týsdagur 9. apríl 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 67 - 10. apríl 2002
Nr. 67 - 10. apríl 2002
21
STARVSVENJING
Vár Gaard, praktikantur
Mánadagin fóru eg og
myndamaðurin, Jens Kris-
tian, okkum ein túr inn á
tað hugnaliga Hotel Hafnia.
Har hittu vit tvær gentur
Maibritt og Maud, tær eru í
stravsvenjing
á
Hotel
Hafnia. Tær eru ávíkavist
frá Oyndarfirði og Skála,
og ganga báðar í 10 flokki á
Stranda skúla.
Áðrenn vit byrjaðu at
práta, tók myndamaðurin
eina mynd av hesum fittu
gentum. Síðani settu vit
okkum í eina sofu, at fáa
okkum eitt lítið prát. Eg
spurdi tær nakrar spurning-
ar um hvussu tað er at
verða í starvsvenjing á
Hafnia.
– Her er gott at verða,
fyrsta dagin var tað ógvu-
liga strævið, í hvussu er í
køkinum sigur Maud við
einum stórum suffi á and-
litinum, skrellaði eplir,
gularøtur, og leyk í hópa
tali, upp í heilar sekkir.
– Tað var eisini ógvuliga
strævið tann fyrsta dagin at
servera, tí man stendur uppi
allatíðina, gongur runt, tek-
ur dúkar av, leggur dúkar á
og so víðari, tað var ikki
bara strævið tann fyrsta
dagin, men eisini allar hin-
ar dagarnar” sigur Maibritt.
– Fólkini eru fitt at ar-
beiða saman við, kanska
eitt sindur strang av og á”
siga tær báðar tvær. Starvs-
venjingin er í tvær vikur, ta
fyrru vikuna hevur Maibritt
serverað, og Maud verið í
køkinum, og ta næstu viku-
na skulu tær skifta um.
Tær búgva báðar í Havn
meðan tær eru í starvsvenj-
ing, tí tær byrja tíðliga um
morgunin, í køkinum byrja
tey kl. 09.00 og arbeiða líka
til kl. 17.00, og tey sum ser-
vera byrja kl. 08.00 og ar-
beiða til kl. 16.00, so tað
fer ein heilur dagur við at
arbeiða. So tær fáa seg
rættuliga royndan.
BREKAÐ
Vár Gaard, praktikantur
Í samband við at MBF fylti
20 ár 24. oktober í fjør,
varð stórt føðingardagstil-
tak í Norðurlandahúsinum.
Tá varð avgjørt at tiltakið
eisini skuldi haldast í
Suðuroy, tað tiltaki verður
nú hildi í gistingarhúsinum
í Øravík, tann 13. apríl
2002.
Meginfelag teirra brek-
aðu í Føroyum (MBF), varð
stovnað ST-dagin 24. okto-
ber 1981. Tað vil við øðrum
orðum siga at felagið hevði
20 ár á bakið í fjør heyst.
Áðrenn MBF varð stovnað,
vóru tað 6 feløg fyri brekað
í Føroyum. Hesi feløgini
valdu at sláa seg saman í
ein arbeiðsbólk, ið tey kalla
MBF. Í dag eru 22 feløg í
MBF.
Undirhald verður fyri
trimum flokkunum í Suður-
oy ið hava tekna seg til.
Maria Andersen og Edny
Poulsen undirhalda við
sangi og teknum. Bárður
Enni luttekur eisini. Eisini
verður greitt frá um ítrótt
fyri brekað, og næmingar-
nir fáa høvi at royna onkra
ítróttagrein.
MBM bjóðar TOP POP
og FÓM bjóðar ÍS.
Ein framsýining verður
eisini ið vísir, hvat feløgini
í MBF standa fyri, hvørji
tey eru, og hvat tey kunnu
brúkast til. Harumframt eru
eisini básar í m.a vísa ljóð-
bøkur o.a, MBF vísir eisini
fram ymiskt tilfar.
Har verða eisini tríggir
ymiskir fyrilestrar fyri al-
menninginum,
um
t.d:
Psyku og Rørslu. Hvat
kann fáast á hjálpartólar-
miðstøðini. Heilivágur nú
og í framtíðini.
Birthe og Regin Havn
Rasmussen fara eisini at
spæla Harmoniku.
Tað er strævið á Hafnia
MBF heldur
føðingardag í Suðuroy
Í samband við at MBF fylti 20 ár 24. oktober í fjør, varð stórt
føðingardagstiltak í Norðurlandahúsinum. Tá varð avgjørt at
tiltakið eisini skuldi haldast í Suðuroy
Savnsmynd
Maibritt og Maud eru í starvsvenjing á Hotel Hafnia. Tær eru ávíkavist frá Oyndafirði og Skála, og ganga báðar í 10. flokki á
Stranda skúla.
Mynd: Jens Kristian Vang
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Kvotan liðug
Norsku útróðrarmenn-
inir eru í øðini, tí fiski-
vinnumyndugleikarnir
hava givið teimum boð
um at gevast við útróð-
rinum sunnukvøldið.
