týsdagur 9. apríl 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 10. apríl 2002
15
VALGREINAR
Tað ger mun at
velja sambandið
Marja Lamhauge
Valevni Sambands-
floksins í Eysturoy
Tí lati eg meg stilla upp
tilløgtingsvalið
kom-
andi.
Nógv umráði í okkara
samfelag eru forsømd
tey síðstu árini, og kem-
ur hettar av, at teir
polittikarar, ið hava sitið
við valdinum hava brúkt
meira tíð og pening
uppá, sum teir hava ført
seg fram við, "at gera
Føroyar til ein soverenan
stat", men eg spyrji bara,
hvat er komið burturúr?
Einki uttan at nógvur
peningur er nýttur til at
náa einum máli, ið ikki
er nátt, meðan nógv týð-
andi mál sum eldraøkið
o.a eru forsømd.
Vilt tú, góði veljari,
sikra tær, at øki sum:
• Eldrarøkt,
• Umsorgan fyri sjúkum
og brekaðum,
• Barnaansing til øll
børn
• Eitt betri skúlaverk
o.s.v. verða sett í hásæti,
ja so er at velja Sam-
bandsflokkin, og tað er
ikki verri um tú velur
eina kvinnu, tí tær
brenna fyri tílíkum mál-
um.
Eli Christiansen
valevni Fólkafloksins í
Suðurstreymoy
Heðin Mortensen hevur
grein í Sosialinum 4. apríl.
Hann sigur, at ein komandi
samgonga millum Sam-
bandsflokkin og Javnaðar-
flokkin "fer fyrst og fremst
at skipa ein felags politik á
búskapar-, fíggjar, skatta-
og vinnuøkjunum". Upp-
gávurnar hjá hesi sam-
gongu "verða fyrst og
fremst at fáa skil á aftur al-
mennu
prioriteringina."
Og so kemur hann inn á
forsømd mál. Tað stutt-
ligasta er, at hann sigur, at
Javnaðarflokkurin
hevur
"størri fatan av, at tað er
marknaðarbúskapurin, sum
dregur vognin…" (he-he),
og at Sambandsflokkurin
hevur "betri fatan av, hvønn
týdning almennar tænastur
hava fyri trivnaðin og fyri
búskapin."
Havi lisið aðrar greinir
hjá Heðini og hjá fleiri
øðrum sambands- og javn-
aðarfólkum. Felagsnevn-
arin fyri hesar er, at hesi
fólk eru negativ um alt,
sum er hent og gjørt, og
hesi fólk lova gull og
grønar skógvir, bara tey
sleppa framat. Tað tykist
sum, at tey skulu bara spilla
alt út, bara tí tey ikki hava
verið við í framgongdini,
sum hevur verið síðstu
árini.
Hesi fólk siga m.a., at
onki er hent ella gjørt
síðstu árini. Tað verður
sagt annars sagt, at um tú
endurtekur eina lygn nóg
ofta, so fara fólk at trúgva
henni. Kann vera, at hesi
fólk vilja royna, um hetta
passar.
Veruleikin er so tann, at
tað er hent og gjørt sera
nógv
hetta
valskeiðið,
hóast stórar upphæddir eru
lagdar til síðis at nýta
seinni og at standa ímóti
við. Eg trúgvi, at um nøkur
ár fara vit at minnast hetta
valskeiðið sum eitt vendi-
punkt í føroyskari søgu á
fleiri økjum. Sjálvandi
liggur okkurt á láni, men
nógv av hesum málum hava
gjørt tað í nógv Harrans ár.
Tí er ikki "snakka" meira
um hetta, men seta okkum
saman og finna hóskandi
loysnir á hesum málum
eisini.
Av málum, sum eru loyst
ella fingin uppá pláss í
hesum valskeiðið, kunnu
nevnast fleiri av teim stóru:
bankamálið
skuldarspurningurin við
donsku stjórnina
marknaðartrætan við
bretar
betri handilsavtala við
ES
hægri pensjónir og
stuðul til lesandi
skattalættar til privat
persónar
partafelagsskatturin nið-
ur á 20%
Brimil
Teistin
útbyggingin á Lands-
sjúkrahúsið byrjað
undirsjóartunnil til
Vágar skjótt liðugur
arbeiðið uppá
Gásadalstunnilin byrjað
fyrireikingar uppá undir-
sjóartunnil til Norð-
oyggjar
Suðuroyarskip verður
bygt skjótt
fyrireikingar til olju-
vinnuna
Og eg kundi hildið á, men
poengið er, at nógv er fing-
ið av skafti, umframt at vit
hava sett ríkisrættarligu
viðurskiftini í perspektiv.
