týsdagur 9. apríl 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 67 - 10. apríl 2002
Nr. 67 - 10. apríl 2002
17
VALGREINAR
Eilif Brimheim
valevni Sjálvstýris-
floksins í Suðurstreymi
Hetta er fyrstu ferð, eg
stilli upp fyri Sjálv-
stýrisflokkin
til
løg-
tingsval, og er tað sjálv-
andi, tí at eg havi mínar
hugsanir um Føroyar og
fólkið, her býr.
Treyðugt
vil
eg
sleingja út vallyfti - har-
afturímóti bjóði eg meg
fram sum tann persón, eg
eri, fyri tann flokk, sum
eg havi álit á, at leggja
framtíð Føroya til rættis.
Eg havi ongantíð verið
bangin fyri einari upp-
gávu, og eri eg tað heldur
ikki nú.
Nevnt er í bløðunum
um fyrbilsloysnir fyri
Føroya land - loysnir av
ymiskum slag. Men ein
lappaloysn
er
eingin
loysn. Okkara stevnuskrá
sigur tað greitt: Virkað
verður fyri fullum sjálv-
stýri. Tað at vit í Sjálv-
stýrisflokkinum
vilja
sjálvstýri, merkir sjálv-
andi ikki, at vit kvetta øll
bond við Danmark. Vit
liggja einaferð soleiðis
fyri, at samstarv við
Danmark og hini Norð-
urlondini er og fer altíð at
vera neyðugt. Men best
er at tosa saman sum
líkastillað, sum grannar.
Fólkaatkvøða
um
sjálvstýri kemur, spurn-
ingurin er: Nær?
Sjálvstýrisflokkurin er
fyri sjálvstýri - lat tað
vera greitt - men vit
mugu fara hóvliga fram!
Hetta er okkara land,
okkara
arvur,
okkara
søga og okkara framtíð.
Um grundarlagið undir
Føroyum ikki er bygt á
kletti, men á kálki og
sandi, fáa vit ongantíð
ment okkum. Við menn-
ingini kemur sjálvstýrið.
Floksins stevnuskrá er
mítt mál, og mín partur er
at bjóða meg fram fyri
tann politikk, ið hóvar
mær best, og at stríðast
fyri tí í góðum samstarvi
- í felag fáa vit loyst og
bøtt um trupulleikarnar
og ment hetta samfelagið.
Men við ongum sjálvs-
áliti, við ongari sjálvs-
virðing, men upp undir
angar av undirbrotni,
verður alt bara fyribils-
loysn.
Set ikki krossin bara av
vana - set tín kross við
Sjálvstýrisflokkin!
Gunnar K
Nattestad
Bummpengagjaldið
í
Vágatunnlinum má vera
so lágt sum gjørligt, fyri
at sum mest samfelags-
nytta kann fáast burtur
úr íløguni. Tað er ser-
stakliga umráðandi, at
tey ið ferðast ofta fáa so
stóran avsláttur, at ferða-
mynsturi í mest møgu-
ligan mun, ikki verður
annarleiðis enn um einki
bummgjald var.
Fyri at tryggja lægst
gjørliga bummgjaldin-
um, eigur landskassin at
framskunda játtaninar til
undirsjóartunnilin, so-
leiðis at øll játtanin í
seinasta lagi er goldið
tann dagin tunnilin letur
upp. Tað er ikki rætt, at
tey ið nýta tunnilin skula
gjalda rentur av lands-
kassans parti, umframt
tað sum beinleiðis er sett
at skula gjaldast við
brúkaragjaldið.
Hugsa tær til um tað
almenna ikki ætlar at
játta seinastu 60 mió. til
nýggja Smyril fyrr enn
tvey ár eftir at hann er
settur í sigling, og at
rentubyrðan av hesum
skal
leggjast
omaná
ferðaseðlakostnaðin!
Neyvan høvdu suðuroy-
ingar lætið sær hettar
linda og heldur ikki
norðoyingar til sína tíð.
Hendan framskundan
av játtan er ikki eyðka
útreiðsla, men flytan av
longu játtaðum peningi.
Tað kann ikki sigast at
vera annað enn rímiligt
at landskassin betalir sín
part av eini íløgu í sein-
asta lagi tá hon er liðug
og ikki fleiri ár seinni.
