týsdagur 9. apríl 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 66 - 9. apríl 2002
Nr. 66 - 9. apríl 2002
17
VALGREINAR
Framtíðin er
okkara
-– men stig fyri stig
Lasse Klein
valevni Sjálvstýris-
floksins í Eysturoy
Tíðin er komin, tá fleiri
og
fleiri
føroyingar
fylkjast og vilja rista
dusti
av
politiskum
ósemjum av sær. Finna
saman og fremja neyð-
ugar broytingar í ríkis-
rættarligu støðuni, sum
flest allir Føroyingar
kunnu taka undir við.
Hetta er gondin, nú allir
flokkar hava givið til
kennar, at teir ynskja
broytingar stig fyri stig,
innanfyri kendar karm-
ar.
Mong kendu seg vón-
svikin, tá tað vísti seg, at
bakið var bróðurleyst.
Tá ið á stóð, hugsaði
politiska skipanin bert
um seg sjálvan, og tað
sum tænti teimum best.
Men úrslitið hvarv, tí
eingin kendi endamálið,
og peningurin var søpl-
aður burtur, og yvir-
bjóðingin heldur fram
inntil einki er eftir.
Enn væl fyri
Men tíbetur hava vit eitt
ágrýtið og væl útbúgvið
og upplýst fólk. Okkara
land er væl útbygt við
vegum,
havnum
og
tunnlum. Skipanirnar í
samfelag okkara: skúli,
heilsuverk, almannaverk
og samferðsla - virka
nøktandi. Landið føðir
seyð og neyt. Fiskur er í
havinum,
og
undir-
grundin goymir eftir
øllum at døma eitt ríki-
dømi, sum vit nóg illa
duga at droyma um.
Tíbetur hava vit frælsi
at hugsa, skriva og tala,
uttan mun til úr hvørjum
flokki vit koma úr.
Frælsi at gera støðuna
upp, og hetta frælsi skal
hvør einstakur gera brúk
av, eisini á valinum 30.
apríl.
Ov leingi hava vit lat-
ið okkum rura í svøvn.
Tíðin er farin, tá vit
eirindaleyst líta á, at
politiski meirilutin ger
alt fyri okkum. Føroy-
ingurin er raknaður við
og fer nú at taka róður í
egnar hendur og krevur
jarðbundnar samskipað-
ar loysnir.
Eitt stig aftrat
Lívið er eitt baks. Tað
fer tað framvegis at
vera. Vit
føroyingar
sleppa heldur ikki undan
trupulleikunum, antin
vit so eru innanfyri ella
uttanfyri
ríkisfelags-
skapin, og tí spurning-
inum skal ein breiður
politiskur
meiriluti
syrgja fyri.
Ein uggi er tað kortini,
at vit í løtuni stevna
millum boðar og sker
innanfyri karmarnir í
ríkisfelags-skapinum,
og at tað er innanfyri
hesar karmar politiska
skipanin virkar út frá.
Stig fyri stig at loysa
trupulleikan og í sam-
ráðingum við donsku
ríkisstjórnina. Tað tykist
tað at verða full semja
um millum allar polit-
isku flokkarnar.
Á
løgtingsvalinum
kunnu vit taka eitt stig á
leiðini aftrat - við at
velja Sjálvstýrisflokkin.
Fríðálvur Jensen
valevni Sambands-
floksins í Suðurstreymi
Føroyar er millum tey
lond í heiminum, sum
kunnu siga seg at vera
ein fræls tjóð.
www.samband.fo
Heini Holm
valevni Tjóðveldisfloksins í
Norðstreymi
Nú herja tey á aftur: Inge-
borg, Gunleivur, Carita við
Elsu Birgittu á odda ímóti
sitandi samgongu í tøttum
samstarvi við leislu Javn-
aðarfloksins. Nú er tað
mentamálastýrið og mest
Óla Holm tjóðveldismann
tað gongur út yvir. Óli
Holm hevur einki skeivt
gjørt, ið tey kunnu vísa á,
men ein ósemja er teimum
altíð kærkomin; semjur
hava ongantíð verið heils-
aðar vælkomnar fyri teirra
viðkomandi.