Nógv álit eru eisini skrivað
um t.d. vinnulig, útbúgv-
ingarlig, sosial og onnur
viðurskifti. Hesi geva okk-
um gott innlit og eru gott
grundarlag at byggja á, tá
vit skulu finna loysnir á
hesum økjum.
Hvat kunnu hinir gera so
nógv betur?
Well, Javnaðarflokkurin
ætlar sær at brúka 100-tals
miljónir. Teir ætla sær at
hækka arbeiðsmarknaðar-
gjøldini og at brúka peng-
arnar, sum eru spardir upp.
Einaferð í 80’unum tosaðu
teir um 500 dagar. Nú veit
eg ikki, um teir ætla sær at
brúka allar pengarnar uppá
500 dagar hesuferð. Livst
so spyrst.
Veit satt at siga ikki, hvat
Sambandsflokkurin ætlar
sær. Men eg kann so ikki
gloyma, hvør var løgmaður
valskeiðið
beint
undan
hesum, og hvussu hesin og
flokkur hansara spældu
hazard við hóttanum aðru-
hvørja løtu við at skriva út
val. Tað var sjálvandi Ed-
mund og Sambandsflokk-
urin. Teir eru bara kendir
fyri at siga nei, og at onki
ber til í Føroyum. Teir hava
eitt so religiøst forhold til
Danmark, at teir líta meira
á danir enn á seg sjálvar.
Teir formáa sær einki
sjálvir hvørki innanfyri ella
uttanfyri
danska
ríkið.
Man fær kensluna av, at tað
besta hevði verið, um
einasta inntøkan hjá okkum
var blokkurin.
Vón mín er tí, at Javn-
aðarflokkurin
og
Sam-
bandsflokkurin ikki sleppa
at ráða fyri borgum einsa-
mallir til skaða fyri allan
framburð. Harafturímóti er
alneyðugt, at útbyggingar
og verandi arbeiði halda
fram, umframt at vit finna
loysnir á "forsømdum"
økjum sum eldraøkinum
v.m. skjótast møguligt.
Saman við hesum hongur,
at tað er ómetaliga neyðugt
at
menna
verandi
og
nýggjar vinnur, so vit eiga
pengar at reka samfelagið
forsvarligt fyri.
Karl Olgar Joensen
valevni Sambands-
floksins í Norðoyggjum
Tað er møguliga onkur,
sum undrast á, at undir-
ritaði stillar upp á Sam-
bandslistanum til løg-
tingsvalið, vitandi um, at
eg áður havi stuðlað
Sjálvstýrisflokkin.
Støðan hjá mær hevur
verið tann, at tá tað snýr
seg um ríkisfelagsskap-
in, so havi eg hildið, at
ein hóvligur sjálvstýris-
politikkur, ella sum tað
eisini verður nevnt – stig
fyri stig á sjálvstýrisleið
– er rætti vegurin at
ganga. Ein slíkur poli-
tikkur gevur møguleika
at tillaga samfelagið so
hvørt sum stig móti
størri sjálsvstýri verða
tikin, tí har vit valda, har
skulu vit eisini gjalda.
Sum øll minnast, so
broytti Sjálvstýrisflokk-
urin fullkomiliga kós
fyri 4 árum síðani. Frá at
verða ein hóvligur sjálv-
stýrisflokkur, gjørdist
hann, eins og Tjóðveld-
isflokkurin, ein loysing-
arflokkur. Tað
sama
hendi við Fólkaflokkin-
um.
Nýskipanaruppskotið.
Við nýskipanaruppskot-
inum hevur Sambands-
flokkurin broytt sína
støðu til ríkisfelagsskap-
in nakað. Í hesum upp-
skotinum verða Føroyar
roknaðar sum partur av
einum ríki, ið er saman-
sett at trimum javnstill-
aðum londum. Eftir upp-
skotinum verða hesi
felagamál fyri ríkið:
Kongshúsið, Grundlóg-
in, Uttanríkismál, Verju-
mál, Gjaldoyra og Rætt-
arskipanin.
