Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 9. apríl 2002 23 22 Nr. 66 - 9. apríl 2002 Bartal Eliasen úr ÍF og Harriet Hammer úr TB vórðu kosin besti verjuleikari Sveinur Tróndarson Í kappingini hjá monnum fór Bartal avstað við steypi- num fyri nøsini á Joen Petur á Stongum úr SÍ og Jan Hentze úr Fleyr. Neyvan nakar, sum hevur sæð flogbólt í ár, er í iva um, at Bartal er ein fram úr góður flogbóltsleikari, og tí kann tað heldur ikki koma óvart á, at hann verður kos- in at vera besti verjuleikari. Styrkin hjá Bartali er ikki bara í verjupartinum, men tað er har hann bestur. Hann hevur góðar móttøk- ur og er einastandandi skjótur á gólvinum. Tí er valið rættvíst. Stuttligt er annars at síggja, at Joen Petur á Stongum úr SÍ, sum bara er 16 ára gamal, hevur sníkt seg inn millum tveir garv- aðar leikarar. Joen Petur hevur í ár víst, at føroyskur flogbólt- ur eigur gott at byggja á, og stuttligt er at síggja, at hinir leikararnir longu virðismeta hansara avrik á vøllinum. Triði maðurin, Jan Hen- tze, hevur í fleiri ár, verið ein knassi á vøllinum, og tí er hann eisini eitt gott boð. Hjá kvinnum var tað Før- oyameistarin, Harriet Ham- mer úr TB, sum fór við heiðrinum. Eisini hetta er eitt gott væl, tí Harriet hev- ur verið ein dyggur stuðul á Føroyameistaraliðnum. Hon ger ikki so nógv um seg sum onkrir aðrir leikarar, men hon er trygg í móttøkunum og arbeiðir sera væl í verjuni. Tað gera Vera Larsen og Randi Larsen eisini, men hinir leikararnir hava hildið avrikið hjá Harriet verið størri og tað er bæði rætt og rímuligt. Hjá monnum var tað stuttligt, at ein av teim- um ungu sníkti seg upp í millum. Hjá kvinnunum var tað kanska uppaftur stuttligari, tí her fór hon við heiðrinum. Leygarkvøldið skip- aði Flogbóltssam- band Føroya fyri gallaveitslu á Hotel Føroyum og í tí sam- bandi vóru bestu leik- ararnir seinasta kapp- ingarár kosnir. Næs- tan øll liðini fingu okkurt heimaftur við, men tað vóru Anna Müller Jacobsen og Rúni Weihe, sum fegnaðust mest. Tey vórðu nevniliga kosin ársins leikararnir FLOGBÓLTUR, GALLAVEITSLA Sveinur Tróndarson Nú er flogbóltskappingar- árið 2001/2002 liðugt og farið. Hetta varð staðfest, tá knappliga 200 flogbólts- leikarar, sponsorar teirra og umboð fyri miðlarnar hildu veitslu á Hotel Føroyum leygarkvøldið. Gallaveit- slan, sum á fyrsta sinni varð hildin í fjør, var stór- fingin og sigast má, at allir partar høvdu gjørt sítt til at kvøldið gjørdist stak hugnaligt. Høvuðshendingin á Gallaveitsluni var, tá ársins bestu leikarar og venjarar vóru kosnir, og nú allir heiðrarnir eru komnir upp á pláss, kunnu vit staðfesta, at næstan øll liðini fingu okkurt heim aftur við. Í roynd og veru var tað bara kvinnuliðið hjá ÍF – av øll- um meistaradeildarliðunum – sum ongan ársins leikara fekk. Tá tikið verður saman um tilnevningarnar mugu vit eisini staðfesta, at allar tilnevningarnar kunnu verj- ast á ein ella annan hátt. Eingin av teimum leikaru- num, sum eru valdir detta burtur ímillum, og tað er gott. Men tað skuldi nú eisini verið løgið um tað ikki kundi góðtakast, tí tað eru leikararnir sjálvir sum hava givið heiðrarnar, og tá sam- an um kemur, eru tað teir, sum best eru førir fyri at meta um dygdirnar. At okk- ara uppfatan er eitt sindur øðrvísi í ávísum førum, kunnu vit saktans liva við. Anna var bilsin Hjá kvinnunum fall valið á Onnu Müller Jacobsen úr Mjølnir. Í fyrsta umfari kann hetta kanska tykjast sum eitt løg- ið val, tí Anna ikki er ein leikari, sum ein vanliga hoyrir nógv til, men tá tað er sagt, mugu vit eisini