Mottoið
hjá
teimum
tykist vera: gloym tað góða,
ið hent er hesi seinastu 4
árini, ið farin eru, men
hugsa bert um tað, ið ikki
er nátt. Tað hevur bara
gingið framá hjá øllum
arbeiðarafeløgunum
og
fiskimannafelagnum takk-
að verið einari skilagóðari
stýring av búskaparpoli-
tikkinum, ið hendan sam-
gongan hevur ført, og ikki
fagfelagsformonnunum, ið
alla tíðina hava roynt at lagt
fót fyri og andøvt ímóti við
óneygum verkføllum og
ørðum tiltøkum.
Tað góða gloyma tey at
nevna: t.d. at karentsdag-
arnir eru burtur, at nýggj
dagpeningalóg fyri øll á
arbeiðsmarknaðinum
er
samtykt, allir lønarsáttmál-
ar eru hækkaðir munandi,
at nýggj barsilskipan er sett
í gildi fyri allan arbeiðs-
marknaðin, at barnafrá-
dráttirnir eru hækkaðir
munandi, skatturin er lækk-
aður munandi, og mangt
mangt annað, ið verður ov
drúgt at nevna her, men tit
vita: ilt eyga kann einki
gott sjá. Men tíbetur eru
limirnir í viðkomandi fe-
løgum somikið at sær
komnir, at teir síggja tað
góða og stóra arbeiði
hendan
samgongan
og
serliga tjóveldisflokkurin
hava gjørt, arbeiðaranum
og
fiskimanninum
at
frama.
Vónandi gjøgnumskoða
allir fagfelagslimir teirra
formenn, ið lata seg stýra
av leiðslu Javnaðarfloksins
og savnast um ein veru-
ligan arbeiðara og fiski-
mannaflokk og velja tí
Tjóðveldisflokkin.
Vit gera góðar tíðir betur.
Veljið Tjóðveldisflokkin.
Heðin Zachariasen
valevni Fólkafloksins í
Norðstreymi
Nú er nógv at hoyra um,
hvør flokkur farnu fýra
árini hevur verið landi
okkara at gagni. Alt gott
um tað.
Okkara samfelag hevur
havt sterkt viðrák tey sein-
astu árini. Fiskurin hevur
verið nógvur og prísurin
góður, alivinnan er ment
nógv, rentan hin lægsta
nakrantíð og nógv nýggj
arbeiðspláss eru komin tey
seinastu árini. Alt hetta eiga
vit at fegnast um og vera
takksom fyri.
Men enn meira týdning
hevur tað, hvussu okkara
politikarar velja at stýra. At
vit føroyingar vilja klára at
stýra okkara landi sjálvir,
má vera rætta leiðin fram.
At føroyingar eiga fólk
sum vilja og klára at stýra
landi okkara, er eingin ivi
um.
Men tað má gerast við
varsemi. Mál okkara má
vera, at vit vilja verða
harrar í egnum húsi og at
vit megna at lívbjarga okk-
um sjálvum.
Enn eru vit ikki komin á
mál og tí mugu vit brúka ta
tíð, sum er neyðug at fyri-
reika okkum í. Um føroy-
ingar eftir eina fólkaat-
kvøðu ynskja tað, skulu vit
vera tilreiðar at átaka okk-
um endaligu ábyrgdina av
okkara landi í framtíðini.
Vit mugu ikki fara fram í
óðum verkum. Áramálið
skal tí ikki vera avgerandi,
kosta hvat tað kosta vil.
Nei, vit skulu stýra okkara
landi soleiðis, at er neyðugt
at brúka 10 ella 12 ár, so
skulu vit brúka tað.
Er tað nakað, okkara
politikarar eiga at gera, so
er tað at tryggja fólki og
eftirkomarum okkara eina
trygga framtíð.