Sambandsflokkurin
miðjar eftir størri sjálv-
stýri í ríkisfelagsskapin-
um. Hetta skal gerast við
skili, soleiðis at væl-
ferðin ikki kemur í
vanda, tá stig verða tikin
á sjálvstýrisleið.
Sum sagt, so hevur
mær altíð dámt best ein
hóvligan sjálvstýrispoli-
tik. Á borgarliga vong-
inum er tað nú bert ein
flokkur, sum hevur ein
slíkan politikk, tað er
Sambandsflokkurin.
Tí er valið lætt..
Tey, ið eru á borgar-
liga vonginum og ynskja
ein hóvligan sjálvstýris-
politik, sum ikki gongur
út yvir vælferðina, hava
bert ein møguleika.
X við Sambandsflokk-
in.
Eg havi ikki flutt
meg!
»Fara at ganga saman«
Bartal Nolsøe Poulsen
Valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Javnaðarflokkurin fer kom-
andi valskeið at virka fyri
at umvæla og útbyggja stu-
entaskúlan í Hoydølum.
"Dalurin Fagri" verður
ofta umrøddur sum ment-
anarháborg tjóð okkara, og
hetta ikki uttan orsøk. Sum
størsti miðnámsskúlin í
landinum hýsir Føroya
Studentaskúli & HF-skeið
stórum
parti
av
unga
ættarliðnum. Í Hoydølum
verða tey lærd og ment til at
leika sín lut í føroyska
samfelagnum.
Tíverri
hevur
skúlin
higartil ikki verið virdur
fyri sín stóra leiklut í før-
oyska
samfelagnum.
Seinnu árini hevur verið
tosað um glæsiligan skúla-
miðdepil í Marknagili, men
meðan henda verkætlan
anir í hugaheimi teirra fáu,
standa bygningarnir, ið
einaferð hýstu tuberkla-
sjúklingum, at rapa um
oyruni hjá komandi lærar-
um, sjúkrasystrum, løg-
monnum og verkafólki
okkara - vón Føroya fólks!
Fyri góðum ári síðani
frættist í fjølmiðlunum, at
óvist var, hvussu leingi
skúlagongd fór at halda
fram í Hoydølum, av tí at
alneyðugar
umvælingar
ikki vórðu framdar; hesar
vórðu so útsettar, men fyrr í
vetur stóð so aftur at lesa í
Sosialinum um óvirðiligu
umstøðurnar í Hoydølum:
Skúlin er ein brandfella.
Venjing, ið ikki royndist ov
gott, varð hildin fyri nøkr-
um árum síðani, men enn er
einki gjørt við trygdina.
Ein kann spyrja seg sjálvan,
um hesi kor eru sømulig at
veita frøðisdepli Føroya?
Í 1996 var arkitekta-
kapping hildin, um hvussu
skúlin í Hoydølum kundi
mennast til at verða førur
fyri at lúka samtíðarkrøv til
útbúgvingarstovnar, men
hetta uppskot varð tíverri
steðgað, áðrenn tað kom
nóg langt. Tó so, uppskotið
er til enn, og um farið
verður undir umbygging
fyrst í næsta mánaða, kann
nýggjur skúli standa klárur
í Hoydølum í 2006, ein
skúli, ið av røttum hevði
verið kallaður ein háborg.
Sum fyrrverandi næm-
ingaráðsformaður í Hoy-
dølum kenni eg alt ov væl
umstøðurnar
á
einum
stovni, har nærum 600 fólk
hava sína dagligu gongd.
Larmur gjøgnum vegg, loft
og
gólv,
stovur
uttan
ventilatión og plásstrot eru
nakrir av mongum trupul-
leikum, ið arbeiðsfólk og
næmingar hava at dragast
við.
Sum valevni Javnaðar-
floksins
eru
umstøður
teirra lesandi eitt av mínum
hjartamálum, eitt mál, sum
eg tey næstu fýra árini, við
tínum stuðli, farið at seta í
fremstu røð.
Virðiligar umstøður í Hoydølum eru alneyðugar
15
14
Nr. 67 - 10. apríl 2002
VIÐMERKINGAR
Framtíð Føroya!
