týsdagur 9. apríl 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 67 - 10. apríl 2002
Nr. 67 - 10. apríl 2002
19
VIÐMERKINGAR
Hví so firtin ?
Trygvi F. Guttesen
Tórshavn tann 9.apríl
2002
Ì tveimum oddagreinum í
Sosialinum ávikavist tann
5. og 6. apríl roynir Javn-
aðarflokkurin at ilnast um
Sambandsflokkin.
Hví
kvetta brýr, nú øll rópa eftir
samstarvi heldur enn kon-
frontatión ?
Teir skriva, at fyri Javn-
aðarflokkin er avgerandi at
fáa fólk at skilja, at hvørki
samband ella fullveldi er
nøkur gongd leið. Sera løg-
in stafesting tí sum øllum
kunnugt merkir samband
samríki og fullveldi loys-
ing. Javnaðarflokkurin vil
sostatt hvørki hava samríki
ella loysing.
Nakað annað, sum eisini
kennist líka løgið, er tá
skriva verður, at teir heldur
enn samríki ella loysing,
vilja hava eina miðvísa leið
fram móti størri sjálv-
bjargni og sjálvsræði.
Er tað nakar, sum til hetta
valið veruliga hevur víst á
og skriva um tørvin á eini
miðvísari leið fram móti
størri sjálvbjargni og sjálv-
sræði, ja so eru tað júst
Sambandsflokkurin
og
Tjóðveldisflokkurin.
Men aðalmunurin mill-
um flokkarnar er, at Sam-
bandsflokkurin kennur seg
sannførdan um, at vit best
røkka nevnda tørvi í ver-
andi ríki, meðan Tjóð-
veldisflokkurin
hinvegin
heldur seg koma skjótari á
mál við at loysa.
Javnaðarflokkurin sigur
seg vilja hava eina ríkisrætt
arliga loysn innan fyri ríkis-
felagsskapin, men skrivar
nú í síni oddagrein 6. apríl,
at tað ringasta, sum kann
henda fyri land og fólk er
ein stórur Sambandsflokk-
ur og ein stórur Tjóð-
veldisflokkur, har tað als
ikki ber til at reka ein
skilagóðan politikk.
Slík framhaldandi tramp-
an millum samríki ella
loysing møðir veljaran og
gevur góðan vind í seglini
hjá Tjóðveldisflokkinum.
Ynskja vit veruliga eina
loysn innanfyri ríkisfelags-
skapin, er alneyðugt at
samríkisflokkarnir
-
Sambandsflokkurin, Javn-
aðarflokkurin og megin-
parturin av Fólkaflokkinum
halda somu kós.
Ivaleyst
hevði
Javn-
aðarflokkurin fingið størri
undirtøku, um hann hevði
verið meira støðufastur í
ríkiseindini. Politiskur ivi
skapar bara ótryggleika.
Hans J. Hermansen
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Suðurstreymi
Nógvur bátur hevur verið á
Norðhavinum eina tíð, og
væl
hevur
gingið
við
fiskiskapinum. Men tíverri
hevur prísurin verið út av
lagi vánaligur, og nógvir
eru farnir aftur til hús og
hava mynstrað av. Tað er
væl skiljandi, tí hetta er
tíðin, ið skuldi bjargað
teimum árið. Eingin tímir
at slíta seg upp fyri hung-
ursløn.
Men aðrir eru meiri
áhaldandi,
hava
longu
fiskað leingi og royna um
alt landið. Hesir útróð-
rarmenn hava fingið fiski-
dagar, egna við valagni og
eru altráðir at fáa nakrar
murtar. Her er eingin undir-
málingur, bara hon ella
hann er 18 ár ella eldri.
Roynt verður við øllum
reiðskapi, í sjálvdrátti, og
sælur er hann, sum fær
kenn og syftir nakrar fiskar.
Fiskidagarnar
fara
at
fækka, og summir hava
longu brúkt nógvar, and
sperran er burtur og einki
gø er, sum nívir. Nú er lag á
manni at fiska, tað sum
eftir er av fiskidøgunum.
Hesir stertarnir, ið verða
fiskaðir, verða landaðir
umborð á móðurskip, eini
seks í tali, og ymisk til
støddar. Okkurt reiðarí
gjørdi ikki skipið út í ár,
men bíðar til næstu ferð,
egnt verður við valagni.