Fólkaflokkurin vil ar-
beiða fyri at allir borgarar í
landi okkara fáa eina góða
og trygga framtíð.
Ingi Olsen
Nógv hevur seinast 4 árini
verið tosað um, hvør skal
hava æruna fyri góðu
gongdini okkara samfelag
hevur verið fyri.
Serliga
hava
stóru
anstøðuflokkarnir staðið í
røð fyri at fortelja føroya
fólki, at tað bert er gongd-
ini í fiskaprísum og fiska-
nøgd fyri at takka - nakað
teir av gomlum vana noyð-
ast at siga. At fiskaprísir og
fiskanøgd so eisini hava
ávirkan, skal sjálvandi ikki
afturvísast.
Nakað sum eisini verður
borið fram, er at einki er
hent seinastu 4 árini, við
undantaki av fullveldis-
málinum. Einki er broytt til
tað betra fyri tey gomlu,
fólk fáa líka nógvan skatt
sum fyrr, sjúkrahúsið ligg-
ur enn í skeljasori o.s.fr.
Tá ein so hyggur eftir,
hvat er hent, ja so sæst
beinan vegin, at hetta als
ikki er so. Skattalættar eru
framdir í fleiri førum. P/F-
skatturin er farin niður, so
feløg nú betur fáa lagt
pening til síðis til endur-
nýggingar. Barnafrádrátt-
urin er hækkaður í 2 um-
førum. Íløgur í samferðslu-
øki eru gjørdar í so stóran
mun, sum ongnatíð fyrr.
Pensiónirnar eru hækkaðar,
og ein kundi hildið áfram.
Alt batar sum raka sera
breitt og sum flestu før-
oyingar hava merkt.
Sjáldan áður hava Før-
oyar verið fyri slíkari fram-
gongd sum júst 4 seinastu
árini. 4 ár við Fólkaflokk-
inum við róðrið. Vit hava
eitt
væl
konsoliderað
vinnulív, bæði á landi og á
sjógvi. Eitt vinnulív, sum er
væl fyri í alheimskapping-
ini.
So ein kann sjálvandi
seta sær spurningin. Hví
fara at broyta leiðina, tá
hon longu er bein?? Ja
sjálvur síggi eg tað sum ein
váagerð, tí ein veit, hvat ein
hevur, men ikki hvat ein
fær.
Leigusveinar Javnaðarfloksins
Trygg gongd og ikki bundið áramál
Hví broyta tá leiðin er bein?
Frælsi er tað frælsi, vit
sjálvi geva okkum
Erikka Eltør
Valevni Sambandsfloksins í
Norðoyggjum
Saman við tær bjóðar
Sambandsflokkurin seg til
at varðveita títt persónliga
frælsi.
Í
Ríkisfelagsskapinum
standa vit bæði størri og
sterkari saman, størri og
sterkari merkir fleiri møgu-
leikar, og kenna vit ikki
nógv til tað í dag, at fólk og
fyritøkur leita saman í
størri eindir?
Sambandsflokkurin sær
tað sum ein møguleika, at
tú kanst velja tær útbúgving
í Danmark, og ikki sum
Tjóðveldisflokkurin, sum
roynir at fáa tað at ljóða
sum ein straff at fara til
Danmark at lesa.
Sambandsflokkurin
ynskir at øllum føroyingum
skal standa í boði at fáa sær
útbúgving á so mongum
økjum sum til ber. Sum nú
er hava vit møguleikan, so
hví velja ríkisfelagsskapin
frá?
Hugsað um tín møgu-
leika - X við B
Saman - sterkari
Elsa í Garði
Valevni hjá Fólkaflokkinum
í Suðurstreymi
Í valskránni hjá Fólka-
flokkinum stendur: Kvinn-
ur verða eggjaðar til at seta
á stovn egin virki.
At tryggja hesum, skal
átakið
"Kvinnur,
sum
íbirtarar" halda fram.
