Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 • týsdagur • 9. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag vóru gestalið, tá DM í rútmiskum fimleiki varð hildið um viku- skiftið, og tó at tær eingi heiðursmerki fingu, so vóru tær nógv besta liðið FIMLEIKUR Jákup Mørk Beint fyri jól ognaðu smá- genturnar hjá Havnar Fim- leikafelag sær føroyameist- araheitið í rútmiskum fim- leiki, tá stórkapping varð hildin á Hálsi. Gleðin um hetta var sjálvandi stór, men upp- aftur meira spennandi var kanska, at tær við hesum vunnu sær rætt at taka lut í donsku Grand-Prix kapp- ingini. Hetta sum liður í samstarvi millum føroyska og danska fimleikasam- bandið. Eingin ivi Sum vera man hevur hetta eggja gentunum til at gera enn meira við venjingarnar, og í farnu viku varð leiðin so løgd til Danmarkar, har danska stórkappingin í rút- miskum fimleiki varð hild- in í Kalundborg. Hetta var talan um sjálva finaluna, so talan var um bestu fim- leikaliðini í Danmark. Fyrsti kappingardagurin var leygardagin, og longu her vóru greiðar ábending- ar um, at okkurt heilt serligt var í umbúna, tí karakterir- nir hjá havnargentunum vóru væl hægri enn tær, sum donsku mótstøðuliðini fingu. Seinni kappingardagurin var ikki minni hugaligur hjá føroysku gentunum. Aftur hesa ferð var úrslitið í topp, og samanlagt gjørdust føroysku genturnar nógv tær bestu í kappingini. Danskur meistari gjørdist liðið úr Farum við 15,65 stigum fyri tær báðar seriurnar. Samlaða stigatal- ið hjá Havnar Fimleika- felag var 17,00! Tá smágenturnar koma heimaftur mánadagin, skip- ar Havnar Fimleikafelag fyri móttøku, og verður hendan í Høllini á Stór- heyggi klokkan 13.00. Betri enn tær bestu í Danmark Smágentuliðið hjá Havnar Fimleiafelag vann ein trygg- an sigur, tá tær sum gestalut- takarar vóru við í DM-kapp- ingini í rútmiskum fimleiki Tó at vágamenn royndu at trýsta, so megnaði heimaliðið at halda fast, soleiðis at væntaði sigurin kom til høldar LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Leiklutirnir vóru greiðir, longu áðrenn dysturin mill- um GÍ og FS Vágar byrjaði. Tað skuldu teir helst verið, tí hóast vágamenn eru heit- ir favorittar at flyta upp í bestu deildina, so var GÍ hóast alt næst besta liðið í fjør, og tí átti ein ávísur munur at verið á liðunum báðum. Eisini hóast gøtu- menn ikki vóru fullmann- aðir hendan dagin. Trýst frá gestunum Sum dysturin tók skap, so var hesin munur tó als ikki so sjónligur, sum roknast kundi við. Serstakliga eftir at Súni Fríði Johannesen eftir langa sending hevði lagt heima- liðið á odda, royndu gestir- nir at trýsta, men móti stóru gøtuverjuni tóktist tað tó sera trupult hjá gestunum at fáa nakað burturúr. Í seinna hálvleiki var gongdin framhaldandi hin sama. Vágamenn løgdu nógv fyri í royndunum at javna, og fleiri ferðir var eisini heilt nær við, at hetta eydnaðist teimum, og mill- um annað máttu gøtumenn onkun tíð taka træverkið til hjálpar, fyri at bólturin ikki skuldi fara inn. Og so gekk tað, sum tað so ofta ger. Annað liðið trýstir, men hitt skorar, og tað var júst tað, sum hendi, tá Bartal Eliasen fram móti dystarenda hevði sníkt seg fram til eitt álop, og við sín- um triðja málið í bólka- spælinum avgjørdi topp- skjúttin (!) hjá GÍ dystin. Iðra seg Umframt málið, sum gøtu- menn fingu móti dystar- enda, so vóru tað serstak- liga tveir lutir, sum vága- menn iðraðu seg um eftir dystin. Fyrst var tað tað, at liðið møguliga noyðist at vera Arturas Ramoska í málinum fyri uttan, eftir at hann noyddist av vøllinum í Gøtu. Eftir samanstoyt við Omar Pálsson hjá var mál- verjin fullkomuliga í ørviti, og hóast hann ætlaði sær at halda fram, so stóð tað øll- um kring vøllin greitt, at har gjørdist einki. Hartil mundi tað kennast sum dyggur smeitur hjá vágamonnum, at Bjarni Prior varð rikin av vølli, tá hann stutt fyri leiklok fekk sítt næsta gula kort. Kom- andi uppgávan verður á heimavølli móti EB/- Streymi, og skulu vága- menn vinna seg víðari, er alneyðugt við sigri í hesum dysti. Til tann dystin vóna tey har vesturi tó, at liðið er nakað styrkt, tí brasilski álopsmaðurin, sum leingi hevur verið ávegis, hevur nú fingið øll pappírsviður- skiftini í rættlag, soleiðis at hann væntandi verður við til tann dystin. Dysturin í tølum: GÍ – FS Vágar 2-0 (1-0) 1-0: Súni F. Johannesen 2-0: Bartal Eliasen Máltindurin Løgmanssteypið: Jens Kristian Hansen B36 4 John Petersen B36 4 Andrew á Fløtum HB 4 Uni Arge HB 4 Øssur Hansen B68 3 Jens Erik Rasmussen FSV 3 Bartal Eliasen GÍ 3 Heðin á Lakjuni KÍ 3 Din Sandu