Undirsjóartunnilin
Hans Jacob
Hermansen
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Suðurstreymi
Sum valevni fyri Sjálv-
stýrisflokkin
í
Suður-
streymoyar valdømi fari eg
at leggja dent á, at leiðin
móti sjálvstýri verður løgd
við skili. Tað merkir m.a. at
eingin
yvirtøka
verður
framd, fyrr enn formlig,
fyrisitingar-, og fíggjar-
viðurskifti eru fingin upp á
pláss. Týddar danskar lógir
til føroysk mál er eingin
loysn. Vit eiga ikki at sindra
hetta samfelagið bara fyri
at yvirtaka og harvið halda,
at hetta er leiðin til frælsið.
Um loysingin gongur út
yvir fólksins frælsi, missa
vit meiri fyri minni.
Nei, tit, ið ætla tykkum á
val 30. apríl, hugsið um,
hvussu gongdin er rundan
um okkum. Tann, ið hugsar
langt, sær, at øll ganga
saman í samstarv. Tað skulu
vit eisini gera. Men fyri at
vit kunnu gera tað, má
Føroya Løgting hava evsta
vald í hesum landi. Hetta
fer at taka tíð, men soleiðis
er við øllum: Tað skal taka
ta tíð, tað tekur.
Sjálvstýrisflokkurin fer
at virka fyri, at Føroyar fáa
sjálvstýri, tá ið rætta løtan
er komin. Tað eigur ikki
ganga út yvir einstaklingin
á nakran hátt, men skal
fremjast við skili, soleiðis
sum vit sjálv vilja, tá ið
tíðin er búgvin.
Eru vit búgvin til sjálv-
stýri, tá ið Føroya Løgting
seinasta dagin seinastu
setuna tyngdi fíggjarlógina
við stívliga 70 mill. kr.,
uttan at tað hevði fingið
líkinda
parlamentariska
viðgerð, og uttan at nøkur
tilsvarandi inntøkulóg varð
samtykt? Hetta er í mínum
eygm ábyrgdarloysi og átti
ikki at kunnað latið seg
gjørt. Á henda hátt eru vit
sjálvir okkara verstu fígg-
indar.
Sjálvstýrisflokkurin fer
at virka fyri, at Føroyar fáa
sjálvstýri við skili, tá ið
rætta løtan er komin!
Setið ein sterkan Sjálv-
stýrisflokk inn á Føroya
Løgting, tí svíkur miðjan,
nytta endarnir einki!
Valið 2002 - stutt og greitt: Sjálvstýri við skili
Sjálvsvirðing, sjálvs-
álit, undirbrotni
Jónas Johnsson
- "Sigur tú lygnir nóg
oftani, verða tær sannleiki."
Hetta skrivar valevni sam-
bandsins í Dimmu 22/3.
Nei, lygnin gerst ikki sann-
leiki, um ofta endurtikin.
Annað er, at lygnir villeiða,
so at fólk at enda trúgva
lygnini. Hann spyr seinni:
"Er tað kanska ófrælsi at
røkja uppgávur fyri Ríkið?"
Nei, tað eru uppgávur fyri
Føroyar. Signalið er lygnin.
Uppgávulyndið. Bukka og
knela fyri sømdir. Avreiða
frumrætt fyri myntir. Til
síðst nýtir hann A4 arkið til
arging. Eg frykti at ung-
lingin er ólekjandi inpot-
aður. Hugsið tó sjálv! Tað
nýtist ikki at leypa úr leypi
í annan. Miðjan hevur góð
boð uppá verulig framtøk
og virðiliga vælferð í sunn-
um samstarvi.
- Oddagreinin í Dimmu
28/3 var ikki mætari. Hon
var, sum rímuligt er, um
páskahøgtíðina. Men til
síðst
skrivar
ónevndi:
"Kristindómur hvørki kann
ella eigur at vera fyri hin
einstaka;." Eg var paff.
Hetta eru 180 stig øvugt av
tí, eg havi lisið og lært.
Grundgevingin var: "at har,
sum tvey ella trý koma
saman í navni hansara, har
skal hann vera teirra mill-
um". Dimma misnýtir hetta
ríka lyftið. Hvussu ljóðar:
"har eitt, tvey ella trý eru
saman"? Kann einsamallur
vera saman? Betur var at
endurgivið
Johs.