Á veg til arbeiðis hugsi
eg ofta um allar tær kvinnur
sum hava egi virkið. Eg
kann nevna ein heilan hóp,
bert har eg dagliga gangi
framvið:
Árstíðirnar – Fljóði –
Skálabúðin – Mótaskálin –
TMG junior – Klippistovan
– Siri – Seymiskríni – Fru S
– Drós – Menscendich –
Beauty Line – Wrangler
Shop – Barnaútgerð –
Akkuleya – Mina M.
Vilhelm – Hjá Ásu – Maria
– Salong Viviann – Deko-
stovan – Bergtóra Hanusar-
dóttir – Røktan – Hárfríðk-
anarhøllin.
Havi ofta hugsað, um
allar hesar kvinnur seta
sama spurning sum eg:
Eiga MVG og punktgjøld-
ini ikki at vera avtikin? Ella
er alt tosi um íbirtarar og
smávirkir bert tóm orð.
Høga MVG og punkt-
gjøldini er ein tann stórsti
trupuleikin hjá smávirkj-
unum!!
Hvussu við tollavgreiðsl-
uni? Manngongdirnar eru
so truplar, at tað ofta kann
taka fleiri dagar bara at fáa
toll-avgreitt ein postpakka.
Vit í Fólkaflokkinum
hava sum grundsjónarmið,
at tað skal loysa seg at ar-
beiða. Eg yvist stórliga um
tað yvirhøvur loysir seg at
arbeiða hjá nógvum av
teimum smáu virkjunum.
Tí 50% verða goldin í skatti
og 25% í MVG. Av eini
ársinntøku uppá 300.000 –
eru bert 120.000 eftir
aftaná skatt og MVG. Og tá
er leiga, ravmagn, vøru-
keyp, tollur, telefon og
arðar útreiðslur ikki taldar
við.
- Eg stuðli tiltakinum:
"Kvinnur sum íbirtarar".
Vald inn á ting, vil eg
arbeiða fyri lægri skatti og
avtøku av MVG.
VALGREINAR
Loysing ella
samband
Edva Jacobsen
Valevni Sambands-
floksins
Høvuðsevnið til hetta
løgtingsvalið eru viður-
skiftini millum Føroyar
og Danmark. Spurning-
urin, sum er settur, er,
um vit skulu fara úr
ríkisfelagsskapinum,
ella um vit skulu finna
eina skipan innanfyri
verandi karmar.
Valið
hesaferð
er
einfalt. Sambandsflokk-
urin ynskir at varðveita
viðurskiftini við Dan
mark og hevur einki
ímóti at dagføra hesi
viðurskiftini.
Tjóðveldisflokkurin
harafturímóti
ynskir
loysing og at kvetta her
og nú. Teir hava funnið
eitt nýtt orð, sum eitur
fullveldi, og aðrir hava
latið seg tølað av hesum,
men rætta orðið er loys-
ing og loysing í óðum
verki.
Sambandsflokkurin
ásannar,
at
samlaða
ríkisveitingin,
blokk-
stuðul og annað er uml.
1,2 milliard. Um hendan
upphæddin skal burtur,
so mugu loysingarflokk-
arnir svara okkum, hvar
peningurin skal koma
frá.
Verandi
samgonga
hevur minkað blokk-
stuðulin
við
uml.
350.000 mill. Kundi
hesin peningurin ikki
verið nýttur til, sum áður
er framført, at gjalda
niður uttanlandsskuld-
ina, at fáa nøkur fleiri
røktarheimspláss
fyri
okkara gomlu og annars
betra um tær sosialu
umstøðurnar í samfelag-
num.
Vit í Sambandsflokk-
inum ynskja at varðveita
vælferðarsamfelagið á
hædd við hini norðan-
londini Danmark, Noreg
og Svøríki, og tí er tað
óðamannaverk at skerja
blokkstuðulin, so sum
sitandi samgonga hevur
gjørt.
Vel tað trygga, vel
vælferðina, vel Sam-
bandsflokkin.