staðfesta, at hon júst í ár hevur havt eitt gott ár. Fyrst var hon við á Oyggjaleikalandsliðnum, sum vann Føroyum gull- merkið, og her lá hennara innsatsur ikki eftir. Hon var eisini partur av Mjølnir lið- num, sum í ár gjørdist nummar tvey í landskapp- ingini og í steypakapping- ini, og eisini har hevur hon víst evnir at ganga undan tá tað kemur til at stríðast og kempa fyri sigrinum, sjálvt tá tap hevur verið í hendi. Samanumtikið má tí sig- ast, at heiðurin hjá Onnu var uppiborin. Einki er at ivast í, at onk- ur annar hevði valt onkran annan, men valið hjá leik- arunum fall á Onnu, og tað er stuttligt at síggja, at leik- ararnir hava valt ein leik- ara, sum umframt at vera íðin á vølli samstundis er sera fyrikomandi. Næstu leikararnir í kapp- ingini hjá kvinnum vóru Helen á Lakjuni, úr ÍF, Gudrid Nolsø, úr TB og Svanna Nielsen úr TB Rúni enn einaferð Hjá monnunum fall valið á Rúna Weihe úr Fram. Hetta valið var kanska meira í tráð við vanligu uppfatan- ina av tí sum kallast besti flogbóltsleikari, tí Rúni er – beint tvørturímóti Onnu – ein sera eksplosivur leikari. Sjálvt um tað kanska kom eitt sindur óvart á, at Rúni og Fram gjørdust Før- oyameistarar í ár, kom tað ikki so óvart á, at hann gjørdist ársins leikari í Før- oyum í ár. Samanumtikið er hann uttan iva besti føroy- ski leikarin í kappingini, og tað sæst millum annað við, at hann er berandi leikarin á FM-liðnum hjá Fram. Tað er hann eisini á landsliðnum og tá Oyggja- leikirnir vóru á Man sein- asta summar, var Rúni kos- in besti servarin í kapping- ini. So tað eru ikki bara før- oysku leikararnir, sum halda, at hann hevur góð evnir. Hjá Rúna var heiðurin ein endurtøka frá í fjør, og líka so fult uppiborin sum heiðurin hjá Onnu Müller Jacobsen var tað, hevði Rúni eisini heiðurin fult uppibornan. Næstu leikararnir í kapp- ingini um ársins leikara vóru tvíburðarnir Boban Ilic, úr ÍF, og Borco Ilic, úr SÍ. Anna og Rúni vóru best hetta kappingarárið Av øllum teimum, sum í fjør kappaðust í flogbóltskappingini, vórðu Anna Jacobsen og Rúni Weihe kosin sum tey bestu Mynd: Álvur Haraldsen Ein garvaður og ein nýggjur Bartal Eliasen úr ÍF varð kosin til besta verjuleikara hjá monnum hetta kappingarárið Mynd: Álvur Haraldsen Marina Popovic úr Drátti og Boban Ilic úr ÍF kunnu næsta ár- ið kalla seg bestu áleypararnar í føroy- skum flogbólti Sveinur Tróndarson Kappingin hjá kvinnum stóð serliga millum tær tríggjar, Marinu úr Drátti, Tinu Jacobsen úr Mjølnir og Gudrid Nolsø úr TB. Lítið er at ivast í, at fleiri høvdu væntað, at Gudrid Nolsø fór at fáa heiðurin, eftir at hon bæði gjørdist gullvinnari á Man við landsliðnum, Danmarks- meistari fyri U-21 leikarar við Fortuna og Føroya- meistari við TB. Men Gudrid hevur bara leikt umleið helmingin av føroysku kappingini og tað hevur helst havt sína ávirk- an. At valið fall á Marinu Popovic er bæði rætt og rímuligt. Hon hevur víst seg at vera ein fram úr góður leikari og ein fongur fyri Drátt. Hon hevur eitt gott slag og dugir eisini sera væl at lesa blokkin av. Í fjør gjørdist Marina meistari saman við Drátti, men í ár máttu tær taka til takkar við bronsuni. Tað er í sær sjálvum ikki nøktandi, men tað vísir kortini, at kappingin millum liðini er so mikið hørð, at tú skalt hava eitt gott lið fyri at ger- ast meistari. Tina Jacobsen úr Mjølnir sníkti seg inn millum tær báðar, og tað er eitt herða- klapp til ein góðan leikara. Hjá monnnum stóð kapp- ingin millum teir somu tríggjar leikararnar, sum gjørdust ársins leikarar. Hesaferð var tað Boban Ilic úr ÍF, sum