3,16.
Bíblian styðjar als ikki
Dimmalætting í pástand-
inum. Tað vita lesararnir.
Ósatt verður ikki satt,
líkamikið hvussu drúgvar
endurtøkurnar verða. Ei
heldur
lukkaðust
mest
endurgivnu
orð
Oliver
Effesøes, sála, at gerast
"sannleiki", hóast tað, at
nógvir danir sera leingi
trúu honum.
- Ein triði sambands-
maður lýsir sína áskoðan
22/3 í Sosialinum. "at tey
rættindi, vit eiga í ríkis-
felagsskapinum, eru so
virðismikil fyri okkum før-
oyingar, at tey eiga vit at
halda fast um, so leingi vit
hava tey fyri neyðini."
Hann sigur sum er, og tað
er í lagi. Einki er inn-
pakkað: "so leingi vit hava
tey fyri neyðini". Vit skulu
bara arbeiða fyri ikki long-
ur at hava tey fyri neyðini.
Hvussu barnið skal eita,
goyma vit Føroya fólki at
avgera - tá valið ikki verður
stýrt av ótta fyri svang-
ligum ófrælsi. Ikki alla-
staðni er nóg gott, minni
enn so. Heldur ikki í Dan-
mark. Men vit velja før-
oyska vælferð og skila-
góðar avtalur - eisini við
Danmark. Men tær eiga
ikki at verða bornar av
snúltarí, sum er nær slekta
við tjóvarí.
- Ein fjórði sambands-
maður frøddi seg nú um
dagarnar, tí fiskaprísirnir
eru lækkandi, tí hann
meinti, at tað vil geva Sam-
bandsflokkinum eitt gott
val. Hann náði og forbarmi
seg fyri hugburð. Veljið
heldur tað virðiliga!!
- Vit eiga Landið, X við
lista D.
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður
Sjálvstýrisfloksin
Nú teir stóru flokkarnir
Tjóðveldis og Sambands-
flokkurin royna at markera
seg við loysing - samband,
kann skjótt henda, at
miðjan dettur niður ímill-
um. Tað verður onki minni
enn ein vanlukka, um
Sjálvstýrisflokkurin, sum
hevur verið ein miðdepul í
føroyskum
politikki
í
nærum eina øld, blívur
burtur í hesi polarisering.
Góðu veljarar, lati tykk-
um ikki blinda av hesum
tosi, tí øll stig sum tikin
verða komandi valskeið,
verða innanfyri rammurnar
av heimastýrislógini.
Sjálvstýrisflokkurin
stendur fyri eini hóvligari
stig fyri stig loysn, sum
aðrir flokkar nú eisini
síggja sum einastu loysnina
og royna at eftirlíkna. Hví
so ikki velja orginalin?
Sjálvstýrisflokkurin
hevur verið við til at sett
síni positivu spor í seinastu
samgongu, eitt nú við
batanum av fólkapensjón-
unum.
Ein atkvøða til Sjálv-
stýrisflokkin er eitt val av
góða, gamla, kenda og
trygga flokkinum, sum
eisini hevur framskrúvu og
nýhugsan.
Sjálvstýrisflokkurin ger
góðar tíðir betur.
Ósatt verður ikki satt
Sjálvstýrisflokkurin í centrum
Helgi Abrahamsen
Eyðólvur Dimon skrivar í
bløðunum týsdagin, at tá
løgtingið atkvøddi við 2.
viðgerð í málinum um at
lækka blokkin, atkvøddi
Sambandsflokkurin
fyri
uppskotinum. Men við 3.
viðgerð hevði tað líkasum
eydnast Javnaðarflokkinum
at "yvirtala" Sambands-
flokkin til at atkvøða ímóti.
Veruleikin er ein annar
Atkvøðugreiðslan við 2.
viðgerð
(tingmál
nr.
75/2001) var tann 13. mars
2002. Allir seks tinglim-
irnir hjá Sambandsflokk-
inum atkvøddu ímóti at
lækka blokkin.
