týsdagur 9. apríl 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 9. apríl 2002
15
Eivind Jacobsen
Valevni Sambandsfloksins í
Norðoyggjum
Sambandsflokkurin ynskir
at hækka fólkapensjónina.
Men framtíðar pensjón má
bíða til nútíðar pensjónin er
komin upp á hóskandi støð
Sosialurin
skrivaði
í
grein hósdagin frá tíðinda-
fundi hjá Sambandsflokk-
inum. Okkurt av hesum
kundi misskiljast. Hesar
reglur verða skrivaðar fyri
at beina allan iva av veg-
num.
Til heystfund Sambands-
floksins var gjørt eitt upp-
legg um pensjónir. Hetta er
í dag partur av valskrá
floksins, sum kann lesast á
heimsíðuni hjá Sambands-
flokkinum. Har stendur,
eins og greinin í Sosialin-
um sigur, at Heimsbankin
hevur uppskot um hvussu
vit fíggja pensjónir í fram-
tíðini. Men Sambands-
flokkurin hevur ongantíð
sagt, at hann ynskir at
fremja hesa loysn í verki.
Sambandsflokkurin vil ikki
verða við til at skunda hetta
álvarsmál ígjøgnum. Sam-
bandsflokkurin fer undir
ongum umstøðum at seta
eina skipan í verk, sum
fagfeløg og onnur ikki taka
undir við.
Semja var í heyst og er
framvegis í Sambands-
flokkinum um, at tað fyrsta,
sum má loysast er pen-
sjónin til tey, sum í dag eru
pensjonistar.
Tá
hesin
trupulleiki er loystur kunnu
vit tosa um framtíðar
pensjónsskipan. Tá kann
uppskot
Heimsbankans
brúkast sum ein byrjan.
Men lat okkum fyrst fáa
fólkapensjónina í seyða-
høgan stand.
Pensjónirnar í Føroyum
eru alt ov lágar. Til saman-
beringar kann nevnast, at
stakur
pensjonistur
í
Danmark fær eftir skatt kr.
9.200,- um mánan. Stevnu-
skrá Sambandsfloksins sig-
ur, at pensjónin í Føroyum
eigur at verða á hædd við
hana í grannalondunum.
Niðurstøðan av hesum er,
at
Sambandsflokkurin
raðfestur soleiðis:
1.Fólkapensjónin
skal
verða eins stór og í
grannalondunum
2.Fólk skulu eins og í dag
hava møguleika fyri at
tekna egna pensjónsupp-
sparing.
Aðrar skipanir og fram-
tíðar
pensjónsskipanir
verða viðgjørdar tá fólka-
pensjónin er komin upp á
hóskandi støði.
VALGREINAR
Tjóðveldisvalevni
setur met í
ósannindum!
Finnleif Guttesen
Sambandsvalevni í
Suðuroy
Í
Sosialinum
nr.58.
hevur Ólavur Rasmus-
sen grein um, hvussu
ússaligir føroyingar eru.
Tað má sigast at vera
lítið sømuligt fyri Ólav
at siga so nógv ósatt um
sítt egna fólk.
Ólavur ger tað sama,
sum flest øll loysingar-
fólk gera, hann leitar
ávíkavist 186 og 150 ár
aftur í tíðina og greiðir
frá, hvussu politisku
viðurskiftini vóru tá, og
hvussu lítið er broytt
rætta vegin, hóast vit í
dag skriva 2002.
Ólavur
skrivar,
at
føroyingar sáða mis-
treysti niður í fólk, at vit
orka einki, megna einki,
eru einki.
Ólavur skrivar eisini í
triða persóni - nú vil
hann ikki skriva um seg
sjálvan, men bert um øll
hini, og hann lýsir tað
soleiðis:
»Tit fabla um ney og
armóð«. Og við ung-
dómin siga tit: »gangið
ikki,
men
grulvið«.
»Havið ikki áræði, men
latið óttan stýra tykkara
lívsleið«.
Álvaratos,
hvussu
kann nakar fara so illa
við sínum næsta?
Eg taki veruliga synd í
Ólavi, sum veit so lítið
gott at siga um føroy-
ingar og serliga um tey
ungu, men eg kann ugga
meg við, at alt sum
Ólavur skrivar er bein-
leiðis ósatt.
