Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 10. apríl 2002 23 Rógvi Johansen var óheppin, tá ein egari í hjólinum brotnaði, og hann mátti steðga í kappingini á Odder í Jútlandi SÚKKLING Stefan í Skorini Kappingarárið hjá vágbing- inum Rógva Johansen og hinum súkklarunum í Dan- mark fór av bakkastokki leygardagin. Súkklað varð á Odder í Jútlandi. Rógvi Johansen lá væl fyri allan vegin gjøgnum kappingina, men frá byrjan av var Rógvi í høvuðs- bólkinum. Hann royndi fleiri ferðir at koma leysur og fram til førandi bólkin, men hetta eydnaðist ikki í fyrsta umfari. Nakað seinni í kapping- ini tóku nakrir súkklarar seg framum høvuðsbólkin, og Rógvi var millum hesar. Hetta var tá kappingin var hálvrunnin. Men júst bólkurin við Rógva tekur seg fram í kappingini, tá hendir óhappið. Ein egari brot- naði, og hjólið bleiv skeivt. Einki var at gera hjá Rógva enn at steðga og taka seg úr kappingini. Rógvi heldur, at hann er væl fyri, og tað er við góð- um treysti, at hann fer undir eitt nýtt kappingarár í Dan- mark. Rógvi var óheppin Rógvi Johansen var óheppin í fyrstu kappingini í ár. Ein egari á hjólinum brotnaði, og hann mátti gevast KONSERT Stefan í Skorini Í dag, mikudagin 10. apr- íl klokkan 19.30, verður konsert í Norðurlanda- húsinum. Tá verður høvi at hoyra føroyska fiól- leikaran Sámal Petersen og íslendska klaverleik- ararin Steinunn Birna Ragnarsdóttir. Hetta er fyrstu ferð, at tey bæði spæla saman. Sámal Petersen hevur útbúgving á Tónlista- skúlanum í Odense. Seinni las hann eitt ár í Wien, og hann hevur eis- ini tikið lut í master- skeiðum hjá m.ø. Valerij Klimov og Christian Altenburg. Seinastu árini hevur hann starvast sum lærari á musikkskúla- num, og eisini hevur hann verið konsertmeist- ari í Føroya Symfoniork- estri, harumframt var hann við til at stovna tón- leikabólkarnir Aldubár- una og Musica Viva. Steinunn Birna Ragn- arsdóttir tók einleikara- prógv í Tónlistaskúla- num í Reykjavík í 1981, tók seinni masterútbúgv- ing á New England Con- servatory í Boston. Han starvaðist í Spania í eina tíð sum sololeikar og hevur annars spælt ymsa- staðni í Evropa, og hon hevur fingið virðislønir fyri sítt spæl. Steinunn starvast á Tónlistaskúla- num í Reykjavík. Fyrra konsertin verður í Norðurlandahúsinum mikudagin klokkan 19.30. Seinna konsertin verður í býráðshøllini í Runavík hósdagin 11. apríl klokkan 19.30 Á skránni eru verk eftir Beethoven, Wieniawski og Franck. Atgongu- merki fáast við dyrnar. Fiól- og klaver- konsert í Havn og Runavík 23 Í seinastu viku spældi Holte við Bárði Mikkelsen á liðnum seinnu hálvfinaluna móti DHG Odense. Holte vann fyrr hálv- finaluna, men hesu- ferð var DHG stinn- ari. Nú skal tann triðji og avgerandi dysturin leikast FLOGBÓLTUR Stefan í Skorini Dysturin varð leiktur í KB-høllini í Keypmannahavn, og hann varð vístur bein- leiðis á sjónvarpsrásini ViaSat Sport. Holte hevði vunnið fyrru hálvfinaluna á útivølli í Odense, og tí var liðið hjá Bárði favorittur at fara bein- leiðis víðari í finaluna. Men liðið úr Odense vildi tað øðrvísi. Holte góða byrjan Tað var annars Holte, sum fekk eina góða byrjan og vann fyrsta settið sannførandi 25-8. Men DHG svaraði aftur og vann annað settið tepurt 25-23. Triðja settið vann Holte 25-17, men DHG kom aftur og vann fjórða settið 25-22. Bárður heldur, at teir skuldu havt avgjørt dystin í fjórða settið, men vánaligt álopsspæl kostaði teimum sigurin. Fimta og avgerandi settið van