fór avstað við steypinum, og tað valið var í lagið. Samanborið við tví- burðabróðurin, Borco, hev- ur Boban verið tann støðugari og tað hava leik- ararnir eisini sannað. Rúni smeig sær inn mill- um teir báðar og eisini tað er í lagið. Samanumtikið má tí sigast, at valið av ár- sins áleypara var eitt gott val. Útlendingarnir myndaðu best álopið Joen Petur á Stongum úr SÍ og Gudrid Syderbø úr Fleyr vóru kosin ársins stjørnu- skot 2001/2002 Sveinur Tróndarson Tað var sera stuttligt at síggja, at Joen Petur á Stongum vann heiðurin, sum ársins stjørnuskot hjá monnum í ár. Sjálvt um hann er ungur, hevur hann víst fram úr góð evni á vøllinum, og tað hava hinir leikararnir eisini lagt til merkis. Beint undan steypafinal- uni í ár fekk Føroya fólka at vita frá hesum unga manni, at hann ikki hevði nervar til finaluna, men at hann var meira bangin fyri at renna inn í høllina, og tað sigur eitt sindur um, hvussu lítið hann er ávirkaður av hóva- stákinum. Eingin kundi seta ein fingur á hansara spæl í finaluni og hansara partur í sigrinum lá ikki eftir. So- leiðis hevur eisini verið í landskappingini og sjálvt um hann eisini hevur havt minni góðar dystir, er einki at ivast í, at hetta valið var rætt. Heiðrikur Bergson úr Fram gjørdist nummar tvey og Dánjal Vang úr ÍF nummar trý í kappingini, og í báðum førum var talan um spennandi leikarar. Heiðrikur er enntá komin so langt, at hann er við á landsliðnum, so hann fara vit helst at hoyra meira til. Hjá kvinnum fall valið á Gudrid Syderbø úr Fleyr. Eisini hetta valið er í lagið, tí Gudrid hevur víst seg sum ein knassi í ár. Fleyr hevði tað trupult, men nú avrikini skuldu vigast, mintust leikararnir til henn- ara avrik og tað má vera eitt gott herðaklapp at hava við sær víðari. Annars er vert at leggja merki til, at Vágoyggin eig- ur fýra leikarar millum teir átta, sum vóru nomineraðir til ársins stjørnuskot. Ein hjá monnum og tríggir hjá kvinnum hava sín uppruna í flogbólti í Vágunum og tað má vera eitt tekin um, at tey gera okkurt rætt. SÍ og Fleyr áttu framtíðina Joen Petur á Stongum úr SÍ og Gudrid Syderbø úr Fleyr vóru kosin ársins stjørnuskot Mynd: Álvur Haraldsen Ein Føroyameistari og ein silvurvinnari vórðu kosnir bestu hevararnir í kapping- ini Sveinur Tróndarson At valið fall á Marjuna Kal- sø, kom helst ikki óvart á nakran. Marjun er gomul í garði, og sjálvt um hon ikki er nakar ársungi longur, hevur hon ferð eftir ferð víst, at tað framvegis er dugur í henni. Umframt at vera góður hevari, er Marjun innpísk- arin á Mjølnir liðnum, sum í ár gjørdist ov stutt til at vinna meistaraheitið. Hin- vegin vann Marjun gull á Oyggjaleikunum og eisini ta ferðina var hon fyrsti hevari á liðnum. Samanumtikið eitt gott val. Á øðrum plássi kom ein nýggjari leikari. Anne Mia Johansen frá Føroyameist- arunum av Tvøroyri gjørd- ist nummar tvey meðan Rúna Hentze gjørdist num- mar trý. Hjá monnum varð Ro- mica Øster kosin besti hev- ari hetta kappingarárið. Her hevur helst verið rættiliga tætt, tí teir báðir kappingar- neytarnir hjá Romica – Klæmint Isaksen og Kaj á Stongum – hava til tíðir spælt sera væl í ár, men tá hugsað verður um, at Fram gjørdist Føroyameistari, kann valið forsvarast. Romica er góður leikari, men okkara fatan er, at hann hevur verið rættiliga svingandi í ár. Avgerandi hevur helst verið, at hann gjørdist Føroyameistari við Fram og tað er í lagi. Romica og Marjun hevaðu best Romica Øster varð kosin sum besti hevarin hjá monnum Mynd: Álvur Haraldsen Trygvi H. Poulsen og Tina Jacobsen vóru kosin bestu