Eins og í Føroyum er
tey smærri fiskiførini í
Noregi býtt sundur í
bólkar, og teir smáu út-
róðrarbátarnir eru í
bólki II. Í hesum bólki-
num eru ikki færri enn
5000 bátar, og toska-
kvotan hjá teimum er
góð 13.000 tons. Í vetur
varð avgjørt, at 5.000
av teimum 13.000 tons-
unum skulu goymast til
aftan á 1. mai, og sam-
bært
fiskivinnumyn-
dugleikunum hava bát-
arnir longu fiskað hini
8.000 tonsini. Tí noyð-
ast bátarnir at gevast nú
sunnukvøldið, og teir
sleppa so ikki útaftur
fyrr enn 1. mai. Í fjør
sluppu útróðrarbatarnir
at halda fram, men tá
var úrslitið, at øll toska-
kvotan var liðug tann
13. mai.
Talsmenn hjá norsku
útróðrarmonnunum ilsk-
ast um, at teirra partur
av heildarkvotuni er ov
lítil. Upprunaliga áttu
bátarnir 14 prosent av
heildarkvotuni, men nú
er parturin bara sjey
prosent. Útróðrarmenn-
inir vilja vera við, at
politikararnir áttu held-
ur at tikið frá teimum
stóru skipunum. Fleiri
fiskavirkir taka undir
við hesum, tí útróðrar-
fiskurin er betri enn
fiskurin frá teimum
stóru skipunum, siga
tey.
42 til hús
Leiðslan á danska blað-
num BT hevur gjørt av
at siga 42 fólk úr starvi.
Avgerðin fær serliga
ávirkan á tíðindadeild-
ina, har sætti hvør
noyðist at leita sær eftir
øðrum arbeiði.
Hetta er triðju ferð í
tvey ár, at BT koyrir
fólk til hús, og Kristian
Lund,
ábyrgdarblað-
stjóri harmast um upp-
sagnirnar. Hann vísir á,
at BT skal spara 34
milliónir krónur fyri at
fáa avlop í roknskapi-
num næsta ár, og tí eru
uppsagnirnar neyðugar,
sigur hann. Í fjør gav
raksturin 40 milliónir
krónur í halli.
Úr Norðurlondum:
Í Hægsta-
rætt
Øll tey fýra, sum her-
fyri vórðu dømd langar
fongsulsrevsingar í tí
sonevnda
Orderud-
málinum í Noregi, hava
gjørt av at skjóta dómin
hjá Eidsivating-rætti-
num inn fyri Hægsta-
rætt. Í undirrættinum
fingu tvey av teimum
ákærdu 21 ára fongsul,
sum er harðasta fong-
sulsrevsing í Noregi.
Sakførararnir
hjá
teimum dømdu um-
hugsa nú, um teir skulu
kæra mannagongdina í
rættarmálinum
um-
framt sjálva revsingina.
Skuldi tað hent, at
Hægstirættur
gevur
teimum viðhald í, at
mannagongdin hevur
ikki verið røtt, verður
dómurin í undirrætti-
num settur úr gildi, og
rættarmálið skal so
ganga umaftur.
Fer ongan
veg
Danski fíggjarmálaráð-
harrin, Thor Pedersen,
noyddist í gjár at vissa
tey eldru í Danmark
um, at fólkapensjónin
verður verandi í gildi.
Hetta helt ráðharrin
vera neyðugt, eftir at ung-
dómsfelagsskapirnir
hjá trimum av teimum
politisku
flokkunum
høvdu mælt til at taka
fólkapensjónina av og
at nýta privata uppspar-
ing ístaðin.
Thor Pedersen segði í
gjár, at fólk, sum ígjøg-
num eitt langt lív hava
tænt danska samfelag-
num, skulu fáa fólka-
pensjón, og hann gjørdi
greitt, at sitandi stjórn-
in hevur ongar ætlanir
um at broyta hetta.
Vend í
Líkt er til, at tann drúg-
va vend nú er komin í ta
drúgvu afturgongdina
hjá norska Arbeiðara-
flokkinum.
Í
einari
kanning í mars fekk
flokkurin niðan fyri 15
prosent av atkvøðu-
num, men nú vísir ein
kanning, at 19,5 pro-
sent siga seg stuðla
flokkin.
Parlamentariski leið-
arin hjá flokkinum,
Jens Stoltenberg, vón-
ar, at nýggja kanningin
er eitt tekin um, at tað
nú fer at ganga hinveg-
in.
Týska stjórnin hevur
teir seinastu mánað-
arnar sýtt fyri at lata
týskar fyritøkur selja
Ísrael vápn.
TÝSKLAND
Árni Joensen:
Myndugleikarnir í Berlin
hava ikki grett eitt orð um
avgerðina, men ísraelska
verjumálaráðið váttar fyri
blaðnum Financial Times
Deutschland, at Týskland
hevur steðgað vápnasøluni
hagar.
Sambært blaðnum hava
myndugleikarnir sýtt týsk-
um fyritøkum útflutnings-
loyvi, tá talan hevur verið
um hernaðarútgerð ella
eykalutir til Ísraels. Talan
hevur m. a. verið um vápn,
hernaðarakfør ella ymsar
lutir, sum hava við herút-
gerð at gera.