Kristian Magnussen
valevni og løgtingsmaður
fyri Javnaðarflokkin
Løgtingsvalið
hesaferð
verður eitt lagnuval fyri
flestu okkara. Seinastu 4
árini eru Føroyar stjórnaðar
eftir reseptini hjá einum
lesiringi av valbjargaðum,
ið líti og onki gevur sær far
um gerandisdagin hjá fólki.
Hetta lovar Javnaðar-
flokkurin at broyta. Nú skal
frælsi og sjálvsavgerðar-
rætturin hjá tí einstaka á
dagsskrá. Tjóðskaparligt
frælsi hevur onki virði um
hin einstaki er ófrælsur.
Javnaðarflokkurin
hevur
sett sær ítøkilig mál fyri tey
komandi 4 árini. Mál, ið
snúgva seg um korini hjá
teimum eldru, familjuni,
teimum brekaðu, ungdóm-
inum og verkafólki. Hóast
hinir flokkarnir borðreiða
við einari útvatnaðari eftir-
líkning av okkara valskrá,
so torir ongin teirra at vera
ítøkiligur.
Javnaðarflokkurin lovar
eisini at greiða ríkisrættar-
liga viðurskiftini millum
okkum og danir.Samband
orsakað av ótta og av-
oldaðir fullveldisdreymar
hvørt um annað, megna
ikki at sameina flestu
føroyingar um eina berandi
loysn. Tað verður trupult
hjá Fólkaflokkinum at góð-
taka eina loysn, ið Sam-
bandsflokkurin kemur við
og líka so trupult hjá Sam-
bandsflokkinum at góðtaka
eitt
fólkafloksuppskot.
Báðir hesir flokkar kunnu
hinvegin liva við einum
tillagaðum
javnaðarupp-
skotið um sjálvstýrislóg.
Sostatt er Javnaðarflokk-
urin lykilin til eina savn-
andi loysn. Øll vit, ið
ynskja eina berandi og
varandi loysn og sum vilja
frígera samfelagsorkuna til
onnur økir enn til bardaga
fyri ella ímóti framhaldandi
fullveldiseksperimentum,
mugu hesaferð fylkjast um
Javnaðarflokkin.
Seinastu 4 árini er tað at
verða praktiskur og varin
hildi fyri gjøldur í Føroy-
um, hóast hesir eginleikar
líka so nógv sum nakað
annað, eigur lívi í okkum
Við
Javnaðarflokkinum
verður ikki farið út á ísin,
fyrr enn vissa er fingin fyri
at hann ber okkum øllum,
og ikki bara nøkrum fáum,
ið onki tróta og sum altið
syrgja fyri at bjarga sær
upp á teir størstu ísflak-
arnar, um illa vil vð.
Hóast
búskaparligur
framburður hevur verið
seinastu 4 árini og smá-
vegis ábøtur framdar iinnan
ávís vælferðarøki, so eru
enn tung tøk at takað, sum
best takast við einum
sterkum Javnaðarflokki í
leiðslu landsins. Serliga
skal arbeiðast fyri at betra
um korini hjá teimum við
skerdum
møguleikum,
bæði ungum og gomlum.
Javnaðarflokkurin
hevur
saman
við
fakfelags-
rørsluni, altíð gingið á odda
í stríðnum fyri at skapa
fyritreytir fyri einum sam-
felag fyri øll og Javnaðar-
flokkurin hevur neyðugu
styrkina og hugsjónarligu
barlastina, ið tryggjar, at
s a m f e l a g s m e n n i n g i n
verður stýrd við neyðugum
fyriliti fyri tí einstaka og
harvið solidaritetinum í
samfelagnum.
Lesið okkara valskrá og
takið okkum upp á orðið.