Júlian Jón
Thomsen
Valevni Folkafloksins í
Sandoynni
Tað verður oftað tosað
aftur og fram um framtíð
Føroya. Ja hvat er so
framtíð Føroya? Tað er
kanska ein spurningur
vit skuldu spurt okkum
sjálvi, tí tað er sera um-
ráðandi at vit eru greið
ivir hvat framtíð Føroya
er. Onkur vil kanska
verða við at tað er oljan,
sum sigst skal verða í
undirgrundini og upp-
aftur onnur at tað er
fullveldið
sum
er
framtíð Føroya.
Eg skal ikki siga hvat
er rætt ella skeivt, men
tá eg havi hugsa spurn-
ingin í gjøgnum eri eg
ikki í iva hvat eg haldi
framtíð Føroya er. At
síggja foreldur koma við
barnavogni,
síggja
dreingir og gentir renna
eftur einum bóltið og tá
longur er komi fram í
árini so at síggja tey
aftur renna , men hesu
ferð eftur hvørjum øðr-
um. Tað er tað eg kalli
fyri framtíð Føroya.
Fyri at tryggja okkara
framtíð má og skulu
umstøðurnar verða í
lagið. Barnaskúlarnir í
sandoynni, serliga á
Sandi og Skopun eru alt
ov smáir. Í sumum
førum eru skúlarnir als
ikki í tráð við tað tíð vit
livað í.
At framtíð okkara skal
nærum sita oman á
hvørjum øðrum í skúla-
stovunum er ikki nakað
vit kunnu bjóða næm-
ingum
ella
lærarum
teirra.
Umstøðurnar
mugu verða so at børn-
ini, foreldrini og lærar-
arnir føla, at skúlarnir
hava tær umstøður har
øll kunnu føla seg trygg.
Nógvar
kommunur
stríðast við skuld í dag,
summar
meira
enn
aðrar.
Í
Sandoynni
kenna vit væl til at tær
størru kommunurnar eru
skulda tyngdar og tí ikki
eru so væl førar fyri at
fáa gjørt umstøðurnar
virðiligar fyri børn okk-
ara.
Landi má uppá ein
ella annan máta kunna
finna eina loysn saman
við teimum kommunum
sum hava skúlar, sum als
ikki eri tíðarhóðskandi,
hvørki í stødd ella um-
støðum.
Tá farið verður at
byggja er tað umráðandi
at grundin er so sterk at
hon kann bera tað, sum
verður
bygt
omaná.
Størsta og besta íløgan
land
og
kommunur
kunnu gera er, at børn og
ungdómur okkara hevur
teir bestu karmar at læra
og vaksa upp í so teirra
barlast út í lívið er so
góð sum gjørlig.
Tá ungdómurin er lið-
ugur í framhaldsdeildini
fara tey flestu av oynni
at arbeiða ella lesa
víðari. Tað syrgiliga av
øllum hesum er, at tey
fægstu koma aftur. So
kunnu vit spyrja hví so
er? Tilboðini aðrastaðni
frá eru so nógv, at ringt
er at taka frástøðu frá tí.
Tað má kunna arbeiðast
fyri at ungdómurin kann
støðast og trívast í Sand-
oynni.
So endar alt har eg
byrjaði. Hvat er framtíð
Føroya? Fyri at føra
Sandoynna víðari inn í
framtíðina so skulu børn
og ungdómur fáa tær
umstøður, íð eru virði-
ligar. Annars kunnu vit
gloyma alt um tað eg
kalli framtíð Føroya.
Tað er hugaligt at
síggja at javnaðarmað-
urin og bygdamaðurin
vísur áhuga fyri okkara
hugsan um, hvussu vit í
fólkaflokkinum kundu
hugsað okkum at gjørt
umstøðurnar hjá okkara
børnum og ungdómi tær
bestu. Eg gangi tí út frá,
at vit ikki eru so ósamdir
tá tað kemur til barna-
skúlarnar og vónandi
kundi vit arbeitt saman
um ungdómin eisini.
Fólkaflokkurin
vil
arbeiða
fyri
at
fáa
umstøðurnar hjá framtíð
Føroya tær bestu so
okkara børn og ungdóm-
ur kunnu verða líka
stilla ikki bara í Føroy-
um men í øllum norðan-
londum og londum úti í
heim, sum vit meta okk-
um við.