»Tit fabla«, skrivar
Ólavur. Kann vera, at
onkur fablaði í 1816 ella
1852, men í 2002 er tað
Ólavur,
sum
fablar
(orðabókin:
fable
=
møsna).
Tá ið Ólavur ikki kann
síggja annað enn neyð
og armóð í Føroyum,
mega vit onnur royna at
hjálpa honum, so hann
kann síggja sítt egna
land og fólk við einum
ljósari sinni.
Birgir Mohr
Valevni Javnaðarfloksins í
Sandoynni
Javnaðarflokkurin
vil
menna økini, so alt ikki
endar í Tórshavn!
Eitt tað løgnasta málið
seinastu tíðina er málið um
fiskaaling í Sandoyar økin-
um. Ein lívfiskastøð kom í
nítiárunum í Skopun og
gevur henda trí heilársverk
í arbeiðið. Alt gott um tað.
Men afturfyri noktar
Vinnumálastýrið
Sand-
oynni nakað vanligt ali-
loyvi, tí skal Sandoyggin
bert vera til at ala lívfisk –
bæði uppi á landi og úti á
fyrunum ? Hettar halda vit
ikki vera rætt, sum her
búgva !
Eitt felag hevur søkt um
loyvi til at ala á Sandsvág,
men fingið korta-nei til
svar frá Føroya landstýri.
Sandsvág liggur umleið 10
km. frà lívfiskastøðini í
Skopun. Meðan tað er stitri
bæði til Hest og til Gomlu-
rætt, og bæði hesu støðini
er loyvt at hava vanligar
aliringar liggjandi? Hettar
undrar okkum stórliga, sum
her búgva.
Trí arbeiðspláss untist
Sandoyar-økinum burtur úr
allari alivinnuni – tað er
ikki nógv? Vit vóna, at eitt
nýtt landstýri eftir valið
kann broyta hesa avgerð, so
vit her fáa normal viður-
skiftir á hesum øki, og
sama møguleika til hesa
vinnu, sum aðrir føroy-
ingar.
Tað man vera ivasamt,
um Føroya Landstýri hevur
rætt til at skerja okkara
møguleikar so álvarsliga, at
vit nú eru eftirbátar á
hesum vinnuøki? Og hvat
eiga vit so at fáa afturfyri
ella ístaðin???
Eitt annað øki, hvar vit
her eru aftanfyri hinu størri
økini í Føroyum, er, at vit
eiga onga íttrottarhøll til
okkara ungdóm, og leingi
hava vit tosað um at fáa
eina slíka til vega. Ein slík
høll er fyrst og fremst ein
íløga í, og til, okkara ungu,
men kemur okkum øllum
væl við.
Sands kommuna setti
skjøtil á í ár, við at avseta
pening á fíggjarætlanini til
endamálið. Vit meta ikki
hettar tiltakið sum óyvir-
komuligt mál at røkka,
stendur øll oyggin saman
um málið.
Ein orsøkin til at raðfesta
hettar málið nú er, at
studningur er avsettur á
Løgtingsins fìggjarlóg til
slíkt endamál, og vóna vit
at fáa ein part harav.
Inni í Dal liggur Sand-
oyar Meginskúli, har liggur
eisini graslíkisvøllurin, og
har búðleikast Sandoyar
Ítróttarfelag, B.71. Hesu
aktiv eiga Kommunurnar í
Sandoynni og Sandoyar
fólk í felag.
Í hesum umhvørvi er tað
tí upplagt at leggja eina
íttróttarhøll, og har er í
bygdaplaninum avlagt øki
til slíkt endamál.
Lat okkum nú standa
saman um at fremja hettar
stóra tiltak til gagns fyri tey
yngru og gleði fyri okkum
øll.
Borgarar á Sandi hava
víst á tørvin fyri at bøta um
bygdaskúlan, og tey hava
púra rætt. Og tá vit nú hava
raðfest ítróttarhøllina í ár,
fram um bygdaskúlan, er
tað eisini tí, at eingin studn-
ingur er avsettur á Løg-
tingsins
fíggjarlóg
til
skúlabygging, og einki
projekt fyriliggur.
