Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 66 - 9. apríl 2002 Nr. 66 - 9. apríl 2002 19 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Keypa útlendskt Norski matvøruídnað- urin er um at koma í kreppu, tí norsku brúk- ararnir keypa útlendsk- ar matvørur heldur enn tær norsku. Orsøkin er tann einfalda, at norsku vørurnar eru dýrari, og nú krevur matvøruídn- aðurin, at landbúnað- urin skal seta sín rá- vøruprís niður. Formaðurin í felag- num hjá matvøruvirkj- unum sigur við blaðið Aftenposten, at prís- munurin á teimum norsku rávørunum og rávørunum í ES-lond- unum er himmalhøgur, og at hann bara økist. Tí má okkurt gerast, sigur formaðurin, Ro- ald Guldbrandsen. Verða fiskavørurnar hildnar uttanfyri, er marknaðarparturin hjá norsku matvøruvirkj- unum minkaður tvey prosent seinastu fimm árini, og gongdin fer at standa við, hendir einki, sigur ídnaðurin. Fekk skil á Tað er sjáldsamt, at tað eydnast einum út- lendskum vinnulívs- manni at fáa fótin rættiliga fyri seg í Japan, men stjórin í bil- verksmiðjuni Nissan, Carlos Chosn, er eitt undantak. Tað vóru minni enn so allir japanar, sum vóru líka fegnir um at fáa ein útlending í ovasta sess- in í teirri stóru bilverk- smiðjuni, men í dag hevur pípan fingið annað ljóð. Tað var franska bil- verksmiðjan Renault, sum í 1999 sendi Carlos Ghosn til Tokyo. Ørindini vóru at fáa skil á fyritøkuna, sum hetta sama árið hevði 5,7 mia. dollarar í halli. Hetta vildi Renault, sum eigur næstan 40 prosent av Nissan, ikki góðtaka, og sigast má, at leiðslan tók eina skilagóða avgerð, tí longu í fjør hevði Nissan 2,9 mia. dollar- ar í avlopi. Hvør Carlos Ghosn er? Jú, hann er føddur í Brasilia, faðirin var libani og móðurin fronsk, hann er út- búgvin í Fraklandi og er franskur ríkisborgari. Úr Norðurlondum: Grovari harðskapur Kvinnurnar, sum leita sær hjálp á kreppu- miðstøðunum í Noregi, gerast altsamt yngri og yngri, samstundis sum tað vísir seg, at harð- skapurin ímóti kvinn- unum gerst grovari og grovari. Ein spurnarkanning millum 400 kvinnur, sum komu á kreppu- miðstøðir í Noregi í fjør, vísir, at tær hava verið fyri grovari harð- skapi, enn vanligur hevur verið undanfarin ár. Hetta er ivaleyst eisini ein orsøkin til, at nú verða nógv fleiri menn meldaðir til løg- regluna fyri harðskap ímóti kvinnum enn fyrr. Fyri trimum árum síðani vóru bara mill- um trý og fimm prosent av kvinnunum, sum leitaðu sær hjálp á kreppumiðstøðunum, yngri enn 20 ár, men í fjør vóru ellivu prosent niðan fyri 20 ár. Pengar ímóti krabba Sum siður er á hvørjum ári gingu fólk sunnu- dagin hús úr húsi í Danmark og savnaðu pengar til felagsskapin Kræftens Bekæmpelse. 22.000 sjálvboðin kring alt landið savnaðu góðar 25 mió. krónur, sum var góðar tríggjar mió. krónur meiri enn í fjør. Millum innsavnarar- nar vóru heilsumála- ráðharrin Lars Løkke Rasmussen og undan- maður hansara í ráð- harrastólinum, Arne Rolighed, sum eisini er stjóri í Kræftens Be- kæmpelse. Fleiri til Noregs Samstundis sum talið á útlendingum, sum søkja um uppihaldsloyvi í Dan- mar, er minkað nógv, veksur talið í Noregi. Í Danmark var talið á umsøkjarum í fyrsta ársfjórðingi bara eina helvt av tí, sum tað var í somu mánaðum í fjør, men í sama tíðarskeiði er tað trífaldað í Noregi. Síðani á nýggjárinum hava norsku myndugleik- arnir fingið umleið 4.200 umsóknir frá útlending- um um uppihaldsloyvi. Sama tíðarskeið í fjør vóru umsóknirnar 1.542. 