DHG heldur sann- førandi 15-8. Nú skulu Holte og DHG spæla ein triðja og altavgerandi dyst í Aarhus. Hesin verður spældur í morgin, hós- dagin. Holte – DHG Odense 2-3 (25-8, 23-25, 25-17, 22-25, 10-15) Nr. 67 • mikudagur • 10. apríl 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Holte tapti seinnu hálvfinaluna Bárður Mikkelsen og Holte snávaðu á heimavølli móti DHG Odense. Tí skal triðji og seinasti dysturin gera av, hvør fer í finaluna Mynd: Álvur Haraldsen Fríggjadagin og leyg- ardagin verður FM í biljard í Havnar Klubba. Átta spælarar hava leikt seg fram til finaluna. Favorittar eru Kristan Suni Høgnesen og Max Rasmussen BILJARD Stefan í Skorini Um vikuskiftið verður gjørt av, hvør er Føroya stinnasti biljard spælari. Tá fara átta mans at kappast í Havnar Klubba um FM-heitið. Eftir innleiðandi umfarið hava sjey spælarar spælt seg í finaluna, meðan før- oyameistarin frá í fjør fer beinleiðis í finaluna. Meistarin frá í fjør, Max Rasmussen úr Tvøroyrar Biljardfelag, fer sostatt beinleiðis í finaluna. Hann er eisini ein av favorittu- num til at endurvinna FM. Kappingin fer at bakka- stokki fríggjadagin klokkan 15 í Havnar Klubba. Tá verður spælt í tveimum bólkum við fýra spælarum í hvørjum. Tveir bólkar Í fyrra bólkinum eru Max Rasmussen úr Tvøroyrar Biljardfelag, Sonhard Johannessen úr Klaksvíkar Klubba, Ólavur Kjølbro úr Klaksvíkar Klubba og Njál R. Petersen úr Biljardfelag Fuglafjarðar. Í seinna bólkinum eru Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Klubba, Jan Müller úr Mimir, Bjarni Skaalum úr Havnar Klubba og Óli S. Joensen úr Tvør- oyrar Biljardfelag. Allir spæla ímóti øllum í hvørjum bólki, og tveir teir fremstu fara víðari í hálv- finalurnar, sum verða spæl- ar leygarmorgunin. Fyrireikararnir halda, at kappingin fer at standa millum Max Rasmussen og Kristian Suna Høgnesen, meðan Jan Müller verður mettur sum ein “outsidari”, sum kann gera seg gald- andi. FM í biljard um vikuskiftið Sonhard Johannessen, Ólavur Kjølbro og Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Klubba hava allir spælt seg til finaluna. Hesir tríggir vunnu eisini liðkappingina fyrr í ár Max Rasmussen úr Tvøroyrar Biljardfelag er millum favorittarnar at endurvinna FM-heitið C M Y K 22 Hvar er bólturin? Gitið, hvar bólturin er, og vinnið eina ferð til stórdystin millum FCK og Brøndby 12. mai í ár verður stórdystur í Danmark. FCK tekur tá ímóti Brøndby, og longu nú er líkt til, at hetta verður dysturin, sum ger av, hvar DM-gullið skal fara í ár. Sum kunnugt skipa Atlantic Airways og Sosialurin fyri ferð til Keypmannahavnar í samband við dystin, og nú ber til hjá onkrum hepnum lesara at vinna sær pláss á hesi ferð. Tað ræður snøgt sagt um at gita, hvar bólturin eigur at vera á myndini. Skrivað á lepan, í hvørjum teigi tú heldur bólturin eigur at vera, og send síðani lepan til okkara. Allir lepar við rætta svarinum verða latnir í ein pott, og hin 27. apríl fara vit at kunngera, hvør hepni vinnarin er. Um so er, at hesin longu hevur keypt sær ferðaseðil til dystin, ber sjálvandi til at fáa hendan endurgoldnan. Kappingin verður í blaðnum til og við 23. apríl. Minnist til. Jú fleiri lepar tit senda inn, størri er møguleikin fyri at gerast hepni vinnarin. Navn: Bústaður: Tlf: Eg giti, at bólturin er í teigi: Seðilin skal sendast til: Sosialurin, postsmoga 76, 110 Tórshavn. Merkið brævbjálvan "FCK" tað er ikki loyvt at kopiera henda lepa 4 A 1 2 3 4 5 B C D E