Bæði á Sandi og í
Skopun, kanska arðar staðir
við, er tørvur á at bøta um
skúlaviðurskiftini,
men
fyrst má greiða fást á, um
tað skal byggjast út upp á
verandi skúlar, ella heilt
nýggir
skúlar
vera
at
byggja.
Skullu hesar heldur smáu
kommunurnar
undir
at
byggja nýggjar skúlar, so
gerst hettar neyvan uttan
studning
frá
landsins
fìggjarlóg. Tí má virkast
fyri, at slíkar avsetingar
koma aftur á Løgtingsins
figgjarlóg. Og skúlar til
yngstu flokkarnar, vilja
allar bygdirnar hava.
Javnaðarflokkurin hevur
altíð raðfest skúlaverkið so
frammarliga sum gjørligt,
og vit meta tað vera eina
landsuppgávu at syrgja
fyri, at allir føroyingar fáa
eins góða og holla skúla-
gongd.
JAVNAÐARFLOKK-
URIN vil menna økini.
Javnaðarflokkurin sigur:
FÓLKIÐ FYRST. Veljið tí
JAVNAÐARFLOKKIN.
Heðin Mortensen
løgtingsmaður
Tjóðveldismenn plaga at
rógva upp undir, at vit ikki
eru í parti við Danmark.
Onkur teirra sigur okkum
vera part av Norra, onkur
sigur at vit eru í vanda fyri
at melda okkum inn í
Danmark, um vit atkvøða
nei til fullveldi.
Sannleikin er tann, at vit
eru í einum samveldi við
Danmark – og Grønland –
sum vit kalla danska ríkið,
ella ríkisfelagskapin.
Vit eiga rætt til at velja,
um vit vilja vera fullkomi-
liga óheft, ella vit vilja vera
í samveldi. Við at sam-
tykkja heimastýrislógina,
við at velja fólkatings-
menn, við at yvirtaka eftir
heimastýrismlógini
hava
føroyingar góðtikið at vera
í einum samveldi við Dan-
mark.
Seinastu føroyingar, ið
hava góðtikið hesa støðu
eru Høgni Hoydal, Tór-
bjørn Jacobsen, og Sjúrður
Skaale. Teir hava yvirtikið
eftir heimastýrislógini. Teir
hava stillað upp til fólka-
tingsvalið. Og teir hava
gjørt løgmanni greitt, at teir
einans standa til svars fyri
sínar veljarar – ikki yvir
fyri føroysku stjórnini.
Vit sambandsmenn góð-
taka 100%, at Føroyar sum
land og føroyingar sum fólk
eiga ómissandi sjálvsav-
gerðarætt, og at hesin
rættur kann brúkast til at
taka fullveldi.
Men
tjóðveldismenn
góðtaka ikki, at vita eiga
rættin at umbestemma okk-
um. Teir góðtaka heldur
ikki, at vit kunnu brúka
rættin at vera í einum ríki,
einum samveldi av egnum
fríum vilja.
Við atburði okkara eru
vit við í tí felagskapinum,
sum kallast "kongaríkið
Danmark" – allir føroy-
ingar sum ein. Men bara
summi av okkum hava dirvi
og erligheit nokk til at
ganga við limakortinum í
bringulummanum!
Økismenningarpolitikkur
Viðmerking til grein í Sosialinum
Við ella ikki?
15
14
Nr. 66 - 9. apríl 2002
VALGREINAR
At gera tað, tú ert
best til
Finnur Jensen
Valevni fyri Sambands-
flokkin í Suðurstreymoy
Tað skal fáast meira
burturúr skúlagongdini
hjá tí einstaka. Vegurin
eigur at gerast greiðari
og tørvurin hjá ein-
staklinginum skal standa
ovast á dagsskránni.
Tað harmar meg, tá
ungfólk kasta seg út í
skúlagongd, uttan at tey
vita, hví ella hvat tey
ætla sær.
Sjálvur gekk eg á
studentaskúla, har tað
vóru nógv, ið fóru og
komu, tí endamálið tókt-
ist ókent. Eisini hóraðu
nøkur, sum kortini ikki
høvdu fingið svarið upp
á spurningin um seg
sjálvan. Tað er sjálvandi
ikki lætt hjá øllum teim-
um mongu ungu, sum
ferðast á útbúgvingar-
breytini.