35 vaksin og børn eru funnin jarðað í trim- um gravum mið- skeiðis í Afghanistan. AFGHANISTAN Árni Joensen Talsmenn hjá ST váttaðu sunnudagin, at tríggjar hópgravir eru funnar miðskeiðis í Afghanistan. Hildið verður, at umleið 35 lík liggja í gravunum, og at hetta eru fólk, sum Taliban- stýrið beindi fyri. Talan um bæði um vaksin og børn. ST-talsmaðurin Manoel da Almeida e Silva segði í gjár, at embætismenn hjá ST høvdu verið og hugt at gravunum, sum eru einar 100 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin Kabul. Karim Khalili, sum er ein av leið- arunum í hesum landspart- inum, segði, at tær tríggjar gravirnar vórðu funnar á trimum ymsum støðum minni enn 10 kiloemtar frá landspartahøvuðsstaðnum Bamiyan. Khalili segði seg ikki ivast í, at tað var tað falna Taliban-stýrið, sum beindi fyri fólkunum, sum síðani vórðu jarðað í teimum trimum gravunum. Fleiri hundrað palestinar eru deyðir í bardøgunum seinastu dagarnar. Fleiri ísraelskir hermenn eru eisini falnir. MIÐEYSTUR Árni Joensen Higartil hevur ísraelska stjórnin sýtt fyri at slaka fyri amerikanska kravinum um, at stjórnin skal taka herin úr teimum hersettu palestinsku býunum alt fyri eitt. Leygardagin endurtók George W. Bush, forseti kravið um ísraelska aftur- tøku, og sama kvøld tosaði hann í telefonini við ís- raelska forsætisráðharran, Ariel Sharon. Talsmaðurin hjá Bush segði sunnudagin, at for- setin hevði endurtikið amerikanska kravið um, at Ísrael skal taka seg aftur alt fyri eitt, so tær diplomat- isku royndirnar at fáa frið í lag kunnu takast uppaftur. Sambært talsmanninum hevði Sharon ikki givið lyfti um, at hann fer at geva herinum boð um at taka seg aftur úr teimum palestinsku býunum, sum Ísrael hersetti fyri skjótt fjúrtan døgum síðani. Ein talsmaður hjá Sharon segði í gjár, at Ísrael fer at skunda undir hernaðar- átakið. Talsmaðurin legði afturat, at ísraelska stjórnin skilir amerikansku áskoð- anina, men at herurin verð- ur ikki tikin aftur, fyrr enn hann er liðugur við arbeiði sítt. Amerikanski uttanríkis- ráðharrin, Colin Powell, kemur til Miðeysturs fríggjadagin. Eygleiðarar halda, at Ísrael bíðar við afturtøkuni, til amerikanski uttanríkisráðharrin kemur. Nógvir falnir Ísraelskar keldur upplýstu í gjár, at einir 200 palestinar eru falnir í samanbrestum, síðani herurin tók seg inn í býirnar á Vestara Áar- bakka. Palestinar siga har- afturímóti, at talið á falnum er nógv størri. Samnbært palestinskum talsmonnum kravdu bardagarnir sunnu- dagin 30 mannalív í býnum Nablus. Ísraelska herleiðslan segði sunnudagin, at ellivu ísraelskir hermenn eru falnir í bardøgum við vápn- aðar palestinar, og á einum fundi í stjórnini bað Sharon ráðharrarnar um tøgn eina løtu til heiðurs fyri teir falnu hermenninar. Keldur í Miðeystri siga, at ísraelski herurin hevur møtt harðari mótstøðu nógvastaðni. M. a. verður sagt, at herurin hevur ikki megnað at taka seg inn í miðbýin í Nablus, tí pale- stinar gera harða mótstøðu har. Hópgravir í Afghanistan Sharon lovar at skunda undir álopini Ein hugsunarsamur Shimon Peres undir liðini hjá Ariel Sharon á stjórnarfundi um vikuskiftið Mynd: Reuters C M Y K 19 18