Onnur móðurskip eru stór
og góð, bjóða gott valagn
og bjarta framtíð.
Sjálvur havi eg fingið
nakrar fiskidagar við einum
róðrarbáti. Sleppi bara at
fiska í Suðurstreymoyar
valdømi. Móðurskipið er
lítið, kanska tað minsta í
landinum.
Reiðaríið
er
lítið, men tað er sterkt og
álítandi, og sáttmálin er
góður - fyri fiskin. Hann
verður allur sleptur leysur
eftir 30. apríl og sleppur tá
aftur at avgera, hvønn
reiðskap honum dámar
best, næstu ferð egnt verður
við valagni.
Sjálvur havi eg fingið
eina hondsnellu og havi
hongt nakrar beituhúkar á
dorgina. Niðasta beitan er
um sjálvstýri, ein snøgg og
eggjandi beita, sum er hvít,
blá og reyð. Onnur beitan
er um eldra- og sosial-
politikk. Triðniðjast beitan
við ungdóms- og skúla-
politikki. Ferðsluviðurskifti
og samferðsla fáa eisini
eina
beitu,
somuleiðis
heilsuverkið og røktin.
Fíggjarpolitikkur og yvir-
tøkur mugu eisini havast í
huga, skattapolitikkur og
arbeiði, samfelag og ment-
an. Greinar mínar, sum
verða stuttar, fara altso at
snúgva seg um hesi mál
(raðfylgjan er tilvildarlig
og ikki raðfest):
• Sjálvstýri við skili
• Ellis- og røktarheim
• Ungdómur og útbúgving
• Fíggjarviðurskifti og
yvirtøkur
• Skattamál
• Mentan og list
• Ferðslu og samferðslu
• Føroyar og framtíðin
• Løgting og løgtings-
arbeiði
Politikkur og várróður
PALLBORðFUNDUR
Undir heitinum "Til Gaman
og Álvara" yvir pallinum í
Sjónleikarhúsinum
fara
umboð fyri føroyskt vinnu-
lív, almennar stovnar, fjøl-
miðlar oo. í kvøld at røða
um Føroyar ár 2006 við
atliti til eina komandi
oljuvinnu.
Tað er Oljutingið, sum
skipar fyri tiltakinum, ið er
fyri limir felagsins. Evnini
á fundinum verða vinna og
búskapur við atliti til
vinnupolitikk og samfe-
lagsárin og mentan við
atliti til førleika og tilfeingi.
Við pallborðið, sum snýr
seg um vinnu og búskap
sita Jørn Astrup Hansen,
Herman Oskarson og John
Eli Olsen og í pallborð-
inum, sum snýr seg um
samfelagsárin og mentan
sita Halgir W. Poulsen,
Meinhard Jacobsen og Jan
Müller.
Pallborðaluttakararnir
fáa 5 min. til hvørt inn-
leggið. Eftir tað verður
alment kjak. Orðstýrari er
Petur Even Djurhuus, advo-
katur.
Umleið 100 fólk hava
teknað seg til tiltakið men
verður upplýst frá Vinnu-
húsinum, at fólk kunnu
tekna seg eisini miku-
dagin.
Tiltakið
byrjar
klokkan 19, tá forkvinnan í
Oljutinginum,
Ingvør
Nolsøe setur fundin.
Oljuting í Sjónleikarhúsinum
Fýra av nevndarlimunum í Oljutinginum leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til fundin í Sjónleikarhúsinum
Mynd Jens Kr. Vang
Atlantic Airways
kann vísa á eitt
yvirskot áljóðandi
10,2 mió fyri 2001.
Hendingarnar 11.
september hava ikki
ávirkað ársúrslitið
hjá flogfelagnum.
Stórar íløgur liggja
fyri framman, sigur
Magni Arge
ÁRSROKNSKAPUR
Heri á Rógvi
Atlantic Airways kann vísa
á eitt gott úrslit fyri 2001.
Á niðasta linju sæst, at 10,2
mió kr. eru til avlops. Hetta
er sjeynda árið á rað, at
Atlantic Airways kann vísa
á eitt yvirskot. Tær 10,2
milliónirnar eru yvirskot,
áðrenn skatturin er goldin.