Eg havi nú havt eitt
lítið ár at líta afturá hesa
skipanina fyri miðnáms-
skúlum, og tað er ikki alt
gott, er sær.
Til tess, at øll hesi
skulu finna seg betri til
rættis, so er neyðugt við
vegleiðing. Tað er ikki
lætt at velja, men tað er
so uppgávan hjá land-
sins myndugleikum at
vegleiða longu, áðrenn
avgerðin verður tikin, tí
hetta er størsta íløga, vit
yvirhøvur gera.
Ein og hvør skal tæna
sær sjálvum og samfelag
sínum sum best, og tað
ger hann sjálvandi við at
gera tað, hann er bestur
til. Tað er hvør einstøk
virðisskapan frá einstak-
linginum,
ið
skapar
framburð. Valið skal tí
vera tað rætta. At velja
røttu breytina.
Tað er rætt, at vit
skulu seta krøv, men
fyrst skulu vit geva
hvørjum
einstøkum
møguleikan.
Hetta fari eg - fái eg
møguleikan - at arbeiða
fyri.
Sigvald Zachariasen
Valevni fyri Sjálvstýris-
flokkin í Norðstreymoy
– bert tí, at allir hinir
flokkarnir nú tykjast hava
funni útav, at Sjálvstýris-
flokkurin í heili 96 ár hevur
havt tann rættasta og besta
politikkin? Tann politikkur,
sum í 2002 er einasti vegur
fram?
Skilji væl, at samfelags-
frøðingur setur spurnar-
tekin við miðjuna, og
Sjálvstýrisflokkin í før-
oyskum politikki. Hann
metir sjálvsagt, at har kann
ikki vera pláss fyri øllum
flokkunum??. Og hann má
vera bæði bilsin og spurin,
tí nú vilja allir flokkar føra
tað fram, sum hesin gamli
flokkur hevur ført fram í
útvið 100 ár, uttan at hava
veri hoyrdur av mongum.
Havi lisið nakað av tí ið
onkur valevni hava skriva,
og royna at lovað til kom-
andi løgtingsskeið, vera tey
vald. Men hetta er stórtsæð
tað sama umaftur. Havi
eisini lýtt á í útvarpið og
sjónvarpið, tá hesi sum
ídag mannað Føroya Løg-
ting hava fingi fatur á
mikrofon og myndatóli, og
er hetta eisini stórtsæð tað
sama umaftur. Men tó er
ein markant broyting.
Sjálvstýrisfólk gleðast.
Tað sum vit sjálvstýrisfólk
gleðast stórliga yvir, er
flokkanna ásjón til sjálv-
stýrismáli. Nærum allir
flokkarnir sum stilla upp til
hetta val, og hava stillað í
mong Harrans ár, eru
sprotnir úr Sjálvstýris-
flokkinum. Tað sum merkir
teirra útsagnir ídag, um
eina hóvliga sjálvstýristil-
gongd eftir miðjuni, minnir
ikki sørt um onkran sum
viltist av leið. Men eftir at
hava funni útav sínum
skeivu hugsanum, (og eftir
mong ár í sjálvstýris út-
legd), eru teir so smátt um
smátt, við at koma aftur á ta
góðu gomlu slóðina. Hetta
skrivi eg tí, at tað sum
hendi var jú, at onkur fann
útav, at vóru øll á einum
máli um eina sjálvstýris-
tilgongd, so fall áhugin fyri
politikki. So her ráddi um
at vera snildur, og finna
uppá okkurt sum kundi
sundurskilja Føroya fólk,
ja, fáa mestsum klandur í,
tá tosað verður um politik.
Tað gjørdist so við, at
onkur fór og segði fyri
fólki, at einasti vegur fram
er, at lønin má vera lág fyri,
at vinnulívi skal klára seg.
Tá reistist onkur annar úr
stólinum, og segði, at vit
mugu hava ein sokallaðan
arbeiðaraflokk. So fekk
man fólk at tjakast (kland-
rast) um tað.
Sambandsflokkurin
hevði jú leingi verið til, og
so fann onkur uppá, at um
vit øsað fólk og siga loys-
ing fyrst, so fer fólk eisini,
at tjakast (klandrast) um
tað.