B36 2 Fróði Clementsen B36 2 Marni Djurhuus EB/Str. 2 Súni Fríði Johannesen GÍ 2 Jón Rói Jacobsen HB 2 Kurt Mørkøre KÍ 2 Ove Nysted KÍ 2 Óli Hansen NSÍ 2 Sonni L. Petersen NSÍ 2 Jonhard Frederiksberg Skála 2 Alexander Radosavljevic TB 2 Zoran Mancic TB 2 Nenad Zivanovic VB 2 Robert Cieslewicz VB 2 GÍ greiddi setningin 21 20 Nr. 66 - 9. apríl 2002 Landsrætturin fekk mótsigandi frágreið - ingar frá vitnunum, sum vórðu avhoyrd í málinum um ís- lendsku kvinnuna, ið fekk endurgjald fyri at glíða í einum hundalorti. Sak- førarin hjá henni heldur, at hon skal fáa endurgjald, tí talan er um eitt alment museum. Sakførarin hjá bóndahjúnunum í Kirkjubø heldur hinvegin, at hon sjálv hevur ábyrgdina, tí hon var so full HUNDALORTUR Stefan í Skorini Landsrætturin viðgjørdi mánamorgunin eitt heldur margháttligt mál. Ein íslendsk kvinna, Bryndis Gudmundsdóttir, fekk 42.468,68 krónur í endur- gjaldi, eftir at hon gleið í einum hundalorti í gongini í Roykstovuni í Kirkjubø, sum er umleið 900 ára gomul. Føroya Rættur gav henni viðhald, men hann gav henni bara 50 prosent av tí upprunaliga endurgjalds- kravinum, sum var góðar 89.000 krónur tilsamans. 76.000 krónur vóru fyri mist arbeiðsføri, meðan restin var fyri útreiðslur og mista inntøku av ymsum slag. Hjúnini Sølvá og Páll Patursson vórðu dømd at gjalda kvinnuni endurgjald, har 10.000 krónur í sakar- málskostnaði er íroknað. Føroya Rættur segði, at talan var um eitt alment museum ella savn, og at vantandi reingering var orsøkin til óhappið, og hetta skuldu hjúnini gjalda fyri. Ymiskar frágreiðingar Fyrst í stólinum var Bryndis Gudmundsdóttir, sum er pedagog í Danmark, og hon greiddi frá, at hon í 1993 var í Føroyum við skúlaflokkinum hjá sonin- um, tá óhappið hendi. Ein stórur spurningur henda morgunin var, hvussu nógv hon hevði drukkið hetta kvøldið, og um hon var ávirkað av alkoholi. Hon vildi vera við, at hon bert hevði drukkið nakað av reyðvíni afturvið matin- um, og at tey vóru fýra fólk um eina fløsku. Tí var hon ikki ávirkað av rúsdrekka í serliga stóra mun. Onnur vitni vildu hin- vegin vera við, at hon var meira ávirkað enn so. Vinmaður hennara, sum býr í Kirkjubø, og sum var við henni í Roykstovuni, segði, at tey høvdu drukkið nógv meira enn eina fløsku av víni. Eitt sjúkrasystir, sum var til staðar, tá óhappið hendi, segði í rættinum, at eingin ivi var um, at tey vóru ógvuliga full, og at talan kanska var um onnur rúsevni. Sølvá Patursson var eisini vitni í málinum. Hon segði, at Bryndis heilt av- gjørt var ávirkað av rús- drekka. Hon segði eisini, at hon ikki metir Roykstovuna og tann partin av húsinum sum eitt alment museum, tí hesin parturin verður eisini nýttur privat av húsfólkin- um. Niels Winther Poulsen, ið er sakførari hjá bóndahjún unum, vildi vera við, at Bryndis Gudmundsdóttir sjálv hevur ábyrgd fyri óhappinum, tí hon var ávirkað av rúsdrekka. Tí skulu bóndahjúnini ikki rinda henni endurgjald. Hann legði afturat, at orsøkin til tær ymsu frá- greiðingar var, at nøkur av vitnunum vóru full, og tí hava tey ikki somu áskoðan av, hvat fór fram. Hann førdi eisini fram, at Roykstovan ikki er eitt alment museum, men held- ur ein partur av heiminum hjá bóndahjúnunum. Tí kunnu tey ikki revsast fyri, at ein hundalortur liggur í gongini, sum ein tilvild- arligur gestur glíður í. Ábyrgd av óhappinum Sakførarin hjá íslendsku kvinnuni, danin Søren Isaksen, segði, at dómar- arnir skuldu halda seg til frágreiðingina hjá hansara klienti, viðvíkjandi hvussu nógv hon hevði drukkið tað kvøldið. Hann legði eisini dent á, at allir gestir eiga at kunna ferðast vandaleyst í Royk- stovuni, tí talan er um eitt alment museum, sum hevur upp- og afturlatingartíðir. Sakførarin vísti á, at hon hevur fingið varandi mein av fallinum, og at knæ hennara ikki hevur ta somu styrkina sum áður. Arbejds- skadestyrelsen hevur mett, at hon hevur mist 8 prosent av arbeiðsførinum vegna skaðan. Spurningurin er, um Eystari Landsrættur metir Roykstovuna sum eitt alment museum, har eigar- arnir hava ábyrgdina, um onkur fær skaða inni, ella talan er um eitt privat heim. Landsrætturin skal eisini taka støðu til, um Bryndis Gudmundsdóttir var full, tá óhappið hendi, og um hon missir endurgjaldið av hesi orsøk. Mótsigandi frágreiðingar Ein kostnaðarmikil hundalortur. Bóndahjúnini Sølvá og Páll Patursson skuldu rinda góðar 42.000 krónur í endurgjaldi, tá ein íslendsk kvinna datt í einum hundalorti í Roykstovuni. Landsrætturin viðgjørdi mánadagin málið Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 20