Financial Times Deutsch-
land sigur seg hava fingið
at vita, at ísraelsmenn hava
biðið um eykalutir til
stríðsvognarnar av sløg-
unum Merkava-3 og Merk-
ava-4, sum verða hildnir at
vera teir bestu í heiminum.
Ísraelski herurin hevur
nógvar stríðsvognar av hes-
um slagnum, og fleiri teirra
hava verið at sæð í teimum
palestinsku býunum á Vest-
ara Áarbakka seinastu dag-
arnar, men har hevur tað
víst seg, at teir vápnaðu
palestinararnir vóru førir
fyri at oyðileggja tveir
teirra. Hetta hevur sambært
blaðnum skelkað ísraelska
herin, sum helt, at einki
kundi steðga stríðsvogn-
unum av hesum slagnum.
Talskvinnan hjá ísraelska
verjumálaráðnum, Rachel
Naibik-Aschkenazi, sigur
við týska blaðið, at ísrael-
ska stjórnin hevur spurt
týska uttanríkisráðharran,
Joschka Fischer, hví vápna-
handilin er steðgaður, men
hevur ikki fingið svar.
Sambært
talskvinnuni
uppfatar ísraelska stjórnin
hetta sum eina týska roynd
at gera enda á tí higartil
góða hernaðarliga sam-
starvinum millum Týskland
og Ísrael. Hetta samband
hevur í mong ár verið mett
sum eitt slag av einum
týskum endurgjaldi fyri
tað, sum hendi undir seinna
heimsbardaga.
Týskland hevur steðgað
vápnasøluni til Ísrael
Ísrael hevur tørv á herútgerð og eykalutum til stríðsvognarnar, men týska stjórnin hevur sett landsins fyrutøkum forboð fyri at
selja ísraelska herinum útgerð.
Avgerðin hjá Irak at
skrúva oljukranarnar
fyri hevur fingið
OPEC-londini at tosa
um kreppufund.
Ímeðan hækkar olju-
prísurin nógv.
OLJUMARKNAÐUR
Árni Joensen
Mánadagin stongdi Irak
oljuleiðingina til turkiska
havnarbýin Ceyhan, eftir at
Saddam Hussein, forseti
hevði boðað frá, at Irak fer
at steðga sínum oljuútflut-
ningi í 30 dagar fyri at
trýsta USA til at noyða
Ísrael at taka seg aftur úr
teimum palestinsku økj-
unum.
Á altjóða oljumarknaði-
num eru menn farnir at
gita, um Iran og Libya fara
at taka sama stig sum Irak.
Andaligi leiðarin í Iran,
ayatollah Ali Khaminei,
hevur sagt, at tann styðjar
iraksku avgerðina, men enn
er ikki greitt, um tað merk-
ir, at Iran fer at gera tað
sama sum Irak.
Í seinastuni hevur Irak út-
flutt umleið tvær milliónir
tunnur av olju um dagin.
Tað svarar til umleið fýra
prosent av heimshandli-
num.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at Irak hevur skrúvað kran-
arnar fyri. Saddam Hussein
hevur fleiri ferðir skert
iraksku oljuframleiðsluna,
tá hann hevur verið mis-
nøgdur við onkra avgerð
hjá ST. Hesaferð nýtir hann
oljuna sum politiskt vápn
ímóti Ísrael og USA.
Ein talsmaður hjá OPEC-
felagsskapinum segði mána-
kvøldið, at londini hava
ongar ætlanir um at broyta
verandi
oljuframleiðslu,
men irakska avgerðin hevði
kortini so mikið stóra
ávirkan, at leiðslan í OPEC
gjørdi av at halda kreppu-
fund ígjøgnum telefonina.
Nær hann verður, er ikki
greitt.
Prísurin upp
Serfrøðingar á altjóða olju-
marknaðinum
siga,
at
ófriðurin í Miðeystri og
amerikanska hóttanin um
álop á Irak gera, at oljuprís-
urin er einar fimm dollarar
oman fyri tað, hann annars
hevði verið. Tá marknaðir-
nir lótu aftur seinasta
fríggjadag, var prísurin á
norðsjóvaroljuni 26 dollar-
ar fyri tunnuna, men eftir
iraksku avgerðina fór hann
upp á 27,3 dollarar mána-
dagin.
Summir serfrøðingar hal-
da, at OPEC-londini kunnu
økja sína framleiðslu so
mikið, at tað kann avmarka
príshækkingina, sum stend-
st av irakska steðginum.
Men aðrir ivast í hesum.
Teir vísa á, at tað eru bara
Saudiarabia og Kuwait,
sum hava nakað av tøkari
framleiðsluorku, men at tað
fer at taka tíð, áðrenn tey
bæði londini kunnu økja
framleiðsluna tvær millión-
ir tunnur um dagin.
Ímeðan hækkar oljuprís-
urin.
Irak trýstir oljuprísin upp
C
M
Y
K
21
20