Men góði gamli neistin í
teimun rætthugsandi sjálv-
stýrisfólkum í Føroyum,
slóknaði ongantíð heilt,
hóast gøtan mangan hevur
verið tung í hesi 96 ár
flokkurin hevur á bakið. Og
tað bæði fløvar og gleðir
okkum sum yngri eru, og
sum fyri nøkrum árum
síðani, hava valt at stuðla
hesa hóvligu sjálvstýristil-
gongd eftir miðjuni, at allir
teir sokallaðu stóru flokk-
arnir, sum eiga sínar røtur í
Sjálvstýrisflokkinum, nú
koma krúpandi inn aftur til
høvuðsrótina í føroyskum
politikki.
Er eingin skomm skapt í
teimum?
Allir flokkarnir eru jú
vælvitandi um, at tað sum
rørir seg í fólkinum í Før-
oyum í dag, er spurningurin
um
føroyskt
sjálvstýri,
fíggjarligt frælsi, innanfyri
ríkisfelagsskapin,
ella
uttanfyri ríkisfelagsskapin.
Tí eru hinir flokkarnir púra
greiðir yvir, at skulu teir
hava nakran møguleika til
komandi val, er bara ein
vegur, og hann er tann, sum
eg áður havi nevnt, nevni-
liga, at venda aftur á slóð-
ina hjá Sjálvstýrisflokk-
inum. Tað má vera ein ótrú-
liga stórur kamelur at
svølgja, hjá teimun øllum
somlum. Men sum duna-
ligir komediuspælarir teir
eru, og hartil ósmædnir,
hepnast tað teimun allar-
helst, at goyma ta stóru
skomm teir mugu ígjøg-
num. Teir gera alt sum
stendur í teirra makt, at
skriva við so stórum bók-
stavum sum tilber á sínar
greinir og herðar, "VIT
VILJA HAVA FØROYKST
SJÁLVSTÝRI,
EFTIR
LEISTI SJÁLVSTÝRIS-
FLOKSINS". Men tó mugu
teir jú, fyri skomm skyld
skoyta uppí, "MEN VIÐ
NØKRUM HEILT SMÁ-
UM BROYTINGUM". Jú,
eg meini tað.
Nú skriva øll um búskap,
og fíggjarligt frælsi, men
Hví hava vit ikki ein
sterkan búskap, og fíggjar-
ligt frælsi?
Tað sum hevur darvað
okkara búskapið almikið í
nógv ár, er nevniliga sund-
urskiljing av samfelags-
bólkum. Sambandsflokk-
urin hevur ført sera harliga
fram, at samband er fyri-
treytin fyri einum tryggum
samfelag, og harvið eru so
fleiri
samfelagsbólkar
gloymdir, tí orka hevur ikki
veri til at hugsað um teir
eisini. So teir seta alt annað
í aðru og triðju røð.
Tjóðveldisflokkurin
hevur líka harliga ført fram,
loysing frá dønum fyrst, so
eisini teir seta alt annað í
aðru og triðju røð.
Javnaðarflokkurin sigur
seg vera ein sosialan flokk,
so harvið setað eisini teir
aðrar sera týdningarmiklar
samfelagsbólkar í aðru og
triðju røð.
Fólkaflokkurin
hevur
síðan teir fóru burturúr
Sjálvstýrisflokkinum sagt,
at bert vit hava vinnulívið
koyrandi, so skal tað nokk
gangað. Men teir gloyma
ALLAR hinar samfelags-
bólkarnar, so tað er bein-
leiðis láturligt, at teir nú
siga, at um teir koma við í
eina komandi samgongu,
vilja teir hava sosialmál.??
Miðflokkurin, ja hann
gloymir altmøguligt, og so
er einki meir at siga um tað.
Propagandapolitikkur tá
hann er best, allan samlan
vegin ígjøgnum.
Hetta er tann beinleiðis
orsøkin til, at Føroyar ikki
hava ein sterkan búðskap.
So hvussu kunnu hesir
omanfyri nevndu flokkar
hava nakra sum helst visión
um ein sterkan búskap?