Heini O. Heinesen
løgtingsmaður
framsøgumaður í
vinnumálum
Tað sum skapar eitt sterkt
samfelag
við
sterkum
búskapi, er eitt fólk (ein
tjóð) sum hevur visjónir.
Hetta er tað sum skapar eitt
sterkt vinnulív. Úrslitið av
hesum verður ein sterkur
búskapur.
Tað sum ein kann undrast
á er, at okkara høvuðs-
vinnur hava verið so lítið
frammi í orðaskiftinum upp
til hetta valið.
Tað sær út til, tað heldur
er soleiðis, at valevnini sum
bjóða seg fram, hava hug til
at taka sær rós av tí sum
komið er á skaftið.
Tað at tað er góður
fiskiskapur og serliga góð-
ur prísir á okkara fiskavør-
um er ikki nakað, sum ting-
og landsstýrimenn kunnu
takað sær heiðurin av. Tað
verður ongantíð soleiðis, at
alt er so ljósareytt, tí at
ávísir persónar koma at sita
í landsins stjórn.
Vit høvdu eina landsum-
fatandi kreppu fyri 10 árum
síðani. Hetta kom serliga av
at polittikkarar og vinnu-
lívsmenn, í stórum tali ikki
høvdu verið nóg dugnaligir
at stýrt okkara høvuðs-
vinnu, sum tí livdi av
studningi.
Hjá
teimum
flestu av omanfyri nevndu
var stovnrøktarpolitikkur
eitt stað á mánanum.
Tá so natúran eisini segði
til, við vánaligum fiski-
skapi, serliga tí, vit høvdu
ovurfiskað okkara fiska-
stovnar, við studningi úr
landskassanum, tá fingu
føroyskir politikkarir og
vinnulívsmenn annað latín
at lesa.
Tað
at
politikkarnir
gjørdust meira bevístir um
stovnsrøktarpolittikk, og
studningurin og veðhaldini
vórðu avtikin, hevur gjørt,
at flotin er vorðin betri
hóskandi til at fiska tað,
sum ráðligt er at takað úr
fiskastovninum á føroya-
grunninum.
Kunngerðin um tær lóg-
arfestu heilársfriðingarnar,
sum komu í gildi 6. januar
1994, hevur eisini prógva,
at tað loysir seg at føra ein
skilagóðan stovnsrøktar-
politikk. Herafturat eru vit
vælsignaðir við góðum
natúrviðurskiftum seinastu
árini.
Hesar
friðingar
vóru
úrslitið av løgtingsmál nr.
149/93 "fýra trolfrí øki á
landleiðini" framlagt av
undirritaða
á
Løgtingi
24.mars 1993, samtykt 10.
mai sama ár.
Kunngerðin var sett inn í
lógina
"um
vinnuligan
fiskiskap" eftir uppskoti frá
sama, løgtingsmál nr. 108.
Staðfest og kunngjørd 20.
mai 1996 sum partur hesu
lóg.
Eitt standandi stríð:
Tað hevur mangan verið
hart at vart hesar friðingar í
løgtinginum. Sum dømi
kann eg nevna, at tað var
ikki eitt ár farið eftir at
friðingarnar vóru komnar
inn í lógina, til uppskot
kom frá landsstýrismann-
inum í fiskivinnummálum,
um at takað tær úr lógini.
Tað vil siga, um uppskotið
var samtykt kundi lands-
stýrismaðurin broytt frið-
ingarnar, ella um hann vildi
tað, avtakað tær, uttan at
spyrja løgtingið eftir.
Sum norðingur kann eg
minnast, árenn eg kom inní
politikk, hvussu Klaksvíkar
útróðrarfelag stríddist fyri
at faa leiðirnar norðanfyri
friðaðar fyri trolið.
Sum fráleið vóru tað
eisini onnur útróðrarfeløg,
saman við okkara skila-
bestu útróðarformonnum,
sum ávaraðu ímóti tí stóra
veiðutrýstinum,
sum
í
flestu førum var fíggjað við
studningi úr landskassan-
um.
Landsumfatandi
fiski-
veiðufeløg, sum vóru við tá
kunngerðin skuldi góð-
kennast av vinnuni vóru:
Meginfelag
útróðrar-
manna, Felagið Snelluskip,
felagið Línuskip, felagið
Ídnaðarskip, og felagið
Trolskip.