Atlantic Airways hevur enn
so stórar avskrivingar, at
teir ikki gjalda annan skatt
enn 5 mió í eventual skatt.
Umsetningurin vaks við
27% til 187 millónir kr.
Fyrstu árini vóru heldur rak
hjá føroyska flogfelagnum,
men tú tykist gongdin at
vera mikið sunnari hjá
almenna flogfelagnum.
Eginognin hjá Atlantic
Airways er nú komin upp á
95 milliónir, og hetta er ein
hækking uppá 65 mió
seinastu sjey árini.
Góða árið hjá Atlantic
Airways í fjør staðfesti tað
sunnu gongdini hjá før-
oyskum vinnulívið, har
flest allar fyritøkur hava
kunnað borðreitt við met-
stórum avlopum fyri farna
árið.
Tað er eisini líkt til, at
Atlantic Airways ikki hevur
mist nakað stórvegis av 11.
september.
Áhugin
hjá
føroyingum at flúgva og
øðrum at flúgva við før-
oyska flogfelagnum er eftir
øllum at døma bara voksin.
– Vit hava merkt 11. sep-
tember á tann hátt, at vit
skulu
gjalda
meira
í
trygging, og vit merktu, at
tað kom ein lítil kvøkkur á
fólki um hetta mundi, men
annars merktu vit ikki hetta
á ferðafólki, sigur Magni
Arge.
– Havandi broyttu um-
støðurnar hjá flogferðsluni
í huga, metur leiðsla fe-
lagsins úrslitið vera nøkt-
andi. Felagið skal í kom-
andi tíðum gera rættuliga
stórar íløgur, og tí er eisini
neyðugt, at felagið gevur
eitt rakstraravlop, sum kann
forrenta hesar íløgur, sigur
Magni Arge, stjóri í At-
lantic Airways.
Magni Arge nevnir, at
innan fimm ár skal Atlantic
Airways hava útskift í
øllum førum annað flog-
fari, og her er talan um eina
stóra íløgu. Magni Arge vil
tó ikki seta nakað tal á
hetta. Í hesum sambandi
kann tað eisini fáa týdning,
hvussu støðan hjá flog-
vøllinum
er
tá,
sigur
Magni.
Eisini hevur oljuvinnan
smitta av í roknskapinum
hjá flogfelagnum. Talið av
ferðafólki
í
2001
var
98.000
móti
teimum
90.000 árið frammanund-
an. Hetta er ein rættiliga
stór hækking, sum ikki
minst skyldast oljuvinnuni,
tí Atlantic Airways hevur
luttikið í tyrluflúgvingini til
og frá boripallunum.
Í alt ferðaðust 158.056
fólk um flogvøllin í Vágum
í 2001, og hetta er nógv
meira enn árið framman-
undan. Fyrstu mánaðirnar í
ár hevur verið vøkstur í
ferðafólkatali í mun til
2001, so gongdin tykist at
halda fram.
Roknskapurin hjá At-
lantic Airwyas skal leggjast
fyri og samtykkjast av
aðalfundinum, sum verður
19. apríl.
ÚTGÁVA
Heri á Rógvi
Postverk Føroya hevur gvið
út tvey nýggj frímerki. Hesi
avmynda
listaverk
hjá
Tróndi Paturssoni. Útgávan
er liður í felags norður-
lendskari frímerkjaútgávu í
sambandi við 50 ára dagin
hjá Norðurlandaráðnum.
Triðja hvørt ár geva
Norður lond frímerki út við
einum felags evni. Á
norðurlandafundi í Oslo í
januar 2000 varð avgjørt, at
frímerkjaútgávurnar
í
2002, 2005 og 2008 skuldu
hava høvuðsevnið: sam-
tíðarlist (list aftaná 1945).
Harumframt skuldi útgávan
í 2002 snúgva seg um prýð-
ing av almennum støðum
(t.d. viðarlundum, á og í
almennum bygningum, á
gøtum og torgum). Útgávan
skuldi eftir ætlan hava verið
í 2001, men avgjørt varð at
flyta hana til í ár, við tað at
Norðurlandaráðið verður
50 ár.
Atlantic Airways flýgur enn hægri
Tað gongur rættiliga gott hjá
føroyska flogfelagnum,
Atlantic Airways.
Tvey nýggj frímerki
C
M
Y
K
19
18