Teir hava nevniliga ikki
ánilsi av øllum, sum er til í
einum samfelag. Tað hava
undanfarin ár týðiliga borið
prógv.
Sjálvstýrisflokkurin
hevur sum tann einasti altíð
roynt, at víst á, at um vit
skulu byggja land, mugu vit
takað allar samfelagsbólk-
arnar við, ALTÍÐ, alt frá
stórstu inntøkukeldu, og
allan vegin niður til tann,
sum av eini ella aðrari
orsøk, hevur alla okkara
hjálp fyri neyðini. Bert á
henda hátt, kunnu vit kenna
okkara veruligu inntøkur
og útreiðslur. Og tá vit vita
munin á inntøkum og
útreiðslum, tá kunnu vit
harífrá byggja land og
búðskap. Hetta hevur fyri
Sjalvstýrisflokkin einsa-
mallan, veri ein sera røtt,
men tung hugsjón at borið,
nevniliga, at onki má
gloymast, alt má takast við
undir einum, fyri at kenna
okkara búskaparstøðu. Tí
hevur flokkurin eisini veri
tað trygga sambindingar-
liði, í teimun allarflestu
samgongum
ígjøgnum
árini. Hetta fyri, at tryggja
allar samfelagsbólkar so
væl, sum tað yvirhøvur
hevur veri gjørligt.
Góðu veljarar
Til tykkum sum ígjøgnum
árini eru blivin lumpaði til,
at takað eina støðu til
vinstru ella høgru, ella eina
støðu um loysing ella
samband, komi inn á miðj-
una og velji Sjálvstýris-
flokkin, her finst tann elsti,
mest royndi, og mest
brúkbari politikkur fyri
samfelagið Føroyar. Ein
serlig heilsan til tykkum
ungu, sum kanska ikki enn
hava funni tykkara hugsjón
í øllum meldrinum, og sum
kanska fara á val fyri fyrstu
ferð, geri bara sum allir
flokkar siga í 2002, "miðj-
an í politikki, er einasta
gongda leið", vel ein
sterkan Sjálvstýrisflokk inn
á Føroya Løgting.
Set KROSS við lista D.
Fríðálvur Jensen
valevni Sambandsfloksins
í Suðurstreymi
Í ríkisfelagsskapinum hava
vit møguleika at velja til og
frá – fara vit út, hava vit
valt frá!
www.samband.fo
Rógvi Borðoy
Valevni fyri Fólk-
aflokkin í Eysturoy
Fólkaflokkurin
hevur
framt eina stóra hækk-
ing av pensjónum og
eina víðkaða heimarøkt í
verki í seinasta valskeið.
Samstundis sum talið
av bæði fyrrtíðar- og
pensjónistum er lækkað
síðani 1997, eru saml-
aðu pensjónirnar hækk-
aðar við 198,7 mió kr.
Heimarøktin hevur fing-
ið 3,9 mió. kr. meiri at
hava um hendi.
Eisini hevur Fólka-
flokkurin stuðlað al-
ternativum
bústaðar-
møguleikum, sum eldra-
íbúðir, sum kommun-
urnar longu eru í holt
við.
Eldri fólk, sum ikki
hava tørv á stórum set-
húsum longur, kunna
við at selja húsini flyta
inn í minni og bíligari
eldraíbúðir, og sam-
stundis kunna ung, ið
vilja seta búgv, keypa
sethúsini.
Kortini
skal
eldra
fólkið
kunna
búgva
heima sum longst, og
heimarøktin skal leggj-
ast til rættis eftir tí.
Sum heild vil Fólka-
flokkurin arbeiða fyri at
politikkurin kemur so
tætt at borgaranum sum
gjørligt.
Við at geva kommun-
unum meiri vald á eldra-
og barnaansingarøkin-
um, kemur vanligi borg-
arin betri til sín rætt betri
enn um landið skal
umsita málini.
Fólkaflokkurin hevur
hugsjónina,
at
skjót
hjálp er dupult hjálp. Tí
má politikkurin lagast
eftir hvørjum einstøkum
fólki og teirra tørvi.
Skal Sjálvstýrisflokkurin nú beinast
av vegnum
Hjálp - og skjóta
hjálp
Frælsi til at velja!
C
M
Y
K
14