blokk- leikarar hetta kapp- ingarárið Sveinur Tróndarson Hjá kvinnum er einki at ivast í, at kappingin millum blokkleikararnar var hørð. Gamaní hevur Tina verið ein dyggur stuðul á Mjølnir liðnum, men tað hevur Helen á Lakjuni so sanni- liga eisini verið hjá ÍF og Svanna Nielsen hjá TB. Tina Jacobsen var, um- framt at vera partur av silvurliðnum hjá Mjølnir, eisini partur av gylta kvinnuliðnum á Man, og hon hevur í ár staðfest seg sum ein av týdningarmik- lastu leikarunum hjá Mjøl- nir. Liðið byrjaði lands- kappingina uttan hana og tá sást týðuliga, hvussu stórur saknurin í henni var. Tá hon kom aftur á liðið vendi, og tí er valið av Tinu sum besti blokkleikari í lagi. Ikki tí, bæði Helen á Lakjuni og Svanna Nielsen hava havt góð ár. Helen hevur víst seg at vera ser- stakliga drúgv. Hon er skjót og kann gera um seg bæði í álopi og í verju. Svanna haraftur ímóti er kanska ikki so skjót sum hinar, men er kortini ein knáur spælari. Hjá monnum varð Trygvi kosin besti blokkleikari. Einki er at ivast í, at Trygvi hevur verið serstakliga drúgvur á miðjuni hjá Mjølnir, og hann hevur eis- ini gott eyga fyri blokki- num. Kappingarneytarnir hjá Trygva vóru enn einaferð Boban og Borco Ilic, og hesaferð hildu leikararnir at Borco átti munin á bróðri- num. Klaksvíkin Leikararnir í flog- bóltskappingini hava givið tveimum, sum tóku yvir, tá onnur góvust heiðurin sum besti venjari í ár Sveinur Tróndarson Bæði TB og Fleyr løgdu nógv fyri, áðrenn farið varð undir kappingarárið 2001/2002. Bæði feløgini fingu sær útlendskan venjara, men felags fyri tey var, at hvørgin teirra helt í meira enn ein góðan mánað inn í landskappingina. Tá jugoslaviski venjarin hjá Fleyr varð sendur av landinum og tá italski venj- arin hjá TB fór sama veg, heittu feløgini á Jan Hentze og Virgar Djurhuus um at taka yvir, og tað gjørdu teir so væl, at teir nú eru kosnir at vera ársins venjarar. Hjá kvinnunum er heið- urin uttan iva tengdur at, at tað á fyrsta sinni eydnaðist TB at gerast Føroyameist- ari og steypakappingina. Virgar tók við eini truplari uppgávu, tí tá venjarin fór avgjørdi rumenski leikarin hjá TB, Lily Popescu at stinga í sekkin og fara sama veg sum venjarin. Sjálvsagt var hetta dygg- ur smeitur fyri TB, men fyri tað eydnaðist at halda so væl saman upp á hópin, at liðið stóð sum greipu- vinnari tá árið var farið aftur um. Tá hugsað verður um, at liðið nærum ongantíð ven- ur saman er avrikið hjá tvørámonnum so mikið størri, og uppgávan hjá Vir- gari so mikið truplari. Hann loysti hana til toppkarakter og nú hevur hann fingið heiðurin fyri tað. Á teimum næstu plássu- num komu Marjun Kalsø úr Mjølnir, Boban Ilic úr ÍF og Herman Lindberg úr Fleyr. At Jan Hentze var kosin besti venjari hjá monnum, kann heldur ikki koma óvart á nakran. Tá hann tók við uppgávuni lá Fleyr næstniðast og tá árið var liðugt, lógu teir næstovast. Í veruleikanum var tað bara svart óhepni sum gjørdi, at teir ikki endaðu ovast. Uppgávan hjá Jan var ikki løtt tí hópurin hjá Fleyr hevur verið smalur í ár. Gamaní høvdu leikararnir drúgvar royndir, men tað var ein trupul uppgáva at spæla liðið saman til eina góða eind. Tað eydnðist kortini, og var tað ikki tí, at Steinar Eirikstoft fór av landinum beint áðrenn kappingarenda, hevði tað kanska eydnast teimum at vinna meistaraheitið. Henda spurning fáa vit tó ikki svaraðan, tí veruleikin er, at Fram gjørdist meistari og fyri tað endaði Romica Øster á triðja plássi. Num- mar tvey gjørdist Boban Ilic úr ÍF. Virgar og Jan ársins venjarar hevur stinnasta blokkin C M Y K 22