Atkvøðugreiðslan við 3.
viðgerð var tann 15. mars
2002. Aftur hesuferð at-
kvøddu allir seks tinglim
irnir
hjá
Sambands-
flokkinum ímóti, meðan til
dømis Helena Dam á
Neystabø
úr
Javnaðar-
flokkinum atkvøddi blankt.
- So vóni eg, at hatta er
komið uppá pláss.
VIÐMERKINGAR
Hans Birgir Hansen
Tað er mangt at avklára í
øllum lívsins viðurskiftum
og dagligum fyribrigdum.
Ein má skipa lív, heilsu,
vælveru, arbeiði, forræt-
ning, frítíð og privatlív v.m.
Tað hevur støðugt gingið
framá hesi seinastu árini, tá
ein hevur skrivað lesara-
brøv til bløðini. Hetta
hjálpti uppá støðuna, ið
fekk
arvafíggindar
at
ignorera ein.
Tað hava verið byrjunar-
trupulleikar
við
øllum
etableraðum
lívsviður-
skiftum
og
dagligum
fyribrigdum, so sum lívið,
heilsu, vælveru, arbeiði,
forrætning, frítíð, privat-
lívið.
Tað hevur kostað ómeta-
liga nógv at náa tað støði,
ein í dag er komin á. Ein
hevur verið fyri fíggjar-
ligum tapi vegna lívslanga
arvastríðið í Havn.
Tað eru nógvar upp-
gávur, ið liggja á láni at fáa
loyst, við atliti til alt tað,
ein tekst við í tí dagliga lívi
og í forrætnings, frítíðar,
privatlívi her í Havn.
Tað er neyðugt, skal ein
koma víðari í dagliga
arbeiðs-, forrætnings-, frí-
tíðar-, privatlívið her í
Havn og fáa etablerað
forrætningsavtalur/-sam-
bond.
Tað verður ein harður
kostur at liva sum ein
býarmynd í Havnini í
øllum tí áðurnevnda. Ein
ynskir at sleppa frá tí ráða
mannalyndinum.
Tað er nógv, ein skal
avklára við arbeiðsmark-
naðin,
búskapin,
sam-
felagið, húsarhaldið, hand-
ils- og vinnulívið, ídnaðin
v.m., ið hevur eins stóra
áhuga.
Tað skal støðugt ganga
fram á í komandi tíðum við
at skunda undir tær ráðandi
kreftir, myndugleikar, vøld,
almenningar ein stríddist
við.
Tað er gott mót, ein
hevur uppá lívið, og ein
lærir so leingi ein livir og
virkar og gevur sína lívs-
vitan og royndir til blað-
lesarar kring landið.
Vit skulu øll greiða egnu
lívsviðurskiftir og skipa lív,
heilsu, arbeiðs, forræt-
nings, frítíðar, privatlív.
Sambandsflokkurin atkvøddi ikki fyri at lækka blokkin
(svar til Eyðólv Dimon)
Skipað lív, heilsa og
dagliga lívið v.m.
C
M
Y
K
17
16
Næmingar til Føroya Banka
Set framtíðina í bankan
Vit leita eftir nøkrum ungum, ágrýtnum fólkum, sum skulu vera við til at
varðveita Føroya leiðandi peningastovn á fremsta plássi. Vilt tú vera ein av
okkum, so kunnu vit bjóða tær eitt avbjóðandi og læruríkt næmingapláss í
einum áhugaverdum og spennandi umhvørvi.
Vit vænta, at tú ert arbeiðssamur/-som, og at tú dugir at arbeiða saman
við øðrum.
Tað er fyritreyt, at tú hevur staðið HH, HF, student ella líknandi.
Send umsóknina í seinasta lagi 19. apríl 2002 til:
Føroya Banki
Postsmoga 3048
110 Tórshavn
Att.: Bjarki Mohr
Skriva eitt sindur um, hví vit skulu velja júst teg. Við umsóknini skalt tú senda
- prógv frá loknari skúlagongd
- ummæli frá møguligum øðrum størvum
Les meira á heimasíðu okkara: www.foroyabanki.fo
Hevur tú annars okkurt at spyrja um hesum viðvíkjandi, so send ein
teldupost til: bjarki.mohr@foroyabanki.fo
Ætlandi verða næmingar settir á deildum bankans í Sandoy, Tórshavn, Klaksvík og Vágunum