Eg kann minnast tá fiski-
vinnunevndin, sum eg tá
var formaður í, saman við
landsstýrismanninum,
hevði gjørt semju um
hvussu friðingarleiðirnar
skuldi verða. (Tað vil siga
ein meiriluti í fiskivinnu-
nevndini og ein meiriluti í
landsstýrinum.) Hetta var
til jólar 1993. Tá lovaðu
tvey av feløgunum, at kom
kunngerðin í gildi, so løgdu
teir flotan. Feløgini fingu tá
8 dagar til finna eina
semju. Semjan var undir-
skrivað 4. januar 1994
Veikleikin við hesu semju
varð, at E kassin eystanfyri
gjørdist opin. Frá 1. feb. til
30. mars vegna upsaveið-
una við troli og sunnari
kantur broyttir 3 fjóringar
longur norður vestur til
Oyragrynnuna vegna trol-
ídnaðarveiðuna.
Henda
broyting
er
mótvegis
Skeiva Banka (pgt. 6)
Henda broyting var sera
óheppin fyri upsaveiðuna
sum heild, tí kassin kom at
verða opin í gítingartíðini
hjá upsanum. Tað at flyta
sunnara markið á kassanum
longur norður frá Oyra-
grynnuni eystureftir, var
eisini ein óheppin broyting.
Tað er henda leiðin sum
ofta er stongd tí at fiskurin
er so smáttfallandi. Skip-
arin á einum partrolara
ringir til mín á hvørjum og
sigur at hetta er tann reini
ørskapur, at vit faa loyvi at
fara inn í E kassan í
gítingartíðini hjá upsanum.
Holið, sum liggur í E
kassanum, er gott nokk
friðað alt árið, men hetta
øki er so lítið, at tað er
møguligt at trola tvørtur
yvir, um einki verjuskip er
á staðnum.
Vilt tú tryggja eina fram-
haldandi skilagóða stovns-
røkt á Føroyagrunninum,
so velur tú Tjóðveldisflokk-
in tann 30. april, ti flokk-
urin er trygdin fyri fram-
haldandi framburði i Før-
oyum.
Økisfriðingar skapa økismenning
Ragnar S. Olsen
Valevni hjá Fólkaflokkinum
í Eysturoy
Fyri at vit kunnu hava ein
sunnan búskap her á landi,
er neyðugt við stabilum
búskaparkarmum fyri bæði
vinnuna og hin einstaka.
Tað er eisini neyðugt hjá
bæði vinnu og tí einstaka at
vita, at tað altíð skal loysa
seg at vinna pening.
Tá vilja allir partar hava
mest eftir. Eisini lands-
kassin.
Hetta vil m.a. hava við
sær:
• vilja hava meira eftir –
Eisini landskassin
• M e n n i n g a r h u g u r i n
stimbrast
• Arbeiðshugurin økist
• Fólkið trívist betur
Fólkaflokkurin hevur sum
hjartamál at náa omanfyri-
nevnda máli.
Eingin skal ivast í, at tað
er Fólkaflokkurin, ið best
er førur fyri at fremja hetta
í verki.
Fríðálvur Jensen
valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymi
Tað er sera harmiligt at
uppskotið, um at veita
skattafría inntøku av leig-
uni, ikki varð samtykt.
Skulu vit hjálpa uppá ein
part av bústaðartrupulleik-
anum, mugu vit beinan-
vegin leggja lógaruppskot
fyri tingið um at veita
teimum, sum vilja leiga
kjallara o.a. út, SKATTA-
FRÍA
INNTØKU
AV
LEIGUINNTØKUNI.
Sum eg havi nevnt, eru
vit í eini heldur akuttari
støðu, tí tað ikki er nóg
mikið av bústøðum til tey,
sum ynskja at festa búgv.
Við at fara undir eitt slíkt
tiltak, hevði tað ivaleyst
havt við sær, at leiguinn-
tøkan hevði komið niður á
eitt støði, sum gjørdi tað
møguligt hjá ungum og
eldri at fáa húsarhaldið at
hanga saman.
www.samband.fo
Við Fólkaflokkinum til sjálvberandi búskap
Tey, ið vilja leiga út, skulu sleppa undan skatti
C
M
Y
K
14