Hesaferð
Peter O. K. Olofson
Klaksvík
Det var en underlig oplevelse
at se ’Åndernes Magt ekstra’
i SvF d. 4/4-2002. 3 personer
blev interviewet. Iben Tran-
holm, cand. theol. og journal-
ist, undrede sig over, at der
var mange præster, der ikke
tog de bibelske tekster for
pålydende. Pastor Ole Skjer-
bæk-Madsen forkyndte fri-
modigt frihed for fanger,
herunder frihed for dem, der
er besat af onde åndsmagter,
mens biskop Kjeld Holm
bekendte for åben skærm sin
vantro. Han benægtede Satan
og de onde åndsmagters eksi-
stens. Derfor tog han også
afstand fra dæmonuddriv-
elser.
Benægter man Satan og de
onde åndsmagter eksistens,
ja, så giver man dem natur-
ligvis frit spillerum, men
samtidig fratager man menn-
esker evangeliet. Det evan-
gelium, der forkynder og
bringer frihed til fanger.
Hvad skal vi gøre med
vantro biskopper? Jo, vi skal
vogte fårene, sådan som
også temaet for Heima-
missionens årsmøde i år
lyder. Dvs. vi skal give
fårene den sunde og nærende
kost, Guds Ord giver, og vi
skal beskytte fårene bl.a.
imod de biskopper, præster
og prædikanter, der ikke
lever og lærer i overens-
stemmelse med Guds Ord.
Spørgsmålet er så: Er vi
villige til at vogte fårene
eller skal vi ofre fårene?
Eyðólv Dimon
Valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Nú úrslitið av nýggjastu
veljarakanningini
gevur
Sambandsflokkinum heilar
níggju tinglimur, so kann
tað tykjast, sum veljarin
metir, at Sambandsflokk-
urin er garanturin fyri, at
kósin hjá Tjóðveldisflokk-
inum verður steðgað
Men hetta er ein sera
svikafullur tryggleiki, og
besta prógvið var, tá Løg-
tingið atkvøddi um at
lækka blokkstuðulin. Støð-
an henda dagin var, at
Sambandsflokkurin við 2.
viðger, til stóra undran fyri
allan tingsalin, atkvøddi
fyri at lækka blokkin. For-
maður Sambandsfloksins
hevur seinni, saman við
javnaðartinglimunum, fleiri
ferðir víst á, at lækkingin
av blokkinum við heili 360
mio. fór at koma okkum
føroyingum
aftur
um
brekku. Ein spyr seg sjálv-
an, hví atkvøður Sam-
bandsflokkurin so fyri upp-
skotinum.
Sambandsflokkurin skifti
hest
Undir allari tingviðgerðini
var tað Javnaðartingfólkini,
sum einsamøll royndu at
tosa samgonguna frá at
fremja
hesa
ógvusligu
lækkingina, meðan Sam-
bandsflokkurin nærum ikki
luttók í orðaskiftinum. Tá
so atkvøtt varð aftur við
3.viðgerð, var meirilutin
fyri at lækka blokkin tódn-
aður, tí tað hevði eydnast at
yvirtala Sambandsflokkin
at broyta støðu, men tað var
ikki nóg mikið fyri at
steðga málinum.
Svav Sambandsflokkurin
aftur í tímanum
Spurningurin er nú, um tað
var Javnaðarflokkurin, sum
fekk Sambandsflokkin at
skifta støðu, ella um ting-
fólk Sambandsfloksins enn
einaferð svóvu í tímanum ?
Vit mugu gera okkum
púra greitt, at skal kósin,
sum Tjóðveldisflokkurin
hevur stungið út í kortið,
broytast, so verður tað bara
gjørt við einum sterkum
Javnaðarflokki. Javnaðar-
flokkurin er samstundis
trygdin fyri, at ríkisrættar-
liga støðan verður av-
greidd. Hetta verður ikki
gjørt við at stuðla einum
flokki, sum svevur í tím-
anum ella vinglar. Javnað-
arflokkurin hevur savnandi
loysnina "Sjálvstýrislógin".
En biskop bekender sin vantro
Sambandsflokkurin atkvøddi fyri at lækka blokkstuðulin
Kvinnan – vinnan
C
M
Y
K
17
16