Tann almenni bygnaðurin má endurskoðast, tí vit kunnu altíð fáa ein nýggjan Finnboga Arge ella ein nýggjan Djurholm í Tinga- nes. Ein sterk, men ikki neyðvendigvís stór um- siting má verða við til at verja borgaran. Ein um- siting, ið "heldur góðan fyristingarsið" og annars heldur landsins lógir, uttan at noyðast at minna seg sjálvan á tað við einari sjálvfylgiligheit á einum rundskrivi. Hetta vil Javn- aðarflokkurin tryggja. Almennur fjølmiðil og tjóðveldis- boðfretur Viðm. til útvarpssending 27. mars 2002 Ein umboðsmannsátala og hvat so? Sverre Midjord Valevni Javnaðarfloksins í Suðuroy Tann fólkapensión, sum eldri fáa í dag er alt ov lítil, tí hevur flokkur mín sett eina ítøkiliga ætlan, hvussu hesi viðurskifti skulu betrast, soleiðis at tey eldru skulu føla seg trygg. Tað er eingin loyna, at tey eldru, sum bert hava eina fólka- pensión at liva av, tey hava tað ikki gott í okkara sam- felag, tey hava aftan á eitt langt og arbeiðssamt lív svarað samfelagnum tað sum varð lagt á tey av gjøldum av ymiskum slagi. Meðan tey vóru arbeiðs- før, bar til at svara hvørjum sítt, men nú bert pensiónin er at líta á, nú sansar at, tí tann pensión sum er tillutað tí vanliga arbeiðs- og fiskimanna stætti, hon er alt ov lítil, tað er so galið, at um ein fiskimaður verður álvarsliga sjúkur, so er eingin trygging honum til bata, hann verður noyddur at fara á Almannastovuna og har er lítil hjálp at finna. Hetta og pensiónsviður- skiftini eru ótolandi, og mugu her og nú fáast í rættlag, tí ójavnin er alt ov stórur, tað eru talandi dømi um, at sjómenn sum eru blivnir sjúkir sita á berum, tí teir onga trygging hava, hetta er ósømiligt og er ein uppgáva, sum mín flokkur fer at fáa í rættlag ongantíð ov skjótt. Tá javnaðarflokkurin fór í samgongu í 1959 var fólkapensiónin sett sum eitt avgerðandi mál, vit fara aftur at gera tað hesaferð, tí vit fara at krevja, at fólka- pensiónin verður framførd sum vit hava víst á, men vit fara eisini at hyggja at og bøta um tryggingarviður- skiftini hjá okkara fiski- og útróðrarmonnum, tey mugu fáast í rættlag, tað eru okk- ara fiskimenn, sum bera samfelagnum uppi, teimum skulu tryggjast bestu ar- beiðskor og berst teimum vegna sjúku frá, skulu tryggingarviðurskiftini vera í lagi. Hetta eru viðurskifti sum eg fari at virka fyri, tað verður farið í samarbeiði við teir flokkar, sum vilja vera við at fremja ítøkiligar ábøtur og trygging fyri okkara sjófarandi fólk. Tað skal tryggjast teimum ein trygg tilvera. William av Vollanum, Kollafjørður Valevni Fólkafloksins í Norðstreymoy Tey síðstu fýra árini, hava fólk verið nógv upptikin av undirsjóvartunnilinum til Vágarnar, sum er eitt stórt framstig á samferðsluøk- inum. Nú málið um undirsjóv- artunnilin millum Leirvík og Klaksvík hevur verði frammi, hevur Leirvíkar kommuna sett fram spurn- ingin um at gera ein tunnil undir Leirvíks bygd, so- leiðis at bygdin ikki verður darva av ferðsluni, sum kemur at økjast munandi. Tá koyrandi verður til Vágarnar, koma Sanda- vágsfólk og Miðvingar so sanniliga at merkja økta ferðslu, av tíð at landsveg- urin gongur beint í gjøg- num báðar bygdirnar. Skipanes og inni í Firði í Kollafirði eru tvær aðrar bygdir, sum eisini eru ógvuliga hart raktar av, at landsvegurin ferð í gjøg- num bygt økið. Síðst nevnda bygdin er serliga hart rakt av tí at hon er so tætt uppá Havnina og eisini tí ein rundkoyring liggur í bygdini sum er stórsta knútapunkt á landsvega- netinum í Føroyum. Viðvíkjandi Kollafirði so hevur tað tvær ferð verði uppá tal, at leggja vegin omanfirði húsini inni í Firði, seinnu ferð síðst í 80- unum í samband við Kolla- fjarðar-tunnilin. Henda ætl- an bleiv slept orsaka av kreppuni í 90-unum. Í fjør tók undirritaði stig til at savna undirskriftir frá borgarum inni í Firði við eini áheitan til Bjarna Djurholm landsstýrismann um at fáa lagt vegin útum bygt økið. Í svarið sigur landstýrismaðurin, at hann metir tað verða skilagott at leggja vegin oman fyri bygdina. Hann vil virka positivt fyri, at hetta mál verður lagt í eina íløgu- ætlan, og at peningur verð- ur játtaður til hesa verk- ætlan tey næstu árini. Tá farið verður í gongd við stór arbeiði sum at gera undirsjóvartunnlar, har oyggjar verða bundnar saman, áttu myndugleik- arnir at hugsað meiri um, hvørja ávirkan hetta hevur á tær bygdir, har ein lands- vegur ferð ígjøgnum. Avleiðingin er ikki bara, at ferðslan økist munandi við persónbilum og stór- um, tungum og larmandi lastvognum, men eisini, at tað blívur sera vandamikið hjá teimum sum búgva í økinum, serliga hjá smá- børnunum. Ellisárini skulu vera trygg Landsvegir í bygdum øki C M Y K 13 12